fríggjadagur 28. november 2008síða 24
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 230 • 28. november 2008
Vikuskifti
24
Tað er ikki hvør køttur,
sum rundar tey 20 árini,
men Tummillina hjá Turið
Godtfred og familjuni livir
væl. 20 mannaár svara til
140 kettuár. Tá familjan búi
í Leynum, fingu tey hana
sum kettling
Húsdjór
Bergur Johannesen
bergur@sosialurin.fo
Tummillina hevur alt lív sítt verið
í familjuni. Hon varð fødd 28. juni
1988 og er sostatt 20 ár í dag.
Turið Godtfred, vanliga nevnd
Duan, búi við familjuni í Leynum
tá, ein dagin ein maður har gav
teimum kettlingin, Tummil
linu. Yngsta dótturin var trý
ár tá og tær báðar hava
fylgst upp gjøgnum árini.
Genturnar hava
spælt nógv við hana.
Tá tær vóru heilt lítlar,
plagdu tær at lata
Tummillinu í klæðir og
spældu síðan við hana,
sigur Turið Godtfred.
Hóast Tummillina er
gomul, er hon sera kelin.
Henni dámar væl fólk, men
er ikki býtt, tí um børn gera
henni nakað, so heldur hon seg
burtur frá teimum.
Flestu kettur liva millum 1420
ár, sambært talgildu alfrøðini
Wikipedia. Tó so at elsta ketta
sigst at hava livað í 36 ár. So
talan er um eina kettu, ið av
álvara hoyrir til eldra ættarliðið.
Sum ung hevði Tummillina úr
at gera, tí frensarnir vóru óførir at
liggja framvið. Longu tá hon var
hálvt annað ár, hevði hon fingið
kettlingar tríggjar ferðir. Familjan
gjørdi av at gelda hana tá. Tað
er eisini ein sannroynd, at geldir
køttar liva longri. Í dag eru allir
kettlingar hennara deyðir.
Hendingaríkt lív
Nú Tummillina hevur rundað
20 ár, heldur hon seg fyri tað
mesa innandura. Hoyrnin er illa
farin, og pelsurin tynnist. Turið
Godtfred greiðir frá, at tá hon fer
út, so eru tað stuttir túrar. Henni
dámar eftir hondini best at liggja
inni, har tað er heitt.
Hesi mongu árini, hon hevur
verið ein partur av familjuni,
hevur hon verið runt ymsa staðni.
Fyrst búi familjan í Leynum og
síðan eru tey flutt til Havnar.
Henni dámar øgiliga
væl at ferðast. Vit hava
ofta havt hana við
okkum tá vit hava
verið onkrastaðni. Hon
situr still í búrinum í
bilinum, greiðir Turið
Godtfred frá.
Nú býr familjan í
Eysturbýnum í Havn,
grannin eigur ein stóran
hund, men um tey vita av
hvørjum øðrum ivast Turið
Godtfred í.
Tað hevði verið eitt verri skil,
um tey byrjaðu at renna eftir
hvørjum øðrum, flennir Turið
Godtfred.
Ein orsøk til at kettur, sum
halda seg innandura vanliga
liva longri er, at tær ikki koma til
skaða ella í bardagar. Eftir ein
bardaga fyri átta árum síðan kom
Tummillina so illa til skaða, at
djóralæknin ikki metti hana vera
føra fyri at yvirliva. Hon misti
millum annað helvtina av tunguni,
men hon megnaði koma seg væl
kortini.
Turið Godtfred greiðir frá at tá
Tummillina man tá hava verið um
12 ár, var hon burtur í einar tveir
mánaðir.
Tað var forferdiligt. Men
við eitt so stóð hon uttanfyri og
mjavaði. Hon var øgiliga svong
og rak tá hon kom aftur, allarhelst
hevur hon verið innistongd í
onkrum høsnarhúsi ella onkrum
tílíkum.
Lívsins vetur
Ellið byrjar at síggjast á Tummil
linu, men kortini rósar djóra
læknin henni tá hon er har.
Hon hevur verið ordiliga góð
at hava, sigur Turið Godtfred
frá, men hon ivast stórliga í, um
hon fer at fáa sær kettu aftur, tá
Tummillina einaferð doyr.
Tummillina
livir øll av
Tummillina og Bára, ommudóttir Turið Godtfred, hava havt mangar góðar løtur