fríggjadagur 28. november 2008síða 25
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
tíðindi
Nr. 230 - 28. november 2008
Við fyrsta kvinnuliga
borgarstjóranum
í kommununi,
Veroniku Petersen, fer
nývalda bygdaráðið
til verka at menna
tær fimm bygdirnar
í Hvannasunds
kommunu tey næstu
fýra árini. – Hetta
skal verða ein góð
kommuna hjá ungum
familjum at búgva í,
sigur nýggi borgar
stjórin
Borgarstjóri
Orð&mynd: Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Hvannasund: Á nýggjári
num tekur 36 ára gamla
Veronika Petersen við starvi
num sum borgarstjóri. Her
skal hon saman við hinum
fýra
bygdaráðslimunum
stjórna
kommununi
tey
komandi fýra árini.
Tað serstaka við hesum
bygdaráðnum er, at hetta er
tað einasta í landinum, har
kvinnurnar eru í meiriluta.
Og sambært Veroniku fer
hetta at hava sínar fyrimunir
fyri arbeiðið í kommununi.
Hesum eru kanska ikki
øll í kommununi samd við
henni í:
Ja, eg havi hoyrt onkran
her í bygdini siga, at vit
tríggjar Irdi, Katrin og eg
fara at klandrast meiri enn
menninir hesi komandi fýra
árini. Men sjálv vænti eg
ikki tað.
Øll vit í bygdaráðnum
eru nevniliga samd um,
hvat skal gerast og ikki
minst, hvat skal gerast fyrst.
Eg vænti tí, at vit fara at fáa
eitt samstarv, sigur Veronika
Petersen við Sosialin.
Eitt mál sum uttan iva fer
at koma á breddan tey
næstu fýra árini er, hvussu
tann kommunali bygnaðurin
skal verða. Samráðingar
hava verið millum kommun
una og Klaksvíkar kommu
nu um samanlegging, men
fólkið seg nei til hetta.
Eg eri ikki ímóti saman
legging, men eg haldi ikki,
at løtan til hetta er tann
rætta beint nú. Tað er eingin
orsøk at geva sín suverenitet
frá sær, áðrenn landið hevur
meldað út, hvat tey ætla,
slær borgarstjórin fast.
Alt á einum staði
Hóast munur er á vallyftum
og valstríði á bygd og í
teimum størru býunum, so
hevur Veronika Petersen
sett sær nøkur mál, sum
skulu loysast hesi komandi
fýra árini.
Eitt tað allarfyrsta, sum
má gerast í Hvannasundi,
er at fáa gongd á byggingina
av einum barnagarði, sum
eisini skal hýsa frítíðar
skúlanum á einum øki á
Fossánesi, norðanvert Norð
depil.
Tað hevur tikið sína tíð at
fáa framt hesa ætlanina í
verki, men øll eru samd
um, at barnagarðurin má
koma nú. Og við nýggja og
ídna
borgarstjóranum
á
odda skal hetta málið loys
ast.
Vit hava longu keypt
eitt øki til barnagarðin, og
við hesi loysnini fáa vit
savnað bæði skúla, barna
garð, frítíðarskúla og sparki
vøll á einum og sama staði,
sigur Veronika.
Í hesum sambandi er vert
at nevna, at skúlin er vorðin
útbygdur nakað, soleiðis at
børnini
í
Hvannasunds
kommunu fara at verða
munandi betri fyri enn
frammanundan við hølis
viðurskiftum.
Fáa grundøki
Ein av avbjóðingunum hjá
nývalda bygdaráðnum er at
fáa fólkið at støðast í bygd
unum, og somuleiðis at fáa
fleiri at flyta higar.
Bygdaráðslimirnir kunnu
fegnast um, at fólk fegin
vilja búseta seg her. Fleiri
sethús eru í gerð, og fleiri
eru klár at fara undir bygg
ing.
Kommunan er í teirri
hepnu støðuni, at hon eigur
grundøki tøk báðumegin
sundið, men tað vísir seg
kortini, at fólk ofta ella held
ur vilja búgva á nøkrum
ávísum økjum í kommun
uni.
Hetta hendir, hóast mong
ikki eru serliga fegin um at
koyra gjøgnum teir smølu
og ótíðarhóskandi tunlarnar
á Borðoynni.
Vit hava so ongan bíði
lista eftir grundøkjum. Tey
sum vilja útvega sær eitt
grundøki, tey fáa tað!, slær
Veronika Petersen fast.
At tað er neyðugt hjá
bygdaráðnum at gera okkurt
fyri at fáa fólk at búseta seg
í kommununi, er greitt:
Hagtølini vísa nevniliga, at
fólkatalið er minkað við 16
fólkum seinastu tvey árini.
Hvannasund skal
vera ein góð
kommuna
- Eg vildi fegin, at borgararnir sóu at nakað var hent
í kommununi, tá næsta fýra ára skeiðið er at enda
komið – at Hvannasunds kommuna framvegis skal
verða ein góð kommuna at búgva í, sigur Veronika
Petersen, sum tekur við starvinum sum borgarstjóri á
nýggjárinum
Bygdaráðið í Hvannasundi
Við valið 11. november vórðu hesi vald: Irdi Jacobsen,
Katrin Næs, Veronika Petersen, John Kári Jacobsen og
Livar Suni Nysted
Bygdaráðið skipar seg við Veroniku Petersen sum
borgarstjóra. Hon hevur sitið eina setu og fekk við hetta
valið 40 atkvøður
Hon starvast sum lærari við Viðareiðis skúla hálva tíð.
Í teimum fimm bygdunum í Hvannasunds kommunu
– Hvannasund, Norðdepil, Depil, Norðtoftir og Múli
– búgva í dag 435 fólk. Í 1988 búðu 463 fólk her og í 1998
427 fólk.
FAKTA
Við
kommunvalið
11.
november hendi tað sjáld
sama, at kvinnurnar komu
í meirilutan í Hvannasunds
kommunu.
Líka
so
sjáldsamt var tað, at eingin
kvinna varð vald í bygdar
ráðið í grannakommununi
fyri norðan, Viðareiði.
Tær tríggjar, ið vóru
valdar í kommununa eru
Irdi Jacobsen, Katrin Næs
og Veronika Petersen, sum
allar vórðu valdar á sama
lista.
Eg haldi, at valið vísti,
at fólkið vildi hava eina
broyting í, sigur Veronika
Petersen.
Kommunan er merkt av
tí, at nógvir sjómenn eru
her, og tí er tað púra
natúrligt fyri fólkið, at
kvinnurnar
standa
við
ábyrgdini í teimum ein
støku heimunum.
Kvinnurnar í kommun
uni hava álit á okkum. Tí
fingu vit so nógvar av
atkvøðunum!
Fólk hava álit á kvinnunum ”
Øll vit í bygdaráð-
num eru nevniliga
samd um, hvat
skal gerast og ikki
minst, hvat fyrst
skal gerast