Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-28, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. november 2008síða 6

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 230 • 28. november 2008 Vikuskifti 6 Í sveimandi strokum snarar eiggi­ ligi kvinnukroppurin seg upp eftir ovurstóra løriftinum. Tað er okkurt frumkent yvir kvinnuni, sum leiðir tankarnar á Evu í paradísi. Men hon skammar seg ikki. Tvørturímóti eru hon og slangan flættað saman í onkrum, sum minnir um ein spælandi ástarleik. ­ Hasa teknaði eg í einum toki í India um jóltíðir í fjør, sigur listakvinnan Rannvá Holm Mortensen og bakkar fyri einum manni, sum er komin eftir myndini. ­ Hvar skal hendan hanga?, spyr maðurin og lyftir myndina upp frá gólvinum. ­ Handan skal upp í brúðar­ svituna, svarar Rannvá við einum avgjørdum smíli. Maðurin ger skjótt av, tí hann hevur ein langan arbeiðsdag frammanfyri sær. Á gólvinum her í Sigmundarstovu á Hotell Tórshavn standa langar røðir av myndum og bíða. Myndin av kvinnuni og slanguni er nevniliga bara ein av 50, sum skulu prýða øll kømurini og fundarhølini á hotellinum framyvir. Í tí myndin hvørvir út gjøgnum hurðina varnist eg nakrar dag­ bókslíknandi notatir í ovasta vinstra horni. Í so saftigar? Søgan um, hvussu síðurnar í eini dagbók hjá Rannvá Holm Mortensen eru endaðar sum meturhøgar myndir á Hotel Tórshavn, er næstan líka hugtak­ andi sum myndirnar sjálvar. Eitt sindur til stuttleika hevði Rannvá latið nakrar av tekningunum gjørt til plakatir, sum vóru við á eini framsýning í Smiðjuni í Lítluvík fyri tveimum árum síðani. Stutt eftir hevði Rannvá stjóran á Hotel Tórshavn, Jóannes Jensen í telefonini. Hann vildi vita, um hann kundi keypa nakrar av plakatunum, sum hann ætlaði at hanga upp í Sigmundarstovu, eitt av fundarhølunum á hotellinum. Rannvá flennir. ­ Eg bleiv rættiliga paff. Eg minnist, at eg spurdi, um hann ikki helt myndirnar vera í so saftigar til eitt hotell, sigur Rannvá. Men stjórin var rættiliga avgjørdur. So avgjørdur, at áðrenn Rannvá visti av, hevði hon avtalað við hann, at levera 50 myndir, sum umframt fundarhølini eisini skulu prýða kømurini á hotellinum. Tekningarnar hevði Rannvá longu í dagbókunum. So nú ráddi um at finna fram til ein teknikk, sum kundi forstørra tekningarnar og flyta tær yvir á haldbart pappír á ein hátt, so tær ikki kámast við tíðini. Myndir á ferð Eftirhondini, sum myndirnar hvørva út úr Sigmundarstovu hendan dagin, gongur tað upp fyri mær, at ein heil ferðafrásøgn er við at koma upp at hanga á hotellinum. Í tveimum umførum tvey tey seinastu árini, hevur Rannvá Holm Mortensen ferðast í India, og sum altíð hevur hon havt eina ferðadagbók hjá sær. Við skjótum, fríum strokum gevur listakvinnan mongu inntrykkunum í fremmanda landinum skap í dagbókini ­ púra óhemmað av tankanum um, at tekningarnar nakrantíð fara at koma fyri onnur eygu. ­ Tað er tað besta við hesum dagbókunum ­ at eg kann stuttleika mær við at tekna alt, sum fellur mær inn púra frítt og spontant, og uttan nakað endamál. Tí verða hesar tekningarnar eisini rættiliga fabulerandi. Tað mugu tær næstan blíva, tí tá tú ferðast ert tú jú nógva staðni í senn. Onkrir 50 eiggilig sprund Tølandi kvinnukroppar úr dag­bókunum hjá Rannvá Holm Morten­ sen prýða nú veg­g­irnir á Hotel Tórshavn, sum herfyri keypti 50 myndir frá listakvinnuni List Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo