fríggjadagur 28. november 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 230 - 28. november 2008
Men afturfyri skulu
goymslurnar hjá
Føroya Bjór kring
landið, stongjast
RúsdRekkalóg
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Týsdagin fer løgtingið at
viðgera uppskotið frá tjóð
veldinum um at geva før
oyskum bryggjaríum loyvi
til at bryggja sterkari enn
tað, sum nú er loyvt.
Tað er eisini ein spurn
ingur, sum Fólkaheilsuráðið
hevur viðgjørt.
Fólkaheilsuráðið
tekur
undir við, at bryggjaríini
sleppa at bryggja sterkari øl
enn 5,8%.
Men tað er ikki treyta
leyst, at Fólkaheilsuráðið
tekur undir við hesum.
Tí samstundis, sum ráðið
tekur undir við, at loyvið
verður givið til at bryggja
sterkari øll enn 5,8%, mælir
tað eisini politikarunum til
at avtaka loyvið hjá Føroya
Bjór at selja øl av sínum
egnu goymslum runt um í
landinum.
Fólkaheilsuráðið heldur,
at umframt hugburðinum
hjá fólki, er tað prísurin og
atkomuligheitin til rúsandi
løg, sum eru avgerðandi
fyri nýtsluna.
Og verður loyvið givið
til, at bryggja sterkari í
Føroyum, væntar ráðið, at
tað fer at kvinka nýtsluni
eitt sindur uppeftir.
Men missur Føroya Bjór
loyvið til at selja øl úr
egnari goymslu, so at tað
bara verður loyvt at selja í
Rúsuni, ger tað atkomilig
heitina verri og tað fer vænt
andi at minka um samlaðu
rúsdrekkanýtsluna, heldur
Fólkaheilsuráðið.
Sum tað sæst á hinari
greinini, halda tey á Føroya
Bjór, at lurta politikararnir
eftir
Fólkaheilsuráðnum,
verður tað ein vanlukka.
Fær Fólkaheilsuráðið
sín vilja sín vilja, verð
ur tað ein vanlukka
fyri føroyskt øl og tað
sær út til, at ætlanin
er at bumbað okkum
heilt aftur til gomlu
Kattruptíðina, sigur
stjórin í Føroya Bjór
RúsdRekka
politikkuR
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Fær fólkaheilsuráðið sín
vilja, verður tað ein stór
hóttan ímóti føroyskum øli.
Tað staðfesta bæði Einar
Waag,
stjóri
og
Rúni
Heinesen, nevndarformaður
í okkara einasta bryggjaríið,
Føroya Bjór í Klaksvík.
Sum tað sæst í hinari
greinini her á síðuni, vil
Fólkaheilsuráðið hava, at
Føroya Bjór ikki longur
skal sleppa at selja øl av
sínum
egnu
goymslum
kring landið.
Hetta verður onki minni
enn ein katastrofa fyri
føroyska ølbrygging.
Tað ivast leiðslan í Føroya
Bjór ikki í.
Rúni Heinesen, nevndar
formaður í Føroya Bjór,
sigur, at umleið helvtin av
ølinum, sum Føroya Bjór
selir, er frá egnum goymslum
runt um í landinum og altso
ikki ígjøgnum Rúsuna.
Samstundis ásannar hann,
at vinningurin av tí, sum
verður
selt
av
egnum
goymslum, er væl hægri
enn av tí, sum verður selt
ígjøgnum rúsuna.
So hetta er stak óheppið,
leggur hann afturat.
Hann stúrir eisini fyri at
skal øll sølan yvirhøvur
trunkast saman í Rúsuni,
kann ta føra ávísar kapasi
tetstrupulleikar við sær.
Sølan av goymslunum
kring landið er meiri í heil
um kassum enn tað er í
Rúsuni.
Hann sigur, at seinastu
árini hevur Føroya Bjór
brúkt nógvan pening upp á
at innrætta goymslurnar
kring landið so at tær líkast
meiri handlum, enn goymsl
um, men fær Fólkaheilsu
ráðið sín vilja, er allur hesin
peningur farin fyri skeyti.
Bumbast aftur í
Kattrup-tíðina
Eisini Einar Waag, stjóri í
Føroya Bjór, heldur, at tað
sær út til, at Fólkaheilsu
ráðið ætlar at bumbað
okkum heilt aftur til Kattrup
tíðina, tá ið alt øl, vín og
rúsdrekka skuldi bíleggjast
í lítlum, hvítum tundur
kassum úr Danmark.
Leggur Fólkaheilsuráðið
so stóra dent á atkomulig
heitina er bara at avtaka
rúsuna heilt, so at vit aftur
fara at bíleggja frá Kattrupp,
so versnar atkomiligheitin
munandi, staðfestir ein smá
speiskur bryggjarístjóri.
Hann heldur ikki, at
goymslurnar hjá Føroya
Bjór og atkomuligheitin
kunnu tengjast saman.
Goymslan hjá Føroya
Bjór í Havn er uttanfyri
Havnina og har fer onki fólk
til gongu. Í Suðuroy og í
Sandoy
eru
Rúsan
og
goymslan hjá Føroya Bjór
undir sama takið. Tað er heilt
burtur við at tengja hesi bæði
saman, heldur hann.
Kostar nógv
arbeiðspláss
Einar Waag er sannførdur
um, at verður ikki longur
loyvt at selja øl av goymsl
unum hjá Føroya Bjór, fer tað
at kosta nógv arbeiðspláss.
So verður ikki brúk fyri
nakrari goymslu, sigur hann.
Hann staðfestir eisini, at
vinningurin er væl størri av
tí, sum verður selt á
goymslu, enn hann er av tí,
sum verður selt av rúsuni.
Sostatt verður talan um
ein stóran inntøkumiss og tí
verður uttan iva neyðugt at
seta prísin á øli upp.
Hann heldur annars, at øl
er ivaleysa dýrt, sum er, og
er endamálið at fáa fólk at
drekka veikari, er tað ikki
gongda leiðin at gera tey
veikaru sløgini dýrari.
At tað skal minka um
rúsdrekkanýtsluna
at
stongja goymslurnar hjá
Føroya Bjór, er hann ikki
samdur í.
So skulu øll niðan í
Rúsuna at keypa og tá er
skjótt at freistast at keypa
eina fløsku ella tvær afturat
og so er lítið vunnið, heldur
Einar Waag.
Rúni
Heinesen
hevur
enntá ein illgruna um, at
verða tað bannað at selja av
goymslunum hjá Føroya
Bjór, er tað ikki fyri at
tálma nýtsluni.
Vit kunnu hava ein lítlan
illgruna um, at tað kann
vera fyri at tryggja Rúsuni
og landskassanum størri
inntøkur av rúsdrekkanýtsl
uni, filosoferar hann.
Einar Waag fer enntá so
langt sum til at siga, at
verður prísurin fyri at
sleppa at bryggja sterkari øl
tann, at tað verður bannað
at selja av goymslunum, er
tað betri at onki hendir, tí
so nógv hevur sølan av
goymslunum at siga.
Fólkaheilsuráðið tekur undir við sterkari øli
Ein vanlukka fyri føroyskt øl
Jólatrøini verða tendrað
Hetta vikuskiftið verða tvey jólatrø tendraði í Tórshavnar kommunu. Jólatræið á Vaglinum og jólatræið við skúlan í Hoyvík, sum
verða tendarað ávikavist leygardagin, kl 16.00, og sunnudagin, kl. 17.00. Sum vant verður nógv gjørt burturúr. Á Vaglinum halda
Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Anna Dahl Hansen, prestur, røðu. Havnar hornorkestur fer at spæla, og fyri børn og barnsligar
sálir vera bæði jólamenn, vættrar og brandbilar. Í Tinghúsgarðinum, har nýggi jólabýurin er settur upp, verður søla av mati og
drekka, umframt at hugnaligar jólaframsýningar verða at síggja. Í Hoyvík fara Jógvan Arge, varaborgarstjóri, og Anna Dahl Han
sen, prestur, at røða, meðan Frelsunarherurin stendur fyri tónleikinum. Eisini vitjar jólamaðurin og møguleiki verður at fáa sær
ein drekkamunn. Hini jólatrøini í Tórshavnar kommunu, tvs. jólatrøini í Kirkjubø, Kaldbak, Kollafirði, Norðradali, Syðradali,
Nólsoy, Hesti, á Hvítanesi, Velbastað og Argjum verða tendrað komandi vikuskifti, og verður lýst nærri í loftmiðlunum í hesum
sambandi. Á heimasíðuni www.torshavn.fo verður dagførd skrá fyri tiltøk fram til jóla at finna.
Blóðdonarar í
Klaksvík hittast
Klaksvíkar Blóðdonorlið skipar fyri
hugnaløtu í komandi viku. Í fjør
gjørdu tey ein døgurða fyri øllum
limunum, í samband við at »liðið«
fylti 50 ár. Í ár fara tey at hugna sær á
Klaksvíkar Sjúkrahúsið týskvøldið 2.
desember kl. 19.
- Lurta politikararnar eftir Fólkaheilsuráðnm, verður tað
ein vanlukka fyri okkum og tað fer at føra til, at ølið verður
dýrari enn nú. Og vilja vit eggja fólkið til at drekka veikari
løg, er tað ikki gongda leiðin, sigur stjórin á Føroya Bjór