Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-28, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. november 2008síða 7

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 230 • 28. november 2008 Vikuskifti 7 tankar eru heima, aðrir eru longu har, tú ert á veg og restin er væl onkursvegna bara á ferð, grunar Rannvá. Og so eru tær praktiskar, hesar ferðadagbøkurnar, tí tú kanst hava tær við tær allastaðni, greiðir listakvinnan frá, meðan hon roynir at minnast, hvar hon hevur teknað tær ymsu tekningarnar. - Nógvar eru gjørdar í tokum, onkrar á ymsum kaféum og so eru tað allar tær, sum eru teknaðar á strondini við einum whiskysjussi í hondini, flennir Rannvá við sínum lívsjáttandi látri. Syndafallið tikið av ræði Ein næstan ørandi gleði um lívið og at vera á ferð er nokk tað, sum eyðkennir hesar myndirnar mest. Heitu, brendu litirnir eins og dampa úr teimum, so lukturin av India mest sum setur seg í næsagluggarnar. Men bara eina løtu. So verða vit brádliga flutt yvir í ein annan heim, har eitt nú amerikanska Frælsisgudinnan dagar fram, meðan mytologiskar ímyndir liggja og lúra ymsastaðni. Og allastaðni er tað hasin eiggiligi, rundi kvinnukroppurin, sum dregur og tølir, so sjálvt slangan letur seg freista. - Eg haldi, handan kvinnan he- vur tikið syndafallið av ræði, sigur Rannvá eitt sindur loyndarfull. Í øðrum myndum hevur okkurt heilt heimligt sníkt seg inn. Aftanfyri kvinnuna og út gjøgnum eitt vindeyga hómast knappliga Nólsoyggin. Áskoðarin ferð nokk ikki heilt skeivur, um hann gitir, at útsýnið er frá vindeyganum hjá Rannvá úti við Strond. Og so er tað dukkan. Lítla fitta dukkan, sum goymir seg onku- staðni í øllum myndunum. - Hatta er mín dukka. Hon má við, tí so eri eg eisini við. Soleiðis má tað vera, tí myndirnar eru bara eg, tá saman um kemur, sigur Rannvá Holm Mortensen. Framhald á næstu síðu á Hotel Tórshavn Ein næstan ørandi gleði um lívið og at vera á ferð er nokk tað, sum mest eyðkennir tær 50 myndirnar hjá Rannvá Holm Mortensen, sum nú hanga á Hotel Tórshavn Mynd: Jens Kristian Vang