Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-28, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. november 2008síða 8

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 230 - 28. november 2008 Náttúra og tøkni, ið skuldi vera læru­ greinin ­har børn lærdu um alt millum himmal og jørð og eisini tað uttanfyri­ vísti lakasta úrslitið av øllum í Lands­ royndini. Fólk innan skúlaverkið siga, at úrslitið var væntandi, tí ongin dugir náttúru og tøkni Landsroynd Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Hóast úrslitið kom óvart á Helenu Dam á Neystabø, landsstýriskvinnu, og gjørdi hana kedda, var hetta als ikki óvæntað fyri fólk innan skúlaverkið, tí lærararnir duga heldur ikki náttúru og tøkni. Ella tað eru í hvussu so er fáir lærarar í Føroyum, ið eru førir fyri at undirvísa í øllum evnunum innan náttúru og tøkni. Lærugrein­ in umfatar lærugreinarnar: Alis­ og evnafrøði, landa­ læru og lívfrøði. Inkompetentir lærarar Millum fólk í skúlaverkinum kemur tað als ikki óvart á, at børnini ikki duga náttúru og tøkni. Kurt Madsen, ið undirvísir í alis­ og evnafrøði á læraraskúlanum greiðir frá, at tað í veru­ leikanum er mestsum ógjør­ ligt hjá einum lærara at vera kompetentur at undirvísa í náttúru og tøkni. ­ Tað er onki linjufak, ið kallast náttúru og tøkni. Mann kann velja sær alis­ og evnafrøði, landalæru ella lívfrøði, men tað ber ikki til at velja øll tingini, greiðir Kurt Madsen frá. Hann leggur afturat, at tey onkuntíð hava havt skeið á læraraskúlanum, har tey hava undirvíst í náttúru og tøkni, men at hetta á ongan hátt er nóg mikið. Tí heldur hann, at tað hevði verið upp­ lagt, at havt eitt linjufak, har læraraskúlanæmingar kunnu velja allar tríggjar lærugreinarnar, heldur enn støðuna í dag, har lærararnir eru kompetentir á onkrum økið og sjálvandi prioritera, tað tey duga hægri, enn har tey føla seg ótrygg. Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna, tekur undir við hesum kritikki. ­ Tað eru alt ov fáir lærar­ ar, ið kenna seg førar fyri at undirvísa í náttúru og tøkni. Hetta mugu vit gera okkurt við. Tað skal gerast við endurútbugving og við einari meira málrættaði útbúgving, sigur Helena Lærarar duga ikki nát Bøkurnar eru ófull­ fíggjaðar Sambært høvundan­ um av teimum báðu fyrstu bókunum, ið verða nýttar til náttúru og tøkni, so eru tær ikki nóg góðar í sær sjálvum Landsroynd Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Náttúra og tøkni hevur bert tríggjar føroyskar bøkur at halda seg til, til tey trý árini næmingarnir hava náttúru og tøkni. Høvundurin av teimum báðum fyrru bókun­ um, er ikki sjálvur nøgdur við tilfarið sum er. ­ Tann fyrsta bókin var gjørd í skundi. Tann næsta er ov tung og tann triðja hevur so gott sum ikki alis­ og evnafrøði. Og tað sæst kanska eisini aftur hjá børn­ unum í sætta flokki, sum klára seg illa, júst í alis­ og evnafrøði partinum, sigur Hallur Ellingsgaard. Sum er harmur um, at ikki meira undirvísingar tilfar er til náttúru og tøkni. Mangla 100 milliónir Helena Dam á Neystabø greiðir frá, at hon kennir til stóra trupulleikan við undir­ vísingartilfarið til alt skúla­ verkið. ­ Eg havi roknað tað út, og tað mangla umleið fyri 100 milliónir í undirvísing­ artilfarið til fólkaskúlan. Tað vísi bara, at skúlin hev­ ur verið alt ov lítið prioriter­ aður, og ger tað eisini trupla­ ri fyri lærararnar sum eru at megna at gera eina góða undirvísing, sigur Helena Dam á Neystabø. Hon heldur eisini, at tað er serstakliga óheppið, at so lítið av alis­ og evnafrøði er í bókini hjá sætta flokki, tí hetta avmarkar lærugreinina so nógv, um lærararnir ikki sjálvir fara aktivt inn, at fin­ na alternativt undirvísingar­ tilfarð. Hon leggur afturat, at hon ætlar sær at prioritera skúlaverkið høgt, tí um mann ikki lærir tingini sum barn, so verður tað torført, sum hon sjálv orðar tað. Vesturtúgva og Grønanes inni Partrolararnir Vesturtúgva og Grønanes komu inn seint í gjárkvøldið og landa í dag í ávikavist Havn og Vestmanna. Tilsamans hava teir tveyhundraðtúsund pund, og tað eru Faroe Seafood og Høvdavirkið í Leirvík, sum keypa fiskin. Vesturtúgva og Grønanes byrjaðu túr 18. Novembur og hava roynt eystanfyri. Meginparturin er upsi, men teir hava eisini eitt sindur av toski. Ætlandi fara teir nýggjan túr í kvøld. Nógvur fiskur í Vestmanna Í løtuni er nógv fiskaarbeiði í Vestmanna. Mikudagin landaði Vesturbúgvin, í gjár landaðu Fram og Vestmenningur og í dag Grønanes, har meginparturin er upsi. Í gjár landaði Vesturbúgvin 200­túsund pund. Vesturbúgvin samtrolar við Eysturbúgvan, sum landaði á Sandi, Eysturbúgvin hevði um 140­túsund pund, teir fóru aftur til fiskiskap um middagin í dag. Fram og Vestmenningur høvdu tilsamans 250 túsund pund. Grønanes hevur eini hundraðtúsund pund.