fríggjadagur 28. november 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 230 • 28. november 2008
Vikuskifti
8
Tey høvdu leitað í meir enn eitt ár
eftir júst teimum røttu mynd-
unum til nýggja hotellið í miðbý-
num í Havn. Uttan úrslit. Leiðslan
á Hotel Tórshavn visti annars
presis, hvat tey vildu hava: myndir,
sum ímyndaðu eitt moderna,
avslappa, altjóðakent býarhotell,
sum torir at vera øðrvísi.
- Til endan sló eg meg til tols
við, at stjórin Jóannes Jensen fór
at finna eina loysn. Hann hevur
eitt heilt serligt eyga fyri list og
øllum, sum visuelt kann skapa
júst tað røttu atmosferuna, sigur
Sally Rasmussen, dagligur leiðari
á Hotell Tórshavn, sum kortini
helt á at hava eyguni við sær.
Frá byrjan visti hon, at tað ikki
var landslagsmyndir, tey leitaðu
eftir.
- Ikki tí, føroyskar landslags-
myndir kunnu vera sera hugtak-
andi, men tær hava lyndi til at
leiða tankarnir á traditionell
hotell, og soleiðis fata vit
ikki okkum sjálvi, sigur Sally
Rasmussen.
Sjálv heldur hon, at tað vakra
føroyska landslagið kemur frálíka
væl til sín rætt í útsýninum frá
hotellinum.
Nátúrlig broyting
Djarvar og øðrvísi myndir kanst tú
altíð finna, men tað nyttar onki,
um tær eru so provokerandi, at
tær styggja fólk burtur, heldur
Sally Rasmussen.
- Eftir mínum tykki, má ein
mynd á einum hotelli tola, at tú
hyggur at henni fleiri ferðir um
vikuna í nógv ár, uttan at blíva
troyttur av henni. Tað krevur eina
serliga kombinatión av dýpd og
lættleika, sum kann vera trupul at
finna, sigur Sally.
Uttan iva var tað júst hendan
kombinatiónin, hon fall fyri, tá
myndirnar hjá Rannvá Holm Mort-
ensen komu mest sum sendar av
himli. Frá fyrstu løtu visti Sally,
at hetta var júst tað, tey høvdu
leitað eftir.
- Tað er okkurt óhátíðarligt
við myndunum, og so fella tær í
eyga á ein ótrúliga behagiligan
máta. Hartil eru tær á tremur
við søgum, sum uttan iva fara at
geva gestunum nógv at práta um,
sigur Sally.
Fyri hana hevur tað eisini havt
stóran týdning, at myndirnar
onkursvegna eru partur av
eini blíðari broyting frá gamla
Sjómansheiminum. At Sjómans-
heimið ikki er til longur, er ein
nátúrlig avleiðing av nøkrum
samfelagsbroytingum, sum Hotel
Tórshavn eisini er ein partur av,
heldur hon. Og hendan søguliga
partin av býnum og hotellinum
hevður leiðslan á ymsar mátar
roynt at flætta inn í ímyndina av
nýggja hotellinum.
- Eg havi stóra virðing fyri
gamla Sjómansheiminum. Tí
haldi eg tað eisini vera deiligt,
at vit hava tað við okkum
í til dømis stóru myndini á
matstovuni, har myndin frá gamla
Sjómansheiminum sleppur at
eiga veggin, sigur Sally.
Men tíðirnar broytast, og
tað skal hotellið ikki bara
endurspegla. Við spontanu og
fabulerandi myndunum hjá
Rannvá Holm Mortensen er
okkurt sum bendir á, at Hotel
Tórshavn hevur lagt seg á
odda í eini nýggjari traditión av
hotellprýði, har onki rættiliga er,
sum tað plagdi at vera.
ave
Djarvar myndir á
modernaðum hotelli
Vilt tú hava eitt modernað hotell, mást tú eisini tora at hugsa
øðrvísi, tá veggirnir skulu prýðast, heldur Sally Rasmussen,
dagligur leiðari á Hotel Tórshavn, sum var við til at velja
myndirnar hjá Rannvá Holm Mortensen
Myndirnar hjá Rannvá Holm Mortensen ímynda framúr væl avslappaða og
modernaða dámin, sum vit leggja okkum eftir at skapa á hotellinum, sigur
Sally Rasmussen, dagligur leiðari á Hotel Tórshavn
Mynd: Jens Kristian Vang
Røðin av spontanu og
ofta sera persónligu
tekningunum úr
ferðadagbókunum
hjá Rannvá Holm
Mortensen er mest
sum ein ferðafrásøgn í
sær sjálvum
Mynd: Jens Kristian Vang