Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-28, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. november 2008síða 9

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 230 - 28. november 2008 Dam á Neystabø, sum legg­ ur afturat, at hetta er ein tru­ pulleiki, ið læraraskúla má fáa møguleika at gera nakað við, og tað er eisini nakað, hon fer at krevja, at eitt uppskot kemur fram um. Ongin lesiætlan Tað vísir seg eisini, at lærar­ ar hava ein trupulleika, tá børnini hava lært tað mest grundleggjandi. ­ Tað er torført at finna í havn, um tú ikki veitst, hvat havnin er. Vit hava onga lesiætlan til náttúru og tøkni, so tað er ógjørligt hjá lærarunum at vita, hvat tað er, sum børnini skulu læra, aftaná tey hava lært tað mest grundleggjandi, sigur Óla Jákup Joensen, skúla­ stjóri í Norðskála­Oyrar skúla. Hann sigur eisini, at sjálvt foreldrini, ið veruliga vilja hjálpa børnunum fáa ein trupulleika, tí lærarin ongan møguleika hevur at greiða frá, hvat er rætt at læra. Hann metir tað eisini vera ein trupulleika, at tey ikki vistu, hvør ætlanin var við landsroyndini fyrr enn tveir mánaðir áðrenn hon var. Sambært Helenu Dam á Neystabø, er hetta ein trupulleiki, ið verður loyst­ ur, tá lesiætlanirnar fyri alt skúlalívið hjá børnunum vera klárar. Vánaligar hølisumstøður Ein annar trupulleiki við náttúru og tøkni, er, at tá lærugreinin kom vóru øgiliga fáir skúlar, ið vóru klárir at hava lærugreinina. ­ Eg havi hoyrt um skúlar, har tilfarið til náttúru og tøkni var goymt burtur í kassum, tí ongin skúlastova var til lærugreinina, men hetta er so nakað, ið er batn­ að seinastu árini, greiðir Hallur Ellingsgaard frá. Skeivt at hava royndir ­ Tað er spurningurin, um tað er rætt at hava royndir fyri børnum í náttúru og tøkni, tí tað er líkt til, at ætlanin við lærugreinini er, at børnini sleppa út í náttúr­ una at nema við ting, at føla og síggja hvussu tingini hanga saman. Síðani kunnu tey frá sjeynda flokki læra teoretiska partin, og tí er tað ikki so løgi at børnini klára seg illa til teoretisku royndina í sætta flokki, sig­ ur Kurt Madsen. Hesum tekur landsstýris­ kvinnan ikki undir við, tí hon metir, at teoretiski parturin eisini má fylgja við. Ov fáir tímar Tað eru ikki øll, ið Sosial­ urin hevur tosað við, ið eru samd um, hvussu mann skal gera, fyri at børnini skulu læra meira, men Hall­ ur Ellingsgaard, ið undir­ vísir í lærugreinini, metir, at tað er alt ov avmarkað, hvat mann fær burturúr teimum trimum tímunum um vikuna í náttúru og tøk­ ni. Landsstýriskvinnan er á ein hátt samd við honum, men veit ikki hvaðani tímar­ nir skulu koma, tí tað gong­ ur útyvir onkran annan, um náttúra og tøkni skal hava fleiri tímar. Kurt Madsen metir, at besta loysnin fyri at fáa sum mest burturúr, er, at arbeiða meira tvørfakligt, við toymum av lærarum, sum soleiðis kunnu røkka øllum kompetansuøkjunum innan eitt ávíst evni. Vansar í landsroyndini Helena Dam á Neystabø heldur, at mann ikki skal koma við alt ov nógvum endaligum loysnum út frá einari landsroynd, og mann má heldur taka hetta sum eitt termometur. ­ Vit hava kannað tempe­ raturin og so mugu vit leita, um vit finna rætta medisini. Men vit skulu ikki fara í svart av hesum úrslitinum, tí talan er bert um eina støðumynd, og ein einkult støðumynd sigur ikki so øgi­ liga nógv, hóast nógv kann verða kannað útfrá eini støðumynd, sigur lands­ stýriskvinnan. Hon greiðir eisini frá, at tey fara at eftir­ meta kanningina, fyri síðani at koma nærri, um spurn­ ingarnir vóru rætt settir og so framvegis, tá talan var um náttúru og tøkni. túru og tøkni Eftir øllum at døma røkka bøkurnar til náttúru og tøkni ikki nóg væl út til næmingarnar. Bókin til sætta flokk umrøður næstan ikki alisfrøði, og tað er júst hesum partinum børnini ikki klára seg so væl Hóast lærarar gera sítt ítasta, er tað helst ikki nóg mikið, tí fakligi førleikin hjá lærarunum røkkur ikki um alt økið í náttúru og tøkni Sambært Kurt Madsen, ið undirvísir í alis- og evnafrøði á læraraskúlanum, er ikki meiningin at hava royndir í náttúru og tøkni. Ætlanin er at føla seg fram og fáa jaligar upplivingar um náttúruvísind Fulltíðar borgar­ stjóra á Sandi Á Sandi búgva 577 fólk, og nú hevur bygdaráðið í fíggjar­ lógini samtykt, at karmurin skal røkka, soleiðis at kommunan kann hava ein fulltíð­ ar borgarstjóra politikkur Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Páll á Reynatúgvu er borgar­ stjóri á Sands kommunu fram til 1. januar. Og sum valúrslitið hevur lagað seg, er rættiliga líkt til, at hann sleppur at halda fram í sessinum. Páll á Reynatúgvu hevur fyrr sitið á løgtingi, men síðani CHE­samgongan fór frá, hevur hann bert havt starvið sum borgarstjóri í Sands kommunu. Í løtuni er starvið sum borgar­ stjóri í Sands kommunu hálvtíðarstarv, men tað er møguleiki í fíggjarlógini fyri komandi ár, at hava ein fulltíðar borgarstjóra. ­ Tað er samtykt at hava pláss fyri at hava ein fulltíðar borgarstjóra í fíggjarlógini fyri komandi ár. Men enn er onki meira sett út í kortið, við at hava ein fulltíðar borgarstjóra, sigur Páll á Reynatúgvu. Tað skal samtykkjast tvær ferðir á kommunustýrisfundi, um borgarstjórin skal arbeiða fulla tíð. ­ Eftir ætlan verður bert ein kommunustýrisfundur afturat í ár, so tað er ivasamt, hvat meira hendir, sigur Páll á Reynatúgvu, sum í løtuni bert er hálvtíðar­ borgarstjóri, og tí vinnur 18.491,42 krónur um mánaðin. Tað, sum fíggjarkarmurin í Sands kommunu fyri 2009 loyvir, er ein upphædd, sum er tað dupulta av núverandi upphædd. Og tað vil í krónum og oyrum siga: 36.982,83 krónur um mánaðin, sambært lønartalvuni hjá tænastumannafelag landsins. Hetta er tann lønin til borgar­ stjóra, sum er galdandi fyri kommunur við fleiri enn 500 íbúgvum og færri enn 999. Í fíggjarkarminum hjá Sands kommunu, er eisini givið pláss fyri einum varaborgarstjóra, ið vinnur ein tíggjundapart av borgarstjóralønini. Spurningurin er, um hetta er ein tendensur, ið fer at halda fram í minnu kommunum, so hvørt sum fleiri uppgávur verða lætnar út til kommunurnar. Asfalt verður aftur næsta ár Í eini grein á Portalinum og í Sosialinum í gjár um nýggja festivalin í Kirkjubø stóð, at Asfalt er ein av teimum festivalum, sum ikki yvirlivdi. Hetta er ikki rætt, sjálvt um Asfalt ikki varð fyriskipaður í ár. Asfalt verður aftur næsta ár, tí felags heitið fyri festivalin, sum Asfalt, Futt og Tórshavnar kommuna samstarva um, fær nevniliga heitið Asfalt. Tónleikatilfarið á Asfalt, ið verður fyrsta vikuskifti í juli, er helst tað mest fjølbroytta av øllum festivalum, tí tað spennir heilt frá kórsangi til heavy metal.