fríggjadagur 28. november 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 230 • 28. november 2008
Vikuskifti
9
Týskar kvinnur, sum vórðu
illa viðfarnar og neyðtiknar
teir seinastu dagarnar av
seinna heimsbardaga,
medvirka nú í nýggjari
gransking
Filmur
Árni Joensen
arni@sosialurin.fo
- Hendur hansara eru knotutar, og
andi hansara luktar av brennivíni.
Hjarta mítt dukar hart og títt.
Eg teski biðjandi: Bara ein,
vælsignaðir verði tit, bara ein.
Tygum, men koyr hinar út.
Vit eru í týska høvuðsstaðnum
Berlin tætt upp undir endan á
seinna heimsbardaga, og býurin
ella tað, sum er eftir av honum,
er í ferð við at fella í hendurnar
á sovjetsku hermonnunum, sum
drepa, ræna og neyðtaka týskar
kvinnur, so hvørt sum teir taka
seg fram.
Millum hesar kvinnurnar
er ein ung kvinna, sum býr í
leivdunum av einum bumbaðum
íbúðarhúsum í Berlin. Lív henn-
ara er ein dagligur bardagi fyri
at yvirliva tey støðugu bumbu-
álopini, svongdina og kynsliga
ágangin frá sovjetska herinum,
sum kom í hølunum á teimum
flýggjandi týsku hermonnunum.
Ikki bara russar
Tað, sum hendan kvinnan skrivaði
í sína dagbók í tíðarskeiðinum
frá 20. apríl til 22. juni í 1945
er nú við til at varpa ljós á
lagnuna hjá nógvum týskum
kvinnum ta seinastu tíðina undir
heimsbardaganum og ta fyrstu
tíðina aftaná.
Dagbók hennara kom út sum
bók fyrstu ferð í 1954 undir
heitinum „Ein kvinna í Berlin“.
Navnið á høvundinum bleiv
ikki upplýst, men innihaldið í
bókini fer so harðliga móttøku,
at høvundurin tók ta avgerð, at
bókin skuldi ikki gevast útaftur, so
leingi hon var á lívi.
Tann kendi søgumaðurin og
rithøvundurin Antony Beever,
sum millum annað hevur skrivað
bókina „Berlin - fallið 1945“,
heldur, at teir fremmandu her-
menninir, sum tóku Týskland,
neyðtóku umleið tvær milliónir
týskar kvinnur. Hann og onnur
søgukøn eru á einum máli um,
at sovjetskir hermenn framdu
tær flestu neyðtøkurnar, men at
franskir, amerikanskir og bretskir
hermenn vóru eisini sekir í ágangi
ímóti sivilfólki í vestara partinum
avg Týsklandi, sum teir hersettu.
Nú er bókin hjá kvinnuni í Berlin
vorðin til film, sum hevur sama
heitið sum bókin. Søgugranskarar
vóna, at filmurin fer at hjálpa
teimum at fáa samband við týskar
kvinnur í Mecklenburg-Vorpom-
mern, sum gjørdur neyðtøkuoffur
hjá sovjetskum hermonnum.
Vekir ræðulig minni
Tað eru ikki bara søgufólk, sum
fegin vilja hava orðið á týskar
kvinnur, sum vórðu fyri neyðtøku
og øðrum kynsligum ágangi teir
seinastu dagarnar undir seinna
heimsbardaga. Fyri fyrstu ferð er
ætlanin at viðgera viðurskiftini á
einum vísindaligum støði. Tað er
sálarfrøðingurin Philipp Kuwert á
lærda háskúlanum í Greifswald i
Mecklenburg-Vorpommern, sum
stendur á odda fyri granskingini.
Málið er at brúka søgurnar
og royndirnar hjá teimum týsku
kvinnunum til at menna viðgerð-
arhættir til fólk, sum líða av
onkrum, sum hendi teimum fyrr í
lívinum, men sum tey ikki slappa
av við. Samstundis er ætlanin bat
hjálpa teimum týsku kvinnunum,
sum framvegis líða av tí, sum
hendi teimum.
- Tað er greitt, at filmurin fer
at vekja ræðulig minni. Nógvar
kvinnur, sum vóru fyri kyns-
ligum ágangi, hava sálarligar
trupulleikar av tí enn tann dag í
dag. Fleiri teirra vita als ikki, at
sálarligir ella aðrir trupulleikar,
sum tær hava, í veruleikanum
stava frá áganginum tá. Vit hava
ongar vísindaligar kanningar,
hvørjar sálarligar avleiðingar
neyðtøkurnar hava, sigur Philip
Kuwert við týska blaðið Spiegel.
Hann viðgongur, at tað kann
vera svárt hjá mongum at viðgera
evnið, og at tað kann elva til
orðaskifti, serliga um tað verður
sett upp ímóti brotsverkunum hjá
Nazitýsklandi.
- Týskarar hava ógvuliga ilt
við at síggja seg sjálvar sum
krígsoffur. Fyri meg hevur tjóð-
skapurin hjá neyðtøkumonnunum
ella offrunum ikki avgerandi týdn-
ing, sigur Kuwert við blaðið.
Tagt burtur
- Kynsligur ágangur, serliga í
kríggi, er altíð eitt evni, sum
fólk hava sera ilt við at tosa um.
Tað síggja vit eisini í Týsklandi
og serliga í tí eystara partinum
av landinum, og har vórðu
neyðtøkurnar stutt sagt tagdar í
hel, sigur Philip Kluwert.
Í bókini skrivar rithøvundurin,
hvussu kvinnurnar tosa um evnið
púra opið sínamillum, men tosið
tagnaði, tá teir týsku hermenninir
komu heimaftur. Og tey næstu
mongu árini var tøgn um evnið.
-Hesar dagarnar havi eg lagt til
merkis, at eg havi ikki tær kenslur
fyri monnum, sum eg hevði fyrr,
og at tað sama er hent kenslunum
hjá øðrum kvinnum. Vit taka synd
í teimum, sum eru so neyðarsligir
og veikir. Tað kennist, sum vit
kvinnur hava fingið eina felags
kenslu av vónbroti, tá tað snýr
seg um menninar. Naziheimurin,
har maðurin var tað ráðandi og
fyrimyndin, fúnar, og soleiðis ner
eisini við hugsanini um „mannin“,
skrivar kvinnan í dagbók síni.
Trína fram
At menninir kortini tóku ræðið aftur
í Týsklandi, eftir at teir vóru komnir
heim úr fangalegum ymsastaðni
aftan á heimsbardagan, komst
sambært Antony Beevor av, at tey
næstu árini var eitt tíðarskeið við
kvinnukúgvan. Tær týsku kvinnurnar
fingu ikki loyvi til at taka evnið upp,
tí menninir skammaðust og kendu
seg at hava svikið kvinnurnar, sum
teir skuldu havt vart.
Ágangurin ímóti teimum týsku
kvinnunum upp undir og eftir
endan á seinna heimsbardaga var
eitt evnið, sum bleiv tagt burtur
líka upp í áttatiárini, tá tað næsta
ættarliðið av týskum kvinnum
eggjaði mammum og ommum
sínum til at siga frá tí, sum tær
høvdu upplivað.
Síaðni er nógv hent, og tær
seinastu vikurnar hava fleiri
kvinnur vent sær til Philip Kuwert
og sagt seg vera til reiðar at siga
sína søgu.
- Tað er gott, tí tað er í tøkum
tíma, at hesar søgur koma fram,
sigur granskarin við Spiegel.
Nýggjur filmur varpar ljós
á daprar kvinnulagnur
Berlin í mai 1945. Vinstrumegin fegnast sovjetskir hermenn um sigurin á
Nazitýsklandi. Høgrumegin mynd úr filminum „Ein kvinna í Berlin“
Mynd: AFP
Týska filmskvinnan Nina Hoss hevur høvuðsleiklutin í filminum sum kvinnan í
dagbókini. Seinni kom undan kavi, at kvinnan æt Marta Hilners
Mynd: Constantin Film