mánadagur 1. desember 2008síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 231 - 1. desember 2008
N e s K o m m u N a
650 Toftir · www.nes.fo · nes@nes.fo
Roknskaparleiðari
til Nes kommunu
Tíni ábyrgdarøki verða
at starvast, og hava ábyrgdina av
bókhaldinum.
umsita fíggjarætlanina
roknskaparuppgerðir
lønir
edv
at vera við til at menna innanhýsis
mannagongdir og skipanir.
Vit vænta at tú
hevur hóskandi útbúgving og
royndir á økinum.
ert álítandi og ágrýtin.
hevur evni at arbeiða sjálvstøðugt
og saman við øðrum.
ert fyrikomandi.
Løn
Starvið verður lønt sambart
avvarandi yrkisfelag.
Umsóknir, sum kunna um
útbúgving, royndir og møgulig
viðmæli, skulu sendast til:
Nes kommunu, Toftavegur 3
FO-650 Toftir
Umsóknarfreistin er 14. des. 2008
Nærri upplýsingar fáast við at ringja
til borgarstjóran tlf. 565000
Nes kommuna tilskilar sær rætt
til frítt at velja millum innkomnar
umsøknir, ella onga at taka.
Søkt verður eftir roknskaparleiðara at byrja skjótast gjørligt.
Nes kommuna umfatar bygdirnar Nes, Toftir og Saltnes. Íbúgvaratalið er 1.260 fólk. Nes kommuna
hevur 7 kommunustýrislimir, og høvuðsuppgávurnar eru at virka sambært galdandi lóggávu, at veita
borgarunum eina góða tænastu, - verða før fyri at taka ímóti nýggjum avbjóðingum í framtíðini.
Nýggjur
bygNiNgur
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Í morgun lat spildurnýggi
skrivstovubygningurin hjá
EIK í Klaksvík upp fyri
almenninginum. Bygning
urin liggur í sjálvum hjart
anum á Klaksvíkini, har
bakaríið hjá Olgu og Haldor
Holm fyrr helt til. Fríggja
dagin varð stórt hátíðarhald
í bygninginum, har umboð
fyri leiðslu bankans og fyri
Klaksvíkar kommunu hildu
røður. Steinbjørn Jacobsen,
borgarstjóri segði seg vera
útrúliga fegnan at vera við
til hátíðarhaldið.
Hetta ein søgulig løta,
bæði fyri Eik Banka og fyri
Klaksvík og økið. Við hesi
deildini í Norðoyggjum,
sum nú setur føtur undir
egið borð, byrjar eitt sam
starv millum Eik Banka og
hetta lokaløkið, sum er
ógvuliga spennandi, og sum
verður gevandi fyri báðar
partar – tað ivist eg onga
løtu í segði borgarstjórin,
sum helt fyri, at tað er ikki
smávegis bygningur, ið EIK
hevur fingið. Sosialurin fer
at hava reportasju frá hesi
stóru løtu í Vinnublaðnum
týsdagin. Vinnurásin hjá
Rás2 var eisini til steðar og
verður hetta partur av
sendingini týsdagin kl. 16.
EIK í mið
deplinum
í Klaksvík
EIK skipaði fyri hátíðarhaldi
fríggjadagin
Mynd: Dávur Winther