mánadagur 1. desember 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 231 - 1. desember 2008
Ætlanin at koppseta
allar 12 ára gamlar
gentur fyri krabba
mein er dottin
niðurfyri. Tað kemur
dátt við hjá Føroya
Felag móti krabba
meini, tí tað eru smá
pengar, tað snýr seg
um
Koppseting
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Hetta kemur ógvuliga dátt
við, tí í síðsta enda eru tað
mannalív, tað snýr seg um.
Jansy
Gaardlykke
á
Føroya Felag móti Krabba-
meini er ómetaliga hørm, tá
ið vit fortelja henni, at
fyribils er ætlanin at kopp-
seta allar 12 ára gamlar
gentur fyri krabbameini í
lívmóðurhálsinum,
dottin
niðurfyri.
Tað hevur ligið í kort-
unum, at frá 1. januar skuldi
føroyska heilsuverkið bjóða
12 ára gomlum gentum
ókeypis koppseting fyri
krabbamein í lívmóðurháls-
inum.
-Tað var okkara greiða
fatan, at hetta skuldi setast í
verk nú, siga bæði Jansy
Gaardlykke dagligur leiðari
í Føroya Felag móti Krabba-
meini og Jákup N. Olsen,
formaður í felagnum.
Tað hevur eisini leingi
verið ætlanin at seta hesa
koppseting í verk í Føroy-
um.
Men beint nú hevur Hans
Pauli Strøm, landsstýris-
maður kortini boðað frá, at
hendan koppsetingar verk-
ætlanin verður ikki sett í
verk næsta ár, tí fíggjar-
karmurin gav ikki rúmd
fyri at seta hesa koppseting
í verk í 2009, sum hann
tekur til í sambandi við, at
síðsta hond skal leggjast á
fíggjarlógina fyri næst ár.
Ella sagt við øðrum
orðum, hava vit ikki ráð at
seta hesa koppseting í verk
næsta ár hóast bæði donsku
heilsumyndugleikarnir og
landslæknin hava mælt til,
at tað verður gjørt.
Sostatt er heldur ongin
peningur settur av á fíggjar-
lógini fyri næsta ár til enda-
málið
Kostar eina millión
Annars hevur tað heilt til
nú verið ein greið ætlan, at
1. januar skuldi heilsuverkið
fara undir at koppseta 12
ára gamlar gentur fyri at
fyribyrgja krabbameini í
lívmóðurhálsinum.
Ætlanin var enntá at hava
eina skiftistíð fyri gentur,
sum eru 13, 14, og 15 ár,
soleiðis at allar gentur, ið
eru føddar eftir 1. januar
1993 kundu verið við í
skipanini.
Hevði skipanin verðið
sett í verk, hevði hon kostað
góðar 1,1 millión krónur
um árið. Men tey bæði fyrs-
tu árini hevði hon kostað
eina millión eyka um árið
av tí tær 13,14 og 15 ára
gomlu genturnar høvdu
komið við í skipanina í
skiftistíðini.
Hans Pauli Strøm, lands-
stýrismaður hevur verið á
landsstýrisfundi í morgun,
men hann fekk kortini
stundir at vátta, at skipanin
verður ikki sett í verk næsta
ár.
Snýr seg um
mannalív
Í Føroya Felag ímóti Krabba-
meini eru tey týðiliga illa
við av at frætta, at ætlanin
er ikki at seta hesa kopp-
seting í verk kortini.
- Vit hava strongt á at fáa
hesa koppseting til Føroya
eisini og vit høvdu skilt, at
talan var bara um ein
avgreiðsluspurning,
sigur
Jansy Gaardlykke í Føroya
Felag ímóti krabbameini.
Upp ímóti 20 føroyskar
kvinnur fáa staðfest krabba-
mein í lívmóðurhálsinum
um árið og skipað kopp-
seting hevði byrgt fyri nógv
teimum flestu av øllum hes-
um tilburðum.
Títtleikin í Føroyum er
nógv hægri enn í hinum
Norðurlondunum.
- Serliga tí eiga vit heilt
avgjørt at fara undir hesa
koppseting sum skjótast,
sigur Jansy Gaardlykke.
Hon heldur, at táið bæði
danska
Heilsustýrið
og
Landslæknin í Føroyum
hava mælt til at seta hesa
koppseting í verk, átti at tað
verið tórført at sett tey til-
mælini til viks.
- Tað hevur alstóran
týdning, at seta hesa kopp-
setingina í verk, tí hetta er í
heilt stóran mun við til at
fyribyrgja krabbameini í lív-
móðurhálsinum.
Annars ber til at keypa
koppseting, men tað kostar
4000 krónur fyri hvønn.
- Tað eru nógvur pengar
at leggja á borðið og tað ber
sjálvandi í sær, at tað vera
tey meiri vælbjargaðu, sum
hava ráð at koppseta seg og
ikki hini.
Jansy Gaardlykke vísir á,
at hetta eru ongir pengar
tað snýr seg um hjá lands-
kassanum, tí tað kostar ikki
meiri enn eina góða millión
hjá heilsuverkinum at kopp-
seta allar 12 ára gamlar
gentur.
- Hetta eru smápengar
afturímóti tí gagni, sum
hendan koppsetingin ger, tí
í síðsta enda eru hetta
mannalív, tað snýr seg um.
- Tað eru fyri ein stóran
part kvinnur í góðum árum
og
mammur,
sum
fáa
krabbamein í lívmóður-
hálsinum, so hetta er ein
sjúka, sum mangan hevur
heilt álvarsligar mennisk-
jansligar avleiðingar fyri
heil húski, sigur Jansy
Gaardlykke.
- So gjørt upp í pengum,
hevur hetta púra ongan týdn-
ing, leggur hon afturat.
Annars fer Løgtingið í
morgin at viðgera eitt upp-
skot frá Tjóðveldinum um
at bjóða øllum 12 ára goml-
um gentum hesa ókeypis
koppsetingina ímóti krabba-
meini í lívmóðurhálsinum.
Ikki ráð at koppseta
gentur fyri krabbamein
Í síðsta enda er tað mannalív, sum hetta snýr sg um og tí harmast Føroya Felag móti Krabbameini um, at samgongan fyribils
hevur slept ætlanini at koppseta allar 12 ára gamlar gentur fyri krabbamein í lívmóðurhálsinum, hóast tað bara kostar eina góða
millión um árið
Kári spyr um sambýli í Svínoy
Tingmaðurin, Kári P. Højgaard vil nú hava vissu fyri, at ætlaða eldrasambýlið í
Svínoy kann gerast veruleiki. Hetta ger hann, nú skuldin hjá Klaksvíkar
kommunu, sum Svínoy skjótt verður partur av, hevur rokkið tí loyvda markinum.
Kári P spyr, um kommunur, sum vegna broyttar fortreytir eru komnar upp um
eina álíkning og standa fyri útbyggingum og íløgum á eldraøkinum, vænta sær
somu sømdir sum veittar vóru kommunum í Suðuroynni. Stórur tørvur er á
ansingar- og røktarheimsplássum í Norðoyggjum. Í hesum sambandi hevur
Svínoyar Kommuna framkomnar ætlanir um bygging av sambýli í bygdini. Økið
er útgrivið og klárt er at fara í gongd. Spurningurin er nú, um tær fíggjarligu
umstøðurnar fara at loyva tíð. Spurningurin um hetta verður settur Kaj Leo
Johannesen løgmanni á tingfundinum mikudagin.
Vinn flogferðir í
jólakalendara
Aftur í ár ber til at vinna flogferðir í væl umtókta
jólakalendaranum á heimasíðuni hjá Atlantic
Airways. Í jólakalendaranum verður settur ein
spurningur hvønn dag frá 1. til 24. desember, og
tríggir svarmøguleikar eru til hvønn spurningin.
Tey, sum svara rætt, eru við í einum lutakasti um
eina flogferð. Vinnararnir av teimum 24
flogferðunum verða kunngjørdir á www.atlantic.fo.
Tjóðveldi
krevur
koppseting
Ungar føroyskar
gentur eiga at fáa
tilboð um ókeypis
koppseting móti
límóðurhálskrabba,
sum stavar frá ein
um virusi. Løgting
ið viðger uppskotið
í morgin
Fyribyrging
Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Tjóðveldið ger vart við, at
nýggja koppsetingin kann,
saman við skipaðum kann-
ingum, so at siga útrudda
ávís sløg av undirlívs-
krabba. Tí metir flokkurin
tað vera av stórum týdn-
ingi, at serliga ungar gentur
fáa hetta tilboðið.
Flokkurin vísir á, at
heilsumyndugleikarnir ha-
va góðkent nýtt koppingar-
evni, ið gevur góða verju
móti lívmóðurhálskrabba.
Til ber til at keypa hetta
koppingarevni, men tað er
sera kostnaðarmikið. Á leið
4.000 krónur.
- Tað kann gera, at familj-
ur, ið ikki eru væl fyri
fíggjarliga, ikki hava ráð at
lata børn síni hesa krabba-
fyribyrging. Tjóðveldi met-
ir ikki, at tað skal vera ein
økonomiskur spurningur,
hvørt ung verða koppsett.
Tí mælir flokkurin til, at
koppseting móti krabba í
lívmóðurhálsinum verður
partur av almennu skránni
fyri koppseting av børnum/
ungum, og sostatt verður
ókeypis, ger Tjóðveldi vart
við.
Lívmóðurhálskrabbi rak-
ar javnan ungar kvinnur. Í
Føroyum fáa á leið 18
kvinnur
árliga
staðfest
lívmóðurkrabba. Á leið
helvtin teirra eru kvinnur
yngri enn 45 ár. Besta verj-
an er, um gentan verður
koppsett, áðrenn hon verður
seksuelt virkin.
Umhugsast eigur eisini
at lata dreingir koppsetast
til tess at bróta smittuketuna,
heldur Tjóðveldi.
Løgtingið viðger í morg-
in eitt uppskot frá Tjóðveldi
um at lata ungum ókeypis
koppseting móti virusi, ið
elvir til krabba í lívmóður-
hálsinum.