Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-01, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. desember 2008síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 231 - 1. desember 2008 Fíggjarmálaráð­ harrin hevur tikið kunngerðina um toll á innflutningin av sigarettum aftur, men hann er ikki samdur við síni egnu avgerð, men føldi seg kroystan at halda á fram við tollfríari sigarettsølu, tí hann ikki vil skapa órógv í samgonguni Sigarettir Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Í gjár kom fram, at fíggjar­ málaráharrin, Jóannes Eides­ gaard, tók ætlanirnar um at seta toll á tollfría innflutn­ ingin av sigarettum aftur. Grundgevingarnar hjá honum, eru, at hann metir hetta vera vísastu politisku avgerðina, hóast hann sjálvur ikki er samdur við avgerðini. ­ Tað eru nógv fólk í sam­ gonguni, ið eru ímóti hesi kunngerð, og fyri at lata vera við at skapa órógv í samgonguni, avgjørdi eg at taka uppskotið aftur, sigur fíggjarmálaráðharrin. Sum er skjótur at leggja afturat, at hetta málið ikki kundi skapt eitt samgonguslit, um hann nú avgjørdi at taka halda fast við sítt. Fíggjarligt inntriv Jóannes Eidesgaard greiðir samstundis frá, at ætlanin við hesi kunngerð einans var tikin við fíggjarligum fyri­ litum, og at tað kundi givið eina meir inntøku til lands­ kassan á 18 milliónir krónur. Hann fer í dag at boða fíggjarnevndini hjá løgting­ inum frá, at hesar inntøkur ikki skulu roknast við. Men hann er eisini á onkran hátt, harmur um avgerðina, tí fíggj­ arlógin gevur longu hall. ­ Eg haldi, at tá vit hava ein fíggjarlóg, sum gevur so nógv hall, so skulu vit tjena so nógv sum gjørligt, sigur Jóannes Eidesgaard, sum leggur afturat, at tað verður neyðugt at gera nøkur inntriv í framtíðini, ið útvega lands­ kassanum fleiri inntøkur. Hann metir eisini, at hetta inntriv hevði javnsett borgar­ arnar meira, tí tað ikki eru øll, ið hava møguleika at inn­ flyta tollfríar sigarettir. Skilagóð avgerð Magni Arge, stjóri í Atlants­ flogið, hevur sagt, at avgerð­ in hjá Jóannesi Eidesgaard var tann rætta, tí tað hevði ikki verið gott fyri Føroyar sum ferðamannaland, at lagt toll á sigarettirnar. Jóannes Eidesgaard skilur Magna Arge, men er ósamdur við honum. ­ Eg loyvi mær at ivast, um fólk koma at vitja Før­ oyar, tí tey vita at sigarettir­ nar eru tollfríar. Mann vitjar støð av øðrum orsøkum, men eg dugi sjálvandi at skilja Magna Arge út frá hansara sjónarhornið, sigur Jóannes Eidesgaard. Heilsulig fyrilit Jóannes Eidesgaard greiðir frá, at hann ikki kann standa inn fyri at siga, at ætlanirnar eru púra sleptar, og metir, at vit av heilsuligum ávum skuldu hugsað um at tolla sigarettum og eisini øðrum vørum, sum í løtuni kunnu innflytast tollfrítt. Eidesgaard ósamdur við sær sjálvum Trý ferðsluóhapp á Kaldbaksvegnum Hetta vikuskiftið eru fleiri óhapp henda á Kaldbaksvegnum. Tað seinasta hendi í morgun. Leygarkvøldið var eitt rættiliga álvarsligt ferðsluóhapp á Kaldbaksvegnum, har tveir bilar stoyttu saman í hálkuni. Í eina bilinum var ein familja, har sagt varð at støðan hjá kvinnuni var rættiliga álvarsom eftir óhappið. Gjáramorgunin var eitt annað ferðsluóhapp nakað innanfyri Sund. Her koyrdi ein bilur – í hálkuni ­ niðan vegnum um 5­tíðina. Ein kvinna og ein maður vórðu flutt á Landssjúkrahúsið til kanningar við snuddum í andlitinum. Og beint eftir klokkan 9 í morgun fekk løgreglan fráboðan um eitt triðja óhapp á nærum sama strekki, har ein bilur fór niðan av vegnum. Í hesum bilinum var ein einsamøll kvinna. Eisini í hesum óhappinum var hálka eina orsøkin. Myndakalendarin hjá MBF komin Aftur í ár gevur Miðvágs Badmintonfelag út borðkalendara. Sera vakrar myndir eru í kalendarinum, harav fleiri av teimum eru loftmyndir, sum tyrluskiparin Anfinn Frederiksen hevur tikið. Kalendarin er soleiðis háttaður, at hann kann setast á eitt borð ella líknandi, ístaðin fyri at hongja hann á veggin. Andstøðan fegnast sigarettir Formaðurin í størsta flokkinum í andstøðu, Høgni Hoydal, er fegin um, at kunngerðin um toll á tollfríu søluni verður tikið aftur, men heldur hetta verða gjørt á ein løgnan hátt Sigarettir Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, er fegin um, at uppskotið um at tolla sig­ arettum verður tikið aftur, men hann undrast á til­ gongdina í málinum. ­ Tá málið kom fram á fyrsta sinni var Jóannes Eidesgaard ímóti tí. So bleiv hann brádliga fyri, og nú hevur hann tikið upp­ skotið aftur, tí hann verður trýstur av sínum egnu. Tað vísir bara, hvussu tilvild og eitt undarligt maktspæl fer fram alla tíðina. Í hesum føri verður fíggjarmálaráð­ harrin stýrdur av Fólka­ flokkinum og Sambands­ flokkinum, á sama hatt, sum vit fyrr hava sæð í ABC­samgongum, sigur Høgni Hoydal. Búskaparlig fyrilit Høgni Hoydal metir, at í hesum máli er nakað at vinna heilsupolitiskt, um tollur varð lagdur á innflutn­ ingin av sigarettum hjá ferðafólki, men í hesum føri metir hann, at avgerðin skal vera vinnupolitisk. ­ Tá eitt tílíkt inntriv verður gjørt í eina vinnu. Í hesum føri í ferðavinnuna, er týdningarmikið, at mann er samdur um, hvat mann ger. Tí er hetta eitt mál, ið skal viðgerast við vinnu­ politiskum fyrilitið, og tað eru ikki fyritreytir fyri tí, metir Høgni Hoydal. Hann leggur afturat, at øll til­ gongdin í málinum hevur verið óprofessionel og vís­ ir, hvussu føroyskur polit­ ikkur er skrúvaður saman. Hans Pauli Strøm, heilsumálaráðharri, er serstakliga harmur um, at Jóannes Eides­ gaard hevur tikið kunngerðina um tolling av sigarettum aftur, tí hann metir tað vera eina fullkomiliga andsøgn til heilsu­ politikkin annars Sigarettir Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo ­ Vit hava í dag tikið undir við uppskotum um roykipol­ itikk á arbeiðsplássum og eisini nýggjar merkingar á sigarettpakkarnar. Tí haldi eg tað verða so løgi, at mann í hesum føri vil lata tíggjutals milliónir krónur til at stuðla roykjarum. Tað er í veruleikanum ein full­ komin andsøgn, sigur Hans Pauli Strøm. Sum leggur stóran dent á, at mann hevur ein virknan roykipolitikk, og hann als ikki skilur at tollfría sølan skal vera eitt undantak, tá mann er farin so miðvíst til verka. Skeivt vinnupolitiskt Hans Pauli Strøm heldur, at vinnupolitisku argumentini eru alt ov grunn. ­ Tað hevur hvørja ferð víst seg, at tá eitt heilsupol­ itiskt ella umhvørvispolit­ iskt átak er samtykt, so hev­ ur tað fingið stóra mótstøðu frá vinnuni, men at enda hava øll verið fegin um tað. Eg meti eisini tað vera til­ feldi hesaferð, metir heilsu­ málaráðharrin. Sum heldur tað vera løgi, at vinnan skal hava so nógv at siga í hesum máli. Ger ikki meira Víðari greiðir Hans Pauli Strøm frá, at hann ikki kann gera annað, enn at harmast um støðuna, sum er íkomin. ­ Tað vísir seg, at vera vilji løgtingsins at halda á fram við tollfríu søluni av sigarett­ um og óansæð, hvussu stór­ ur viljin hjá mær er til at broyta lógina, so er tað ikki í hesum føri ikki mítt borð, sigur heilsumálaráðharrin. Sum hevur verið sera virkin í at fáa sunnari og meira virknar føroyingar. Fullkomilig andsøgn til heilsupolitikkin Meðan samgongan ikki vil játta eina millión krónur til koppseting ímóti lívmóðirkrabba, halda teir á fram at lata avsláttur til ferðandi roykjarar á átjan milliónir krónur um árið. Tað er ov galið sambært heilsumálaráðharranum