mánadagur 1. desember 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 231 - 1. desember 2008
Mikudagin var
ivi sáddur um
uppstillingina til
valið í Kvívíkar
kommunu. Heini
Holm, fyrrverandi
borarstjóri og stillari,
fortelur, at onki var
galið og greiðir frá
sínum vinkli, frá
kaotiska degnum 21.
oktobur, tá vallistar
nir skuldu vera inni
Kommunustríð
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Sambært Heina Holm, still
ara, var tað ein sera kaotisk
ur dagur í Kvívík, tá listarnir
til kommunuvalið skuldu
inn, men tað fór onki skeivt
fram, og í veruleikanum var
talan næstan alla tíðina, um
tveir listar og ikki ein.
Soffi Egholm ringdi til
mín klokkan tvey tann týs
dagin, og greiddi frá, at nú
vóru so nógv fólk farin av
listanum hjá teimum, og at
tey nú ynsktu at koma á
mín lista. Eg segði, at tað
var í ordan, sigur Heini
Holm. Hann greiðir víðari
frá, at tað altíð hava verið
tveir listar, men tá Soffi
Egholm kærdi sína neyð
soleiðis, so helt hann tað
vera rætt at loyva henni og
tveimum øðrum á listan.
Seinni um dagin síggi
eg aftur listan, sum Soffi
Egholm hevði gjørt av sín
um eintingum, og tá var eitt
annað navn komið á listan,
sum eg ikki vildi hava uppá,
og mann má minnast til, at
tað eru stillararnir og ikki
valevnini, ið eiga listan,
fortelur Heini Holm. Hann
fortelur eisini, at hann
kanska hevði sæð øðrvísi
uppá tingini, um Soffi
Egholm longu klokkan tvey
seinnapartin
segði
øll
nøvnini.
Forðaðu ongum
Heini Holm metir heldur
ikki, at Soffi Egholm sigur
alt, tá hon greiðir frá, hvussu
tingini gingu fyri seg.
Eg ringdi sjálvur til henn
ara og segði, at eg ikki ynskti
at hava seinasta valevnið hjá
teimum á listanum, so tað er
ikki rætt, tá hon sigur, at hon
tilvildarliga fekk boðini, um
at tey vóru koyrd av list
anum. Eg segði við hana, at
eg ikki ynskti hetta seinasta
valevnið á listan, men at hini
gott kundu vera verandi. Tá
sigur hon við meg, at tey
ikki ynsktu at vera á listan
um meira, sigur Heini Holm.
So sambært Heina Holm er
tað als ikki rætt, sum Soffi
Egholm segði við Sosialin
mikudagin í seinastu viku.
Byrjaðu seint
Tað sum var forsøgan til all
an ruðulleikan, er sambært
Heina Holm, at tey komu
seint í gongd við at gera
listar.
Vit byrjaðu ikki fyrr enn
klokkan átta, hendan sama
morgunin, sum listarnir
skuldu inn, at samla listar.
Orsøkin var bara, at ongin
var farin í gongd. Tí fór eg í
gongd klokkan átta, og
klokkan tíggju ringdi Soffi
Egholm og vildi hava fund.
Tað vildi eg ikki, greiðir
Heini Egholm frá. Helst
fyri at undirstrika, at ætlan
in ongantíð var at hava ein
felagslista.
Onki blaðstríð
Heini Holm greiðir eisini
frá, at hann á ongan hátt
ynskti at koma í bløðini við
innanhýsis
kommunalum
stríðið.
Eg tók ikki telefonina hin
dagin, tí eg visti, hvat tað var
um, og eg haldi, at bygdar
fólkið veit hvat er satt og
ikki. Tað var ikki tí eg var
bangin fyri at tosa um tingini,
sigur Heini Egholm. Hann
leggur afturat, at í øðrum
støðum eru summi fólk eisini
ónøgd við uppstillingina,
men haðani hoyrist onki.
Ein visti av ongum
Tað vísti seg mikudagin, at
eitt av valevnunum ikki
visti, hvat tað var hann
skrivaði undir uppá. Hetta
er eisini satt, sambært
Heina Holm.
Valevnini nýtast í veru
leikanum ikki at skriva
undir nakað, men tað er
bara tað, at Óli Hans Olsen
var í Havn, og tí virkar tað
kanska sum okkurt løgi var,
men trupulleikin er, at nógv
ting hendu beint áðrenn
hann skrivaði undir listan,
sigur Heini Holm.
Rætt farið fram
Í greinini mikudagin segði
Soffi Egholm, at hon helt
tað vera ódemokratiskt at
hendingarnar fóru fram á
tann hátt sum tær gjørdu,
men tað heldur Heini Holm
als ikki.
Tað eru stillararnir, ið
eiga listan. Tað eina valevni
kundi eg ikki góðtaka, og tí
vildi eg ikki vera við til
endans, og vit blivu samd
um at hava tveir listar, á
sama hátt, sum mann altíð
hevur gjørt í Kvívíkar
kommunu, fortelur Heini
Holm. Sum eisini heldur
tað vera løgi, at tey fýra
fólkini, sum fóru á hin
listan, sótu í sama rúmi, tá
hendingarnar fóru fram.
So tað verður áhugavert
at síggja, hvat úrslit inn
lendismálaráðið kemur til, í
klaguni frá einum av teinum
uppstillaðu.
Heini Holm, stillari í Kvívík,
er grundleggjandi ósamdur
við veruleikanum hjá Soffi
Egholm, um hvat gekk fyri seg
tá vallistarnir skuldu inn til
valið til Kvívíkar kommunu
Uppfunnin gøla í Kvívík
Kvinnur vilja stjórna Íslandi
Tað eru menn, sum hava stýrt íslendska búskapinum í óføri, og tí er tað avgerandi,
at kvinnur nú fáa meira á ávirkan á, hvussu framtíðin skal laga seg. Tað heldur ein
nýstovnaður íslendskur kvinnubólkur, sum vil hava fleiri kvinnur á ovastu politisku
rók í landinum. Á einum tíðindafundi um vikuskiftið fer kvinnubólkurin at koma
við sínum uppskoti til eina nýggja íslendska stjórn, sum bert er mannað við kvinnu
ligum ráðharrum. Bólkurin heldur, at Ísland hevði kunnað sloppið undan ógvuslig
um búskaparligum trupul leikum og hóttandi landshúsagangi, um kvinnurnar høvdu
havt størri vald, veit útvarpið at siga. Á mótmælisfundi framman fyri Altingiðum
vikuskiftið fanst ein av stigtakarunum, Kristín Tómasdóttir, hvassliga at teimum
monnum, sum sambært henni hava ábyrgdina av búskaparligu oyðileggingini
Góð undirtøka fyri
Lívsins Vatni
Móttøkan hjá føroyingum av Lívsins Vatni hevur verið so
mikið góð, at DISM fyri fyrst hevur valt at brúka alla
orku upp á at nøkta heimamarknaðin. Restina av árinum
verður Lívsins Vatn bert at fáa í Føroyum. Avtala er
fingin í lag við ein distributør í Danmark, og Lívsins Vatn
verður sent á danska marknaðin mánaðarskiftið januar/
februar 2009.