Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-01, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. desember 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 231 - 1. desember 2008 Eftir fimm árum er talið av fiskimonnum í føroyska fiskiskipa­ flotanum minkað við 160 monnum – og bara í fjør minkaði talið við 3,9%. Tað er í línuflotanum, at vit hava flestu ársverkini, og næst teimum koma ársverkini umborð á partrolarunum FiskiFloti Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Seinastu fimm árini, sum greiningin hjá Rasmussen & Weihe fevnir um, er tað umborð á línuflotanum, at vit øll árini hava havt tey flestu ársverkini. Ført hevur verið fram, at línuflotin er øktur seinnu árini, samstundis sum veiði­ loyvir hjá útróðrabátum eru løgd saman í størri eindir. Í talinum av ársverkum er kanska ein ávís ábending um hetta. Tó ikki so, at talan er um stóran vøkstur í ársverkum í línuflotanum í hesum tíðarskeiði. Taka vit árið 2003, høvdu línuskip (omanfyri 110 tons) tilsamans 306 ársverk – og í 2007 var talið 322. Einir 12­ 14 mans eru við hvørjum báti, so hetta tal sigur okkum, at talan samanlagt er um smáar tvær manningar fleiri í 2007 enn í 2003. Av árunum 2003­2007 var línuflotin ringast mann­ aður í 2004, tá talið av árs­ verkum var 294. Størstu manningina hevði flotin í 2006, tá talið av var 327. Aðrir skipabólkar Næst flestu ársverkini eiga partrolararnir. Hesi vóru 154 í tali í 2007, men vóru heili 212, tá tey vóru flest, nevniliga í 2003. Talið av monnum, sum sigla við partrolara, er minkað øll hesi fimm árini síðan 2003 – við undantaki av árunum2006­2007, tá talið aftur vaks við 13 monnum. Tann skipabólkur, sum hev­ ur triðflest menn umborð, eru verksmiðjutrolarar. Í 2003 vóru ársverkini umborð á hesum skipum tilsamans 184, men í 2007 vóru tey bert 128. Orsøkin er, at veiðiloyvi eru løgd saman, samstundis sum kvotagrundarlagið er økt. Størsta broytingin í ársverkum hesi árini er umborð á rækjuskipunum. Í 2003 høvdu 81 menn kjans við rækjuskipum, men í 2007 var talið bert 43 – ella tað mesta av eini helvt minni. Ringasta árið var kortini í 2005, tá bert 31 ársverk vóru umborð á rækjuskipum. Rækjuskipini eru fækkaði nógv hesi árini, og í dag hava vit bert trý skip eftir, sum eru í vinnu. Tey eru Arctic Viking í Kollafirði og Fríðborg og Havborg í Leirvík. Meðan tað hevur gingið striltið hjá Fríðborg og Havborg, tí skipin eitt nú vóru fyri óhappum í 2007, hevur gongdin hjá Arctic Viking verið lutfalsliga góð við einum fittum avlopi í rakstrinum. Góðu kjansirnir Ein av niðurstøðunum í greiningini hjá Rasmussen & Weihe er, at heimaflotin, sum veiðir ísfisk og leggur meginpartin av veiðini upp í Føroyum, er í tungum sjógvi. Hinvegin hevur gingið væl hjá verksmiðjutrolarunum og pelagisku skipunum, sum standa fyri teimum frægu úrslitunum í 2007. Manningartalið umborð á pelagisku skipunum í 2007 var tilsamans 98 – og 128 umborð á verksmiðju­ trolarunum. Býtisprosentið hjá ymisku skipabólkunum er ymiskt, og tí er ikki altíð, at úrslitið hjá skipunum í hvørjum bólki sær sigur alt um inn­ tøkuviðurskiftini hjá mann­ ingunum. Summir bólkar hava hægri býtisprosent, og aðrir hava lægri. Færri fiskimenn Samanlagt minka ársverkini í fiskiskipavinnuni á hvørj­ um ári, og minkingin í 2007 í mun til 2006 er tilsamans 3,9%. Í 2003 høvdu vit tilsamans 1.190 fiskimenn, og í 2007 var talið 1.030. Hetta merkir, at 160 fiskimennn færri manna føroysku fiskiskipini eftir bert fimm árum. Fiskimenn gerast færri Talið av fiskimonnum umborð á føroyskum skipum minkar á hvørjum ári. Um allir hesir menn leita sær kjans umborð á útlendskum skipum – ella um teir fáast við okkurt annað - er ilt at siga Mynd: Karstin Vang Óbroyttur Múrur Landsstýriskvinnan í mentamálum hevur fingið handað álit um Kirkju­ bømúrin, sum Múrnevndin og Føroya Fornminnissavn hava arbeitt við í felag. Niðurstøðan í álitinum er, at Kirkjubømúrurin eigur at verða varð­ veittur sum hann er. Mælt verður í álitinum til, at verndararbeiðið fer fram eftir altjóða etiskum leiðreglum, og at arbeitt verður fram ímóti, at mentanarminnini í Kirkjubø sum ein heild, og aðrar leivdir av biskups­ setrinum, verða góðkend av alheimssamfelagnum sum heimsarvur. Skotið verður haraftrat upp, at norðurlendsk arkitektakapping verður fyriskipað fyri fornminnaumhvørvið í Kirkjubø sum heild. Sløkkja eld í Kvívík Hósdagin komandi ætlar Kvívíkar skúli at hava brandvenjing í skúlanum. Ætlanin er at byrja kl. 9.30 við felags kunning frá brand­ leiðaranum hjá Kvívíkar sløkkiliði. Eisini er ætlanin at allir næmingarnir skulu sleppa at sløkkja eld. Framløgufundurin hjá Rasmussen & Weihe er ikki almennur, men á hesum fundi koma nógv ymiskt og áhugaverd sjónarmið fram, sum geva tær eina góða barlast í tínum arbeiði FiskiFloti Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Síðan 2003 hava Rasmussen & Weihe gjørt roknskapar­ greiningar av gongdini í okk­ ara fiskiflota, og á hvørjum ári síðan hevur felagið havt framløgu av úrslitunum fyri viðskiftafólkum. Hini árini hevur fram­ løgan verið í hølunum hjá grannskoðarafelagnum, men í ár var hon í hugnaligu hølunum hjá Norðoya Spari­ kassa í Miðlon í Havn. Vanliga eru fleiri reiðarar, skipaeigarar, virkiseigarar og umboð fyri fíggingar­ stovnar við á hesum fram­ løgufundi, men hetta er ikki ein almennur fundur. Sosialurin hevur verið við til fleiri av undanfarnu framløgum, og ikki minst hevur tað verið áhugavert at hoyrt tær viðmerkingar, sum eru til gongdina í fiskiskipavinnuni. Við tað, at hetta ikki er ein almenn framløga, er heldur ikki rætt at endurgeva ítøkiligar viðmerkingar, men tað skerst ikki burtur, at tú sum tíðindamaður fært nógv burtur úr – og fært eina neyva kunning um gongdina í vinnuni, sum er góð barlast í tínum arbeiði. Í roknskapargreiningini siga Rasmussen & Weihe, at felagið hevur valt ikki at gera nakra endaliga niður­ støðu í greiningini, men tølini kunnu lýsast á ymisk­ an hátt. Sosialurin fer at venda aftur til tøl úr greiningini í øðrum bløðum í vikuni. Áhugaverd greining av fiskiflotanum Framløgan hjá Rasmussen & Weihe um gongdina í fiskiflotanum var hesaferð í hølunum hjá Norðoya Sparikassa í Miðlon Mynd: Vilmund Jacobsen