mánadagur 1. desember 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 231 - 1. desember 2008
og færri
Danskur milliarderur á húsagang
Fyri fáum vikum síðani var hann milliarderur og ein
av ríkastu monnum í Danmark. Í dag er alt ríkidøm
ið burtur. Ein góður lætti, sigur tann 53 ára gamli,
og nú fyrrverandi ríkmaðurin, Peter Forchammer.
Hann hevur luttikið í mongum verkætlanum, t.d.
Dansk Formueforvaltning, Sunny Tours, Nordsjæll
and Sommerpark. Her hevur hann hevur forvunnið
stórar upphæddir við sølu av partabrøvum í ognar
feløgum, men nú er hansara stóra ognarfelag,
Synerco ApS, farið á húsagang.
Samstarv um fornminni
Sambandið millum veðurlagsbroytingar og árin teirra á fornminni og
mentanarumhvørvi í Norðurlondum er nú sett á dagsskrá. Norðurlanda
Ráðharraráðið hevur nú veitt fígging til eitt samstarv millum forn
minnafyrisitingarnar í Norðurlondum. Verkætlanin skal fremja og økja
samskifti um kunnleika og royndir millum norðurlond. Í Føroyum eru
mong sjónlig dømi um, at landslagið er broytt sum frá er liðið, í fleiri
førum sum úrslit av veðurlagsbroytingum, eitt nú skriðulop. Nógv
dømi eru kring um í oyggjunum, har fornar bústaðaleivdir forfarast tí
at lendið fram við sjóvarmálan máar. Símun V. Arge, deildarleiðari á
Føroya Fornminnissavni, umboðar føroyska partin í verkætlanini.
Vit halda okkum
ivaleyst hava ein
nútímans fiskiflota,
men sannleikin er,
at hesin floti á papp
írinum er rættiliga
gamal – við 28 heili
árum í miðal
FiskiFloti
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Føroyski fiskiskipaflotin
er 28 ára gamal í miðal.
Vit hava einki at saman
bera við, men tað skerst
ikki burtur, at okkara floti
er eldri, enn flestu munnu
geva sær far um ja, kan
ska nógv eldri enn tað.
Garnaskip elst
Elstu skipini í fiskiflotan
um eru garnaskipini við
heili 41 árum í miðal.
Fleiri av hesum skipum
hava áður verið í øðrum
vinnum og eru umbygd til
garnaveiði.
Vit kunnu taka eitt til
vildarligt garnaskip, sum
áður var kenda saltfiska
skipið Hans Erik.
Hans Erik er smíðaður
á Skála Skipasmiðju í
1969, og hóast hann so
leiðis er út við 40 ára
gamalur, er skipið nýggj
ari enn miðal.
Hóast høga aldurin,
taldist manningin á Nim
fyri nøkrum árum síðan
millum tær manningar,
sum stóðu fyri størstu
inntøkunum.
Tað er tí minni enn so
altíð, at aldurin sigur nak
að um, hvussu inntøkan
vignast.
Hinvegin
má
roknast við, at manningar
umstøðurnar umborð á
nýggjari skipunum eru
betri.
Flestu skip eru tó um
bygd og summi fleiri
ferðir, og her hevur ikki
minst verið hugsað um um
støðurnar hjá manningini.
Gomul línuskip
Línuskipini, sum hava teir
flestu fiskimenninar um
borð, eru næst elst í røðini
av skipabólkum í fiski
flotanum.
Miðalaldurin hjá línu
skipum er 37 ár, men hesi
eru tey flestu umbygd við
nógv bøttum umstøðum
hjá manningunum.
Línuflotin hevði eitt
sera gott ár í 2003, og
onnur ár hava eisini vign
ast rímiliga væl. Hetta hev
ur gjørt, at reiðarar fóru at
brúka pening upp á um
byggingar, sum so aftur
hevur elvt til, at samlaða
skuldin er vaksin.
Nú gongur tó verri hjá
hesum skipabólki, og í
dag hevði eingin peningur
verið til umbyggingar og
nútímansgerð av okkara
línuskipaflota.
Aðrir skipabólkar
Verksmiðjuskipini
eru
nýggjastu skipini í okkara
fiskiflota, og teimum á
baki
koma
pelagisku
skipini.
Verksmiðjuskipini eru í
miðal 15 ára gomul og
pelagisku skipini 16.
Trið nýggjastu skipini í
flotanum eru rækjuskipini,
sum eru 19 ára gomul í
miðal.
Í løtuni verða tvey
nýggj skip smíðað til
pelagisku vinnuna; annað
er ein nýggj Norðborg,
hitt ein nýggjur Tróndur í
Gøtu.
Tá nýggju pelagisku
skipini eru komin í flotan,
fer miðalaldurin í hesum
skipabólki at lækka mun
andi, tí hesi skip eru ikki
so mong í tali.
Aldurin hjá okkara par
trolarum og lemmatrolar
um er nøkulunda hin
sami.
Lemmatrolararnir eru
25 ár í miðal og partrol
ararnir 23 ár.
Meðan garnaskipini eru elstu skipini í fiskiflotanum við sínum 41 árum í miðal, eru línuskipini 37 ára gomul í miðal
Mynd: Vilmund Jacobsen
Føroyski fiskiflotin er
28 ára gamal í miðal