mánadagur 1. desember 2008síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12 tíðindi
Nr. 231 - 1. desember 2008
Sjálvstýrið vil hava
løgmann at svara
uppá, um Svínoy
kann vænta sær sær
somu sømdir til
útbyggingar á eldra
økinum, sum eru
veittar kommunum í
Suðuroy í sambandi
við ellis og røktar
heimið í Vági
Eldraøkið
Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Á tingfundinum mikudagin
tá munnligir fyrispurningar
eru á skránni, hevur Kári P.
Højgaard,
løgtingsmaður
og formaður í Sjálvstýris
flokkinum, boðað frá einum
fyrispurningi til løgmann.
Løgtingsmaðurin vil hava
Kaj Leo Johannesen at
svara uppá, um kommunur,
sum vegna broyttar fortreyt
ir eru komnar upp um eina
álíkning og standa fyri
útbyggingum og íløgum á
eldraøkinum, kunnu vænta
sær somu sømdir, sum veitt
ar vóru kommunum í Suð
uroynni.
Fyrispurningurin ljóðar
soleiðis: Hava kommunur
møguleika at søkja um
rentufrítt lán úr landskass
anum til bygging av røktar
heimum ella sambýlum,
um hesar vegna broyttar
fortreytir eru komnar upp
um eina álíkning? Kunnu
kommunurnar rokna við, at
hendan íløgan liggur uttan
fyri íløgukarmin ? Og kann
løgmaður tryggja, at byrj
aða sambýlisverkætlanin í
Svínoy verður veruleiki ?
Formaðurin í Sjálvstýris
flokkinum vísir á, at tað var
samsvarandi politiska viljan
um hjá tásitandi samgongu,
at
landstýrismaðurin
í
almanna og heilsumálum í
2006 legði uppskot fyri løg
tingið um at veita rentufrítt
lán til kommunupartin av
byggingini av ætlaða ellis
og røktarheiminum í Vági.
Somuleiðis varð undantak
gjørt, so lán kann takast,
hóast nettoskuldin hjá eini
kommunu er ella verður
meira enn eina álíkning, tá
lánið verður tikið.
Tað er staðfest, at stórur
tørvur er á ansingar og
røktarheimsplássum í Norð
oyggjum. Svínoyar Komm
una, sum á nýggjárinum
leggur saman við Klaksvíkar
Kommunu, hevur fram
komnar ætlanir um bygging
av sambýli í bygdini, grund
øki er útgrivið, og verkætl
anin skjótt klár at bjóða út,
sigur Kári P. Højgaard.
Hann vísir til skriv 27.
januar 2006 til kommunur
nar í Suðuroy frá táverandi
landstýrismanni í fíggjar
málum, ið gjørdi greitt, at
landstýrið var sinnað at
bjóða kommununum í sunn
aru helvt av Suðuroynni ser
liga lagaliga fígging til
bygging av einum ellis og
røktarheimi í Vági. Treytir
nar vóru, at lánið var rentu
frítt og endurgoldið yvir 10
ár, eftir at heimið er bygt
liðugt. Íroknað byggikostn
aðinum var ein upphædd
svarandi til vanliga kostnað
in av byggilendi og byggi
búning.
Umframt
hetta
tilboðið gav landstýrismað
urin síðst í mai sama ár til
søgn um studningslán til
byggingina.
Tørvskanningar á eldra
økinum um hetta mundið
vístu, at nógv ansingarpláss
mangla; serliga í Norðoyggj
um. Svínoyar kommuna, ið
leggur saman við Klaksvíkar
Kommunu á nýggjárinum,
hevur ætlanir um at byggja
sambýli.
Grundøkið
er
útgrivið og væntast kann at
verkætlanin
skjótt
kann
bjóðast út; men samanlagda
kommunan hevur meira
enn eina álíkning í skuld,
sigur Kári P. Højgaard.
Hann vísir eisini á, at
Klaksvík er fiskivinnuhøv
uðstaður, og tí ávirka mink
andi inntøkurnar í fiskivinn
uni serstakliga hart í Norð
oyggjum
Somu flokkar sum ráða
fyri borgum í dag. Tí er
týdningarmikið at fáa stað
fest, um øll øki í landinum
fáa sama møguleika og
sostatt eru líka fyri lógini,
sigur formaðurin í Sjálvstýr
isflokkinum í viðmerking
unum til fyrispurningin til
løgmann.
Svínoy somu sømdir
sum Suðuroy
1500 børn til Heyst
fagnað
Millum 1000 og 1500 børn og vaksin úr øllum
landinum vitjaðu einstøku søvnini, Náttúrugripasavnið,
Jarðfeingi, Listasavnið og Sjósavnið í heystfrítíðini.
Samanlagt skrásettu søvnini yvir 4000 vitjandi í viku
42. Í ár varð Heystfagnaðurin víðkaður, soleiðis at
fleiri søvn luttóku enn undanfarin ár, bæði í
heystfrítíðini, viku 42, og í átakinum fyri skúlar í
vikunum 44 til 46.
Samstarv um fornminni
Sambandið millum veðurlagsbroytingar og árin teirra á fornminni
og mentanarumhvørvi í Norðurlondum er nú sett á dagsskrá.
Norðurlanda Ráðharraráðið hevur nú veitt fígging til eitt samstarv
millum fornminnafyrisitingarnar í Norðurlondum. Verkætlanin
skal fremja og økja samskifti um kunnleika og royndir millum
norðurlond. Í Føroyum eru mong sjónlig dømi um, at landslagið
er broytt sum frá er liðið, í fleiri førum sum úrslit av
veðurlagsbroytingum, eitt nú skriðulop. Nógv dømi eru kring um í
oyggjunum, har fornar bústaðaleivdir forfarast tí at lendið fram
við sjóvarmálan máar. Símun V. Arge, deildarleiðari á Føroya
Fornminnissavni, umboðar føroyska partin í verkætlanini.
Sambýlisverkætlanin í Svínoy er komin
í vanda, tí Klaksvíkar kommuna skyldar
meiri enn eina álíkning
Savnsmynd