Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-01, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. desember 2008síða 13

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 tíðindi Nr. 231 - 1. desember 2008 Vodafone boðaði í morgun frá, at nú verður eitt nýtt net tikið í nýstu, sum millum annað ger tað møguligt at síggja persónin, sum man samskiftir við gjøgnum far­ telefonina. Voda­ fone metir tað vera neyðugt við útbyggingini, mill­ um annað tí nýggja netið orkar betri at bera nógvu sam­ skiftisferðsluni SamSkifti Bergur Johannesen bergur@sosialurin.fo Í morgun kunngjørdi Voda­ fone, at fyrireikingarnar eru lidnar, og nú er gjørligt at nýta 3G tøkni á fartelefonum í Føroyum. Nýggja netið verður fyrst tendrað í Havn, og komandi vikurnar á Skálafjørðinum, Klaksvík og í Vágunum – í 2009 hava 80% av føroyingum atgongd til nýggja netið, sigur Bjarni A. Bjarnason, stjóri. At nýggja netið var kostn­ aðarmikið at fara undir at seta upp í Føroyum, leggur hann ikki lok á, men tað er sera neyðugt. ­ 3G­netið hevur átta ferð­ ir størri talirúm enn verandi net. Serliga í Havnini er ofta nógv trýst á netinum, og tí mugu vit útbyggja netið. Umframt at arbeiða skjót­ ari og hava betri pláss fyri samskiftinum, verður gjør­ ligt hjá viðskiftafólki at nýta internet á fartelefonini við ferð upp í 7,2 mbps, at samanlíkna er skjótasta breiðbandið til privata nýtslu 8 mbps í Føroyum. Hendan ferðin er upp til 40 ferð skjótari enn internetið hagartil hevur verið á far­ telefonini. Fyrsta støðin, sum er ein partur av 3G netinum, varð í morgun tendrað av Jóhan Dahl, landstýrismanni í vinnumálum. Eftir hann hevði trýst á knøttin, ringdi Bjarni A. Bjarnason til landstýrismannin, fyri at royna skipanina. Eftir eina miseydnaða roynd, riggaði at síggja hvønnannan gjøg­ num fartelefonina. Møguleikar fyri onnur Sokallaða 3G tøknin loyv­ ir umframt skjótum inter­ neti og video­samrøðu, eis­ ini sjónvarpi á fartele­ fonini. Hetta er nógv nýtt uttanlanda, men er enn ikki gjørligt í Føroyum. Allan Dalsgarð, leiðari á Miðladeildini hjá Kring­ varpinum, sigur, at tað er ein spennandi møguleiki, men enn er ikki vist hvat verður gjørt við hann. ­ Í verandi løtu loyvir tøknin hjá Kringvarpinum ikki hesum, men tað er ein náttúrligur partur av okkara menning at gera vart við okkum á alnótini, sigur Allan Dalsgarð. Vodafone býður eisini øðrum veitrum verða væl­ komnir at biðja um loyvi at nýta teirra net. Ikki allar fartelefonir hava møguleika at nýta 3G, men mett verður at umleið ein triðingur av fartelefon­ unum í Føroyum kunnu fáa gagn av hesum. Stórt stig Innan fartelefoni er hendan nýggja tøknin eitt stórt stig. Fyrst kom gamla NMT skipanin, og tað var kollveltandi tá GSM fyri nøkrum árum síðan varð tikið í nýtslu. Vodafone metir, at tað er eins kollveltandi at føroyingar nú hava møguleika at nýta 3G. ­ Í stuttum ber til at siga, at fartelefonin og internetið smelta saman í eina sera skjóta og mobila eind. Nú fáa vit brúkt fartelefonina til alt tað, sum internetið bjóðar, sigur Bjarni A. Bjarnason. Íslendskur fólka­ sangari til Føroya Um tveir mánaðir kemur kendi, íslendski troubadururin, Bubbi Morthens, til Føroya at hava konsert í Norður­ landahúsinum konSert Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Íslendska svarið upp á okkara egna Kára P, Bubbi Morthens, kemur nú til Føroya at halda konsert. Talan er um kenda troubadurin, Bubbi Morthensen, sum í mong verið sera vælumtóktur í Íslandi. Eisini hevur hansara tónleikur verið nógv spældur í Føroyum. Mest kenda lagið í Føroyum er ivaleyst »Tað er gott at elska«. Eisini hevur Kári P føroyska onkran av sangunum hjá Bubba Morthens. Til dømis lagið »Tala við gluggan«, sum kom út á fløguni Hinumegin Ringvegin í 1992. Síðan Bubbi gav út plátuna Ísbjarnablues í 1980, hevur hann givið út eitt ótal av fløgum og plátum. Minst ein ella tvær plátur ella fløgur eru givnar út á hvørjum ári síðani. Bæði sum solistur ella saman við bólkum. Millum bólkarnar, sum Bubbi Morthens hevur verið partur av, eru Bubbi & Rúnar, Bubbi & MX­21,Das Kapital, Ego og Utangarðsmenn. Seinasta útgávan hjá Bubba er ein DVD, sum hann hevur spælt inn saman við Reykjavíkar Stórbandi. Konsertin í Norðurlandahúsinum verður leygar­ kvøldið 31. Januar klokkan 19.30. Atgongumerki fáast á vanligu støðunum, upplýsir Norðurlandahúsið. Jákup fyri tey hoyribrekaðu Forkvinnan fyri Felagið Hoyribrekað seinastu fýra árini, Solveig Isfeldt, er farin úr nevndini, og í hennara stað er valdur Jákup Danielsen. Herfyri hevði Felagið fyri hoyribrekað í Føroyum aðalfund, har forkvinnan síðani 2004, Solveig Isfeldt, fór úr nevndini, meðan Jákup Danielsen, sum var í fyrstu nevndini hjá felagnum frá 1992, varð valdur aftur í nevndina. Eisini Marjun Hansen, sum var í fyrstu nevndini, kom aftur í nevndina hesaferð. Tann triði nevndarlimurin í Felagnum fyri hoyribrekað, Poul Øregaard, heldur fram í nevndini. Tað sama ger Leivur Guttesen, tiltakslimur. Nevndin hevur nú skipað seg við Jákupi Danielsen (myndin) sum formanni. Danir dálka í Skotlandi Orkufelagið DONG, sum danski staturin sigur, skal byggja eitt risastórt orkuverk í Skotlandi. Verkið skal brenna kol, og tað hevur vakt ans. Umhvørvisfelagsskapir halda tað vera pínligt, at eitt felag hjá danska statinum skal byggja eitt so dálkandi orkuverk, samstundis sum danska stjórnin verður vertur fyri altjóða veðurlagsráðstevnuni um eitt ár. Eitt nú spyr Greenpeace, hvussu Danmark skal mæla kines­ arum frá at brúka kol til orku, tá tað almenna Danmark samstundis byggir kolorkuverk. Connie Hedegaard, ráðharri í veðurlagsmálum, sigur við Berlingaran, at alternativið er, at skotar byggja eitt verk, sum dálvar uppaftur verri enn tað hjá DONG. Nýggj telefon snildi Eins og Kári P í Føroyum er Bubbi Morthens í Íslandi kendur fyri sínar sam­ felagskritisku sangir Mynd: eimreidin.is – google Bjarni A. Bjarnason, stjóri í Vodafone, ringdi fyrstu video sam­ røðuna, sum Jóhan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum tók ímóti Mynd: Bergur Johannesen Jóhan Dahl trýsti á knøttin, ið tendrar fyrsta sendaran til 3G netið. Hann legði dent á samskrifti sum vinnu í røðu sínari Mynd: Bergur Johannesen