Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-01, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. desember 2008síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 tíðindi Nr. 231 - 1. desember 2008 Bjarni Djurholm hevði stórar ætlanir við Nólsoy sum grønari oyggj, með­ an hann sat sum landsstýrismaður í vinnumálum. Nú spyr hann Johan Dahl, um arbeitt verður víðari við málinum FYRISPURNINGUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Undir Bjarna Djurholm sum vinnumálaráðharra var ætlanin, at Nólsoy skuldi gerast sokallað grøn oyggj. Hetta var liður í verkætlan, sum skuldi veita orku til øll húsarhald í oynni frá var­ andi orkukeldum, eitt nú vindorku. Nú fregnast so Bjarni Djurholm um, hvørt lands­ stýrið og nýggi vinnumála­ ráðharrin, John Dahl, arbeðir víðari við málinum. Spurningarnir eru tríggir í tali og eru teir soljóðandi: 1. Hvørjar møguleikar sær landsstýrismaðurin við Nólsoyarverkætlanini? 2. Ætlar landsstýrismað­ urin at arbeiða víðari við ætlanini og hvørji stig verða so tikin? 3. Fer landsstýrismaðurin at mæla til, at peningur verður settur av til verk­ ætlanina, so hon gerst veruleiki? Í viðmerkingunum sigur Bjarni Djurholm millum annað soleiðis: »Meðan undirritaði var landsstýrismaður var arbeitt miðvíst við at gera Nóls­ oynna til eina ”grøna” orkuoyggj«. Í tí sambandi arbeiddi Jarðfeingi saman við StatoilHydro, Enercon, SEV og Tórshavnar Kommunu um at kanna teknisku og fíggjarligu møguleikarnar at nýta vind sum orkukeldu til bæði el, hita og vetni (hydrogen) í Nólsoy. Omanfyri umrødda Sam­ tak gjørdi eina forkanning, sum var liðug tíðliga í ár. Ætlanin var at byggja eina skipan, har vindorkan varð javnað við vetnistøkni, so brúkarin fekk støðuga orku­ veiting, eisini tá vindstilli var. Vindmyllur Vetnistøknin er enn ikki handilsliga burðardygg, og kundi Nólsoyarætlanin tí ikki fíggjast við inntøkunum frá orkusøluni eina. Fyri at fáa verkætlanina gjøgnumførda var tí neyð­ ugt, at Samtakið stuðlaði fíggjarliga. Um verkætlanin eydnaðist, kundi sama skipan nýtast í størri máti­ stokki, bæði í Føroyum og uttanlands, tí elnetið verður ikki órógvað av óstøðugu vindorkuni.. Nólsoyarverk­ ætlanin kundi tí koma at standa sum ein fyrimynd í sambandi við burðardygga orkuframleiðslu. Ætlanin var at seta vind­ myllur við tilsamans 1,8 MW mátti upp á Stongini og framleiða el beinleiðis til brúkaran, til vetnisfram­ leiðslu og til eina hita­ goymslu. Orkan, ið skuldi goymast sum vetni, skuldi nýtast, tá ov lítið var til av vindorku til at nøkta orkutørvin. Vetni kann, um ynskiligt, eisini nýtast sum brennievni til flutningsfør og arbeiðstól.Í tí sambandi varð avrátt, at nýggja Nólsoyarferjan skuldi kunna leggja um frá diesel til vetni, tá vetnisskipanin var burðardygg.Íløgan til samlaðu skipanina í Nólsoy var mett til uml. 60 mió kr. Inntøkan frá orkusøluni var roknað við útgangsstøði í táverandi prísi á el og olju og var mett til 2,2 mio kr um árið, tá ið sæð verður burtur frá oljuavgjaldi og MVG. Minka um dálking Hendan inntøkan einsamøll kundi bert bera eina íløgu, ið var 25­30 mio kr. Um landið gav mvg­frítøku, hækkaði inntøkan frá orkusøluni úr 2,2 til 3,1 mio kr, og harvið hækkaði møguliga íløgan úr 30 til 40 mio kr. Sostatt restaði nakað í, men um hinir partarnir í verkætlanini gjørdu sítt til at minka um kostnaðin, varð væntað, at javnvág kundi fáast millum neyðugu íløguna og inntøkuna. Nóls­ oyarætlanin er í samsvar við orkupolitikk landsins, har miðað verður móti at minka um oljunýtsluna og økja um orkuframleiðsluna frá varandi orkukeldum. Sum dømi kann nevnast, at skipanin við vetnis­ og hitagoymslu í Nólsoy vil minka um innflutningin av olju við 300,000 l árliga og harvið minka um CO2 dálkingina við 800 tonsum um árið. Verður grøna oyggin veruleiki? Bjarni Djurholm fregnast eftir, hvussu verður við Nólsoyarætlanini 50 barnasangir við Hermanni og Svenn Í dag kemur út fløgan við barnasongum við Hermanni og Svenn. Á fløguni eru 50 stuttligir barnasangir við ymisk­ um innihaldi. Umframt teir báðar eru barnaraddir at hoyra, eitt nú Ingun Simonsen. Tað er Tórður Johannesar­ son, ið hevur tillagað og savnað tilfarið. Sára Finsdóttir hevur gjørt húsan og Kringvarp Føroya gevur út. Snorkarar missa arbeiðið Nýggjar kanningar vísa, at fólk, sum snorka illa ella hava tað, sum á fakmálinum eitur svøvnapnø, eru í størri vanda fyri at missa arbeiðið enn onnur fólk.Tað skrivar danska blaðið metroXpress, sum vísir til eina kanning í Noregi. Børge Sivertsen, granskari á lærda háskúlan­ um í Bergen, sigur við blaðið, at fólk, sum snorka illa, sova ikki so væl og ikki so nógv sum onnur, og tí hava tey ikki somu orku at arbeiða sum hini. Tey hava ilt við at hugsa seg um og kenna seg troytt og vilja sova, sigur hann. Danskar kanningar vísa, at fólk við svøvnapnø eru oftari langtíðarsjúkrameldað enn hini.