mánadagur 1. desember 2008síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 231 - 1. desember 2008
15
ummæli
Andrea
Heindriksdóttir
Sunnudagin 23
november kom
endiliga
dagurin, har eg
fekk møgu
leika at síggja sangleikin HAIR.
Fór sera spent niðan í Norður
landahúsið, hettar húsið sum
hevur verið við til at geva okkum
føroyingum so nógvar góðar
upplivingar gjøgnum tey seinastu
25 árini.
Salurin var fullsettur og stemn
ingurin var góður. Tá leiktjaldið
fór frá, var tað fyrsta ein sá, teir
spennandi litríku búnarnir sum
hoyrdu hesi tíðini til, hettar var
gjøgnumgangandi, eitt sera flott
avrik av Beintu Vilhelmsen.
Tað var bert tann eina pallupp
setingin, so møguleikin fyri fjøl
broytni var avmarkaður. Hóast
hettar gjørdi frálíka ljóssetingin
at pallurin broyttist í ávísan mun
og tú hevði kensluna av at pall
urin broyttist eitt sindur, alt eftir
søgugongdini. Eitt sera gott
hugskot var at lýsa myndir á
hvítu klæðini hjá leikarunum og
harafturat varð ein mynd eisini
teknað meðan leikurin fór fram.
Vit vóru leidd gjøgnum søguna
um nakrar hippiarar í New York,
og lat meg bara siga beinanvegin
at sjálv søgan er sera tunn.
Dánjal Hoydal hevur gjørt eitt
megnar arbeiði í týðingini, men
tað skerst ikki burtur at sjálv
søgugongdin kundi verið meiri
umfatandi. Tí er kanska ilt at
skilja, hví júst hesin leikurin varð
valdur at framføra. Tó skal sigast
at leikstjórin hevur við uppset
ingini av leikinum fingið nógv
burturúr hesi søguni, so Elin á
Rógvi eigur rós uppiborið fyri
tað.
Framførslurnar hjá leikarunum
vóru góðar, og tú hevði eina
kenslu av at leikararnir hvíldu í
ymsu leiklutunum og hettar
gjørdi leikin sannførandi. Serliga
havi eg hug at nevna Búa Rouch
sum í leiklutinum sum Úlvur var
framúrskarandi.
Dansararnir vóru við sínum
frálíka avrikið við til at tvinna
ymsu pallmyndirnar saman og
við til at lýsa huglagið í leiki
num. Hettar gjørdu tær fyri
myndarliga.
Tónleikurin í leikinum var
spennandi, ikki so nógv kend
løg, men harafturímóti nógv góð
løg. Stuttligt er at síggja eina so
stóra rúgvu av ungum sera
dugnaligum tónleikarum. Líka
fra rútmubólkinum til blásarar og
strúkarar. Tónleikararnir vóru
uttan iva við til at hækka støðið i
leikinum og gjørdu at ein sat eftir
við einari góðari kenslu. Ljóðið
hendan dagin var væl frágingið.
Blásararnir og strúkararnir, sum
ofta í slíkari uppseting ikki koma
ordiliga fram, vóru heilt týðulig í
ljóðmyndini. Hettar gjørdi at
ymiskleikin í ljóðinum kom fram
og gjørdi ljóðmyndina spennandi
og avbjóðandi fyri áhoyrararnar.
Rútmubólkurin legði eitt trygt
grundarlag undir framførsluni og
har var eg serliga hugtikin av
bassistinum Ísaki Petersen, sum
spældi sannførandi gjøgnum alla
framførsluna.
Rútmiska kórið í Hoydølum
sum hevur verið virkið í eitt
mannaminni, var sjálvandi eisini
við og komu tey væl frá upp
gávuni. Kórið hevði ein góðan
klang og sangararnir vístu í størri
mun enn í sangleikum áður, at
tey kundu syngja reint, hóast
frástøðan teirra millum á palli
num ofta var stór.
Stuttligt var at síggja ymsu
sangararnar framføra og serliga
komu mannligu sangararnir væl
frá uppgávuni. Kvinnuligu
røddirnar stóðu seg ikki eins væl,
ein hevði kensluna av, at tær til
tíðir ikki megnaðu trupla javn
vágina millum sang og róp,
serliga á høgu tónunum. Tó so,
helt at Susan Nattestad sang sera
væl og dugdi væl at brúka
røddina, flott avrik. Sangurin var
annars javnt góður og tað boðar
frá góðari innlæring. Í mun til
leikir sum hava verið áður, vóru
sangararnir tí javnari í støðið
heldur enn at nakrir fáir eru
góðir.
Tó má eg nevna ein, og tað er
Bjarki Hansen, sum við síni
frálíku rødd bar fram leiklut sín,
sera sannførandi. Vónandi koma
vit at hoyra meiri frá honum !
Ofta eru tekniskir trupuleikar
tá slíkar stórar framførslur sum
hendan eru at síggja og hoyra.
Men hendan dagin var einki tílíkt
at hóma, øll “headsettini” virk
aðu væl og tú hoyrdi allatíðina
ymsu leikararnar/sangararnar
væl.
Samanumtikið er sjálv upp
setingin av leikinum góð og eg
havi stóra virðing fyri tykkum
øllum, sum hava verið við til at
sett hendan leikin upp. Tað er
flott klára at hava fingið alt hetta
burtur úr sera einfaldu søguni.
At hava so nógv gávurík ung
fólk í hesum landinum er
fantastiskt. Takk fyri øll somul !
»Samanumtikið er sjálv uppsetingin av leikinum góð, og eg havi stóra
virðing fyri tykkum øllum, sum hava verið við til at sett hendan leikin upp.
Tað er flott klárað at hava fingið alt hetta burtur úr sera einfaldu søguni«.
Soleiðis skrivar ummælari okkara í dag um sangleikin HAIR
Sangleikurin HAIR