Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-09-08, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. september 2001síða 2

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 173 - 8. september 2001 Nr. 173 - 8. september 2001 3 Stóru sperrurnar til nýggja kryvjivirkið í Klaksvík verða í hesum døgum settar upp. Kryvjivirkið skal verða innilokað í hesum árinum BYGGING Eyðun Klakstein Byggingin av nýggja kryvjivirkinum til alivinn- una, sum verður gjørt av vestara havnaøki í Klaks- vík, gongur sum ætla. Tað eru alifyritøkurnar Eystlaks og Faroe Salmon, sum standa aftanfyri nýggja felagið, Kryvjing, og tað verða eisini hesar fyritøkurnar, sum koma at brúka kryvjivirkið. Í løtuni verða stóru sperr- urnar til virkið settar upp, og ætlanin er, at virkið skal verða innilokað í ár. Kom- andi vár er ætlanin at fara undir virksemið á virkin- um. Í minna lagi Kryvjivirkið fer við sein- asta plássinum á vestara havnaøki, har tað er vorðið sera trongligt. Ætlanin var, at kryvjivirkið skuldi verða nakað størri, men tað bar ikki til, tí plássið er av- markað á økinum. Virkið skal taka ímóti 15000 tonsum av laski um árið, og tað sleppur tað helst at gera longu komandi ár. Tí er virkið í minna lagi, men Eystlaks og Faroe Sal- mon ætla at klára seg við hesum virki fyribils. Tá virkið verður klárt fer virksemið á vestara havna- økið at økjast, og í løtuni er einki pláss eftir at byggja á nærindis. Seta nógvar pengar av Klaksvíkar kommuna hev- ur viðgjørt spurningin um havnaøki, og líkt er til, at meira verður gjørt við góðshavnina í Ánunum komandi ár. Enn er fíggjarætlanin hjá Klaksvíkar kommunu ikki almenn, men líkt er til, at einar fimm milliónir verða settar av til útfylling í Ánunum komandi ár. Hetta er ein trivaligur partur av samlaðu íløgun- um hjá Klaksvíkar komm- unu, og kjak hevur verið í meirilutanum um, hvørt hetta er ein røtt íløga at gera. Nú skal uppskotið um fíggjarætlan ummælast í teimum ymsu nevndunum í býráðnum, og verður eingin stór broyting gjørd eftir ta viðgerðina, verður meira gjørt við góðshavnina í Ánunum komandi ár. Tosað hevur eisini verið um at útbyggja vestara havnaøkið, men her eru ongar ítøkiligar ætlanir í løtuni. Stór bilstevna verð- ur í Klaksvíkar Ítr- óttarhøll miðskeið- is í november mán- aði BILAR Tíðindaskriv Leygardagin 17. og sunnudagin 18. novem- ber skipar Klaksvíkar Ítróttarfelag fyri stórari bilstevnu í Klaksvíkar Ítróttarhøll. Tað er blivin ein aftur- vendandi táttur, at KÍ- høllin hvørt ár er karmur um stórar bilstevnur, og norðoyingar eru sum heild takksamir fyri, at bilsølurnar geva sær tíð til at pleyga kundarnir í útjarðarøkinum. Tað er jú altíð ein fyri- munir at sleppa undan at fara til Havnar at hyggja eftir nýggjum bilum. Av tí sama, verða stevn- urnar í Klaksvík altíð sera væl vitjaðar, og nógvir bilar verða seldir hvørt ár á sjálvari stevn- uni. Enn hevur tað ongan- tíð verið nakar trupul- eiki at fylla høllina við nýggjum bilum, og fyri- reikarnir vænta heldur ikki, tað verður nakar trupuleiki hesaferð. Fyrireikarnir siga í tíðindaskrivi, at stevnan verður leygardagin 17. og sunnudagin 18. nov- ember, og at hon er opin báðar dagarnir frá kl. 16.00 til 22.00. Tær bil- sølur sum hava áhuga at verða við, kunnu venda sær til fyrireikarnir á tlf 456398 ella e-mail: nhj@post.olivant.fo. Byggingin gongur væl Tøkk Hjartaliga takki eg øllum tykkum, ið gjørdu mær 80 ára føðingardagin 11. august 2001 til ein minn- isríkan dag. Takk fyri vitjanir, gávur, blómur, telegramm og uppringingar. Heilsan Borghild Müller Bilstevna í Klaksvík Nýggja kryvjivirkið til alivinnuna í Norðoyggjum skal undir sína framleiðslu komandi vár. Virkið skal taka ímóti 1500 tonsum av laksi um árið C M Y K 3 2