leygardagur 8. september 2001síða 3
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 173 - 8. september 2001
Nr. 173 - 8. september 2001
5
12. september fer
landsstýrismaðurin í
sjálvstýrismálum at
samráðast við danska
løgmálaráðharran,
Frank Jensen, um
yvirtøku av løgregl-
uni og rættarskipan-
ini
YVIRTØKUR
Stefan í Skorini
Mikudagin verður fundur
millum Høgna Hoydal og
Frank Jensen um støðuna í
sjálvstýrismálinum.
Tað var í mai mánaði, at
Høgni Hoydal bað um fund
við danska løgmálaráðharr-
an. Endamálið var at leggja
til rættis mannagongdina
og framtíðar samstarvið, tá
familjurættarliga lóggávan,
løgreglan og rættarskipanin
koma undir føroyskt ræði,
soleiðis sum landsstýrið
hevur samtykt. Hetta sigur
Høgni Hoydal í tíðinda-
skrivi.
Tá svaraði danska stjórn-
in, at hesi mál ikki kundu
gerast føroysk uttan so, at
heimastýrislógin
verður
broytt, og tí ynskti stjórnin
ongan fund um málið.
Høgni Hoydal boðaði
síðani frá, at hann ikki var
samdur við dønum í hesum
máli, og at hann fór at halda
seg til løgtingssamtyktina.
Tí hava fyrireikingarnar um
yvirtøkur hildið fram, og
nú hevur danska stjórnin
játtað at taka upp samráð-
ingar.
Fundurin teirra millum
verður 12. september í
Keypmannahavn.
Høgni Hoydal fer at
samráðast um yvirtøkur
Jørgen Niclasen hevur
á fundi í Grønlandi
tryggjað teimum
føroysku rækjuskip-
unum nakrar eyka
fiskidagar á Flemish
Cap, um allir dag-
arnir har verða
brúktir
FISKIDAGAR
Stefan í Skorini
Um tey føroysku rækju-
skipini nýta allar sínar
fiskidagar á Flemish Cap,
so er møguleiki fyri at fáa
nakrar fiskidagar afturat frá
grønlendingum.
Hetta samráðingarúrslitið
kom
landsstýrismaðurin
við fiskivinnumálum fram
til, tá hann í døgunum 28.-
30 august var á almennari
vitjan í Grønlandi. Jørgen
Niclasen samráddist við
Simon Olsen, sum er grøn-
lendskur landsstýrislimur.
Landsstýrismaðurin
heitti á grønlendingar um at
lata burturav sínum fiski-
døgum á Flemish Cap í
hesum fiskiárinum. Aftur-
fyri vilja Føroyar lata grøn-
lendskum skipum veiði-
møguleikar, sum ikki verða
nýttir av føroyskum skip-
um. Henda skipanin fer tó
ikki at broyta innanhýsis
býti av fiskidøgum millum
londini framyvir.
Mangla fiskidagar
Sum er hava føroysk skip
1440 fiskidagar á Flemish
Cap. Av hesum eru longu
1150 dagar brúktir. Tað
bendir tí á, at føroysku
rækjuskipunum fer at vanta
fiskidagar móti endanum
av árinum.
Grønland
hevur
460
fiskidagar á Flemish Cap,
men hesir verða neyvan
gagnnýttir, og tí hevur
Grønland gingið við til at
lata føroyingum nakrar
dagar.
Jørgen Niclasen hevur
fingið tilsøgn um hesar
fiskidagarnar frá grønlend-
ingum, og um føroysku
skipini brúka allar sínar
dagar, so fer landsstýris-
maðurin at søkja um fiski-
dagarnar.
Jørgen dylur ikki fyri, at
hann er sera fegin um hesa
avtaluna, og hon vísir tað
góða samstarvið, sum er
millum Føroyar, Grønland
og Ísland.
Væleydnað samstarv
Í fjør gjørdu londini bæði
avtalu um, at føroysk og
grønlendsk reiðarí kunnu
samstarva innan rækju-
veiðu. Talan er um leigu-
sáttmála, har grønlendsk
reiðarí leiga føroysk skip
við manning. Avtalan er tí-
skil ikki at meta sum kvot-
ur, tí grønlendsku reiðaríini
skulu eisini hava sína
úrtøku.
Soleiðis hava seks før-
oysk
rækjuskip
fingið
møguleika at royna eftir
rækjum í Vesturgrønlandi,
har góðskan á rækjunum er
væl betri enn á Flemish
Cap.
– Henda avtalan fellur á
eitt turt stað, tí rækjuprís-
urin er í botni. Hetta er
tískil ein kærkomin møgu-
leiki hjá føroysku rækju-
skipunum at víðka um
veiðumøguleikarnar, sigur
Jørgen Niclasen.
Støðan er tann, at Føroy-
ar hava ein ov stóran veiði-
kapasitet, meðan Grønland
hevur ov fá skip. Hann sig-
ur, at avtalan er gjørd við tí
fyri eyga, at føroyingar
kunnu nýta sítt skipatil-
feingi til fulnar, meðan
grønlendingar samstundis
kunnu fáa nakað burturúr
óbrúktum rættindum.
Onnur mál vórðu eisini
umrødd á fundinum, og teir
blivu samdir um, at fylgi-
sveinaeftirlit verður sett í
verk, og avtala verður gjørd
um hetta seinni.
Rækjuskip fáa eyka fiskidagar á Flemish Cap
Jørgen Niclasen hevur gjørt
avtalu við grønlendska
landsstýrið um, at føroysk
rækjuskip kunnu fáa
fiskidagar frá teimum á
Flemish Cap
Føroyar og Grønland
eru samd um, at tey
skulu hava samráð-
ingarleiðsluna í al-
tjóða hvalaveiðu-
nevndini, IWC. Dan-
mark tekur sær í løt-
uni av samráðingun-
um í IWC, og tað eru
Føroyar og Grønland
ónøgd við
HVALAVEIÐA
Stefan í Skorini
Føroyar eru bara við sum
eygleiðarar í altjóða hvala-
veiðunevndini. Danmark
hevur samráðingarleiðsl-
una. Ein danskur embætis-
maður tekur sær av før-
oyskum og grønlendskum
áhugamálum í nevndini.
Á fundi í Grønlandi mill-
um Jørgen Niclasen og
Simon Olsen, landsstýris-
lim, vóru londini samd um,
at henda skipanin ikki er
nøktandi fyri londini bæði.
Tí fara tey at arbeiða fyri at
fáa størri ávirkan á samráð-
ingarnar.
Víst verður á felagsskap-
irnar NAFO og NEAFC,
har Grønland og Føroyar
hava samráðingarleiðsluna
uttan innblanding frá Dan-
mark.
Orsøkin til at Danmark
yvirhøvur kom við í IWC
var, at Føroyar og Danmark
veiða hval. Tí eigur dansk-
ur
umhvørvispolitikkur
ikki at koma til sjóndar í
hesi nevndini, men áhuga-
málini hjá Føroyum og
Grønlandi skulu verjast,
var niðurstøðan um hetta
málið.
Danska stjórnin hevur
higartil tikið undir við frið-
ing og hvalaveiðubanni,
ístaðinfyri at birta uppundir
burðardygga veiðu, sum
Føroyar og Grønland hava
ætlanir um at fara undir.
Jørgen Niclasen, lands-
stýrismaður við fiskivinnu-
málum, sigur, at landsstýrið
fer at taka eina avgerð við-
víkjandi hvalaveiðu, tá
hvalateljingarnar og vís-
indaligu kanningarnar av
stovninum eru lidnar.
Føroyar skal hava
samráðingarleiðsluna
Arbeiðið upp á
Gásadalstunnilin er
nú farið rættiliga í
gongd, og arbeitt
verður nú út í eitt, til
komið er ígjøgnum
TUNNILSGERÐ
Edvard Joensen
Farið er nú veruliga í gongd
við arbeiðinum upp á Gása-
dalstunnilin, og væntandi
verður komið ígjøgnum
komandi ár. Skotið er upp
at seta teir pengar, sum
skulu til, á komandi fíggj-
arlóg.
Arbeiðið hevur ligið stilt
vegna summarfrí frá tí,
fyrsta skotið varð latið av í
summar, men er nú tikið
uppaftur.
Tað verður arbeitt í einari
vakt, sigur Erik Joensen á
Landsverkfrøðingsskrivsto
vuni. Einir 10 mans arbeiða
í løtuni í tunnlinum. Men
tað kann henda seg, væntar
hann, at onkur kemur
afturat.
Í ár eru settar sjey milli-
ónir krónur av til boringina,
og tað vænta tey hjá
Landsverkfrøðinginum fer
at røkka árið út. Einar 200-
300 metrar væntar Erik
Joensen, at teir fara at klára
at bora í ár. Samlaða
longdin er 1.400 metrar.
Tað eru einir 300 metrar
styttri enn upprunaliga
ætlanin segði. Tað kemst av,
at í mun til upprunaligu
ætlanina er tunnilin nú
fluttur longri niðan í dalin,
har roknað varð við, at til-
farið í fjallinum er betri.
– Og tað er júst tað, sum
royndarboringarnar hava
víst, sigur Erik Joensen.
Teir hava borað niður í
fjallið við báðar endarnar,
og tað sær út til at vera
rættiliga gott tilfar, sum
skuldi verið lætt at arbeitt
við.
Somu játtan
– Fáa vit somu játtan á
komandi fíggjarlóg sum í
ár, koma vit ígjøgnum
næsta ár, sigur Erik Joen-
sen.
Og tað er okkurt, sum
bendir á, at soleiðis verður,
sigur Bjarni Djurholm,
landsstýrismaður við sam-
ferðlumálum.
Hann sigur, at metingin
er, at einar átta milliónir
skulu til afturat teimum,
sum játtaðar eru í ár, fyri at
skjóta ígjøgnum. Og tær
standa í uppskotinum til
komandi fíggjarlóg.
Hesir pengarnir, talan er
um, eru bara til at skjóta
ígjøgnum fyri, sigur Bjarni
Djurholm. Tá komið er
ígjøgnum, er eftir at gera
vegirnar báðu megin við
tunnilin lidnan, eins og
portalar skulu stoypast, og
tunnilin
skal
tryggjast
innan.
Men hóast tað er Lands-
verkfrøðingurin sum stend-
ur fyri boringini, veðrur tað
ikki hann, sum skal gera
arbeiðið liðugt, sigur lands-
stýrismaðurin. Tað arbeiðið
er ætlanin at bjóða út, sigur
hann.
Væntandi fer samlaði
kostnaðurin
fyri
Gása-
dalstunnilin at liggja um
einar 30-40 milliónir krón-
ur.
Vegurin oman til Gása-
dals verður umleið hálvan-
annan kilometur, sigur Erik
Joensen á Landsverkfrøð-
ingsskrivstovuni.
Um sjálvan tunnilin sigur
hann, at hann fer at líkjast
Kunoyartunnlinum.
Ein
eittsporaður vegur verður at
koyra eftir, og ikki er
ætlanin at hava ljós inni.
Grótið
Grótið úr tunnlinum veðrur
í fyrsta umfarið tikið út og
goymt Bíggjarmegin, sigur
Erik Joensen. Síðan skal
tað brúkast til vegagerðina
oman
til
Gásadals.
Í
Gásadali er einki grótbrot
at fara í, og ikki verður mett
skilagott at fara at gera eitt
nýtt, um tað slepst undan.
Tó samsvarar hendan
ætlanin ikki heilt við tað,
Bjarni Djurholm, lands-
stýrismaður, fyrr hevur
nevnt um, at hetta grótið
kundi verið brúkt í sam-
band við útbygging av
flogvøllinum.
Men Bjarni Djurholm
sigur í dag, at umstøðurnar
tykjast eitt sindur øðrvísi
nú, enn tá hann úttalaði seg
um hetta málið seinast.
Nýggjar metingar vísa, at
grótið úr Gásadalstunnl-
inum verður helst ov lítið til
leingjan av flogvøllinum,
so tað skal kortini flytast
grót aðrastaðni frá. Tá so
er, er eingin grund til fyrst
at flyta grótið úr Áardali á
flogvøllin, fyri síðan at fara
aðrastaðni eftir meira. Og
so oman á alt at flyta grót
aftur til Gásadalsvegin. So
har verður helst, sum teir
hjá Landsverkfrøðinginum
meta, at tunnilsgrótið fer
undir vegin.
Hinvegin hevur so verið
nevnt, sigur Bjarni Djur-
holm, at grót úr undir-
sjóvartunnlinum
kann
brúkast til flogvøllin.
Men har siga meting-
arnar nú, at tað verður helst
ov dýrt í flutningi og sliti av
vegum og so framvegis til,
at tað fer at loysa seg.
– So tað verður helst til
tað, sigur landsstýrismað-
urin, at eitt nýtt grótbrot
verður gjørt nærindis flog-
vøllinum, sum grótið til
útbyggingina
so
kann
takast úr.
Við fullari ferð til Gásadals
Landsfundur Javnaðarfloksins
í Vestmanna 14. og 15. september
Føroya
Banki
lækkar
rentuna
Sum avleiðing av, at
Danski Tjóðbankin
hevur lækkað diskon-
toina við 0,25 pst., so
lækkar Føroya Banki
sínu rentustig. Rentu-
lækkingarnar koma í
10. september.
Runtustigini á út-
láni verða í høvuðs-
heitum lækkað 0,25
pst., tó soleiðis, at
rentan á húsaláni við
2. veðrætti lækkar
við 0,50 pst. Rentan
fyri 1. veðrættarlán í
Føroya Banka verður
eftir hetta 5,75 pst.
Ì sambandi við
rentubroytingina hev-
ur bankin innført ein
nýggjan prísbygnað á
billáni. Bankin sigur,
at við einum útgjaldi
á í minsta lagi 40 pst.
kann rentuupphædd-
in av einum nýggjum
bili fíggjast við eini
rentu á 6,50 pst. í
Føroya Banka. Er
útgjaldið 25 pst. er
rentan 7,5 pst.
Ein onnur avleið-
ing er eisini, at rentu-
munurin, sum hevur
veirð millum 3 og 12
mánaðar uppsøgn av
innlánum,
er
nú
burtur. Sum avleið-
ing av hesum verður
longsta uppsagnar-
tíðin á innláni í Før-
oya Banka í fram-
tíðini 3 mánaðir.
Rentan á flestu
innlánssløgum verð-
ur lækkað við 0,50
pst. Tó lækkar rentan
á innláni uttan upp-
søgn við 0,15 pst.
Fyri innlán við 3
mánaða
uppsøgn
verður tað ikki nøkur
rentu lækking, um
saldoin
er
undir
300.000 kr. Rentan á
innláni yvir 300.000
kr. verður lækkað við
0,25 pst.
-hr
C
M
Y
K
5
4