leygardagur 8. september 2001síða 4
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 173 - 8. september 2001
Nr. 173 - 8. september 2001
7
– Tað gongur støðugt
framá við ætlanini at
byggja nýggja suður-
oyarferju ístaðin fyri
Smyril. Ætlanin er at
skrivau ndir sátt-
málan um ársskiftið
so at kjølurin kann
verða strektur fyrst í
komandi ári
SUÐUROYARSIGLINGIN
Áki Bertholdsen
Tað gongur støðugt framá
við ætlanini at byggja
nýggja suðuroyarferju í-
staðin fyri Smyril.
Hóskvøldið var almennur
fundur í Suðuroy, har
landsstýrismaðurin í vinnu-
málum, Bjarni Djurholm,
umboð fyri Strandferðsluna
og umboð fyri danska
felagið, Knud E. Hansen,
sum
hevur
projekterað
skipið, greiddi fólki frá,
hvussu nýggja skipið fer at
síggja út og, hvussu tað
gongur við ætlanini.
Tað var stórur áhugi fyri
fundinum og tey umleið
130 fundarfólkini fingu
eisini at vita, at nú var
gongd av álva komin á
málið.
Og tey hoyrdu eisini
bæði landsstýrismannin í
vinnumálum og stjóran á
Strandferðsluni lovað suð-
uroyingum, at teir skulu
ikki leggjast á málið, men
gera, hvat teir kundur fyri
at fáa tað avgreitt so skjótt,
sum yvirhøvur gjørligt.
Málið er nú komið hartil,
at Strandferðslan hevur
sent einum 20 skipasmiðj-
um kring allan heimin tilfar
um nýggja skipiðvið fyri-
spurningi um, antin tey eru
áhugað at vera við í kapp-
ingini um at byggja tað.
Tá ið tær hava svarað aft-
ur, verður meiri útgreinað
tilfar sent teimum, har tær
eisini skulu meta um, hvatr
skipið fer at kosta at
byggja.
– Síðani verða nakrar
skipasmiðjur tiknar burtur-
úr, sum meiri nágreiniligar
samráðingar verða við og
soleiðis verður hildið á, til
bara ein skipasmiðja er
eftir, sum endaligur byggi-
sáttmáli so verður skrivaður
við.
Á fundinum varð upp-
lýst, at ætlanin var at
undirskriva
endaligan
byggisáttmála um ársskift-
ið, so at skipasmiðjan
kundi strekkja kjølin í
fyrsta ársfjórðingi næsta ár.
Tað hildu hvørki lands-
stýrismaðurin ella strand-
ferðslustjórin skuldi verið
nakað til hindurs fyri.
Byggitíðin verður mett at
taka gott tvey ár so ætlanin
er, at skipið skal verða klárt
at seta í suðuroyarsigling-
ina á sumri í 2004.
Fyri landsstýrið
týsdagin
Løgtingið hevur áður sam-
tykt at byggja eitt nýtt skip
fyri 240 milliónir.
Men nú skipið eftir øllum
at døma fer at kosta 300
milliónir, verður neyðugt at
fáa tingið at góðkenna tað.
Bjarni Djurholm, lands-
stýrismaður, fer tí at leggja
eina verklagslóg fyri tingið
um at fáa heimild til at
skriva undir byggisáttmála
sambært tí endurskoðaðu
ætlanini um nýtt suður-
oyarskip.
Hann sigur, at uppskotið
til verklagslóg er liðugt og
tað verður lagt fyri lands-
stýrið til viðgerðar á fundi
týsdagin. Síðani verður tað
lagt fyri tingið.
Ongin væntar tó, at
trupulleikar vera av at fáa
lógina samtyktar, tí yvir-
høvur hava teir ymsu flokk-
arnir tikið ímóti ætlanini
við vælvild, hóast talan er
um størstu, einstøku, al-
mennu byggiætlan í Føroya
Søgu nakrantíð.
–Hetta er ein stór ætlan,
men eg vóni, at hon fer at
tryggja framburð og trivnað
í Suðuroynni og at skipið
fer at sjóða oynna tættarari
saman við landinum ann-
ars, enn hon hevur verið,
segði Bjarni Djurholm.
Annars kunnu vit stutt
endurtaka, at nýggja suður-
oyarferjan er 135 metrar
long, hon tekur 200 bilar og
hon siglur 21 míl.
Vit koma at hava meiri
frá fundinum í onkrum
komandi blaði
Tað er nú greitt, at
Landsstýrið fær held-
ur ikki undirtøku frá
fyri langtíðar útbygg-
ingarætlanini, sum
ætlanini. Nú kann
Karsten Hansen spara
sær ómakin, sigur
Hans Pauli Strøm úr
javnaðarflokkinum
ÚTBYGGINGARÆTLANIR
Áki Bertholdsen
– Karsten Hansen hevur
spilt møguleikan fyri at fáa
breiða undirtøku í Løgting-
inum fyri langtíðarútbygg-
ingarætlanini hjá sær.
Hans Pauli Strøm, ting-
maður fyri javnaðarflokkin,
sigur, at hann er so
forsyndaður inn á Karsten
Hansen, at nú kann fígjar-
málaráðharrin akkurát tað
sama kann spara spara sær
at royna at fáa javn-
aðarflokkin at taka undir
við ætlanini.
Frammaundan
hevur
sambandsflokkurin gjørt
heilt greitt, at hann tekur
ikki undir við ætlanini Og
nú eisini javnaðarflokkurin
meldar pass, er tað greitt, at
landsstýrið fær ikki breiða
undirtøku í tinginum fyri
ætlanini.
Hildin fyri gjøldur
Hans Pauli Strøm dylir ikki
fyri, at hann heldur seg ikki
sørt hildnan fyri gjøldur av
Karsten Hansen.
– Fíggjarmálaráðharrin
hevur fleiri ferðir lagt dent
á, at hann ætlaði at fáa so
nógvar flokkar sum gjørligt
í tinginum at taka undir við
verklagsætlanini, sum er
løgd fyri tey næstu 10 árini
og hann hevur givið øllum
tað fatan, at hann fór at
bjóða andstøðuni upp í
arbeiðið at gera eina lang-
tíðar verklagsætlan.
–Men enn hava vit ikki
hoyrt eitt einasta orð frá
landsstýrismanninum. Vit
hava ikki fingið eitt tal, ikki
eina innbjóðing. Og nú eru
bara 10 dagar eftir, til
uppskotið til fíggjarlóg fyri
2002 fer til prentingar og
har stendur verklagsætlanin
í.
–Samstundis eru fjøl-
miðlar dag um dag farnir at
endurgeva burturúr ætlan-
ini, heilt niður i smálutir.
Hans Pauli Strøm sigur,
at tað tí er greitt, at lands-
stýrismaðurin hevur spilt
sær møguleikan fyri at fáa
undirtøku frá javnaðar-
flokkinum fyri ætlanini.
– Nú er tað ov seint so nú
kann
hann
spara
sær
ómakin, sigur hann.
Hann sigur, at tað er
sjálvagt, at javnaðarflokk-
urin fer ikki at góðtaka eina
verklagsætlan, sum flokk-
urin ikki hevur havt høvi til
at ávirka.
Hann leggur tó dent á, at
hetta stendur fyri hansara
egnu rokning, tí javnaðar-
flokkurin hevur ikki við-
gjørt málið.
Men hann ivast tó onga
løtu í, at flokkurin hevur
somu støðu.
Hann heldur eisini, at tað
var spell, at tað skuldi enda
so.
–
Javnaðarflokkurin
hevði boðað frá alment, at
hann var sinnaður at sam-
starva við landsstýrið um
eina langtíðarverklagsætl-
an.
– Men treytin var sjálv-
sagt, at vit fingu eitt veru-
ligt høvi at gera okkara
ávirkan galdandi.
– Javnaðarflokkurin vil
sjálvsagt vera við til frá
fyrsta degi at ávirka, hvørj-
ar útbyggingar skulu gerast
tey næstu árini.
Hann vísir eisini á, at ein
verklagsætlan, sum ikki
hevur undirtøku frá tí mesta
av løgtinginum, hevur lítið
virði, tí hon bindur fleiri
komandi løgting og lands-
stýrið og eru ikki flest allir
flokkar við, verður hon
heldur ikki framd.
Sína egnu ætlan
Hann sigur, at javnaðar-
flokkurin fer nú ístaðin fyri
at gera sína egnu verklags-
ætlan fyri at geva sítt boð
uppá, hvussu útbyggingar
skulu fremjast.
Hann kann ikki siga
nakað ítøkiligt um, um
hvussu hon fer at síggja út.
– Men tað er greitt, at vit
fara at leggja dent á at
byggja tey øki út, sum er
harðsligaforsømd, eitt nú
eldraøkið,
heilsuverkið,
samferðsluna og skúlaverk-
ið.
Vegna javnaðarfeløgini
á Tvøroyri lýsir Føroya
Javnaðarflokkur
til
fundar í matarhøllini í
skúlanum á Tvøroyri
sunnudagin 9. sep-
tember klokkan 15.
Skrá: Samanlegging av
feløgunum
Føroya
Javnaðarflokkur
Kjølurin til nýggja Smyril strektur í vár
Eru heilt forsyndaðir inn á Karsten Hansen
Eini 130 fólk vóru og lurt-
aðu, tá ið umboð fyri
Strandferðsluna, projekter-
ingsfelagið, Knud E. Hansen
vóru í Suðuroy saman við
landsstýrismanninum í
vinnumálum og greiddu frá
um nýggju suðuroyarferjuna.
Tey, sum høvdu orðið, tóku
øll undir við ætlanini
–Nú má Karsten Hansen sigla sín egna sjógv, sigur Hans Pauli
Strøm, tingmaður furi javnaðarflokkin
Stórur partur av
grundlógarnevndini
er samdur um, at
grundarlagið undir
grundlógararbeiðinu
m er so mikið nógv
broytt, at ikki ber til
at halda fram eftir
arbeiðssetninginum
at gera eina grundlóg
fyri fullveldið
Føroyar. Nevndin fer
at heita á Høgna
Hoydal, um at fáa
nýggjan arbeiðssetn-
ing
GRUNDLÓG
John Johannessen
Alt bendir á, at arbeiðið at
gera eina føroyska grund-
lóg fyribils verður lagt á
hillina.
Nevndin metir nevniliga
ikki, at tað er grundarlag
fyri at halda fram at arbeiða
eftir tí arbeiðssetningi,
grundlógarnevndin
upp-
runaliga varð sett til at
virka eftir.
Uppgávan hjá nevndini
hevur verið at fyrireika eina
grundlóg til Føroyar sum
fullveldi. Men nú halda
partar av nevndini, at hetta
liggur so mikið langt
frammi, at tað ikki ber til at
arbeiða eftir hesum ar-
beiðssetningi fyrr enn eitt
løgtingsval hevur verið og
støðan er avklárað.
Nýggjan setning
Grundlógarnevndin hevði
fund fyrrpartin fríggja-
dagin. Á fundinum við-
gjørdi
nevndin
nakrar
niðurstøður, sum formað-
urin var komin til út frá
skrivligum viðmerkingum,
sum hann hevði biðið
limirnar gera.
Formaðurin gjørdi greitt,
at nevndin ella partar av
nevdini, er samd um at
boða landsstýrismanninum
í sjálvstýrismálum frá, at
mett verður, at grundar-
lagið fyri grundlógarar-
beiðinum í royndum er
broytt og heita á hann, um
at broyta arbeiðssetningin
og møguliga lógina, um tað
verður hildið neyðugt.
Men spurningurin er, um
landsstýrismaðurin við lóg-
armálum, Høgni Hoydal,
vil broyta setningin, so-
leiðis at grundlógarnevndin
ikki longur hevur sum
fyrsta endamál at gera eina
grundlóg fyri fullveldið
Føroyar. Tí kann tað í
ringasta føri henda, at
grundlógarnevndin fyribils
leggur arbeiðið frá sær.
Einki uppskot
Sum er, hevur nevndin
freist til 1. oktober, til at
orða eitt fyribils uppskot til
eina føroyska grundlóg.
Men nevndin er komin til ta
niðurstøðu, at hon metir
hetta ikki vera fakliga
ráðiligt.
Í
staðin
skal
skjýtur nevndin upp, at
landsstýrismaðurin
fær
eina nágreiniliga statusfrá-
greiðing fyrstu dagarnar í
oktober.
Gr undlógar nevndin
heldur tó, at tað við
broyttum arbeiðshátti og
øktari arbeiðsmegi kanska
kann bera til at halda
freistina til 31. desember,
men at hetta neyvan er
hugsandi, tá havt verður í
huga, at almennar hoyring-
ar eisini skulu vera.
Tí vil nevndin hava
landsstýrismannin at broyta
arbeiðssetningin og tíðar-
freistina fyri einum enda-
ligum áliti, soleiðis at
nevndin fær stundir at gera
eitt dygdararbeiði á høgum
fakligum støði, sum fólkið
eisini fær tíð til at ávirka og
taka til sín.
Stígur komin í grundlógina
Jóan Pauli Joensen, formaður
í grundlógarnevndini, fer
helst fyrsta dagin at boða
Høgna Hoydal frá, at
nevndin ikki longur kann
arbeiða eftir tí setningi, hon
upprunaliga fekk – at gera
grundlóg fyri fullveldið
Føroyar
Fólkini aftanfyri
fløguútgávuna, Vit
eru glað, fara á
konsertferð seinni í
hesum mánaðinum.
Tey fara at spæla í
Suðuroy, Sandoy og í
Vágum
TÓNLEIKUR
Pop.fo
Børnini og ungfólkini, sum
syngja sangirnar á útgáv-
uni, Vit eru glað, fara
seinni í hesum mánaðinum
at hava nakrar framførslur.
Leygardagin 22. sep-
tember verða tey í Øravík,
sunnudagin 30. september
syngja tey í høllini á
Giljanesi, og leygardagin 6.
oktober er bygdarhúsið í
Skopun á skránni.
Á konsertini verða sangir
av fløguni at hoyra, og ein
dramabólkur er at framføra
tvey drama. Harafturat
verður ymiskt annað á
skránni.
Útgávan, Vit eru glað,
hevur fingið góða móttøku
kring landið.
Vit eru á konserferð
Leygardagin 22. okt. verður konsert í Øravík, har sangir av fløguni »Vit eru glað« verða spældir
C
M
Y
K
7
6