Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-01, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. desember 2008síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 231 - 1. desember 2008 Í samband við 100 ára hug­ leiðing um Edith Dahl í bløðunum farnu viku, er eisini stutt umrøða av sálm­ inum Nú hvítna tindar fjøllum á, sum verður nógv sungin hesa tíð í kirkj­um, samkomum, skúlum og heimum, og nógv sangkór hava hann eisini á skránni. Kirkj­ukórið Lj­ómur hevur av fyrstan tíð gj­ørt hann kendan, so at hann nú er at kalla fólkaogn. Hesin sálmur var – løgið nokk – ikki við í fyrstu sálmabók­ ini – Sálmabók Føroya Fólks – frá 1960, men er við í næstu útgávu – Sálmabók Føroya Kirkj­u – frá 1990. Sálmurin er, sum tað stendur í sálmabókini, leyslig týðing hj­á Robert Joensen av sálminum hj­á Grundtvig: Nu falmer skoven trindt om land. Í greinini um Edith Dahl stendur, at danski sálmurin varð sungin sum solosangur í 1940, og at Edith tí tosar við Robert Joensen í Klaksvík og fær hann at týða sálmin til føroyskt. Frá 1. nov. 1942 og til dagin í dag hevur hann verið sungin í Vágs kirkj­u til konsert­ og offurgudstænastuna. Hetta fær meg at minnast aftur á skúladagarnar í Fugla­ fj­arðar skúla, tá Sigurd Petersen, lærari, hevði sang við okkum børnum. Veturin 1941­42 vandu skúlabørnini í 5. og 6. flokki til konsert, sum skuldi haldast til frama fyri nýggj­an fótbóltsvøll í Fuglafirði. Konsertin varð hildin í dansistovuni. Vit sungu mest danskar sangir, onkran føroyskan eisini, men tað, sum eg minnist best, er, at vit sungu Nú hvítna tindar fjøllum á. Hetta hevur verið tíðliga á ári 1942. Sálmurin var prentaður á forsíðuni á Kristiligt Ungmannablað, 1. oktober 1941. 8. árg. – NR. 1. Lærarin skrivaði sálmin á talvuna, og vit skúlabørn skrivaðu hann av og lærdu hann uttanat. Orðingin var eitt lítið sindur øðrvísi, enn vit hava hana í sálmabókini í dag, og eg minnist væl, at ein annar lærari tá fýltist á onkran skeivan málburð og málsligar villur. Niðanfyri er upprunatýðingin úr Kr. Ungmannablað. Heyst Lag: Nu falmer Skoven trindt om Land. Nú hvítna tindar fj­øllum á, má følva gras í dali, hitt síðsta tj­aldrið landi frá fleyg burt við túsundtali. Tað fuglaberg, sum fyrr var bygt, tað er nú tómt og oyði, har ikki sæst eitt fuglakykt ei heldur meir á heiði. Har sátur stóðu fram við á er alt nú snøgt og nakið, og eplir, røtur, hvørt eitt strá er komið undir takið. Har summargrøna velta var, bert slokkastrúgvar spj­addir, á bø er komin lamb og ær, tí kalt er millum hæddir. Takk fyri ávøkst, sum tú gav, av bø og so av fj­alli og alt, sum ført varð yvir hav og tað, sum er í hj­alli. Takk fyri hetta árið við og alt á sj­ógv og landi. Tú yvir vaksin lýs tín frið og hvønn ein pilt á sandi. Tey svinna burt, tey stuttu ár, til heim tú mær manst boða; og eftir vetur kemur vár við sól og fj­allaroða. Og eina ferð vit fáa boð, tá síðstu ferð vit anda, Út yvir dal vit flúgva so, hj­á tær vit ævugt standa. Umyrkt eftir Grundtvig. R. J. Tað áhugaverda fyri meg í hesum sambandi er, at vit skúlabørn hava sungið hendan sálmin tríraddaðan á føroyskum til konsert í dansistovuni í Fuglafirði fyrst í árinum 1942, nærum eitt ár, áðrenn Kirkj­ukórið Lj­ómur hevur sungið hann fyrstu ferð í kirkj­uni í Vági 1. nov. 1942. Nevnast kann, at sálmur­ in er við í Heimamissións Sangbókini frá 1951 og 1975 í upprunatýðingini, og í Missións Sangbókini frá 1996 við teimum broytingum, sum eru í sálmabókini. Sálmurin er ikki at finna í Sangbók Føroya Fólks frá 1950 og 1976. Eg fari at takka kirkj­u­ kórinum Lj­ómi fyri teirra lut í, at hesin vakri sálmur er vorðin ogn hj­á Føroya fólki, og eg vil ynskj­a tykkum tillukku við 100 ára hátíðarhaldinum til minnis um Edith Dahl, kórleiðara. Nú hvítna tindar… Eg lesi á internetinum, at Høgni Debes Joensen, landslækni, og Pál Weihe, granskari, mæla frá at vit yvirhøvur eta grind og spik, tí hetta er so nógv dálkað. Samstundis lesi eg um ta øsing, sum Bill Justinussen og Jenis á Rana hava staðið fyri í løgtinginum um hetta tilmæli, tí teir halda tað vera alt ov víðgongt. Má smílast, tá j­úst hesir politikarar øsa seg um slíkt, tí teir plaga at standa fyri teimum mest víð­ gongdu sj­ónarmiðunum í løgtinginum. Samstundis vil Bergtóra Høgnadóttir Joensen vera vil, at landslæknin hevur grein í sínum máli, tá hann mælir til grindabannið. Her er onki nýtt undir sólini. Men álvaratos, skulu vit ikki sláa kalt vatn í blóðið! Tað hevur áður verið ávar­ að móti at eta ov nógva grind ella spik, og eisini hevur verið rátt frá, at gentur og ungar kvinnur eta grind, tí tað kann ávirka fertilitetsmøguleikarnar. Alt gott um hetta, og kanska er eisini rætt at endurtaka og kanska herða hetta tilmælið. Men hartil og heilt at bannað at eta grind haldi eg vera eitt langt og óneyð­ ugt lop. Sá onkustaðni á internetinum, at løgmaður vildi taka málið um full­ komið grindabann upp í samgonguni. Eg dugi ikki at síggj­a, at so víðgongd sj­ónarmið skulu vinna frama nú. Síggi í Sosialinum í kvøld eisini aðrar ávaringar: ”Barnakømur eru eitur­ bumbur” er ein yvirskrift og ”multiresistensar bak­ teriur” er onnur. Hugsa vit um vanliga tíðindafloymin, so er næstan ikki dagur, at ikki okkurt, sum vit eta ella á annan hátt hava sam­ band við, er sera vanda­ mikið fyri okkum. Hugsið til dømis um fartelefonirnar. Onnur hvør kanning sigur, at tað er vandamikið at tosa í far­ telefon orsaka av radio­ bylgj­unum, meðan onnur hvør sigur, at tað ikki er vandamikið. Soleiðis kunnu vit halda fram. Niðurstøðan er tann, at tað er vandamikið at liva! Og hetta er ikki nakað nýtt. Sagt hevur alla tíð verið, at ongin hevur yvirlitva lívið enn, og tað koma vit heldur ikki. So hyggj­uráðini eru enn sum áður: Alt við máta! Er okkum lív lagð? SofuS DebeS JohanneSen Høgni Hoydal ilskast í lesarabrævi inn á Sosialin, tí at hann nú ein dagin á framsíðuni hevði mynd av løgtingsmanni roykj­andi ball og eina søgu um, at hann fyri nøkrum árum síðani hevði roykt hassj­ av misgávum, samstundis sum blaðið onga søgu hevði um ein landsstýris­ mann, sum hevur válað fullur í Reykj­avík á almennari vitj­an. Sum limur í okkara lóg­ gevandi tingi skuldi Høgni Hoydal verið vitandi um, at tað er loyvt at vera full­ ur, sj­álvt um mann er lands­ stýrismaður, men at tað, sj­álvt um mann er løgtings­ limur, ikki er loyvt at roykj­a hassj­. Annar maðurin var lóg­ lýðin, hin breyt lógina. Lat gá at tað var av misgáum og fyri nøkrum árum síð­ ani. So søgan er kanska í so íligin fyri eitt tíðinda­ blað at borðreiða við. Søg­ urnar hava als ikki nakað við hvørj­a aðra at gera. Onnur er rúkandi fesk, hin í so røst. Sj­álvandi er tað av tí reinu tilvild, at tær eru á framsíðuni á okkara størstu tíðindabløðum sama dag. Men lóg er lóg, og lóg skal haldast. Gott at bløð­ ini hava eitt vakið eyga. a. Guttormur DJurhuuS Ikki lógarbrot at vera fullur SiGvalD KriStianSen Eftir at Javnaðarflokkurin ”bara hevði umsitið borg­ arligan politik”, sum ein fyrrverðandi j­avnaðarløg­ maður einaferð tók til, í heili fýra ár, hevði Jóannes, og teir ráðandi í flokki­ num, fingið nóg mikið av hesum borgarliga politikki, sum teir høvdu verið ein partur av. Millum annað høvdu teir sitið og góðtik­ ið, at tey ríku fingu skatta­ lætta, so tey gj­ørdist ríkari og tey ørmu gj­ørdist arm­ ari, meðan fakfeløgini øtað­ ust og góvu ilt av sær o.s.fr. Tá valið í j­anuar var av, høvdu velj­ararnir talað og givið Javnaðarflokkinum eitt dygt slag framman á, sum gav dvørgamál í homr­ um. Hetta førdi til, at leiðslan í Javnaðarflokki­ num skilti, at nú ”mátti vend koma í” sambært slagorðinum hj­á teirra øskudólgi, sum eisini fekk dóm velj­arans at kenna. Javnaðarveljarin ynskti javnaðarpolitik: Úrslitið av øllum hesum varð, at Javnaðarflokkurin skilti, hvat velj­arin vildi, og mátti tí skifta hest. A og B vóru skift út við E og H. Nú varð endiliga gj­ørligt aftur at føra j­avnaðarpoli­ tik. Vit høvdu fingið eina vinstrahalla samgongu, sum kundi føra næstan 100% j­avnaðarpolitik. Lov­ orðini mundi ongan enda tikið. Eitt samgonguskj­al varð skrivað, har fleiri yvirtøkur vóru á skránni, sum m.a. fóru at føra til ein niðurskur í blokkinum við umleið stórthundrað milliónum krónum. Men hvat hendi? Jú, tá samgongan skuldi koma saman og viðgera blokk­ niðurskurin, sum semj­a var um og var eisini niðurfelt í samgonguskj­alið, sum nevnt, hoyknaði løgmaður undir trýstinum frá sam­ bandsmonnunum í sínum egna flokki. Teir politisku dvørgarnir í flokkinum, serliga teir sunnan fyri Skopunarfj­ørð, løgdu vert­ in í j­avnaðarpolitikk, men vildu heldur hava danskan blokk. Trýstið var stórt og ósemj­an innanfloks var so stór, og hetta var j­ú alment, at løgmaður sleit samgong­ una. Hann valdi aftur ”bara at umsita borgarligan poli­ tik” heldur enn at føra j­avnaðarpolitik. Dropin, sum fleyt yvir: Tá nú løgmaður varð buk­ aður av sínum egnu, til aft­ ur at føra ein borgarligan sambandspolitik, vóru góð ráð dýr. Hvørj­a frágreiðing skuldi hann geva føroya fólki? Hann mátti hava eina skilagóða frágreiðin, har vit fingu at vita, hví flokkurin segði CHE­sam­ gonguna upp. Ein lítil trupulleiki, um eina skriv­ stovu, sum langt síðani var loystur, varð tikin fram aftur, og brúktur sum orsøk til at slíta samgonguna. Umberingin var so láturlig, lítil og ússalig, at sj­álvur kallaði løgmaður hetta fyri bara ein dropa, sum fekk bikarið at flóta yvir, men vit føroyingar vóru dyggi­ liga til grin uttanlands. Hvat var í bikarinum? Eftir sita vit so í dag og undrast yvir, hvat mundi vera í hesum bikarinum, sum fleyt yvir. Hevði tað ikki verið rætt, at vit fingu hetta fram í lj­ósið og lagt tað fram fyri føroya fólk, so einki var dult? Eg rokni við, at eingin hevði verið meira fegin um tað, enn sj­álvur Høgni Hoydal, men tað torir Jóannes ikki, og hevur eisini sett seg ímóti einari kanning av hesum ”lítla” máli. Orsøkin kann bara vera tann, at har er einki í bikarinum at finnast at, og at Jóannes tí avdúk­ aðar seg sj­álvan, sum ein tann ússaligasti løgmaður, vit nakrantíð hava átt. Øll kenna vit eisini tað um­ mæli, sum hann fekk frá einum av sínum egnu, at hann var ein svíkj­ari, j­a hann hevði svikið alt føroya fólk! Ruðuleikin í Javnaðar­ flokkinum: Hetta vita øll j­avnaðarfólk, og fyri at fj­ala útyvir teirra egnu ómegd, klandur og ruðuleika í flokkinum, royna tey at fáa fólki at venda eygunum burtur frá teimum stóru ínnanhýsis trupulleikunum, sum tey hava, við at útspilla og dálka Tj­óðveldið og formann floksins, sum tykist ongan enda at taka. Hetta kom týðuliga til sj­óndar á landsfundi floksins herfyri í Klaksvík, og teir halda nú áfram í bløðunum. Vit vanligir borgarar eru hóast alt ikki so tápuligir, at vit ikki duga at gj­øgnumskoða allan bluffpolitikkin hj­á Javnaðarflokkinum, sum ikki er annað enn ein stór luftbløðra. Tað sær út sum, at nú hevur flokkurin ikki bara ein øskudólg, men fleiri, sum sita og skava í øskuni ella óhumskuni. Hvørjum skulu vit hava álit á? Jóannes sigur, at hann hevði ikki longur álit á Høgna. Hví sigur hann okkum ikki, hví hann misti álitið á hon­ um? At enda loyvi eg mær at spyrj­a, nú vit hava 27. novembur 2008, um vit føroyingar enn í dag skulu/ kunnu hava álit á okkara fíggj­armálaráðharra? Dropin hjá Jóannesi kv@olivant.fo Kai váGfJall viðmerkingar