Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-01, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. desember 2008síða 17

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 231 - 1. desember 2008 17 Tíðindaskriv Aðalstjórn Tjóðveldisins, ið hevur umboð úr øllum lokalfeløgum, er farin undir at hava regluligar fundir kring landið. Í gjár varð fundur hildin í Sandavági, har politiska støðan og polit­ isku átøkini hjá Tjóðveldi frameftir vórðu viðgjørd. Aðalstjórnin viðgjørdi serliga búskaparligu og vinnuligu avbjóðingarnar í Føroyum og árinini av altjóða fíggjarkreppuni og førda politikkinum hjá endurskipaðu ABC­sam­ gonguni, sum nú rakar fólk, vinnur og plássini í landi­ num sera ymiskt. Aðalstjórnin átalar hvassliga, at javnaðarflokk­ urin støðugt roynir at undir­ grava álitið á leiðsluna í Tjóðveldi, sum hevur hildið allar avtalur og vísti stóra ábyrgd í nýskapandi CHE­ samstarvinum. Aðalstjórnin krevur, at leiðsla javnaðar­ floksins greiðir alment frá, hvørjar ítøkiligar grundgev­ ingar hon hevur fyri at leggja leiðslu Tjóðveldisins undir vantandi álit. Aðalstjórnin staðfestir, at orsøkin til, at landið aftur varð blakað út í politiskan ruðulleika, var vantandi før­ leikin og dirvið hjá javnað­ arflokkinum at halda undir­ skrivaðu samgonguavtalur­ nar um eitt nú blokkstuðul, fíggjarligt støðufesti, vinnu­ politikk, útbúgving, gran­ sking, mentan og uppgerð við asosiala politikkin hjá ABC­samgonguni. Aðalstjórnin ásannar, at endurskipaða ABC­sam­ gongan hevur ongi boð um nýhugsan ella átøk til tess at loysa búskaparligu og fíggjarligu avbjóðingarnar. Tjóðveldi má sum størsti flokkur í landinum ganga undan at fremja broytingar. Avleiðingarnar av altjóða fíggjarkreppuni hava enn ikki havt stórt árin á Før­ oyar. Ístaðin stríðast vit í løtuni við avleiðingarnar av einum ábyrgdarleysum bú­ skaparpolitikki, skeivum vinnupolitikki, stórum ójavn­ að millum samfelagsbólkar og millum ymisku plássini í landinum og við vantandi atgongdina til at virka í altjóða samstarvi tí vit enn ikki hava skipað okkum sum sjálvstøðuga tjóð. Men altjóða fíggjarkrepp­ an og óreingiligu krøvini um alternativa orkunýtslu og umhvørvisvernd fara at gera skeiva politikkin og bygnaðarligu trupulleikar­ nar í Føroyum alt meira áleikandi í komandi tíðum. Okkara tilfeingisumsiting – bæði av náttúrutilfeingi og mannatilfeingi – fer at gerast avgerandi fyri, um vit koma styrkt burturúr broytingunum. Tjóðveldi fer tí innan næstu vikurnar at skipa fyri eini ráðstevnu, har serfrøð­ ingar, politikarar, vinnu­ og fakfelagsumboð fara at lýsa støðuna, krøvini og avbjóð­ ingarnar: • í heimsbúskapinum, • í landsbúskapinum, • í fíggjargeiranum, • í ymsu vinnunum, • í kommununum, og hjá ymsu samfelags­ bólkunum. Endamálið er at eggja til nýhugsan og gera niður­ støður um alneyðug politisk átøk til tess at vinna okkum burturúr teirri fíggjar­ og til­ feingiskreppu, sum stendur fyri framman. Sandavágur 27. nov 2008 Aðalstjórn Tjóðveldisins Avgerandi nýhugsan skal til at vinna á búskaparligu og vinnuligu avbjóðingunum Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum var ótrú­ liga illa ílatin – also fak­ liga ­ til kjak um russara­ sáttmála í sjónvarpinum. Og hvat varð av lodnuni forrestin? Skuldi hon bara gloymast? Í beinleiðis sending í sjón­ varpinum í kvøld vísti lands­ stýrismaðurin í fiskivinnu­ málum ein ótrúligan mang­ ul upp á vitan um, hvat íð gongur fyri seg í pelagisku vinnuni og um tað søguliga í sáttmálasamráðingunum. Hann fekk tað eisini til at síggja út sum um hann hevði eina beinleiðis ætlan við einki at vita. Hann segði seg hava fingið at vita, at allur svart­ kjaftur avreiddur í Føroy­ um í 2008 var latin fyri umleið 85 oyru pr kilo. Og hetta er uttan iva rætt. Ikki eitt orð um virðisøking á Havsbrún. Hann vildi eis­ ini niðurgera tær nøgdir­ nar, sum høvdavirkið í Leirvík kundi taka ímóti. Bert upp í ein ella nakrar fáar tangar á einum nóta­ báti, tók hann vist til. Hetta burturforklárar ikki, at í tí løtu sáttmálin við russar varð undirskriv­ aður vóru hesar fortreytir alkunnigar: Frystur svartkjaftur í stórum nøgdum kann selj­ ast til prísir úr kr. 2,50 og upp til uml. kr. 5,­ pr kilo. Hetta átti landsstýriamað­ urin at vita. Fyri hálvum árið síðani bjóðaði ein av eigarunum av høvdavirkinum í Leirvík mær kr. 5, ­ fyri svartkjaft og 5000 tons var tá einki problem. Eg hoyri nú frá aðrari síðu, at teir við verandi marknaðarviður­ skiftum halda seg kunna taka upp í eini 25.000 tons um ári til á leið henda prísin. Hetta kann lands­ stýris­maðurin so kanna á høvdavirkinum. Vil ikki sjálvur vekja Eirik nú eg skrivi hesar reglur. Stórir hollandskir frysti­ bátar hava vent sær til nóta­ bátaeigarar fyri at keypa svartkjaft á feltinum og hava nevnt ein prís upp á kr. 2,50 pr kilo Eitt virki liggur í Kolla­ firði, sum er ført fyri at frysta 500 t um samdøgri. Hetta kundi veri eini 10 – 12.000 t um mánaðin í 4 mánaðir – uml. 45.000 tons til onkran av omanfyri nevndu prísum. Kundi verið ein loysn hjá teimum, sum enn fiska í tangar. Arbeiðs­ pláss til eini 30 ­ 40 fólk. Frakt til føroyskan kjøl. Og helst eigur Hans Andrias eitt skip íð kundi lagt seg at keypt frá teim­ um pelagisku trolarunum – kanska eini 6.000 tons um mánaðin og minnist meg rætt nevndi hann kr. 3,25 pr kilo í sjónvarpinum. Og so Havsbrún. Her er tað ikki bara tey 85 oyruni til skipini men eisini øll tann virðisøkingin, sum fer fram á Havsbrún. Smb. rapport gjørd av Havsbrún, størsta virðisøkingin, sum kann fáast burtur úr svart­ kjafti. Mær vitandi hevur eingin mótprógvað hesum enn og tað eru meira enn 10 ár síðani rapportin kom. Varð gjørd í smb. við endur­ gjald til ídnaðarbátarnar, minnist meg rætt. 7 skip við uml. 25 fólk­ um knýttum at hvørjum. Grundarlagi undir fleiri av størstu virkjunum í Føroyum. Her er nógv at taka fatur í. Tað verður tosað um hetta í hvørjum túni í Før­ oyum, men í høvuðsborgini á Hálsi tykist hetta at vera fremmand tala. Landsstýrismaðurin vildi í sjónvarpssendingini fanga Hans Andrias á skeivum beini tá íð hann vildi reypa av at hava fingið 20.000 tons av svartkjafti aftur frá russum til kanska kr. 3, ­ pr kilo. Jamen, um tað er so, so mugu hini 100.000 tonsini eisini kosta kr. 3,­ pr kilo og so hevur Hans Andrias grein í sínum máli um henda velduga mismunin upp á kanska 200 – 300 mió. kr. Alt hetta visti ella átti landsstýrismaðurin at vita ta løtu hann skrivaði undir russara­sáttmálan og tað er tað, sum fær meg til at iv­ ast í hansara viðurskiftum við lóg um ábyrgd lands­ stýrismanna. Hevur hann røkt føroysk áhugamál nóg væl ella hevur hann eisini umhugsað at tæna øðrum seráhugamálum? Og so er tað lodnan. Hvat varð av henni? Tað hevur alt summar ljóð­ að, at vit fóru at fáa lodnu í heyst, tí nú fóru russar og norðmenn aftur at fiska lodnu. Tá íð lodnufiskiskap­ urin varð steðgaður – minn­ ist meg rætt var tað í 2002 – var tað í minsta lagi við tí forstáilsi ella kanska stend­ ur tað í onkrari protokol, at tá í lodnan kemur aftur, so fara Føroyar at fáa lodnu. Men eingin lodna er í sáttmálanum. Frá sendi­ nevndini ljóðar, at russar og norðmenn í felag hava gjørt av onga lodnu at lata til triðjalond. Á tíðarinnar morgni varð goldið fyri hesa lodnu bæði til Noreg og Rusland. Eg minnist ikki – men eisini hetta má kunna kannast í Fiskimála­ ráðnum – um vit í 2002 fingu nakað afturfyri lodnuna. Haldi lika gjarna at vit einki fingu og so eiga vit nakað til góðar hjá hesum báðum sáttmála­ partnarum. Um vit fingu nakað afturfyri, ja, so er tað farið til at keypa tosk fyri í Barentshavinum við tí forstáilsi, at tað skuldi brúkast til at keypa lodn­ una aftur. Um so er má okkurt flytast frá Barents­ havinum til pelagiska flotan nú tað er staðfest at vit onga lodnu fara at fáa. Árið fyri sum lodnufiski­ skapurin varð steðgaður var sera góður prísur á frystari lodnu. Tað ljóðaði at okkurt skipi fekk upp í kr. 15 pr kilo, men millum 5 og 10 kr. pr kilo var vist heilt vanligt tað ári. og russar kravdu tá við samráðing­ arnar, at vit settu ein prís á lodnuna í staðin fyri at rokna í toskaequivalentum, sum vit plagdu. Uppskot var frammi um at leggja seg á ein prís mitt ímillum ídnaðarprísin og nevnda marknaðarprís. Hetta var tá blankt avvíst av føroysku sendinevndini. Tá íð føroyingar nú skjóta upp at seta størri virði á svartkjaftin, so átti hetta sostatt ikki at verið ein fremmandur tanki fyri russ­ um. Og lat teir fáa fullan betalning fyri lodnuna. Nú má vera nokk ikið og kropið fyri russarum. Sum um føroyingar ongan svart­ kjaft ella makrel høvdu fingið, um ikki russar høvdu skaffa okkum hetta. Tá íð svartkjafturin skuldi býtast millum londini var tað eingin sum tosaði um russiskan leiklut í at skaffa okkum kvotu. Føroyingar høvdu sjálvir skaffa sær grundarlagi við góðum heimaarbeiði og dugna­ ligum samráðingum. Og at makrelur var á føroyskum øki áðrenn russar fóru at geva hann upp er eingin loyna. Føroysk nótaskip høvdu landað heilar lastir av makreli til ídna síðst áðrenn russar nakrantíð góðu makrel upp í føroyskum øki. Vit hava leingi roknað við at TAC fyri makrel skuldi fara uppeftir aftur og at tað so kundi gerast ein uggi hjá nótabátunum, tá íð svartkjafturin fór at minka. Men hvat hendir? Teir missa bæði. Tað verður torført hjá nótabátunum at leggja eina raktrarætlan fyri 2009 við bert einari kvotu: 7000t av sild, uml. 1800 t av makreli og 5800 t av svartkjafti. Og svartkjafturin minkar helst meira næsta ár.Og kanska onkur av hinum kvotunum við – hvør veit? Einasta loysnin burtur úr hesum er at kasta kvotur saman og mítt boð vil vera, at á nýggj­ árinum næsta ár eru 3 bátar minni i pelagiskari vinnu. Og tá so svartkjafturin eina­ ferð kemur uppaftur, ja, so eiga vit ongan kapacitet til at fiska hann við. Onkur hevur havt hug at klikkja samráðingarleiðarin fyri hetta vánaliga úrsliti. Eg rokni við, at tað er skeivt. Hann hevur bert gjørt sum hann var biðin: far eftir øllum toskinum og ger sum best. Undarligar mannagongdir undir sam­ ráðingunum tykjast at stuðla hugsanina um, at her var alt leyst og liðugt frammanundan. Sendi­ nevndin fekk lítla ávirkan á tilgongdina – um nakra. Nei, hesin landsstýri­ maðurin hevur ikki gjørt tað lættari hjá pelagisku vinnuni. Men teimum, sum hava tað gott framman­ undan hevur hann latið virðið av 52 mió. kr., helt eg meg hoyra hann siga, at býta út á 4 skip, sum onga virðisøking leggja í Føroyum. Skilji tað hvør íð vil. Illa ílatin til kjak um russarasáttmála Gøtu 27. nov. 2008 Atli HAnsen Skal lív haldast í privatum flutningsfeløgum við at lata tey selja bíligt tubbak? Í fleiri ártíggir hava heilsumynduleikar og heilsustarvsfólk stríðst fyri at steðga tubbakkinum. Eftir tógvið stríð er tað eydnast at fáa aldurin fyri at keypa upp á 18 ár og at hækka prísin; og øll vóna, at hetta fer at fáa tubbaks­ nýtsluna at minka. Men eitt haft hevur øll árini verið um beinini á fyribyrgingarfólkunum: eitt "hol" í lógini, sum loyvir ferðafólki at hava toll­ og avgjaldsfrítt tubbak við til landið. Hetta undantak frá tolllógini varð upprunaliga gjørt fyri at hjálpa flutningsfeløgunum fíggjarliga, og tað var í tí tíðini, áðrenn vit vistu, hvussu óhugnaliga vandamikið tubbakkið er fyri lív og heilsu. Tað var tí eitt gleðiligt framstig og nýggjur hug­ burður, at Karsten Hansen setti sær fyri at typpa hetta holið. Hví skulu tey, sum ferðast "previligerast" við bíligum tubbaki, meðan tey, sum keypa vøruna á landi, skulu gjalda fullan kostnað? Hetta er eitt sera óheppið og avoldað prinsipp og, tá tað snýr seg um tubbak, eisini heilsuskaðiligt. At landsstýrismaðurin í fíggjarmálum nú í síðstu løtu hevur latið seg kroysta av nøkrum tubbaksforsprák­ arum í Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum, er eitt álvarsligt bakkast fyri føroysku fólkaheilsuna. Teir áttu allir at skammast. Samstundis grenja poli­ tikarar í løgtingi og lands­ stýri um, at heilsuverkið kostar ov nógv og, at tey ikki halda játtanina á fíggjarlógini. Lækni. Hjartadeildin. Ríkissjúkrahúsið Heðin tHomsen Ein skemdargerð móti føroysku fólkaheilsuni viðmerkingar