Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-01, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. desember 2008síða 23

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 [ Nr. 231 - 1. desember 2008 ] Serbia vann oddadystin Serbia tók í dag ímóti Russlandi á heimavølli í undankappingarbólki 2. Serbia vann ein 35-29 sigur, aftaná hálvleiksstøðuna 15-15. 3.800 áskoðarar sóu dystin í Beograd. Úrslitið merkir, at nú er Serbia á odda í bólkinum við 7 stigum fyri 4 dystir. Russland hevur 6 stig. Bosnia hevur 5 stig. Sveis og Italia hava 3 stig, meðan Føroyar eru aftast við ongum stigi. Næsta umfar í bólkinum verður spælt 18. mars. Tá spæla Føroyar-Sveis, Bosnia-Serbia og Italia- Russland. 21. mars spæla Føroyar á útivølli ímóti Sveis. Bosnia bukaði Sveis Í bólkinum hjá Føroyum, evropeiska undankappingarbólki 2 í hondbólti vann Bosnia á heimavølli ein 34-23 stórsigur á Sveis. Sveis hava annars verið sera stinnir á heimavølli, har teir hava tapt 30-31 til Russland, og spælt javnleik 32-32 ímóti Serbia. Støðan í hálvleikinum varð 16-12 til Bosnia. Bosnia hevur nú 5 stig fyri 4 dystir, Sveis hevur 3 stig. 1.000 áskoðarar vóru til dystin, og er talan um fyrsta heimadystin hjá Bosnia, aftaná áskoðarabannið. Kl. 18 spælir Serbia ímóti Russlandi, og Italia tekur ímóti Føroyum á Sicilia. Kringvarpið vísir dystin millum Italia og Føroyar beinleiðis frá kl. 17.50. Mótstøðan var langt frá líka stór sum í undarfarnu dystunum, tá føroyska hondbóltslandsliðið vitjaði Italia í gjár. Hóast tað, so vunnu italiumenn við sjey málum Hondbóltur Uni Holm Johannesen uni-hj@hotmail.com - Føroyingarnir kunnu vera nøgdir. Ikki glaðir, men nøgdir. Soleiðis tók viðmerkjarin og Kyndils-kempan Jónleif Sólsker til í Kringvarpi Før- oya, tá landsdysturin mill- um Italia og Føroyar var bríkslaður av. Føroyska hondbóltslandsdysti hevði tapt við sjey málum móti liðnum, sum fleiri spáddu møguleikarnar fyri stigi til Føroyar vera góðar. Tað gekk ikki, men tað var ikki tí, at føroyska landsliðið var nógv aftanfyri italiu- menninar. Trupulleikin í Catania á Sicilia seinnapartin í gjár var serliga álopsspælið. Væl eru mótstøðumenninir betri fyri enn okkara, men aftur vóru ov nógvar óneyð- ugar villur, tá Føroyar royndu at søkja at. Og ser- liga í løtunum, tá Finnur Hansson var mansvardur, var eingin annar at taka ábyrgd. Byrjaðu væl Italia fekk í farnu viku sítt fyrsta stig í undankapping- ini, tá Bosnia bara fekk eitt stig burtur úr vitjanini. Frálíka úrslitið hjá italiu- monnum hevur helst fingið teir ikki at taka uppgávuna móti Føroyum í størstum álvara. Kanska serliga við stórtapunum hjá føroyingum higartil í hyggju. Og tí fekk heimaliðið ein skelk fyrstu løtuna. Spælið frá báðum lið- unum var lítið sannførandi. Hóast tað, so løgdu føroysku gestirnir seg á odda tíðliga í dystinum, og vóru eisini á odda í stórum løtum av fyrra hálvleiki. Undan- gongumaður var Finnur Hansson. Dysturin var ein heilt ann- ar, enn vit hava sæð í und- anfarnu landsdystum. Før- oyingarnir kláraðu at fylgja við, og tað var sjálvsagt nógv hugaligari fyri áskoð- ararnar. Stríddust væl Fleiri glottar vóru á før- oyska liðnum. Serliga var stríðsviljin fyrimyndarligur, og tað var eisini hugaligt at síggja ungu leikararnar, sum stóðu seg væl. Lands- liðið er framvegis í eini byrjunarstøðu, har hvør dystur er liður í at styrkja føroyskan landsliðshond- bólt. Og tað er at gleðast um, at leikarar sum Tróndur Kragesteen, Carl Herup Olsen og Janus Sørensen hava fleiri ár eftir í lands- liðsbúnanum. Heildaravrik- ið verður betri og betri fyri hvørjaferð, og í løtum av dystinum í gjár spældi før- oyska liðið eisini væl. Tað skyldast nú eisini, at italiu- menninir ikki vóru serliga nærgangandi. Men liðið er framvegis ikki samanspælt, og tí er umráðandi at hava tol. Italia rennur undan Men tað kom stígur í álopsspælið hjá føroysku gestunum síðstu løtuna und- an hvíldini. Finnur Hansson varð mansvardur, og eingin tók av álvara ábyrgd. Heima- liðið gjørdu sær dælt av skeivu sendingunum og óhepnu avgerðunum hjá okkara leikarum, og teir fóru til hálvleiks við eini leiðslu á seks mál – 15-9. Gongdin var hin sama í seinna hálvleiki. Føroyar royndu at hótta leiðsluna, men tað gjørdi lítlan mun. Í verjupartinum fingu vertir- nir ofta ov nógv pláss, og hóast Lars Black var stór- spælandi í føroyska málin- um, so gjørdist dysturin ongantíð spennandi. Venj- arin Dia Midjord royndi seg við time-out, men tað hjálpti lítið. Føroyska lands- liðið tapti seinasta dystin í 2008 við sjey málum – 30- 23. Møguleikarnir góðir Føroyar spældu við eina løtu í gjár. Sæð burtur frá einari keðiligari løtu í fyrra hálvleiki, so var munurin á liðunum ikki ovurhonds- stórur. Heimaliðið var lítið sannførandi í sínum spæli, og tað skuldi als ikki verðið ógjørligt at fingið stig, tá italiumenn vitja í Føroyum í komandi ári. Gamaní tók mótstøðuliðið sær av løttum eina løtu, men útlitini fyri stigi eiga at verða góð í seinna dystinum millum liðini. Hondbóltslandsliðið hevur spælt seinasta dystin í ár. Menning hevur verið á fleiri økjum, meðan órógv hevur eisini verið uttan fyri vøllin. Nú er umráðandi at halda fram við arbeiðinum og gloyma, hvat er hent, soleiðis, at vit kunnu frøast um altjóða stig í 2009! Italia-Føroyar 30-23 (15-9): Spældu við eina løtu Føroysku málskjúttarnir: Carl Herup Olsen, Neistin, 4 mál Janus Einar Sørensen, Kyndil, 4 mál Finnur Hansson, Neistin, 3 mál Hans Áki Dal-Christiansen, Kyndil, 3 mál Esbern Patursson, H71, 3 mál Janus Sørensen, H71, 2 mál Tróndur Kragesteen, Neistin, 2 mál Sámal Joensen, VÍF, 1 mál Áki Mørk, Neistin, 1 mál FAKTA Enn einaferð var føroyska hondbóltslandsliðið fyri greiðum tapi. Munurin hesa ferð var tó ikki eins stórur, og ein fittan part av fyrra hávleiki vóru okkara heilt væl við í dystinum Savnsmynd