mánadagur 1. desember 2008síða 24
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
[ Nr. 231 - 1. desember 2008 ]
Inter økir í Italia
Toppliðið Inter vann um vikuskiftið enn ein dyst í Seriu A, og
liðið hjá Jose Mourinho dregur frá hinum liðunum í toppinum.
Inter spældi ímóti Napoli, sum er nummar fýra, og Inter vann
2-1. Eisini okkurt av hinum liðunum í toppinum taptu, og tí er
leiðslan hjá Inter framvegis greið í bestu italsku
fótbóltsdeildini.
Barcelona betrar metið
Spanska felagið Barcelona vinnur nógvar dystir í hesum tíðum, og
leygarkvøldið vann Barca á útivølli ímóti Sevilla. Hetta var
tíggjundi dysturin á rað á útivølli, sum Barcelona vinnur, og tað er
nýtt met. Gamla metið varð sett fyri 80 árum síðani, tá Barcelona
vann átta dystir á rað. Barcelona liggur á odda í sponsku
landskappingini. Real Madrid tapti enn einaferð um vikuskiftið.
Arbeiðið við at tekna
vangamyndina av
nýggja A-landsliðs-
venjaranum í fótbólti
er farið ígongd.
Hósdagin hevur
starvsnevndin hjá FSF
fund, har komandi
landsliðsvenjarin er á
skránni
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tá Jógvan Martin Olsen í
september mánaði boðaði
frá, at hann legði frá sær
sum landsliðsvenjari, segði
FSF-forsetin seg vóna, at
FSF var komið heilt væl
áleiðis eini nýggjari venjara-
setan, tá 2008 var farið at
halla.
Í dag skriva vit desember
í álmanakkanum, men enn
er FSF ikki komið tann
heilt langa vegin í setanini
av nýggjum landsliðsvenj-
ara.
- Tað er ikki komið hartil,
at vit hava sett navn á nakrar
kandidatar, sigur Høgni í
Stórustovu, FSF-forseti.
- Enn eru vit í teirri fas-
uni, har vilja seta orð á, júst
hvønn tørv og hvørji krøv
og ynski vit hava um ein
nýggjan landsliðsvenjara.
Nakað hava vit tó fingið
niður á pappírið, og nú hós-
dagin byrja vit so ætlandi
við veruliga at tekna vanga-
myndina av nýggja venj-
aranum.
Tað hevur verið nevnt, at
tit áttu at fingið ein út-
lendskan kapasitet til sess-
in. Er nøkur avgerð tikin,
um talan verður um føroy-
ing ella útlending?
- Nei. Vit hava við vilja
ikki útilokað nakað sum
helst enn, tí vit vilja ikki
læsa nakra hurð, sigur
Høgni í Stórustovu.
- Fyrst og fremst er umráð-
andi hjá okkum, at vit hava
samanhang í øllum lands-
liðskonseptinum – líka frá
U14 til A-landsliðið. Og tí
mugu vit eisini seta okkum
spurningin, um hetta er nak-
að, sum ein nýggjur lands-
liðsvenjari skal verða partur
av, ella um hesin einvíst
skal hugsa um A-lands-
liðið.
- Vit mugu ikki enda í
eini støðu, har vit bara seta
ein venjara, og at vit so lata
tað upp til hendan at skapa
nøkur úrslit komandi tvey
árini. Sum nevnd hjá Fót-
bóltssambandinum noðyast
vit at hugsa longur enn til
komandi undankapping ella
til komandi U14-kapping í
Aberdeen. Vit mugu skapa
ein leist, har vit støðugt
lyfta støðið, soleiðis at vit
um tvey ár kunnu siga, at
nú eru vit komnir longur,
enn vit vóru í fyri tveimum
árum síðani.
- Og hetta er nakað, sum
krevur eitt grundleggjandi
kjak. Eisini hjá okkum. Og
tað er sera umráðandi, at
setanin av landsliðsvenjar-
anum eisini fylgir hesum.
A-landsliðið vil so ella so
vera okkara brand, men fyri
menningina er altavgerandi,
at hetta ikki bara stendur
einsamalt, men at saman-
hangur er í allan vegin.
Betur vit megna at lýsa teir
karmar, sum ein landsliðs-
venjari skal virka undir.
Størri
eru
sannlíkindini
fyri, at vit kunnu skapa eitt
lokkandi arbeiðspláss hjá
sama venjara, sigur Høgni í
Stórustovu, FSF-forseti.
Svangaskarð verður
neyvan karmur
um A-landsdystir
í framtíðini, men
FSF hevur framvegis
sáttmála við tofta-
menn
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Føroyska A-landsliðið hev-
ur tríggjar undankappingar-
dystir á heimavølli komandi
kappingarár.
Felags fyri dystirnar móti
Serbia, Fraklandi og Litava
er, at teir allir verða spældir
á Tórsvølli.
Og tað er nógv, sum bend-
ir á, at dysturin hjá Føroyum
móti Ukraina tann 24. mars
verður seinasti A-landsdyst-
urin, sum Føroyar hava
spælt á Svangaskarði. Í øll-
um førum undir opnum
himmali.
- Vit hava gjørt avtalu við
Tórsvøll um, at vit spæla
allar undankappingardyst-
irnar hjá A-landsliðnum í
Havn komandi árið. Hin-
vegin hava vit framvegis
sáttmála við Svangaskarð,
og tað koma vit eisini fram-
vegis at hava, sigur Høgni í
Stórustovu, FSF-forseti.
Hinvegin er eingin ivi
um, at FSF hevur tørv á í
minsta lagi tveimum vøll-
um. U-landsdystirnir eru
nógvir í tali, og einsamallur
megnar Tórsvøllur ikki at
lyfta bæði venjingar og
dystir hjá hjá yngru liðun-
um.
Samstundis hevur starvs-
nevndin hjá FSF játtað
Svangaskarði sín stuðul í
arbeiðinum at gera fótbólts-
høll á Toftum, og so er
spurningurin, um næsti A-
landsdysturin á Svanga-
skarði verður undir taki.
Fundast um venj
aran hósdagin
Alandsliðið bara á Tórsvølli
Landsdysturin móti
Ukraina í fjør vár verður
eftir øllum at døma seinasti
undankappingardysturin
hjá A-landsliðnum, sum
varð spældur undir opnum
himmali á Svangaskarði
Arthur Wharton 1865-1930:
Fyrsti
Tað tók tað mesta av
eini øld, áðrenn tað varð
góðtikið fult og heilt, at
littir spælarar eisini gjørdu
um seg í ensku liguni.
Artur Wharton gjørdist
fyri 119 árum síðani
fyrsti litti yrkisspælarin í
heiminum. 108 ár gingu,
áðrenn grøv hansara fekk
ta virðing, sum hon hevði
uppiborið
Høgni í Stórustovu,
FSF-forseti