mánadagur 1. desember 2008síða 25
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
[ Nr. 231 - 1. desember 2008 ]
Hoffenheim ikki meistari
Uppflytararnir úr Hoffenheim liggja í løtuni á odda í týsku
fótbóltskappingini, men Franz Beckenbauer heldur ikki, at tað
fer at eydnast sensatiónsliðnum at vinna kappingina. Der
Kaiser roknar ikki við, at Hoffenheim fer at halda í longdini. -
Fyrr ella seinni fer luftin úr teimum. Teir verða ikki meistarar í
ár, men um teir styrkja liðið, so kunnu teir kanska gerast
meistarar um tvey ella trý ár, sigur Beckenbauer.
Glóðheitur Ibisevic
Ein frágreiðing til gongdina hjá Hoffenheim er Vedad Ibisevic,
sum hevur skorað 16 mál í fyrstu 14 dystunum fyri Hoffenheim í
ár. Í fjør sat hann annars á beinkinum fyri tað mesta, og talan
gjørdist bert um fimm mál frá honum, tá Hoffenheim flutti upp. –
Eg eri skjótt sjálvur bangin fyri mínum dygdum. Men sjálvsálitið
er í topp og á einum slíkum liði er lætt at skora, sigur Ibisevic,
sum tykist hava sett kós móti metinum hjá Gerd Müller, sum eitt
einstakt kappingarár skoraði 40 mál fyri Bayern München.
Litti fótbóltsspælarin,
Arthur Wharton
gjørdist yrkisspælari
longu í endanum
av 19. øld. Men
húðarliturin gjørdist
tíverri eisini ein
forðing hjá honum
Fótbóltur
Heri Simonsen
heris@sosialurin.fo
Arthur Wharton varð fødd-
ur í Jamestown í Accra á
Gullstrondini – tað sum í
dag eitur Ghana – 28. ok-
tober í 1865. Tað varð tíð-
liga greitt, at Arthur Whart-
on hevði góð læruevnir. Í
1882 flutti hann til Ong-
lands fyri at nema sær lær-
dóm. Tað gekk ikki long
tíð, so staðfesti hann eisini
síni evnir innan sprinttein-
arnar í renning. Í 1886 setti
hann met á teininum fyri
100
yards
(góðar
90
metrar). Hann rann teinin
innanfyri 10 sekund, sum
fyri 122 árum síðani varð
púrasta óhoyrt. Árið eftir
vann hann aftur meistara-
heitið hjá The Amateur
Athletics Association. Men
hann varð eisini stinnur inn-
an
aðrar
ítróttargreinar.
Hann íðkaði eisini cricket,
súkkling, og ikki minst fót-
bólt.
Yrkisspælari í 1889
Arthur Wharton varð mál-
verji hjá Darlington í Norð-
ureystur-Onglandi í 1885-
1886. Her fingu menn úr
táverandi stórliðnum, Prest-
on North End eyga á tann
unga, evnaríka, litta mann-
in. Saman við nýggja liðið
sínum, rakk Wharton hálv-
finaluni í FA Cup kappingini
í 1887. Fyrsta FA Cup kapp-
ingin varð longu í 1872.
Preston tapti hálvfinaluna
1-3 ímóti West Bromwich.
Í 1889 fekk Wharton ein
yrkissáttmála við Rother-
ham Town. Seinni spældi
hann eisini við Sheffield
United, Stalybridge Celtic
og Ashton North End. Sein-
asta árið, sum yrkisspælari
spældi hann við Stockport
County í næstbestu fót-
bóltsdeildini.
Síðsti dysturin hjá honum
varð ímóti einum liði úr
Manchester, sum æt Newton
Heath. Hesir somu Newton
Heath skiftu navn hetta
árið, til Manchester United.
Wharton varð ein ógvuliga
fleksibil
spælari.
Hann
boksaði bóltin langt sum
málverji, og gjørdi hann tað
ofta
undirhaldandi
fyri
áskoðarnar. Hann varð so
skjótur, sammett við hinar
spælarnar, at tíðum spældi
hann sum vongur.
Øðrvísi spæl
At vera málverji í 1890-áru-
num varð rættiliga øðrvísi,
enn at verða málverji í dag.
Málverjar høvdu tá í tíðini
loyvið til at nerta bóltin við
hondini á leikhálvuni hjá
liði sínum. Men samstundis
varð málverjin ikki líka væl
vardur av dómarareglunum,
sum komu í 20. øld.
Hetta merkti, at mál-
verjarnir vóru nógv útsettir,
hart taklaðir, og viðhvørt
næstan jagstraðir av mót-
støðumonnunum. Tað kravd-
ist av einum málverja, at
hann bæði dugdi at verja
seg, og at geva frá sær eis-
ini. Wharton stóð seg rætti-
liga væl í hesum partinum,
og bleiv hann tí væl dámdur
av áskoðarunum. Men ikki
øll hildu líka nógv um hans-
ara stíl.
Í 1887 fór ein greinaskriv-
ari í blaðnum “The Athletic
Journal” rættiliga illa við tí
litta manninum. Hesin helt,
at ein slíkur flákrandi fuglur
hoyrdi ikki heima millum
tvær málstengur.
Í dysti fyri Rotherham
ímóti Sheffield Wednesday
gjørdi Wharton nakað, sum
fær okkum at hugsa um
tann svaka málverjan hjá
Kolumbia, René Higuita.
Wharton hekk seg í yvir-
leggjaran, fangaði bóltin
millum bæði beinini, og
skákaði sær undan trimum
mótstøðumonnum,
sum
allir fóru sendandi inn í
málið. Fólk, sum vóru til
staðar tann dagin, gloymdu
ongantíð tað bjargingina.
Men tað gekk ikki bara
við hjá Wharton. Tá hann
spældi í Sheffield United
hevði hann ein beinharðan
kappingarneyta, sum æt
William Foulke. Tá so
Wharton slapp at byrja inni
í dysti fyri Sheffield United
ímóti Sunderland á gamla
Roker Park Leikvøllinum,
kom hann skeivt út úr málin-
um, og náddi slettis ikki
bóltinum, so Sunderland
fekk skorað.
Yrkisítrótt illa lýdd
Seinast í 19. øld vóru tað
fleiri fólk, sum hildu fast
við, ítróttur skuldi bara
verða á amatørstøði, og at
tað varð skeivt at íðka ítrótt
fyri pening.
Arthur Wharton vaks upp
hjá einari familju, sum varð
av meðalstættini í kolonist-
iska umhvørvinum á Gull-
strondini. Tað varð mett
sum eitt sosialt afturstig í
hesum umhvørvinum, at
Wharton fór at íðka yrkis-
ítrótt. Tað varð mett at verða
óhóskandi, at ein maður í
miðalstættini íðkaði ítrótt
fyri pening.
Wharton royndi at fáa eitt
embætisstarv á Gullstrond-
ini, tá fótbóltsyrkisleiðin
varð liðug í 1902. Men tað
vísti seg, at tað varð júst
hansara
yrkisítróttarleið,
sum forðaði honum í at fáa
eitt embætisstarv í føði-
landinum. Wharton valdi
so at gera seg til eitt við
arbeiðarastættina, sum tá á
døgum eisini varð stættin,
sum hevði áhuga í fótbólti.
Wharton fór at arbeiða í
einari kolaminu í Edlington
í Suður-Yorkshire.
Hann gjørdist eisini ein
hetja hjá arbeiðarastættini,
men tíðum varð hann eisini
út fyri rasismu. Men hann
fann seg ikki í at verða
spiltan út fyri sín húðalit.
Hann svaraði aftur og vardi
seg. Hann varð ein stoltur
maður, men ikki arrogant-
ur.
Tó meta nógvir fótbólts-
søgufrøðingar, at tað varð
júst húðaliturin, sum gjørdi,
at Wharton ongantíð varð
tikin út til enska landsliðið.
Dámdi váta slagið
Sum so mong onnur yrkis-
ítróttarfólk, so hevði Arthur
Wharton tað ringt við at
flyta seg frá teimum stóru
leikvøllunum við teimum
mongu áskoðarunum, og tí
nógvu umtaluni, og út í
gloymskuna.
Longu tá hann ikki vann
málmanssessin frá William
Foulke í Sheffield United
byrjaði hann spakuliga at
dreka. Tó helt hann seg í
gongd tey fyrstu árini,
aftaná, at fótbóltsskógvarnir
vórðu lagdir á hillana við at
íðka cricket og renning.
Undir fyrra heimskrígnum
gjørdist hann partur av
sivilverjuni. Men, sum hann
eldist, so føldi hann seg
gloymdan og forfjónaðan,
og fór hann at drekka seg á
ørmundarhús.
Tá Arthur Wharton doyði
í
Edlington,
tann
13.
desember í 1930, átti hann
ikki eitt klovið oyra. Hann
varð jarðaður í einum kirkju-
garði í Edlington, men hann
fekk ein gravstein uttan
navn.
Kom til heiðurs aftur
Men seinast í 20. øld, tá
alsamt fleiri littir fótbólts-
spælarar byrjaðu at gera
vart við seg í ensku liguni,
kom navnið hjá Wharton
undan kavi aftur. Hetta varð
tá finnast skuldi fram, hvør
varð tann fyrsti litti yrkis-
spælarin í Onglandi.
Tá so antirasismu-herferð-
irnar eisini komu á breddan
í fótbóltsumhvørvinum und-
ir herrópinum “Football
Unites – Rasism Devides”
(Fótbóltur savnar – Rasism-
an spjaðir) kom Arthur
Wharton aftur til heiður og
æru.
Í 1997 fekk grøvin hjá
honum ein prýðiligan grav-
stein. Og í 2003 gjørdist
Arthur Wharton partur av
“English Football Hall of
Fame”-savninum, sum eina
viðurkennning fyri hansara
fótbóltsbrøgd.
Í hesum døgum verður
eisini arbeitt við at gera
eina standmynd av honum í
Darlington sum eina viður-
kenning fyri hansara avrik.
litti yrkisspælarin í heiminum