Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-01, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. desember 2008síða 26

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 [ Nr. 231 - 1. desember 2008 ] Ragnar í serflokki Samstundis sum kapp­ ingin fyri tey vaksnu var, skutu børnini eis­ ini. Ragnar Mikkelsen var í serflokki og vant burturúr øllum hinum á fimtan metrum. Innleiðandi var Ragn­ ar fremstur við 546 stig­ um. Odd Andreassen og Oddmar Nielsen vóru ávikavist nummar tvey og trý, við 522 og 499 stigum. Innleiðandi vóru eis­ ini fýra persónlig met, so tey ungu skammast helst ikki av sínum degi. Í hálvfinalunum skutu Ragnar Mikkelsen og Sirið Rein. Ragnar Mikkelsen vann við seks stigum. Í hinari hálvfinaluni skutu Odd­ mar Nielsen og Odd Andreassen. Teir plaga at standa síð um síð í Runavík og venja, so teir kenna styrkir og veikleikar hjá hvørjum øðrum. Í gjár dró Odd Andreassen longra strá­ ið og vann við fýra stigum. Um bronsuna skutu Sirið Rein og Oddmar Nielsen. Sirið legði seg á odda við sjey stigum í fyrsta umfarið, og helt hesa leiðslu restina av dystinum, samstundis sum hon útbygdi hana eitt vet. Sostatt vann hon við 110 stigum ímóti teimum 101 hjá Oddmari Nielsen. Í finaluni skutu Ragn­ ar Mikkelsen og Odd Andreassen. Ragnar helt sama stíl sum áður, og vann dystin við 18 stigum. - eij Ferguson ikki pensionerast Tað verður javnan tosað um, nær Sir Alex Ferguson gevst sum venjari í Manchester United. 66 ára gamli ætlaði at gevast fyri seks árum síðani, men angraði avgerðina og er framvegis venjari í United. ­ Eg hugsi als ikki um at gevast sum venjari. Heilsan hjá mær er góð, og eg havi hug at halda fram. So leingi tað gongur væl hjá mær og liðnum, er einki trýst á mær um at gevast, sigur Ferguson við News of the World. Stúra fyri Torres Fyrst var hann skaddur í fimm vikur, men tá hann so aftur fór at spæla, fekk Fernando Torres enn ein skaða. Tað hevur skapt stúran í Liverpool. ­ Vit eru sera vónbrotin av støðuni. Vit gjørdu eitt stórt fyribyrgjandi arbeiði, so at hann ikki skuldi fáa ein skaða aftur, men tað eydnaðist ikki, sigur Rafael Benitez, venjari í Liverpool, við blaðið Sporting Life. Sunnudagin var kapping í bogaskjóting. Teir eldru tóku seg saman frá seinastu kapping, og fóru við øllum Bogaskjóting Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Í gjár var næsta kappingin í ár fyri bogaskjúttarnar í Før­ oyum. Kappingin var hildin í høllini á Giljanesi og felag­ ið, Vágaskot, skipaði fyri. Til seinastu kapping vóru nógv positiv úrslit, ið kundu bent á, at styrkin í boga­ skjótingini veruliga er um at koma aftur til Oyggjaleik­ irna, men soleiðis var ikki í gjár. Ongin skeyt til sítt besta og fólk vóru á einum máli um, at tað ikki var gott nokk. Yngru skjúttarnir fingu veruliga plantaði beinini aftur á jørðina, tí tað vóru eldri skjúttar, ið vunnu bæði í compound og recurve. So tey yngru hava okkurt at hevna til næstu kapping. Compound Í compoundbólkinum skuldi Nikkel Petersen royna at endurvinna sær sigurin frá seinastu kapping, men hetta skuldi vísa seg at vera tor­ ført. Tí so skjótt sum innleið­ andi umfarið fór í gongd. Tað vil siga 60 pílar, so stungu Per Holm Andersen og Schandorff Vang av. Og tá innleiðandi umfarið var liðugt lógu teir báðir veteran­ arnir javnir við 563 av 600 møguligum stigum, men við fleiri tíggjarum var Per Holm Andersen fremstur. Teimum á baki komu Magn­ us Andreassen og Kaj Johannesen við ávikavist 555 og 550 stigum. Talan var um persónlig met hjá báðum hesum skjúttunum. Ikki fyrr enn á fimta plássi var Nikkel Petersen at finna, og tað var hann ikki nakað serliga nøgdur við. Í fjórðingsfinalunum vóru allir dystirnir rættiliga spennandi, og bert í einum føri var munurin fleiri enn tvey stig. Alt dystir, ið kundu farið báðar vegir. Men mest spennandi dystin áttu Sigrid Vang og Magnus Andreassen, ið skutu javn. 106­106 varð støðan, so umskjóting mátti til. Har megnaði Magnus at halda betri stýr á nervunum og skeyt ein tíggjara í mun til níggjaran hjá Sigrid. Í hálvfinalunum vóru dystirnir eisini rímiliga javn­ ir, hóast Per Holm Andersen forerdi Nikkeli Petersen sigurin við at skjóta ein píl við síðurnar av skivuni. Í hinum dystinum vann Schandorff Vang við trim­ um stigum ímóti Magnusi Andreassen. Í bronsudystinum skutu Per Holm Andersen og Magn­ us Andreassen. Úrslitið gjørd­ ist 114­98 til Magnus Andre­ assen, og aftur her forerdi Per Holm Andersen sigurin burtur við at skjóta ein píl við síðurnar av skivuni. Í finaluni skulu Nikkel Petersen og Schandorff Vang møtast. Nikkel sá sær helst møguleikan at endur­ vinna sær sigurin frá sein­ astu kapping, men Schan­ dorff vildi ikki tapa ímóti lærlinginum einaferð enn. Úrslitið gjørdist 112­112, so talan gjørdist um umskjót­ ing. Her vildu rutinan meira enn tallentið, og Schandorff skeyt ein tíggjara og Nikkel ein níggjara. So stríðið um toppin í compoundskjóting­ ini er enn livandi. Leggjast skal til merkis, at Jógvan Niclasen ikki luttók til kappingina í gjár, tí hann var burturstaddur. Recurve Í recurvebólkinum vóru fleiri skjúttar vóru við í mun til seinastu kapping. Øssur Hansen skeyt fyrstu kappingina síðan úttøku­ kappingarnar til Oyggjaleik­ irnar seinast og Fríði Andreasen skeyt sína fyrstu kapping nakrantíð. Eirikur í Jákupsstovu, ið vann seinastu kapping, legði seg á odda beinanvegin innleiðandi, og tá 60 pílar vóru skotnir lá hann eisini fremstur við 519 stigum. Honum á baki komu Øssur Hansen (499 stig), Trofinn Hansen (497 stig) og Jógvan Magnus Andreasen (488 stig). Men tað hevur onki at siga, tá mann kemur til fin­ alurnar, og tað sóu vit eisini í gjár. Í fjórðingsfinalunum vunnu teir, ið mann roknaði við fóru at vinna. Og tað var eisini við rímiliga greiðum muni. Í hálvfinalunum gjørdist alt meira áhugavert. Øssur Hansen vann javna dystin ímóti Torfinni Hansen við fimm stigum. Í hinum dyst­ inum í hálvfinalunum skutu Jógvan Magnus Andreasen og Eirikur í Jákupsstovu. Tann seinni legði seg á odda beinanvegin og førdi rímiliga greitt. Tá hann skuldi skjóta seinasta pílin, skuldi hann bert raka skiv­ una fyri at vinna. Men onki er avgjørt fyrr enn alt er avgjørt, og tað vísti seg, at fryktin fyri at tapa gjørdist størri enn viljin at vinna, og úrslitið varð, at hann skeyt við síðurnar av skivuni. Hetta hevði við sær at Jógv­ an Magnus Andreasen kom í finaluna, har hann skuldi møta Øssuri Hansen. Bronsuna skuldu so, Tor­ finn Hansen og Eirikur í Jákupsstovu skjóta um. Eirikur vann dystin rímiliga greitt, við 102 stigum í mun til 98 hjá Torfinni. Í finaluni var so gott sum ongin spenningur. Jógvan Magnus Andreasen vant burturúr Øssuri Hansen og vann dystin við 13 stigum. Ein góður dagur hjá Jógvan Magnusi Andreasen, ið hev­ ur verið hálvskaddur í eina tíð nú. Talan var sum heild um eina kapping, har fólk ikki skutu nakað serliga væl. Ungu skjúttarnir megnaðu ikki at koma heilt upp á tind­ in, og teir eldru fingu hevnd fyri seinastu kapping. Veteranar vunnu í Vágum Schandorff Vang vann í compoundbólkinum. Honum á baki vóru, unglingarnir, Nikkel Petersen og Magnus Andreassen Jógvan Magnus Andreasen vann sína fyrstu kapping í dag. Næstur honum gjørdist Øssur Hansen, og Eirikur í Jákupsstovu skeyt seg til bronsuna