Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-01, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. desember 2008síða 28

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 [ Nr. 231 - 1. desember 2008 ] Mistak, tá Phelps vann Michael Phelps sigur nú, at tað var eitt mistak frá Milorad Cavic, sum gjørdi tað møguligt hjá sær at seta met við at vinna 8 OL-gull í Beijing í summar. – Hann lyfti høvdið, so tað bremsaði ferðini eitt vet, áðrenn hann nart veggin, og tað var munurin. Hevði hann hildið høvdinum niðri, hevði hann vunnið, segði Michael Phelps í sjónvarpssamrøðu herfyri.. Phelps segði seg vera deyðamøddan undan finaluni í 200 m medley, sum var hansara sjeynda gull á leikunum. Men hann vann kappingina við 1/100 sekund. AaB spruttar Tað hevur gingið sera væl hjá AaB, eftir at felagið sendi venjaran heim og lat hjálarvenjaran Allan Kuhn røkja uppgávuna sum venjari fyribils. AaB hevur ikki tapt síðani, og í gjár vann AaB greiðan sigur á FCK. AaB tóktist verða í góðum spælhýri, og dysturin endaði við 3- 1 sigri til AaB. Onkur av AaB-spælarunum helt eftir dystin, at AaB kundi vunnið enn meira. Skal hetta vera kappingarárið, har Liverpool endar sum vinnari av bestu ensku fótbóltsdeildini, so skal liðið vísa styrki í kvøld og næstu dystirnar, nú bæði Manchester United og Arsenal hava meld­ að seg inn aftur í oddastríðið FÓTBÓLTUR Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Liverpool hevur ikki verið serliga sannførandi teir báð- ar síðstu dystirnar. Kortini hevði javnleikurin ímóti Fulham síðsta vikuskifti við sær, at Chelsea ikki slapp avstað í oddinum, og tepri sigurin á Marseille mikukvøldið tryggjaði Liv- erpool sæti í fjórðingsfinal- unum í Champions League. Tískil sær tað framvegis gott út hjá Liverpool. Í kvøld kann Liverpool gera støðu sína enn betri. Við at vinna á West Ham kann Liverpool leggja sjógv ímillum seg og Chelsea, ið hevur sama stigatal og Liverpool. Fleiri tekin eru eisini um, at Liverpool stendur eftir sum sigursharri eftir dystin í kvøld. Liverpool er tað liðið, ið hevur fingið flest stig á heimavølli í ár. Har hava teir heldur ikki tapt í ár, og West Ham hevur ikki vunnið á Anfield Road síð- ani 1963. Liverpool er eis- ini tað liðið, sum hevur lat- ið fæst mál inn á heimavølli í ár, meðan West Ham ein- ans hevur skorað seks mál í sínum sjey útivallardystum, og bara hevur vunnið tvær ferðir á útivølli. Munurin liðanna millum sæst eisini aftur á stigatalvuni, har Liv- erpool er 16 stig framman- fyri West Ham. Men West Ham er bara fyrsta stig á vegnum hjá Liverpool. 1. februar hittast Liverpool og Chelsea á Anfield, og inn til ta tíð hev- ur Liverpool níggju dystir á skránni, sum uttan stórvegis himpr eiga at geva í minsta lagi 21 stig. Mótstøðuliðini eru West Ham, Blackburn, Hull, Bolton, Newcastle, Stoke og Wigan, umframt at meiri truplu dystirnir ímóti Everton og Arsenal. Júst Arsenal hevur við sínum sigri meldað seg inn- aftur í oddastríðið, sum eis- ini telur Manchester United og Chelsea. Tískil krevur tað styrki av Liverpool, um liðið skal enda oyðimarkar- gongd sína – styrki, sum Liverpool ikki hevur víst seinastu 18 árini. Styrki merkir eisini, at liðið megnar at taka av møgu- leikanum, tá hann býðst teimum. Henda møguleika hevur Liverpool í kvøld. Arsenal hjálpti Liverpool Argasti kappingarneytin hjá Liverpool hetta kapping- arárið, hevur verið Chelsea. Sunnudagin gjørdi Arsenal Liverpool eina stóra tæn- astu, tá teir bastu teimum bláu í grannauppgerðini. Úrslitið gjørdist gjørdist 2-1 og Arsenal gjørdi øll málini. At tað gjørdist Arse- nal, ið stóð eftir sum sigurs- harrin á Stamford Bridge, var heldur óvæntað. Arsenal hevur verið ógvuliga sving- andi í ár, og seinstu vikurnar hava verið merktar av innan- hýsis rumbli í felagnum. Harumframt hevur Arsenal tær seinastu tólv ferðirnar liðið hevur møtt Chelsea, einans vunnið ein av hesum dystum. Málini hjá Arsenal gjørdi Robin van Persie, sum spældi sín dyst nummar 100 fyri Arsenal. Og mál hansara merkja, at Chelsea tapti fyri aðru ferð á heima- vølli í ár, og tað er ikki hent seinastu fimm árini. Rooney fyri 100 ferð Ein onnur og stór granna- uppgerð var í Manchester sunnudagin, tá City og Uni- ted brustu saman. Her var tað stóribeiggin United, sum dróg longra stráðið, og Wayne Rooney gjørdi ein- asta málið í dystinum. Við sigrinum hevur United hevnt nakað av farna kapp-ingar- árið aftur, tá City vann báðar grannauppgerðirnar, sum sjálvsagt hevur plágað Uni- ted líka síðani. Men hetta bøtti Wayne Rooney upp á í gjár. 23 ára gamli match-vinnarin, sum spældi sín fyrsta dyst í Premier League tann 17. august í 2002, hevur nú skotið 100 mál á yrkisleið sínari, har hann umframt Manchester United eisini hevur umboðað Everton. Hóast 100 mál var tað kortini ikki Rooney, sum fór avstað við yvirskriftun- um í bretsku fjølmiðlunum. Sum ikki einaferð var tað Christiano Ronaldo, ið tók hesar. Portugisin var nevniliga vístur av vølli, tá hann nært bóltin við hondunum og fekk sítt næsta gula kort. Tað sá undarligt út, tá portu- gisin valdi at nýta hendur- nar, tá frísparksinnlegg varð sent innfyri, men Ronaldo segði eftir dystin, at hann helt seg hoyra, at dómarin hevði bríkslað beint áðrenn. Men tað hevði dómarin ikki, og tí noyddist Ronaldo av vøllinum. Aston Villa og Hull verða hótt Av øðrum áhugaverdum úrslitum í bestu ensku fót- bóltsdeildini hetta vikuskift- ið, eru sigrarnir hjá Everton og Portsmouth. Við tað, at bæði Aston Villa og Hull ikki fingu meiri enn eitt stig hvør, meðan Everton og Portsmouth fingu trý í part, so tødnaði munurin liðini á fimta og sætta plássi, og so liðini á sjeynda og áttanda plássi, so mikið, at tað nú einans er ein sigur, ið skilir liðini. Nú skal Liverpool vísa styrki Leygardagin vóru tíggju ár síðani, at Steven Gerrard sum 18 ára gamal fekk sín fyrsta dyst fyri Liverpool. Hesi tíggju árini hevur hann hugt at, meðan Manchester United, Chelsea og Arsenal hava vunnið Premier League, men hetta skal ætlandi broytast í ár Mynd: Polfoto Støðan í Premier League: 1 Chelsea 33 2 Liverpool 33 3 Manchester United 28 4 Arsenal 26 5 Aston Villa 25 6 Hull 23 7 Everton 22 8 Portsmouth 22 9 Bolton 20 10 Fulham 19 11 Wigan 19 12 Middlesbrough 19 13 Stoke 18 14 Manchester City 17 15 West Ham 17 16 Tottenham 15 17 Newcastle 15 18 Sunderland 15 19 Blackburn 13 20 West Bromwich 11 -- Úrslitini hetta vikuskiftið: Wigan - WBA 2-1 Stoke - Hull 1-1 Middlesbrough - Newcastle 0-0 Aston Villa - Fulham 0-0 Sunderland - Bolton 1-4 Manchester City - Manchester United 0-1 Portsmouth - Blackburn 3-2 Tottenham - Everton 0-1 Chelsea - Arsenal 1-2