mánadagur 1. desember 2008síða 29
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 231 - 1. desember 2008
….. Carola!
Tað var ikki tann nógvi tónleik
urin á pallininum, men heldur
sera fjølbroytta klaversplið hjá
Pelle sum fylti salin, so tað
rungaði í, og spældi hann nærum
sum eitt heilt orkestur. Sum eitt
eyka ískoyti til tað tónleistarliga
fingu vit eisini nógv spæl av
ísraelska manninum, sum Carola
hevði boðið við til hesa konsert
røðina. Tey lærdu hvønn annan at
kenna, tá hon fyrr hevur vitjað í
Ísrael og nú ferðast hann so við
og spælir hett forkunnuga
streingjaljóðførið. Jú, tað gav
eisini serstaka kenslu at hoyra
henda tónleikin, sum hóskaði til
kóringar, av teimum fýra, ið
bakkaðu Carolu upp.
Føroyskt íkast
Stutt frammundan konsertini
kom ynski frá Pelle, ið skipaði
tónleikin, um at fáa onkra
føroyska luttøku. Skjótt var
atborið og bæði kór og solistar
luttóku. Myrna, sum eisini legði
leiðina til Føroyar hetta
vikuskiftið fekk samband við
Vanju, sum skjótt fekk samband
við royndar sangarar sum stillaðu
upp eftir stuttum skotbrái, og væl
má sigast verða komið burtúr.
Tey sungu og fyltu væl upp, so
tað var ein sonn frøi, sum altíð at
hoyra.
Tá seinasti sangurin varð
sungin, var týðuligt, at fjøldin
vildi hava meira, og her fingu vit
so sangin “När himlen kom till
jorden” umaftur, og so sangin hjá
Thore Ås: “Velsignelsen”.
Samanumtikið
kann sigast, at eg fekk eina góða
uppliving hetta kvøldið í
Hoyvíkshøllini. Tveir tímar
gingu skjótt, ja, nærum alt ov
skjótt, men eg tori at siga, at øll
fingu valuta fyri peningin.
Heildin var góð, eins og
sangurin, ljóðið og spælið
samstemmaðu. Vit, sum sótu
aftarlaga fingu eisini alt við.
Sum eg plagi at siga tað, so er
tað altíð eina tonn verri at
framføra tann andaliga sangin, tí
hesin er ikki bara eitt undirhald,
men ein heild sum skal og kann
geva framførsluni eitt innihald,
sum kann ávirka langa tíð
frameftir. Boðskapurin er ikki til
at fara skeivur av, og kemur hann
altíð at liggja eftir, og tað trúgvi
eg eisini, at ein kvinna sum
Carola staðiliga ynskti skuldi
vera úrslitið. Hon syngur fyri at
bera út boðskapin um heimsins
Frelsara, ið kom at frelsa tað, ið
fortapt og forkastað var. Tað var
tí Hann kom, sendur av Gudi
sum loysigjald fyri okkum øll.
Nú er bara at líta frameftir og
vænta, at tað verður kanska ikki
alt ov leingi til Carola finnur
vegin henda vegin aftur. Hon,
eins og so mong onnur, kann fáa
ta vælkendu Føroyasjúkuna, so
hvør veit – vit hoyrast aftur.
29
Ein stúgvandi full Hoyvíkshøll
Børnini sluppu eisini á pallin