mánadagur 1. desember 2008síða 31
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 231 - 1. desember 2008
31
Stutt Sagt
Mamma
Shannon
játtar seg seka
Í Bretlandi hevur Karen
Matthews nú viðgingið,
at hon var vitandi um, at
dóttir hennara, Shannon
Matthews,
bleiv
fjald
heima hjá einum manni,
sum hon kendi, meðan
løgreglan setti umfatandi
leiting í verk eftir gent
uni.
Í rættinum segði Karen
Matthews, at hon ræddist
Michael Donovan, sum
fjaldi dóttir hennara. Tey
bæði kendust, tí Michael
Donovan og fyrrverandi
sambúgin
hjá
Karen
Matthews, Craig Meehan,
sum er pápi Shannon, eru
vinmenn. Sambært Karen
Matthews var tað Michael
Donovan, sum fekk hug
skotið at fjala gentuna
fyri síðani at fáa finning
arløn, men løgreglan helt
uppá, at mamman var
uppi í ætlanini, og tað hev
ur hon nú viðgingið, sigur
Sky News.
Løgreglan sendi stór lið
at leita eftir Shannon
Matthews, tí sambært fjøl
miðlunum vildu myndug
leikarnir ikki hava eitt
mál afturat sum tað um
Madeleine McCann, ið
hvarv í Portugal.
Talsmaður
fallin
Dr. Mohammad Hanif,
fyrrverandi talsmaður hjá
Taliban í Afghanistan, er
deyður. BBC sigur, at
hann doyði í einum álopi
um vikuskiftið, og at
álopsmenninir
vóru
í
sama hermannabúna, sum
tann afghanski stjórnar
herurin brúkar.
Dr Hanif var almennur
talsmaður hjá Taliban frá
oktober í 2005, til hann
bleiv tikin í fjør. Hann
bleiv latin leysur í vár.
Afghanska
herleiðslan
sigur, at herurin hevði
einki við álopið at gera.
SAMBAND
árNi joeNSeN
fArtekSt@MAil.Dk
-Vit vórðu ávaraðir og høvdu sett tiltøk í verk, man
hasum álopinum kundu vit ikki forðað kortini
(indiskur hotelleigari)
útlond
Mótmælisfólkini í
Teilandi eru gingin
við til at lata 88
flogfør sleppa úr
Bangkok, men eingi
ferðafólk sleppa við
Eftir avtaluni millum mót
mælisfólkini
hjá
fræls
isfylkingini PAD og stjórn
ina kunnu flogfør hjá teil
endska flogfelagnum Thai
og útlendsk flogfør fara til
floghavnir aðrastaðni í land
inum eftir ferðafólki.
Øll flogferðsla til og úr
Bangkok hevur ligið still,
síðani fleiri túsund mótmæl
isfólk otaðu seg inn í flog
havnina, har tey hava verið
síðani.
Myndugleikarnir
hava lovað, at útlendsk
ferðafólk, sum bíða eftir at
sleppa av landinum, skulu
sleppa heim sum skjótast.
Samstundis hava myndug
leikarnir bjóðað ferðafólk
unum einar 350 krónur um
dagin, meðan tey bíða eftir
heimferð.
Weerasak Kohsurat, sum
er ráðharri í ferðavinnumál
um, segði í morgun, at um
leið 100.000 ferðafólk og
handilsfólk bíða eftir at
sleppa úr Teilandi. Flogfel
øgini siga, at tað kann taka
eina viku at avgreiða tey
mongu, sum bíða.
Indisku myndug
leikarnir siga, at
allir menninir, sum
vóru við í álopinum
í Mumbai, vóru úr
Pakistan
Allir yvirgangsmenninir,
sum doyðu í bardøgunum í
Mumbai, vóru úr Pakistan,
segði stjórin í indiska innan
ríkisráðnum,
Shakeel
Ahmad, við bretska kring
varpið BBC í morgun.
Hann legði afturat, at India
skuldsetir ikki pakistonsku
stjórnina fyri at hava stuðlað
yvirgangsmonnunum.
Samstundis hava indisku
myndugleikarnir upplýst, at
172 fólk doyðu í yvirgang
inum, og at næstan 300
vórðu særd.
Indiska tíðindastovan PTI
skrivaði í gjár, at fleiri limir
í indisku stjórnini hava hug
at slíta friðarsamráðingarnar
við Pakistan. PTI visti eisini
at siga, at Manmohan
Singh, forsætisráðharri, er
sera vónsvikin av, at Pakis
tan ikki ger meiri fyri at
forða
yvirgangi
ímóti
India.
Ajmal Qasab, tann einasti
yvirgangsmaðurin,
sum
bleiv tikin á lívi, er úr Pakis
tan, og sambært indiskum
keldum hevur hann greitt
løgregluni frá, hvørjir felag
ar hansara vóru. Hann skal
eisini havt sagt, at hann var
í venjingarlegu hjá pakist
anska
felagsskapinum
LashkareTaiba, sum berj
ist ímóti tí indiska stýrinum
í Kashmir.
Pakistanski forsetin, Asif
Ali Zardari, hevur inniliga
heitt á India um ikki at
revsa Pakistan fyri atsókn
ina at Mumbai. Hann segði
í gjár, at teir hernaðarligu
felagsskapirnir í økinum
eru so sterkir, at teir kunnu
elva til kríggj millum lond
ini bæði.
Vit liva í einari truplari
tíð, har óalmennar kreftir
hava elvt til kríggj sum t. d.
atsóknin at USA 11. sep
tember í 2001, segði Zar
dari. Hann hevur fyrr sagt,
at Pakistan fer at revsa teir
seku, um tað kann prógvast,
at nakar í Pakistan hevði
samband við yvirgangin í
Mumbai.
Russisku myndug
leikarnir vilja nú
hava Interpol at taka
mannin, sum myrdi
tíðindakvinnuna
Onnu Politkovskaja
Russiska ákæruvaldið sigur
seg vita, hvør tað var, sum
myrdi blaðkvinnuna Onnu
Politkovskaja
uttan
fyri
íbúð hennara í Moskva á
heysti í 2006, og nú hevur
ákæruvaldið biðið Interpol
taka mannin.
Vit vita, hvør framdi ill
gerðina, og altjóða løgreglan
hevur givið boð um, at hann
skal takast, segði ákærin
Juri Tjajka við almenna
russiska sjónvarpið í gjár.
Ákæruvaldið í Moskva
hevur skuldsett fýra menn
fyri at hava hjálpt dráps
manninum. Ein av teimum
skuldsettu er fyrrverandi
agentur hjá fregnartænast
uni, og ein annar hevur fyrr
arbeityt hjá russisku krimi
nalløgregluni. Enn hevur
ákæruvaldið ikki sagt, hvør
framdi sjálvt morðið.
Anna Politkovskaja, sum
arbeiddi hjá blaðnum Nova
ja Gazeta, var kend fyri
sínar hvasorðaðu greinar
um russisku krígsførsluna í
Kekenia. Hon bleiv skotin
tann 7. oktober í 2006.
Allir yvirgangsmenn
vóru úr Pakistan
Shannon bleiv fjald fyri
finningarløn, men tað
miseydnaðist
(Mynd: Reuters)
Ajmal Qasah er tann einasti av teimum tíggju yvirgangsmonnunum, sum er á lívi
(Mynd: Reuters)
88 tóm flogfør úr Bangkok
Flogførini
sleppa á flog úr
Bangkok, men tey
eru tóm
(Mynd: Reuters)
tíðindi
Russar biðja Interpol
um hjálp í drápsmáli
Anna Politkovskaja bleiv
myrd í Moskva
(Mynd: Polfoto)