mánadagur 1. desember 2008síða 32
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 231 - 1. desember 2008
kronikk
Reidar Nónfjall
Ein stuðulsborðin
búskapur
Í hesi greinini verður lýst, hvussu
nógv og skjótt føroyski búskap
urin førkar seg frá at gerast ein
sjálvberandi búskapur og hvussu
heftur búskapurin í veruleikanum
er at ríkisveitingini og váða
tengdum inntøkum.
Føroyar hava altíð í nýggjari
tíð verið ein búskapur borðin
uppi av donskum stuðli – ein
umfatandi stuðul til íløgur og
rakstur, sum serliga seinastu 40
árini er latin við tí endamáli
skjótt at menna føroyska sam
felagið innan almanna og
heilsuøkið, skúlaøkið, vegir og
lendingar o.a.
Um so er, at hesin stuðul ikki
varð latin føroyska samfelagnum
kann einhvør ímynda sær, at ongi
fólk vóru búgvandi her á klettu
num. Føroyar eru sum samfelag
og vinna í kapping við útlandi og
hava td. føroyingar ikki somu
møguleikar sum onnur í
grannalondunum, so flyta teir. Tí
hevur stuðulin frá Danmark havt
avgerandi týdning fyri at búgva í
landinum við einum vælferðar
støði á hædd við onnur.
Øll kunnu vit semjast um, at
tað besta fyri Føroyar varð, um
landið kundi ment seg vinnuliga
til at klára seg sjálvt búskaparliga
uttan ríkisstuðul. Men hetta
kann bara gerast við einari størri,
sterkari, sunnari og kappingar
førari útflutningsvinnu. Tað eru
nógv greið tekin um, at føroysk
vinna ikki megnar at kompensera
eina minking í ríkisstuðulinum
og ongi útlit eru fyri at hetta
hendir komandi 20–30 árini.
Tær minkingar, sum gjørdar
eru í ríkisstuðlinum eru gjørdar
undir hákonjunkturum ella við
stórum búskaparvøkstri frá td.
fiskivinnuni og avsmittandi
vøkstri frá útlandinum. Tá nú
lágkonjunkturur kemur í
búskapin vanta hesir peningar i,
sum seinastu tíðina eru skornir
av ríkisstuðlinum – tí hava vit m.
a. eitt stórt hall á fíggjarlógini
fyri 2009. Tað eru sostatt ongar
bygnaðarligar og aðrar grund
leggjandi broytingar gjørdar, sum
málrættað virka fyri, at føroyski
búskapurin varandi kann gerast
sjálvberandi. Politiska arbeiði
byggir á passivitet og ongar
ítøkjuligar handlingar, sum
stuðla uppundir málið at gerast
búskaparliga sjálvberandi.
Langt frá sjálvberandi
búskapi
Føroyki búskapurin hevur
ongantið verið longri burtur frá
at kunna bera seg sjálvan, sum
seinastu 6 árini – íroknað 2008.
Ella sagt við øðrum orðum,
føroyski búskapurin er vorðin
fullkomuliga heftur at árliga
ríkisstuðlinum uppá 615 mió. kr.
Harafturat koma útreiðslur til
rakstur av ríkisstovnum uppá
umleið 350 mió.kr. árliga.
So tá ávísir politiskir flokkar,
eitt nú Fólkaflokkurin og Tjóð
veldi, uppí saman nevna sjálv
berandi búskap sum eitt aðalmál
í teirra politisku stevnuskrá og
eisini samgonguskjølum – so er
veruleikin og útgangsstøðið sera
langt frá idealmálinum og
dreyminum. Hugtakið ”ein
sjálvberandi búskapur” er tí alt
meira eitt abstrakt og veruleika
fjart hugtak, sum er meira
politiskt og tjóðskaparligt
kensluborið enn grundað á fakts.
Ein gjøgnumgongd av handils
javnanum seinastu árini og
higartil 2008 vísir eina greiða
mynd av, hvønn veg tað ber og
hvussu skjótt gongdin ber frá
málinum um ein sjálvberandi
búskap.
Tøl frá samhandlinum hjá Før
oyum vísa heilt greitt, at tað er
ein stór gjógv millum inn og
útflutning av vørum. Í td. 2006
varð virðið av innflutninginum
av vørum og tænastum 6,059
mia. kr. og á útflutninginum
4.905 mia. kr. Sostatt varð hallið
á vøru og tænastujavnanum
1.154 mió.kr. í 2006, svarandi til
heili 24% av tí samlaða útflutn
ingsvirðinum. Henda støðan svar
ar nøkunlunda til støðuna í
Grønlandi.
Hvat er ein sjálvberandi
búskapur
Ein sjálvberandi búskapur er ein
búskapur, sum varandi klárar seg
sjálvan uttan ríkisstuðul ella
peningagávur frá einum øðrum
landi og sum uttan stuðul megnar
at geva borgarunum eina vælferð
á jøvnum føti við grannalondini.
Høvuðsfortreytirnar fyri einum
sjálvberandi búskapi eru m.a.
• Náttúrugivið tilfeingi og
veðurlag
• Landastødd, fólkagrundarlag
(humane kapital) og
búsetingarmynstur – megin
økið kontra útjaðari
• Geografisk plasering og
topografi
• Tøkniligt støði
• Innan og uttanhýsis kommun
ikatiónsviðurskifti
• Útbúgvingarstøði (grund,
millum og hægri útbúgv
ingar)
• Umstillingarevnir
• Infraskipan
• Samhandilsfelagskapir
• Hóskandi lutfall millum
almenna og privata sektorin.
Nakrar av fortreytunum eru til
staðar í Føroyum, meðan nakrar
ikki eru tað og verða tað ongan
tíð ella muga mennast frá grund
ini av. Somuleiðis vil tað taka
nógv ár at skapa nakrar av for
treytunum. Eitt gott dømið uppá
álvarsligar bygnaðartrupulleikar í
sambandi við ein sjálvberandi
búskap, er vantandi fólkavøkst
urin, skeiva aldurssamansetingin
og skeiva útbúgvingarliga saman
setingin av arbeiðsføra fólkinum
(vit útflyta humane kapital ella
fólk við kappingarførari útbúgv
ing). Harafturat er nakað, sum
bendir á, at almenni sektorurin
fyllir alt meira í samlaða
búskapinum.
Handilsjavnin
Seinastu árini hevur handilsjavn
in víst fylgjandi árlig hall (bara
vørur innfl. cif og útfl. fob):
hall 953 mió.kr. í 2003 (útfl.
3.912 mió.kr, og innfl.4.866
mió.kr.)
hall 74 mió.kr. í 2004
hall 904 mió.kr. í 2005
hall 823 mió.kr. í 2006
hall 1,277 mió.kr. í 2007 –
metár
hall 780 mió.kr., higartil sept.
2008.
Á myndini er løgd iin ein linja,
sum vísir, hvussu nógv ríkis
stuðulin uppá 615 mió.kr. árliga
fulnar av hallinum á vøru og
tænastujavnanum – restin av
hallinum verður fulnað við m.a.
inntøkuflytingum. Spurningurin
er so, hvussu leingi við kunnu
roknað við, at inntøkuflytingnar
fulna hallið, orsaka av búskapar
og fíggjarkreppuni, sum eisini fer
at raka føroyska búskapin frá
2008.
Ongin vøkstur er í útflutnings
virðinum av vørum í tíðarskeið
num 20032008, meðan stórur
vøkstur er í innflutningsvirðinum
(undantikið 2004). Eisini er eitt
árligt hall frá tænastum uppá
umleið 500 mió.kr. sama tíðar
skeið. Hetta merkir, at talan er
um eitt hall á vøru og tænastu
javnanum uppá 1,2 til 1,3 mia.kr.
í tíðarskeiðnum 20032006 –
untantikið ár 2004. Vit kunnu
siga, at hetta er búskaparliga
úrslitið hjá fyritøkuni Føroyar
viðvíkjandi grundrakstri mót
vegis útlandinum.
Vantandi hækkingín í útflutn
inginum í fleiri ár á rað og vant
andi innflutningur av hátøkni til
nýggjar vinnur, er eitt greitt tekin
um, at føroyska vinnan sum
heild, ikki hevur havt hækkingar
innan effektivitet og produktivitet
– sostatt er nakað, sum bendir á,
at kappingarføri er óbroytt og
heldur fer at versna.
Føroyska útflutningsvinnan
hevur seinastu árini ikki megnað
at kompenserað fyri hækkandi
innflutningsprísum og hægri
nøgdum av innfluttum vørum og
tænastum.
Støðan á handilsjavnanum er
eitt greitt tekin um, at føroyski
búskapurin, tvs. grundraksturin í
samfelagnum, hevur álvarsligar
bygnaðartrupulleikar og at tað,
sum í síðsta enda heldur lív í
føroyska búskapinum og skapar
vælferðina, eru inntøkuflytingar
netto frá útlandinum (td. lønir og
ognarinntøkur) og rakstrar
inntøkur (td. blokkstuðulin). Tí
er avgerandi fyri búskapar
støðuna mótveigs útlandinum,
hvat gjaldsjavnin vísir, herundir
kapitaljavni (ogn og skuld
uttanlands).
Gjaldsjavnin
Gjaldsjavnin vísir alt búskapar
ligt millumverandi við útlandi –
vørur, tænastur, inntøkuflytingar
og rakstrarflytingar. Tað fram
gongur av búskaparhagtølunum,
at stóra hallið frá vørum og
tænastum verður fíggjað við
ognarinntøkum netto frá útland
inum (avkast frá virðisbrøvum
o.a.) og blokkstuðlinum. Hesar
serligu inntøkur hava við sær, at
gjaldsjavnin hevur víst umleið
javnvág í tíðarskeiðnum 2003
2006 untantikið 2004, sum gav
eitt stórt avlop. Hetta merkir td.,
at varð ríkistuðulin skorðin allur
burtur, so íkom eitt tilsvarandi
hall á gjaldsjavnanum, sum
onkursvegna skuldi fíggjast við
fremmandafígging.
Landskassin fekk herfyri frá
Modey´s eina kreditrating til
Aa2, sum er 3. hægsta. Ein slík
meting inniber m.a., at lánsveit
arar kunnu hava álit á føroyska
búskapin og at landskassin kann
lána á altjóða marknaðum fyri
kappingarføran kostnað. Men tað
er væl skiljandi, at kredit
ratingin hjá Modey´s, av
føroyska búskapinum útilokandi
er treytað av ríkisstuðlinum – ein
føst rakstrarflyting, sum kemur
uttan eina realframleiðslu
aftanfyri og sum danski staturin
er garantur fyri.
Ratingin av føroyska
búskapinum er í veruleiknum
treytað av danska kreditvirðinum
– vísandi til, at danski staturin
undir búskaparkreppuni fyrst í
1990´unum hevði skyldu at
bjarga Føroyum sum integeraður
partur av danska kongaríkinum.
Tað ber heilt einfalt ikki til, at
ein partur av ríkinum fer á heysin
ella hevur eitt kreditvirðið, sum
ikki hongur nøkunlunda saman
við hinum partinum av ríkinum.
Konjunkturelt ella
bygnaðarliga sjálv
berandi búskapur
Tað er greitt, at tær skerjingar,
sum gjørdar eru í blokkstuðli
num, eru gjørdar í tíðarskeiðum
við hávøkstri uttanífrá, góðum
fiskaskapi o.a., og ikki umvegis
málrættaðar bygnaðarbroytingar
Tað er eisini greitt, at raðfylgjan
at skerja blokkstuðulin byggir á
eitt model, sum kann kallast
skjóta fyrst, spyrja aftaná.
Politiskt er blokkstuðulin
skerdur uttan greið mið og mál
halda fyri eygu og oyru og vóna
síðan, at okkurt hendir í
sambandi við ein sjálvberandi
búskap. Men búskaparliga
gongdin vísir beint tað øvugta –
vit førka búskapin enn longur
burtur frá einum sjálvberandi
búskapi og gerast enn meira heft,
at ríkisstuðlinum og øðrum
váðatengdum inntøkum. Hetta
heftni fer at fyrikoma enntá undir
stabilum búskaparligum viður
skiftum og fortreytum, sum við
muga liva við frá nú av.
Ítøkilig politisk tiltøk ímóti
sjálvberandi búskapi
Tað gevur ikki meining politiskt
at seta mál um ein sjálvberandi
búskap uttan ítøkjulig tiltøk, sum
stuðla uppundir eina málarættaða
og skipaða tilgongd.
Tað kann staðfestast, at tað
ongantíð er farin fram ein
málarættað og skipað politisk
tilgongd til ein sjálvberandi
búskap – hetta sæst best við, at
yvirtøkur og niðurskurður í
ríkisstuðlinum eru framdur í
hákonjunkturum, tá búskarparligi
vøksturin partvíst er komin
uttanífrá. Ein roynd at seta í verk
eina skipaða tilgongd varð
kortini gjørd, tá Høgni Hoydal
stovnaði Sjálvstýrisverkætlanina.
Henda verkætlan hevði tíverri
ikki nakrar bygnaðarligar og
fíggjarligar broytingar við sær og
harvið ítøkjulig úrslit imóti
einum sjálvberandi búskapi.
Tað eru ongi tekin, hvørki í
samgonguskjalinum ella fíggjar
lógini 2009, sum benda á, at tað
verða tikin íøkjulig bygnaðarlig
stig til ein sjálvberandi búskap.
Ein tilvildarlig yvirtøka hist og
her hevur onki við eitt málrættað
arbeiði at gera á leiðini til ein
sjálvberandi búskap og flytir
onki uppá longri sikt. Tað
landsstýrið risikerar við verandi
tilvildarligu tilgongd, er at
løgtingið noyðist at biða danir
økja blokkstuðulin aftur, vegna
nærmast varandi hall á fíggjar
lógini ella gjaldsjavnanum.
Fortreytirnar fyri at skapa ein
Ongin sjálvberandi búskapur!
y
g
Vørur og tænastur 2003-2006
-337
-1154
-1270
-1246
-1400
-1200
-1000
-800
-600
-400
-200
0
2003
2004
2005
2006
Ár
Mió.kr.
Hendan talvan vísir, hvussu stórt hall Føroyar hava havt seinastu árini í
samhandlinum við útlond. Umframt allar vørur eru eisini allar tænastur
taldar við; eitt nú ráðgeving, ferðavinna o.s.fr. Sum tað sæst á strikuni
tvørtur ígjøgnum myndina, vigar blokkurin bara upp fyri einum parti av
hesum halli, uttan í 2004