mánadagur 1. desember 2008síða 33
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 231 - 1. desember 2008
33
sjálvberandi búskap, er serliga
fylgjandi:
- Broyta javnvágna millum
almenna og privata sektorin
- Menna førleikan á
arbeiðsmarknaðinum og
herundir umstillingarevnini
- Umleggja samhandilin við
útlandi
- Skapa nýggj arbeiðspláss og
vinnur.
Henda uppgávan kann ikki
loysast uppá stutt sikt, men er
treytað av bygnaðarbroytingum í
samfelagnum og vinnuni og
broytingum í vanahugsan. Í
Føroyum er lítið, sum bendir á,
at politiska skipanin arbeiðir við
at menna omanfyri nevndu
fortreytir og annars arbeiðir
langtsiktað við hesum –
royndirnar prógva, at onki er
hent á nøkrum av hesum økjum..
Fokusøkir til at náa málinum, um
ein sjálvberandi búskap:
- Geva almennan stuðul til
menning av vinnuligum
karmunum
- Útbúgving og vitan
- Privatisering av almennum
virksemi (tilfeingisflytingar)
- Kommunusamanlegging –
bíligari og betri tænastur.
Hetta hevur við sær, at setast skal
av førleiki og fígging til fylgjandi
økir:
- Útbúgving – væl kvalifiserað
arbeiðsmegi til allar
vinnugreinar
- Arbeiðsmarknaður –
arbeiðsmarknaður, sum stuðlar
uppundir eina dynamiska
vinnu
- Kappingarviðurskifti – privat
vinna sum grundarlag undir
sjálvberandi búskapi
- Infraskipanir og bústaðir –
stuðul uppundir mobilitetin í
arbeiðsmegini og vinnuni, og
til kappingarførar prísir. Tað er
serliga kritiskt at fáa loftvegis
sambandið til útheimin
effektivt og bíligt.
- Íverksetarí – menna eina
dynamiska vinnu (krevur
royndir og útbúgving)
- Innovatión – drívmegi aftanfyri
menningina av vinnuni.
Tað er viðkomandi at staðfesta,
at landsstýrið hevur fyri nógvum
árum síðani fyrireikað og sett út
í kortið at fremja privatiseringar
av almennum vinnufyritøkum,
sum ein liður í lættari at tilføra
kaptal til at menna hesar fyri-
tøkur og annars sleppa landinum
undan av reka vinnuligt virk-
semi, sum annars kann gerast av
privatum á einum fríum
marknaði við kapping. Hetta er
partvíst gjørt, men politiskt
verður knappliga farið undir
tjóðartøku av vinnufyritøkum,
Politiska signalið er greitt – tað
verður ikki hugsað um, at ein
sterk føroysk vinna skal verða
við til at skapa ein sjálvberandi
búskap og tryggja vælferðina.
Sjálvgleðin er skaðilig
So slogani um, at føroyski
búskapurin eru væl fyri, er
beinleiðis skeivt og virkar heldur
sum sovikoddi og er við til at
taka drivið burtur frá aktørunum
í samfelagnum. Politiska
sjálvgleðin er skaðilig fyri alla
menning, tí alt kann gerast nógv
betur. Politikarar og aðrir aktørar
eiga at vera sjálvkritiskir um
búskaparstøðuna við teimum
fakts, sum fyriliggja, soleiðis at
vit kunnu hava álit á, at skipanin
ikki er hildin uppat at virka.
Tað er nógv meira trúverdugt
og álitisvekjandi, at politikarar
vísa á teir strategisku trupul-
leikar, sum veruliga eru í
samfelagsbúskapinum og síðan
siga, hvørji politisk mál eru
neyðug at seta, hvar fokus skal
setast og hvørjar loysnir hóska
best og hvørji vinnupolitisk
prinsippir eiga at haldast. Alt
hetta má síðan síggjast aftur í
leiðslu- og stýringaramboðum
sum fíggjarlóg, serlógir, vinnu-
politikkur, bygnaðarbroytingar
o.a.
Boðskapir
1. Vøru- og tænastujavnin vísir,
at primeri raksturin mótvegis
útlandinum er, og hevur verið tey
seinastu árini, út av lagi
vánaligur - gongdin í 2007 og
2008 sær út til at halda áfram og
versna. Her eiga fíggjarpolitisk
tiltøk at verða sett í verk fyri at
venda gongdini – eitt nú við at
seta fokus á at produktmenna og
betra kappingarføri hjá
útflutningsvinnuni og menna
nýggjar vinnur og fyritøkur.
2. Vøru- og tænastujavnin vísir,
at føroyska vinnan megnar ikki
at kompensera fyri einari mink-
ing í ríkisstuðlinum - gongdin
vísir tað øvugta við lítlum
vøkstri í útflutninginum av
vørum og tænastum í fleiri ár.
Hetta bendir á ein búskap, sum
ikki megnar innovatión og
tillagingar – skilt á tann hátt, at
produktiviteturin og effektivi-
teturin í realframleiðsluni sum
heild stendur i stað ella minkar í
útflutningsvinnuni.
3. Gjaldsjavnin vísir, at føroyski
búskapurin hongur í síðsta enda
saman av inntøku- og rakstrar-
flytingum. Men týðandi partar av
inntøkuflytingunum fara at
broytast munandi komandi árini
vegna fíggjarkreppuna. Og tí
kann væntast við rímuliga
stórum halli á gjaldsjavnanum
longu í 2008, serliga vegna
vantandi avkast frá virðisbrøvum.
4. Føroyski búskapurin hevur eitt
versnandi kappingarføri, er
bygnaðarliga ósunnur og er
annars serliga viðbrekin yvirfyri
broyttum náttúrugivnum
fortreytum – jo-jo-búskapur.
Versnandi kappinagrføri sæst
best við at hyggja eftir, hvussu
útflutningurin haltar meira og
meira afturút í mun til innflutn-
ingin. Føroyski búskapurin er
bygnaðarliga ósunnur vegna
almennan stuðul til vinnuna,
avskeplaður kommunubygnaður
og tað at ongar nýggjar virðis-
skapandi vinnur verða settar á
stovn.
5. Tað er nógv, sum bendir á, at
Føroyar verða raktar meira og
minni av fíggjarkreppuni, men
eisini av einari búskaparkreppu.
Greiðu tekinini um eitt turn-
around í búskapinum komandi
árini eru: 1. vánaligur fiski-
skapur, 2. vantandi lønsemi og
hall í høvuðsvinnuni, 3. høgir
oljuprísir, 4. høgir matvøruprísir,
5. handlar geva ikki kredit, 6.
peningastovnar eru sera varnir at
veita lán 7. arbeiðsloysi í lokalu
økjunum og 8. ongin netto
fólkavøkstur.
6. Verður ríkisveitingin minkað
fer hetta at fáa katastrofalar
avleiðingar fyri raksturin hjá
landinum mótvegis útlandinum
og fyri landshúsarhaldið isolerað
sæð. Fyri at rætta gjaldsjavnan
uppaftur, hevði verið neyðugt við
stórum skjeringum í rakstrinum á
fíggjarlógini (avleiðingin er ein
fallandi eftirspurningur eftir
útlendskum vørum og tænastum),
ella noyðist landskassin at fíggja
hall við innistandandi ella
lántøku (uppá eitt sindur longri
sikt ber hetta seinna ikki til).
Hetta vísir eisini metingin frá
Modey´s – kreditvirðið hjá
Føroyum er fult út treytað av
ríkisveitingini og at danski
staturin stendur sum garantur
aftanfyri føroyska búskapin.
7. Í løtuni er tað meiningsleyst at
tosa um ein sjálvberandi búskap
komandi árini – tað, sum er
neyðugt, er at rudda upp í
ineffektivum skipanum, flyta
tilfeingi frá almennum til privat
virksemi, fremja stórar bygnaðar-
broytingar og skapa vinnuligar
karmar, sum ger tað møguligt
yvirhøvur bara at tosa ein sjálv-
berandi búskap.
8. Seinastu árini hevur leikluturin
hjá løgtinginum og landsstýru-
num verið passivur og tilvildar-
ligur í dreymatosinum um ein
sjálvberandi búskap. Skjeringar í
blokkstuðlinum ella fastfrystan
av sama hava útilokandi verið
stýrdar av há- ella lágkonjunk-
turum. Tað eru so at siga ikki
skaptar nakrar nýggjar bygnaðar-
ligar fortreytir fyri at menna ein
sjálvberandi búskap – heldur
hendir tað øvugta.
Útlitini fyri einum
sjálvberandi búskapi
Einasti hátturin at spáa um fram-
tíðina, er at royna at skapa hana
sjálvur. Útlitini verða ikki betur
enn tey mál og tann orka, sum
politiska skipanin brúkar til at
náa einum sjálvberandi búskapi.
Í løtuni gevur tað ikki meining at
meta um nøkur útlit, annað enn,
at fortreytirnar í búskapinum eru
tær, sum vit altíð hava kent tær
og tí kunnu ikki væntast nakrar
broytingar mótvegis einum
vinnuliga haldgóðum sjálvber-
andi búskapi. Tvørturímóti kann
staðfestast, at er løgtingið og
landsstýrið er farið undir at
tjóðartaka vinnufyritøkur og
annars venda aftur til almennan
rakstur av vinnufyritøkum.
Búskaparvøksturin í Føroyum
fer at steðga upp komandi árini
og tí er nógv, sum bendir á, at
landsstýrið noyðist at heita á
donsku stjørnuna, um at hækka
ríkisstuðulin komandi 10 árini
við umleið 300-500 mió.kr.
árliga.
Vit kunnu tí hóskandi enda við
einum slogan um niðurskurð í
blokkstuðlinum sum: “Droym tað
- royn tað ikki”.
Vit eru í nov. 2008, men tað
fyriliggur enn ongin samlað
uppgerð fyri vøru- og tænastu-
javnan 2007 og ongin uppgerð
fyri kapitaljavnan ultimo 2007
(ogn og skuld).
Sostatt fyriliggur ongin upp-
gerð fyri gjaldsjavnan 2007 og
heldur ikki higartil 2008. Hvussu
skulu vit vita, hvar vit skulu fara,
tá vit ikki vita, hvar vit eru.
Hvussu kann Búskaparráðið o.o.
veita álítandi og stýringarrele-
vanta ráðgeving við nærmast
søguligum búskaparupp-
lýsingum.
Keldur: Hagstova Føroya, Fællesudvalget
for erhvervsudvikling i Grønland, okt.
2003
Ríkistuðulin úr
Danmark hevur havt
avgerandi týdning fyri at
vælferðarstøðið í Føroyum
hevur verið á hædd við
onnur. Skulu Føroyar hava
ein sjálvberandi búskap,
kann tað bara gerast við
einari størri, sterkari,
sunnari og kappingarførari
útflutningsvinnu. Men tað
eru nógv greið tekin um, at
føroysk vinna ikki megnar
at kompensera eina minking
í ríkisstuðulinum og ongi
útlit eru fyri at hetta hendir
komandi 20–30 árini, sigur
Reidar Nónfjall, stjóri á
Føroya Handilsskúla