mánadagur 1. desember 2008síða 34
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 231 - 1. desember 2008
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Fríggjadagin 21.
november hevði p/f
Enniberg móttøku í
samband við, at tað
vóru 30 ár liðin, síðan
fyritøkan varð sett á
stovn
Byrjanin til fyritøkuna var,
at hekkutrolarin Sjúrðarberg
varð keyptur frá Kjølbro
fyritøkuni og fekk navnið
Enniberg.
Tey, sum hava myndað
hesa fyritøku, eru hjúnini
Hildigunn og Mortan Jo
hannesen. Fyrst kann verða
sagt, at tað er fá hjún sum í
so stóran mun hava havt til
knýti til sjógvin.
Mortan er sonur Kaj
Johannesen, kanska tann
fremsti trolaraskipari, sum
vit hava átt. Tað sama er við
pápabeiggjum hansara, sum
allir vóru úrmælingar. Abb
in var tann eins kendi skipar
in Mortan í Hvannasundi.
So tað lá í blóðinum, at
sjálvsagt skuldi Mortan eis
ini enda sum trolaraskipari,
og tað gjørdi hann eisini.
Hann kom at sigla við Kjøl
brotrolarum, og hjá teimum
var hann í 27 ár og treivst
væl hjá teimum. Væl lá eis
ini fyri.
Hildigunn er dóttir Hel
enu og Niels Nicodemussen
úr Skálavík. Her er tilknýtið
til sjógvin ikki minni. Niels
var
sjálvur
fiskimaður.
Mamman Helena misti fyrra
mannin, Sámal, við Imman
uel í 1932. Við honum átti
hon Sámal og Eiler Jacobsen,
hvørs tilknýti til sjógvin øll
kenna. Foreldrini hjá Helenu
vóru Margretha og Jóan
Hendrik Isaksen av Viðar
eiði, og var hann eisini kend
ur fiskimaður. Hann átti
Margrethu, sum varð søkt á
Føroya Banka í 1917. Hesar
báðar ættir hjá Hildigunn og
Mortan umboða ein stóran
part av okkara fiskimanna
søgu, bæði tá ið tað hevur
gingist illa, og tá ið tað
hevur gingist væl.
Enniberg var
grundarlagið
Tað kann sigast at vera nátt
úrligt, at Mortan eisini fór
at fáa sær trolara sjálvur.
Hetta hendi tann 18. nov
ember 1978. Tá var sum
ikki eina ferð kreppa, og
tað hevur kanska verið ein
kreppuloysn, at Kjølbro
seldi Sjúrðarberg. Tí var
heldur ikki so nógv gjørt
burtur úr yvirtøkuni. Teir
fóru bert tríggir mans eftir
skipinum, Mortan, meist
arin og kokkurin.
Hetta var mett at vera
eitt vágið stig hjá Mortani.
Hann hevði góðan skipara
kjans, og hildið varð, at
hetta var ørskapur, sum fór
at beina fyri honum.
Sjálvt pápi hansara, Kaj,
helt tað sama. Hann rýmdi
til Suðuroyar og vildi als
ikki tosa um hetta.
Men sum ofta eftir eina
kreppu fer at ganga framá
aftur, og tað fór skjótt at
ganga so mikið væl, at fleiri
mettu, at Svend Thulesen,
stjórin á Kjølbro, mundi
angra søluna. Tað segði hann
seg kortini ikki at gera.
Í 1990 kom so tann ver
andi Enniberg. Tá sá heldur
ikki so gott út. Tá ið teir
vóru framsýningartúr var
Eivind Niclasen, reiðarin á
Vesturvón, ein av røðarun
um. Hann helt ikki Enniberg
hava nakran møguleika.
Men tað gekk kortini við
stríð og strev, og, sum Mort
an sjálvur sigur, við góðum
fólki.
Tað skal eisini sigast, at
nógv av teimum mest væl
eydnaðu verkætlanum í før
oyskum
fiskiskapi
hava
sæð vónleysar út við byrjan.
Men tað hava verið menn,
sum hava trú uppá tað
ómøguliga, og tí er hóast
alt so væl komið burturúr,
eisini fyri samfelagið.
Gamli Enniberg gjørdist
til Ljósafelli, sum royndi
ymiskar ótroyttar møguleik
ar. Fyri nøkrum árum síðani
seldi Mortan Ljósafelli, og
hann gjørdist til Ran í
Hósvík.
Konan verið stjóri
Hildugunn hevur havt ein
stóran leiklut, sum stjóri í
fyritøkuni. Hon er ein av
teimum heilt fáu kvinnuligu
reiðarunum, sum hava verið
í Føroyum. Onnur dømi
hava verið Ebba Müller og
Hjørdis Háberg, og tað hev
ur riggað væl hjá teimum
øllum. Mortan sigldi við
tey nógvu fyrstu árini, men
seinastu árini hevur hann
verið heima og stuðlað
Hildigunn.
Mortan takkaði eisini
børnunum, Kaj, Niels og
Helenu, fyri at hava verið
góð í ráðum hvør á sínum
øki.
Aðrir góðir stuðlar og ráð
gevarar hava verið advokat
urin Halgir Winther Poulsen
og grannskoðararnir fyrst
Carl Vilhelm Weihe, sáli,
og síðan Claus Rasmussen.
Mortan endaði sína fram
løgu við at siga, at mest av
øllum skuldi Gud Harrin
hava tøkk fyri hjálp og trú
festi.
Á móttøkuni sang Bárður
Tindskarð “Stór er tín trú
festi”, meðan Kaj spældi
harmoniku til.
Tað vóru nógv fólk komin
til móttøkuna. Heilsanir
vóru frambornar av Óla
Hendrik av Fløtum, Poul
Johan Djurhuus, Eiler Jac
obsen, Mortan hja Andrias,
Sonju
Mikkelsen
og
Jóhannu á Bergi.
Fjórða ættarlið
tikið við
Sum sagt er Mortan triðja
ættarlið av trolaraskiparum.
Men sjálvur kemur hann so
ikki beinleiðis at seta fjórða
ættarlið við. Synirnir hava
valt sær annað starv enn at
vera skiparar.
Men kortini, maður Hel
enu, Dávur Jacobsen, upp
kallaður eftir abbanum í
Søldafirði við sama navni,
hevur verið avloysaraskipari
á Enniberg, og her tykist
eisini væl at liggja fyri. Tað
kundi hent, at við hesum er
fjórða ættarlið “bjargað!”
Vit báðir hava verið mót
partar í mong ár. Vit hava
heldur ikki altíð verið samd
ir. Men hava trupulleikar
verið, so hava vit roynt at at
finna loysnir.
Sum arbeiðspláss mann
Enniberg hava verið gott.
Fólkið hevur trivist væl
umborð. Nógvir hava siglt
við í 10tals ár og summir
enntá
framum
vanligan
pensjónsaldur.
Hetta má eisini sigast at
vera eitt trygt arbeiðspláss.
Vinnan við flakatrolarum
er tann bólkur av fiskiflot
anum, sum man vera eina
best fyri við fiskirættindum
og møguleikum í hesi tíðini,
tað ikki gongst eftir vild hjá
øllum.
Hetta er hugaligt í eini
tíð, har alt er so óvist.
ó.
Enniberg var ørskapur
Hildigunn og Mortan Johannesen
Sonnu Johannesen er fastur skipari á Enniberg, her saman við
konuni Kaju og Mortan. Teir eru systkinabørn
Fyrri Enniberg, seinni Ljósafelli
Enniberg í dag