týsdagur 2. desember 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 232 - 2. desember 2008
- Við teirri manning
vit hava á tíðinda-
deildini í sjónvarp-
inum er ikki pláss fyri
kjaki, um vit skulu
halda góðskuni á
Degi & Viku á einum
nøktandi støði, sigur
Jon Brian Hvidtfeldt,
tíðindaleiðari
TÍÐINDAFLUTNINGUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Í Degi & Viku í gjár varð
kunngjørt, at kjakið, sum
annars hevur verið hvørt
týskvøld og hóskvøld, nú
verður tikið av skránni.
Tíðindaleiðarin í Kring
varpinum, Jon Brian Hvidt
feldt, harmast um, at neyð
ugt er at taka hetta stigið.
Eg kann bara fyrihalda
meg til tey starvsfólk, sum
eru á tíðindadeildini, og vit
hava koyrt við lítlari mann
ing nú í longri tíð, sigur Jon
Brian Hvidtfeldt.
Hann viðgongur, at nú
kjakið er burtur, minkar
parturin av føroyskt fram
leidda tilfarinum í sjón
varpinum.
Kjakið er takknemmiligt
tilfar at framleiða sum so,
men tað klípur burtur av
teirri orku, sum er á tíðinda
deildini. Siga vit, at kjakið
varar í 20 minuttir merkir
tað, at tað verða tvær ferðir
20 minuttir minni føroyskt
framleitt tilfar um vikuna,
sigur Jon Brian Hvidtfeldt.
Tíðindaleiðarin í Kring
varpinum sigur, at tað, at tey
hava koyrt við lítlari mann
ing, hevur gingið út yvir
góðskuna á Degi & Viku, og
tað er hetta, sum hann nú
tekur avleiðingaranr av.
Við at sleppa kjakinum
kunnu vit nýta meiri orku
til innsløgini í Degi & Viku,
og harvið fáa góðskuna upp
á eitt nøktandi støði, sigur
Jon Brian Hvidtfeldt.
Rist gevst
Tíðindaleiðarin í Kring
varpinum er í løtuni í holt
við at gjøgnumganga og
broyta
nakrar
arbeiðs
gongdir í sambandi við Dag
& Viku, sum skal gera
sendingina betri.
Eg havi valt at seta fult
fokus á Dag & Viku, og so
er
ikki
orka
at
gera
kjaksendingar eisini, sigur
Jon Brian Hvidtfeldt.
Men tað er ikki bara kjak
sendingin, sum verður tikin
av skránni. Eisini sendingin
Rist, sum varð tikin á
skránna í vár og aftur nú í
heyst, gevst. Og tað harmast
Jon Brian Hvidtfeldt um.
Eg meti, at tað hevur
stóran týdning at vit senda
brúkarasendingar. Tað er
bæði gott stoff hjá okkum
at senda, samstundis sum
tað ger hyggjaran varugan
við tey rættindi, hann sum
brúkari hevur. So tað er
ógvuliga harmiligt, um tær
sendingarnar ikki verða
tiknar upp aftur, sigur Jon
Brian Hvidtfeldt.
Hetta hevur tó einki at
gera við, at George L. Peter
sen gevst í Kringvarpinum
og fer aftur á Dimmalætting
at arbeiða, vísir tíðinda
leiðarin á.
Eisini ÚF
Men tað er ikki bert í sjón
varpinum, at knappast við
orku. Ein stórstílað undir
haldsætlan í útvarpinum
bleiv ikki til nakað, hóast
nógv tíð og orka varð nýtt
til fyrireikingarnar.
Mann kann siga, at talan
fyrst og fremst var um
óhepna timing. Vetrarskráin
byrjaði stórt sæð sama dag,
sum seks nýggir leiðarar
tóku við, og tað var ikki
heilt rætta løtan at byrja
nakað nýtt og langsiktað,
sigur
Herluf
Sørensen,
programmleiðari.
Hann sigur, at fíggjarliga
er ikki so nógv at rutta við,
og tí verður hugt gjølla at,
hvat pengarnir verða brúktir
til.
Júst hendan sendingin
siktaði langt fram, og vit
mettu ikki, at tað var rætta
tíðin at binda seg langt fram
í tíðina, sigur Herluf Sør
ensen.
Tey eru annars í holt við
at menna eina interna pro
grammstrategi í løtuni, og
hava bæði strategisamrøður
og bólkar, sum arbeiða við
menningini.
Men harvið ikki sagt, at
ætlanin
við
undirhalds
sendingini leygarkvøld er
heilt slept. Tað er væl
møguligt at málið verður
tikið upp aftur, tá vit koma
inn í nýggja árið, sigur
Herluf Sørensen.
Hann sigur, at raksturin
er tungur, og tí mugu
beinharðar raðfestingar til.
Og timingin við nýggju
undirhaldssendingini
var
stutt sagt óheppin.
Gekkurin bjargingin
Men hóast tað er fíggjarliga
tungt at reka stovnin, so
kann leiðslan kortini fegn
ast um eina óvæntað stóra
peningaliga
innspræning.
Risastóri
Gekkurin
í
summar førdi til eina mun
andi
økta
inntøku
til
Kringvarpið.
Óvæntað stóra inntøkan
frá Gekkinum merkir, at vit
ikki hava eitt undirskot í
rakstrinum, sigur Annika
Mittún Jacobsen.
Kringvarpsstjórin sigur,
at hevði Gekkurin ikki
givið so nógv í summar,
hevði stovnurin allarhelst
havt eitt undirskot á fýra
milliónir krónur.
Skert sjónvarp
Fiskakjallari í Miðvági
Í gjár lat Fiskakjallarin hjá Jens Eli Ellefsen upp í
Miðvági, og nýttu nógv høvið at heilsa uppá Jens Eli og
at keypa sær ein betri fiskabita. Tá Vágaportalurin ringdi
til Jens Eli at spyrja hann, hvussu hevði verið henda
fyrsta dagin, og lat Jens Eli væl at. Nógv og gott fólk
hava verið í kjallaranum, segði Jens Eli við Vágaportalin.
Finleif í Galleri Sct Gertrud
Mánadagin letur listamaðurin, Finleif Mortensen av Argjum
upp enn eina framsýning í Galleri Sct. Gertrud. Sagt verður, at
verkini hjá Finleifi hava vakt ans í Danmark, og at tað tí ikki
er óhugsandi at fleiri fara at leita sær til framsýningina.
Framsýningin er opin til 22. desember.
Eg má
fyrihalda meg
til ta manning,
sum er á Degi
& Viku, og
fyri at kunna
hava nøktandi
góðsku, mugu
vit sleppa
kjakinum,
sigur Jon Brian
Hvidtfeldt