Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-02, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. desember 2008síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 232 - 2. desember 2008 3G kann geva risa rokning Karl Martin & Anfinn á pall Leygarkvøldið 6. des. og fríggjakvøldið 12. des. fara Karl Mart­ in Samuelsen og Anfinn Nielsen (Anfinn & co) saman á pall við einum nýggjum bólki, samansettur av ungum men royndum og sera dugnaligum tónleikarum úr Klaksvík. Konsertirnar verða ávikavist í Skálavík og í Mentanarhúsinum í Fugla­ firði. Framførdir verða góðir gamlir og góðir nýggir slagarar. Síggja Dalsberg frá lyftu Herfyri vóru útlendingar og royndu víkina í Dali við brimfjøl, og nú hava tey, sum beinleiðis arbeiða innan ferðavinnu ætlanir um at menna ferðavinnuna í bygdini, serliga í Dalsbergi, har útlendingar kunnu fáa eitt serstakt høvi at hyggja eftir fugla­ lívinum. Ynski er at seta lyftu upp. Ein av kommunustýrislim­ unum í Húsavíkar Kommunu, Bødvar Poulsen í Dali sigur við heimasíðuna bkv.fo, at hugskotið gott, men at ta má kannast meiri – serliga hvat ein slík lyfta kostar. ­ Hetta mál má fyrst leggjast fyri ein kommunustýrisfund, sigur Bødvar Poulsen. So gott sum øll børn ganga við fartelefon. Foreldrini eru glað, tí so kunnu tey altíð finna børnini, men hvat hendir, tá lítli Hans fær eina telefon við 3G tøkni? Tá kann hann við internetinum á tele­ fonini nýta upp til 137 krónur um minuttin, og tað kann skjótt blíva til nógvar pengar Brúkaratilfar Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Hans er sjey ára gamal. Hann hevur eina fína fartelefon, ið honum dámar væl, tí so kann hann ringja til vinmenninar og senda sms til teirra. Hans er ikki til ordiligt, men tað kundi hann verið. Hans hevur júst fingið eitt nýtt smart ting á fartelefonina. Hann hevur nevniliga fingið 3G internet frá Vodafone, sum klárar at taka 0,38 megabyte niður um sekundið. Tað er tað sama sum 22 megabyte um minuttin. Tað heldur Hans vera ordiliga kul, tí so klárar hann at taka fýra góðar sangir niður um minuttin, og tað er smart at kunna við telefonini. Foreldrini hjá Hansi eru eisini væl nøgd. Hans er glaður um nýggju tænast­ una, og so eru foreldrini eisini glað. Tey er glað, líka til rokningin kemur. Fleiri túsund krónur í rokning á fartelefonini hjá Hansi. Foreldrini skilja onki og skelda Hans. Hans er keddur, men skilur enn minni. Hann hevur bara tikið niður av internetinum. Tað, sum tá er hent hjá Hansi og foreldrunum, er, at hvør megabyte, sum Hans hevur tikið niður av netinum hevur kostað seks krónur. Í ein minutt, tá Hans hevur tikið fýra sangir niður, hevur hann nýtt 137,33 krónur, og tá Hans heldur tað vera stuttligt at taka sangir niður, og spæla spøl á netinum, so kom rokningin upp á fleiri túsund krónur, áðrenn nakar visti av. Við øðrum orðum, er ferðin á internetinum á telefonini hjá Hansi blivið umleið tíggjufalda, og tá klárar hann við somu tíð at nýta tíggju ferðir so nógvar pengar sum frammanundan. Ansið eftir Jógvan Thomsen, stjóri í Fjarskiftiseftirlitinum, skil­ ur væl støðuna hjá Hansi og foreldrunum. ­ Tað er givið, at tað er øgiliga skjótt hjá brúkaran­ um at brúka heilt nógvar pengar, tá netið er so skjótt og prísurin seks krónur fyri hvørt megabyte. Mann skal sum brúkari altíð vera sera varin, tá nýggjar tænastur koma, tí tað er altíð kostnað­ armest, tá tænastan er nýggj, sigur stjórin á Fjar­ skiftiseftirlitinum. Hann leggur afturat, at nógv mál hava verið uttanlands viðvíkjandi hesum, og hann vónar, at fólk fara at ansa eftir, hvussu nógv tey brúka. Hann greiðir eisini frá, at tað má vera eitt áhugamál hjá bæði veitara og kunda, at kundin ikki kemur lort í býin av tæn­ astuni hjá veitaranum. Vilja hjálpa Bjarni A. Bjarnason, stjóri á Vodafone í Føroyum, dugir eisini væl at síggja trupulleikan hjá lítla Hansi. ­ Lukkutíð hava flestu børn talutíð, so tað avmarkar seg eitt sindur sjálvt, greiðir Bjarni A. Bjarnason frá. Hann leggur tó afturat, at hetta er nakað tey taka í størsta álvara og arbeiða við eini loysn við saldo kontroll, soleiðis, at eitt mark verður sett á nýtsluna. ­ Tað hevur verið eitt krav uttanlands at hava saldo kontroll. Vit hava arbeitt við eini skipan, og vit fara at bjóða hana seinni. Vit hava bara ikki sett dato á, sigur Bjarni A. Bjarnason. Sum eisini greiðir frá, at tað ikki ordiliga er fastsett, hvussu skipanin skal virka, men at tað er nakað, tey í samráð við kundan fara at arbeiða við. Tað kann skjótt gerast sera kostnaðarmikið fyri familjuna hjá lítla donginum, um hann nýtir 3G tænastuna frá Vodafone Modellmynd: Eirikur Lindenskov