týsdagur 2. desember 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 232 - 2. desember 2008
25 ára starvsdagur
Páll Steinberg (myndin) hevði í gjár 25 ára starvsdag sum
vatnmeistari hjá Klaksvíkar kommunu. Á lítlari samkomu,
sum var í hølunum hjá vatndeildini, handaði Steinbjørn O.
Jacobsen, borgarstjóri gávu og blómur til Páll Steinberg.
Borgarstjórin vísti á ta stóru menning, sum verið hevði
nógvu seinastu árini innan vatnøkið, har tað í dag m.a.
verður latið sóttreinsað vatn til øll hús og virki í kommununi.
Borgarstjórin takkað Páll Steinberg fyri sín leiklut í hesum
arbeiði – og annars fyri drúgva og trúgva tænastu.
Mótasýning í Gøtu
Hóskvøldið verður mótasýning í hølunum hjá Tøting í
Gøtu. Her fara Shop Inn, Tøting og Dreymar at sýna fram
nýggjar kolleksjónir. Blómuhaldinin Orkis og Sense fara
at seta sín dám á tiltakið, har til ber at keypa sær eina
jólagávu. Møguleiki verður haraftrat at vitja eina
framsýning av níggju íbúðum í Tøting, sum verða lidnar
komandi summar.
Politikarar í
samgonguni vilja
heldur lata roykjarum
18 milliónir í stuðuli
úr landskassanum
enn at koppseta ungar
gentur fyri at bjarga
teimum frá at fáa
krabbamein
Heilsupolitikkur
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Hetta er eitt stórt vónbrot,
men tað er eisini púra óskilj-
andi.
Hans Pauli Strøm, lands-
stýrismaður í heilsumálum
er ikki fegin um tað, sum er
hent seinastu dagarnar.
Tað, sum serliga ørkymlar
hann, er, at politikarar í sam-
gonguni tvingaðu Jóannes
Eidesgaard,
landsstýris-
mann í fíggjarmálum, at
taka kunngerðina aftur, sum
skuldi banna ferðafólki at
innflyta tollfríar sigarettir
til Føroyar.
Hevði
tollfría
sølan
verðið avtikin, hevði tað
útvegað
landskassanum
eina eyka inntøku upp á 18
milliónir krónur.
- Men samstundis halda
vit okkum ikki hava ráð til
at bjóða ungum gentum
ókeypis koppseting ímóti
krabbameini í lívmóður
hálsinum, hóast tað bara
hevði
kostað
eina
2,5
milliónir krónur næsta ár.
Hann staðfestir, at tollfrí
søla av tubbakki, er ikki
annað enn almennur stuðul
til tey, sum roykja.
Og hann skilir snøgt sagt
ikki,
hvussu
politikarar
kunnu fáa seg sjálvar til at
tvinga landsstýrismannin í
fíggjarmálum til at halda
fast um hendan studning,
samstundis sum vit mugu
sleppa ætlanini at koppseta
tær ungu genturnar fyri at
bjarga teimum undan at fáa
krabbamein í lívmóðurháls-
inum seinni í lívinum.
Veldug andsøgn
Í Føroyum fáa upp ímóti 20
kvinnur krabbamein í lív-
móðurhálsin um árið og
bæði danska heilsustýrið og
landslæknin hava mælt til,
at ókeypis koppseting verð-
ur sett í verk, tí tað kann
forða fyri teimum allarflestu
av hesum krabbameinstil-
burðum.
Í hesum sambandi var ætl-
anin at bjóða øllum 12 ára
gomlum gentum ókeypis
koppseting fyri at forða
fyri, at tær fingu krabbamein
í lívmóðurhálsin seinni í
lívinum.
Ætlanin var at seta hesa
koppseting í verk frá 1.
januar, men nú er ætlanin
slept, tí heilsuverkið hevur
ikki ráð til tað, hóast talan
bara er um eina útreiðslu
upp á góðar tvær milliónir í
eini byrjunartíð upp á tvey
ár, men eftir tað kostar tað
bara 1,1 millión um árið.
- Tað er ein veldug and-
søgn í, at politikarar vilja
varðveita eina skipan, sum
veitir roykjarum 18 millión-
ir krónur í almennum studn-
ingi um árið, samstundis
sum vit ikki hava ráð til at
seta ætlanina í verk at kopp-
seta ungar gentur ímóti
krabbameini, heldur Hans
Pauli Strøm.
Skorið inn á bein
Landsstýrismaðurin sigur,
at hann hevði hesa kopp-
setingina við í upprunaliga
upplegginum til fíggjarlóg
fyri næsta ár.
Men síðani er stígur kom-
in í búskapin og tískil fingu
øll landsstýrisfólkini krav-
boð um at avmarka vøkstur-
in í fíggjarlógini mest møgu-
ligt.
- Sostatt er alt skorið burt-
ur í heilsuverkinum, sum
bara ber brá av nýskapanum,
tí tað er ikki rúmd fyri
nøkrum uttan at varðveita
tann neyðuga raksturin.
Hans Pauli Strøm sigur,
at tað hevur ført til, at kopp-
setingin datt niðurfyri, sam-
an við so nógvum øðrum.
Hann skilir væl, at tey í
Føroya Felag móti Krabba-
meini eru vónbrotin, sum
tey boðaðu frá í Sosialinum
í gjár.
Tey skilja ikki, hví ætlan-
in um koppsetingina er
slept, tí hetta er eitt heilsu-
politiskt tiltak, har tað snýr
seg um at bjarga mannalív-
um og tað kann gerast fyri
smápengar.
- Alt, sum hevur við
heilsuverkið at gera snýr
seg um mannalív í størri
ella minni mun. Eg fái ikki
sagt annað, enn vit eru
skorin inn á bein, so at vit
fáa ikki ráð til annað enn at
varðveita raksturin, sum er.
Og eg skilji framvegis ikki,
at politikarar heldur vilja
varðveita almenna studn-
ingin til roykjararnar, sigur
Hans Pauli Strøm.
Bjarga
lívi fyri
smá-
pengar
Í Føroya Felag móti
krabbameini
eru
tey
ómetaliga vónsvikin av,
at ætlanin at koppseta 12
ára gomlum gentum móti
krabbameini
í
lívmóðurhálsinum
Jansy Gaardlykke í
Føroya
Felag
móti
Krabbameini, segði við
Sosialin í gjár, at táið
bæði danska Heilsustýrið
og Landslæknin í Føroy-
um hava mælt til at seta
hesa koppseting í verk,
átti at tað verið tórført at
sett tey tilmælini til
viks.
Annars ber til at keypa
koppseting,
men
tað
kostar 4000 krónur fyri
hvønn.
- Tað eru nógvur peng-
ar at leggja á borðið og
tað ber sjálvandi í sær, at
tað vera tey meiri væl-
bjargaðu, sum hava ráð
at koppseta seg og ikki
hini.
Jansy Gaardlykke vísir
á, at tað eru smápengar
tað snýr seg um hjá lands-
kassanum, tí tað kostar
ikki meiri enn eina góða
millión hjá heilsuverkin-
um at koppseta allar 12
ára gamlar gentur.
- Tað eru fyri ein stóran
part kvinnur í góðum
árum og mammur, sum
fáa krabbamein í lívmóð-
urhálsinum, so hetta er
ein sjúka, sum mangan
hevur heilt álvarsligar
menniskjansligar avleið-
ingar fyri heil húski,
sigur Jansy Gaardlykke.
Hjálpa roykjarum og vraka
kvinnur við krabbameini
Landskassin má vinka farvæl til 18 milliónir í inntøku, tí politikarar tvíhalda um, at roykjarar skulu varðveita sín stuðul
úr landskassanum, samstundis sum vit ikki hava ráð til at brúka 1-2 milliónir um árið til at koppseta ungar gentur ímóti
krabbameini og tað er óskiljandi, heldur landsstýrismaðurin í heilsumálum