Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-02, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. desember 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 232 - 2. desember 2008 Mentalar forðingar í MBF-húsinum Í kvøld klokkan 19 heldur Epileptikarafelag Føroyar aðalfund sín í MBF-húsinum. Hesin aðalfundurin verður sum vera man hildin eftir viðtøkunum í felagnum. Men eftir aðalfundin fer Jóhanna andreasen, sum er menningarsjúkrarøktar frøðingur at tosa um tær mentalu forðingarnar. Kaffi og annað gott verður at fáa á fundinum. Ævisøgan er stórseljari Nýggja bókin hjá Mærsk Mc-Kinney Møller (myndin) selur so væl, at Gyldendal longu prentar aðru útgávu av bókini, sum ber heitið ’Mærsk Mc-Kinney Møller - et personligt portræt af Danmarks største erhvervsmand’. Hóast bert fýra vikur eru umlidnar, síðan bókin kom út, verður onnur útgáva nú prentað, tí Gyldendal roynir at nøkta eftirspurningin. Tað vil so siga, at íalt eru prentaðar 46.000 eintøk av søguni um Mærsk, skrivar heimasíðan 123.fo. Høvundar handan bókina eru Thomas Larsen, ið er politiskur viðmerkjari á Berlingske Tidende, og Finn Mortensen, sum er fyrrverandi vinnuredaktørur á sama blaði. Í bókini lýsa teir Mærsk sum menniskja. Hetta gera teir umvegis samrøður við fólk, sum á ein ella annan hátt hava ella hava havt tilknýti til hansara. Í síðsta kapitli sleppur Mærsk sjálvur til orðanna, og her hugleiðir hann um lívsleið sína og samband sítt við faðirin A. P. Møller. Portrett Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Myndir: Jens Kristian Vang Tann 1. desember í 1963, bert nýggju dagar eftir mest umtalaða forsetadrápið nakrantíð, byrjaði tá bert 16 ára gamli Eyðun Jensen hjá Ríkisumboðnum, sum tá eisini umsat alt tað sosiala økið fyri Føroyar. 45 ár seinni, 1. desember 2008, arbeiðir Eyðun Jensen, sum í dag er 61 ára gamal, hjá Tórshavnar Kommunu, har hann er leiðari á Sosialu deild. Tá málsøkið varð yvir- tikið og Almannastovan sett á stovn í 1975, fylgdu starvs- fólkini hjá Ríkisumboðnum, ið umsótu hetta økið, við, og tað sama gjørdi Eyðun Jensen. Har helt hann áfram at arbeiða, inntil hann í 1985 varð settur sum leiðari á Sosialu deild hjá Tórs- havnar Kommunu. Tá Eyðun Jensen byrjaði hjá Tórshavnar Kommunu, varð Poul Michelsen borgar- stjóri í síni aðru setu, og síðan tá hava Lisbeth L. Petersen, Leivur Hansen, Jan Christiansen og Heðin Mortensen verið borgar- stjórar í Tórshavnar Komm- unu. Fimm borgarstjórar og eina álvarsliga kreppu eftir at hann byrjaði hjá komm- ununi, er hugurin til starvið enn líka stórur, sum tá hann byrjaði. Nógvar broytingar eru hendar í samfelagnum síðan hann byrjaði, og hesar broyt- ingar eru, sambært Eyðuni Jensen, sera sjónligar. - Tað er himmalvíður munur á nú og tá. Fólk gjørdu ikki vrøvl fyrr, men vóru glað um tey yvirhøvir fingu nakað sum helst. Tað lá kanska í føroyinginum tá, at hann var nøgdur við tað, hann fekk, og gjørdi ikki vrøvl, um hann einki fekk, greiðir Eyðun Jensen frá. Tá hann byrjaði hjá Ríks- umboðnum, arbeiddu 5 til 6 fólk á økinum, og tað var fyri alt landið. Í dag starvast 10 fólk innan økið bara hjá Tórshavnar Kommunu. Skomm at fáa almenna hjálp Tá Eyðun Jensen byrjaði hjá Ríkisumboðnum í 1963, umsótu tey eisini arbeiðs- loysi, sum eisini fylgdi við til Almannastovuna seinni. - Eg minnist, at fyrstu tíð- ina tá eg arbeiddi innanfyri hetta økið, og vit umsótu arbeiðsloysi, tá kundu føroy- ingar ganga arbeiðsleysir í mánaðarvís, áðrenn tey komu til tað almenna. Tað hevur kanska eisini nakað við tað at gera, at fyrr varð tað sæð sum skomm at fáa hjálp frá tí almenna, og hetta lá nokk í føroyinginum. Í dag er tað ein sjálvfylgja at tú fær tað, tú hevur rætt til, men vit skulu ikki so nógv ár aftur til at tað enda- liga broyttist, greiðir Eyðun Jensen frá. Millum ár og dag hevur Eyðun Jensen eisini sæð og hoyrt nógv, og hevur hann eisini fleiri góðar søgur at greiða frá. - Fyrr var landsstýrið kærumyndugleikin innan økið, og tað var landsstýrið, sum skuldi viðgera allar kærurnar sum komu inn. Men tað vísti seg skjótt, at tey ikki høvdu arbeiðsorku til at umsita kærurnar, sum komu inn. Tá vórðu vit biðin um at lata vera við at fortelja tað fyri nøkrum, at tey kundu kæra, tí úti í Tinganesi komu tey í neyð av kærunum, sum hópaðu seg upp. Vit fingu ikki nak- að niðuskrivað pappír um tað, men vóru vinarliga biðin um tað. Soleiðs vóru tíðirnar tá, sigur Eyðun Jen- sen við einum brosi. Gleðin er at tú sært úrslit Í 1985 fór Eyðun Jensen í starv sum leiðari á sosialu deild hjá Tórshavnar Komm- unu. Barnavernd er í dag kommunalt øki, og tað er høvuðsarbeiðsøkið hjá sosialu deild. Síðan lógin varð broytt fyri nøkrum fáum árum síðani, er tað arbeiðið eisini blivi meira professionelt. Men tá tú arbeiðir við barnavernd, er tað altíð tey keðiligu málini, ið arbeitt verður við. - Tað eru rættiliga nógvar syrgiligar søgur í hesum arbeiðinum. Eg havi verið við til at síggja nógv ar syrgiligar sjónir, og soleiðs vil tað altíð vera á hesum økinum. Men tað sum ger Hevur hjálpt illa støddum í Níggju dagar eftir at John F. Kennedy, forseti í USA, varð skotin, byrjaði Eyðun Jensen í sínum lívsstarvi innan sosialøkið. Hann hevur nú arbeitt á økinum í 45 ár, og hevur verið leiðari á sosialu deild hjá Tórshavnar Kommunu undir sjey ymiskum býráðum