týsdagur 2. desember 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 232 - 2. desember 2008
11
tíðindi
Skipa seg í kvøld
Tey, ið vald vórðu í Sunda kommunu fyri komandi skeið, fara á fundi
í kvøld at skipa seg. Longu. tá úrslitið var greitt valkvøldið. hittust tey
valdu, og avtalaðu tá, at Kim Durhuus (myndin) verður nýggjur
borgarstjóri frá 1. januar 2009 og Guðrið Samuelsen verður
varaborgarstjóri. Eisini varð avtalað, at kommunan skal hava fimm
fastar nevndir, heldur enn tær tríggjar, sum higartil hava verið. Eftir
nýggjár verða nevndirnar hesar: fíggjarnevnd, sosiala nevnd,
mentanarnevnd, byggi-/býarskipanarnevnd og umhvørvisnevnd.
Skipanin fyri Sunda Kommunu verður nú broytt sambært hesum,
soleiðis sum samtykt var við fyrstu viðgerð á bygdaráðsfundinum 24.
novembur.
Spæla sjónleik á Stron-
dum
Ungir strandingar ætla nú at fáa lív aftur í
sjónleikarafelagið. Sjónleikarafelagið, sum í síni tíð
var ógvuliga virkið, hevur ligið stilt í nøkur ár. Nú hava
ungdómar á Strondum tikið seg saman, og ætla at fáa lív í
felagið aftur. Aðalfundur verður í Bygdarhúsinum
í kvøld kl. 20. Fyrireikararnir vóna, at nógv fólk
koma á aðalfundin.
Kundi eins væl
verið deyður
Seks dagar áðrenn Eyðun Jensen skuldi
hátíðarhalda sín 40 ára føðingardag, varð
hann í einum álvarsligum ferðsluóhappi, tá
hann í bili fór útav vegnum omanfyri Kvívík
og fór sendandi sum ein eldkúla oman móti
bygdini
Portrett
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
10. juni í 1987 var eitt álvarsligt ferðsluóhapp oman
fyri Kvívík. Eyðun Jensen var á veg til Vestmanna, tá
hann fór útav vegnum við høgari ferð og bóltaði oman
móti bygdini. Eldur kom í bilin og hann brendist sera
illa. Satt at siga stóð heilt illa til hjá honum, og hann
kundi eins væl verið deyður.
- Eg kom at koyra aftanfyri ein vinmann hjá mær. Eg
koyrdi nakað skjótt og meðan eg yvirhálaði hann, kom
eg út í vegjaðaran og fór útav vegnum, oman móti
bygdini. Fólk úr bygdini komu á staðið og fingu hjálpt
mær úr brennandi bilinum, og tað, saman við
trygdarbeltinum, bjargaðu lívinum hjá mær, greiðir
Eyðun Jensen frá.
Hann greiðir víðari frá, at tá hann var hjálptur úr
bilinum, sat lásið í trygdarbeltinum enn í, men sjálva
reimin var longu brend av.
Glaður at bara sleppa við lívinum
Í tríggjar mánaðir lá hann á Hvidovre Hospital, men
sjálvur minnist hann bara hetta í glimtum.
- Eg minnist tá eg kom á sjúkrahúsið, tá skuldi eg í
bað, soleiðs at infektiónir ikki komu í brennisárini. Eg
minnist hvussu ræðuligt tað var, tá tey noyddust at
skrubba øll sárini væl og virðiliga. Eg skríggjaði og
bannaði, men tey søgdu at tað var líkamikið hvussu
nógv eg rópti, at tey vóru noydd at skrubba. Tað var
ræðuligt, fortelur Eyðun Jensen.
Hann brendist illa um armarnar, beinini og ryggin,
men fortelur sjálvur at hann ongantíð hevur borið
veruligt mein av hesum. Hann var bara heppin at
sleppa við lívinum.
Í dag livir hann væl, og er fyri kortum blivin abbi
fyri sættu ferð. Saman við konuni Peturbjørg, sum
hann hevur verið giftir við í 39 ár, eigur hann børnini
Hildur, Malan og Pætur.
45 ár
at man vil halda fram við
arbeiðinum er gleðin tá tú
sært úrslit av tí, sum tú gert,
at síggja gleðinia í lívinum
hjá teimum, sum tú hjálpir.
Tað er tá at tú fært nýggja
orku til at halda fram í
arbeiðinum, vísir Eyðun
Jensen á.
Sjálvur hevur hann ongan-
tíð ivast í um starvið er tað
rætta fyri hann, men onkun-
tíð hevur hann ivast í, um
tað er tað heila vert.
- Tann ringasta tíðin, tað
var tá málið um lítla Petur
koyrdi fyri nøkrum árum
síðani. Tað var ræðuligt, tú
vart úthongdur í bløðunum
og varð kroystur úr øllum
ættum, tað føldist sum ein
ordilig hetz koyrdi ímóti
tær. Tá ivaðist eg alvorliga
í, um tað var tað heila vert.
Men eg trúði fast uppá at
tað var rætt, sum vit gjørdu,
og tað var ein lætti at síggja
seinni, at vit tóku tað røttu
avgerðina. Til tíðir er hetta
hart, men hitt vigar væl upp
móti tí, og tað er tí tú klárar
at halda fram. Gleðin liggur
í at tú sært úrslitini av ar-
beiðinum.
Meira at gera í dag
Síðan nýggja barnaverndar-
lógin kom í gildi, hevur
meira verið at gera hjá
sosialu deild, men sambært
Eyðuni Jensen, er tað ikki tí
at børnini skikka sær verri í
dag.
- Síðan nýggja lógin kom
í gildi, hevur verið munandi
meira at gera. Men tað er tí
at arbeiðið í dag er blivið
nógv meira professjonelt.
Tað er ikki tí at børnini
skikka sær verri, tí tað gera
tey nokk ikki. Tað er bara
lættari hjá tí køna eyganum
at síggja trupulleikarnar,
greiðir Eyðun Jensen frá.
Afturat tí er tað eisini
vorðið meira náttúrligt at
leita sær hjálp í dag. Fyrr
var tað soleiðs at barna-
verndin varð nýtt til for-
skrekkilsi hjá børnunum,
meðan tað í dag er meira
nattúrligt at leita sær sak-
køna hjálp.
Hugsar um at
geva bók út
Eyðun Jensen er í dag 61
ára gamal, og hevur hann
tískil møguleika at arbeiða
í nøkur ár afturat, áðrenn
hann leggur arbeiðshandsk-
arnar. Hann greiðir tó frá,
at hann so smátt er farin at
hugsa um lívið aftaná
arbeiðið.
- Men tað er ikki komið
longri enn at eg so smátt eri
farin at hugsa um tað. Eg
havi átt bát fyrr, men eg fari
neyvan at keypa mær bát
aftur. Men ein tanki, ið eg
havi spælt mær við, er at
skriva eina bók um tað
sosiala økið í Føroyum frá
tí eg byrjaði og til í dag.
Men tað er enn bara ein
tanki eg havi spælt mær
við, sigur Eyðun Jensen.
Tann 1. januar 2009 kem-
ur nýtt býráð til, og verður
tað sjeynda býráðið, ið
Eyðun Jensen kemur at
arbeiða undir. Heldur hann
áfram líka til hann er 67,
nær hann upp á átta ymisk
býráð, áðrenn hann velur at
takka fyri seg.
- Tann ringasta tíðin, tað var tá málið
um lílta Petur koyrdi fyri nøkrum árum
síðani. Tað var ræðuligt, tú vart úthongdur í
bløðunum og varð kroystur úr øllum ættum.
Men tað sum ger at tú vil halda fram við
arbeiðinum er gleðin tá tú sært úrslit av tí,
sum tú gert, sigur Eyðun Jensen, ið hevur
arbeitt innan sosiala økið í 45 ár.
- Fólk í Kvívík, sum
sóu hendingina,
søgdu at tað var sum
í Hollywood-filmum
at síggja. So skjótt
bilurin fór útav
vegnum, kom eldur
í bilin, og hann kom
bóltandi sum ein
eldkúla oman móti
bygdini, greiðir Eyðun
Jensen frá