Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-02, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. desember 2008síða 12

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 tíðindi Nr. 232 - 2. desember 2008 So er fimta útgávan av skaldskapartíðar­ ritinum Vencili komin, har føroyskir og útlendskir høvundar venda og benda lívsins og listarinnar stóru spurningum Rit Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Enn einaferð er tað eydnast ritsjórnini á skaldskapar­ tíðarritinum Vencil at savna so mikið av dygdargóðum tilfari, at tað kann fylla enn eina útgávu av ritinum, sum nú hevur hálvttriðja ár á baki. Skaldskapur og permulist Vencil fimti er býttur í trý evni. Fyrsta evnið kann rópast meta¬skaldsligt við tekstum, sum á onkran hátt viðgera skaldskap ella tað at skapa. Annað evnið er heldur eksistentielt, har tilveruspurningar verða við­ gjørdir, meðan triðja evnið viðger á ymiskan hátt handan royndir og vegin hagar. Høvundarnir og týðarar, sum viðgera evnini eru: A.S. Byatt, sum Pauli Niel­ sen hevur týtt, Richard Bratigan og John Ashbery, sum Alexandur Kristiansen hevur týtt, Alexandur Kristiansen, N­Jón Ellen­ dersen, Agnar Artúvertin, Grace Paley, sum Gunnar Hoydal og Oddfríður M. Rasmussen hava týtt, Tórod­ dur Poulsen, Ludvík Breck­ mann, Annika Skaalum, Steinbjørn B. Jacobsen, Kim Simonsen, Paul Celan, sum Heðin M Klein hevur týtt, Hanus Kamban, Franz Kafka, sum Hanus Kamban hevur týtt, Randi Ward, sum Óla Jákup Niclasen hevur týtt, Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð, Oddfríður Marni Rasmussen, Kjartan Han­ sen, Vangur Streymoy og Katrin Reinert. Eins og í hinum útgávun­ um, er permumyndin á Ven­ cili eitt listaverk í sær sjálv­ um. Hesa ferð hevur før¬oyski listamaðurin Bárður Jákups­ son verið á Grafiska verk­ staðnum og mynd¬prýtt permuna. Myndaevnið er úr søguni “Ein steinkvinna”, sum A.S. Byatt hevur skriv­ að, og sum Pauli Nielsen týtt til Vencil fimta. Maratonupplestur Í samband við at Vencil fim­ ti kemur út, og at bókmenta­ dagar eru í Havn 4.­7. des­ ember, fara høvundar, sum hava skrivað í teimum fimm numrunum higartil og aðrir gestahøvundar at lesa marathonupplestur í Reins­ arínum 4. desember klokkan 20:00. Lisið verður uttan steðg í 3­4 tímar. Millum teirra, sum tá fara at lesa upp, eru Heðin M. Klein, Katrin Reinert, Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð, Sigri M. Gaini, Kim Simonsen, Bárður Persson, Vónbjørt Vang, Oddfríður Marni Rasmussen, Carl Johan Jensen, Hanus Kamban og fleiri onnur. Lisið verður uttan steðg í 3­4 tímar. Tað eru teir báðir Odd­ fríður M. Rasmussen og Arnbjørn Ólavsson Dals­ garð, sum ritstjórna Vencil. Vencil fimti komin Bárður Jákupsson hevur gjørt permumyndina á Vencili fimta við íblástri úr stuttsøguni "Ein steinkvinna" eftir A.S. Byatt Barn av grundsøgum er heitið á nýggjum greinasavni, sum bók­ mentafrøðingurin Bergur R. Moberg gevur út í næstum GReinasavn Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Tekstirnir í savninum eru bókmentagreinir, men eisini ummæli, samrøður og minningarorð, sum hava staðið í føroyskum tíðarritum og bløðum seinastu árini. Umleið helvtin av tilfarinum í bókini hevur tó ikki verið á prenti áður. Bókmentir og lívsáskoðan Tekstirnir í Barn av grund­ søgum eru vorðnir til í yms­ um høpi, men ringja seg um ávís temu sum eitt nú modernitet og metafýsikk. Greinirnar hava fram um alt bókmentir sum fatanar­ og tilvísingarkarm. Við støði í at allar bókmentir miðla eina ella aðra lívs­ áskoðan, tengir høvundurin eitt lívsáskoðanarkjak at bókmentakjakinum. Her hevur temaið 'avdúk­ ing' serligan týdning í bók­ ini. Høvundurin vísir á, at tað eru tey, sum seta javn­ tekn millum avdúking og dirvi til at síggja veruleikan í eyguni. Eins og í sínum undanfarnu bókum minnir hann á, at her fara týðandi brigdi fyri skeyti. Avdúking er neyðugt til tess at vísa á kúgandi valdsbygnaðir, men henda sannkenning av veruleika og sannleika verð­ ur tá samanum kemur kort­ ini ov stutt, tí hon hevur sum fyritreyt, at heimurin einans er eitt tøkt fyribrigdi, sum menniskjað hevur atgongd til, og sum kann troytast eftir vild av tøkni og tanka. Hetta er ein ein­ faldandi hugsan bæði heim­ spekiliga/lívsáskoðanarliga og samfelagsliga, sum, sam­ bært høvundanum, tíbetur er í dvíning í dag. Temu annars eru grund­ søgur, upplýsing, føroyskur samleiki í einari flótandi, talgildari verð, stirvin heim­ spekilig hugsanarkervi mót­ vegis hugmyndasøgu, tulk­ ingarlæru við meira. Fleiri av tekstunum eru snøggaðir til og dagførdir meira og minni. Tað, sum er mest umráðandi er nútíð­ in og tann bókin, sum lesar­ in hevur í hondini og ikki varðveiting av uppruna­ tekstinum fyri hansara egnu skyld. Undantøkini eru ummælini og røðan. Ummæ­ li og røður eru meira tíðar­ og tilburðarbundin teksta­ sløg, og tey standa tískil at kalla óbroytt. M e n t u n a r g r u n n u r Studentafelagsins gevur Barn av grundsøgum út. Bergur R. Moberg við nýggj­um greinasavni Vónbjørt Linjonsdóttir hevur gjørt permumyndina til greinasavnið "Barn av grundsøgum" eftir Berg R. Moberg Nýggja yrkingasavnið hjá Oddfríði M. Rasmussen Lívrám kann lesast úr báðum endum, alt eftir, hvat slag av enda lesarin ynskir sær YRkinGasavn Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Við nýggja yrkingasavni­ num fer Oddfríður M. Rasmussen nýggjar leiðir. Lívrám er í tveimum pørt­ um. Bókin er soleiðis sett saman, at helvtin av bókini vendir rætt, meðan hin vendir á høvdinum. Tískil kann hon lesast frá báðum endum, men hon kann eisini lesast úr einum enda í ann­ an, alt eftir, um lesarin vil hava hana at enda væl ella illa. Annar av teimum báðum pørtunum eitur “Lívrám sum viðrakingar.” Hesin parturin er um lívið, og hvussu ein í gloprum, bæði í góðum og illum, verður raktur av lívinum. Hesar yrkingarnar ferðast úr støð­ um, sum verða hildnar onki at hava at siga og til stórar kosmiskar spurningar, sum vit menniskju hava trupult við at skilja. Hin parturin eitur “Lívrám sum pína í myrkrinum.” Her yrkir høvundurin við sterkum og konsentreraðum mynd­ beringum frá lívinum og skapar ein heim í kistubotni­ num, har hann knýtir hesi bæði høvuðsevni saman, sum eru at finna í øllum skaldskapi: lív og deyð. Høgni Egholm Magnus­ sen hevur gjørt permuna á Lívrám. Forlagið Sprotin gevur savnið út. Oddfríður vendir lívi- num á høvdið Lesarin velur sjálvur, úr hvørjum enda hann byrjar at lesa nýggja yrkingasavnið hjá Oddfríði M. Rasmussen Ársins Rósa í Klaksvík Aftur í ár heitir lokalblaðið í Norðoyggjum ”Norðlýsið” á lesarar sínar um at koma við uppskotum um Ársins Rósu í Klaksvík, í samband við tiltakið "Jólaskipið". Hetta tiltak sum hevur verið sera væl móttikið, serstakliga av børnunum, er vorðið ein fastur táttur í jólahaldinum. Fyri nøkrum árum síðani kom hugskotið um at leggja lítla klípið "Ársins rósa" afturat hesum tiltaki, og eisini hetta hevur fingið góða undirtøku. Uppskot til Ársins Rósu kunnu sendast til Norðlýsið, box 58, 700 Klaksvík, við frámerkinum "Ársins rósa". Illa fyri í Íslandi Tey fýra føroysku partafeløgini, sum eru skrásett í keypsskálanum í Reykjavík, kunnu koma illa fyri av nýggju reglunum um gjaldoyra, sum eru komnar í Íslandi, skrivar uf. fo. Stjórin í keypsskálanum, Tórður Friðjónsson, hevur biðið um fund við íslendska tjóðbankan um málið. Hann sigur, at undantak má gerast fyri føroysku feløgini. Tað ber ikki til, at nýggja lógin forðar føroysku feløgunum í at vera skrásett í Íslandi. Føroysku partabrøvini eru skrásett í donskum krónum, og tey verða eisini handlað í donskum krónum í Íslandi. Tórður Friðjónsson sigur við blaðið Vísir, at føroysku partafeløgini gera sjálvi av, um tey halda fram í íslendska keypsskálanum ella tey gevast har, um ikki ber til at gera undantak frá lógini.