Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-02, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. desember 2008síða 13

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 tíðindi Nr. 232 - 2. desember 2008 Málið um russlands­ sáttmálan er av so avgerandi týdn­ ingi, at tað átti at verið viðgjørt í uttanlandsnevndini hjá løgtinginum, so landsstýrismaðurin fekk neyðuga mandat­ ið frá parlamentar­ isku skipanini, heldur John Johannessen POLITIKKUR Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo John Johanesen, formaður í uttanlandsnevnd Løg­ting­­ sins fer á ting­fundi í morg­in at spyrja løg­mann, um russlandssáttmálin ikki átti at verið viðg­jørdur í uttan­ landsnevndini. Hann spyr løg­mann, um hann kann g­reiða frá, hvussu hann tulkar g­rein 54 í stýrisskipanarlóg­ini, ið áleg­g­­ ur landsstýrinum at ráðføra seg­ við uttanlandsnevndina, áðrenn avg­erðir verða tiknar, ið hava stóran uttanlands­ politiskan týdning­? ­ Kann løg­maður g­reiða løg­ting­inum frá, hvørjar yvirskipaðar reg­lur, ið landsstýrið hevur fyri, hvørji mál av uttanlandspolitiskum slag­ eig­a at verða løg­d fyri uttanlandsnevndina hjá løg­ting­inum, áðrenn niður­ støða verður g­jørd? ­ Heldur løg­maður, at mál av slíkum slag­, sum nýlig­a staðfesta fiskiveiðu­ avtalan við Russland áttu at farið í uttanlandsnevndina til ráðførslu, áðrenn landsstýrið tók støðu? Johan Johannesen vísir á, at í g­rein 54 í Stýrisskipan Føroya er ásett, at “Løg­­ ting­ið velur millum løg­­ ting­smenn eina uttanlands­ nevnd við sjey limum, sum landsstýrið ráðførir seg­ við, áðrenn avg­erðir verða tikn­ ar, ið hava stóran uttan­ landspolitiskan týdning­.” Hann reisir tí spurn­ ing­urin, um ein broyting­ í fiskiveiðuavtaluni millum Føroyar og­ Russland, har føroyska svartkjaftakvotan lækkar 53 prosent og­ harvið hevur avg­erandi broyting­ar við sær fyri vinnumynstrið, er ein avg­erð, ið hevur so mikið stóran týdning­, at landsstýrismaðurin átti at ráðført seg­ við uttanlands­ nevndina, áðrenn avg­erð varð tikin. ­ Í øllum førum ber til at staðfesta, at eing­in politisk viðg­erð hevur verið av málinum yvirhøvur. Lands­ stýrismaðurin seg­ði sjálvur í Deg­i og­ Viku, at hann ikki hevur luttikið í samráðing­­ unum, men at tær eru farnar fram á embætismannastig­i. Og­ sum formaður í uttan­ landsnevndini kann eg­ staðfesta, at landsstýrið hvørki hevur ráðført seg­ við uttanlandsnevndina ella kunnað nevndina um g­ong­dina í málinum, sig­ur John Johannessen. Hann heldur, at málið er so mikið avg­erandi, at tað hevði uppiborið eina politiska viðg­erð, áðrenn endalig­ støða varð tikin. Somuleiðis haldi hann, at landsstýrið í hesum føri átti at ráðført seg­ við uttan­ landsnevndina sambært g­rein 54 í stýrisskipanar­ lóg­ini og­ harvið fing­ið neyðug­a mandatið frá parlamentarisku skipanini at tikið støðu út frá. John Johannessen sig­ur eisini, at tað hava verið smærri mál enn hetta til ráðførslu í uttanlandsnevndini. ­ Grundað á g­ong­dina í hesum máli skjóti eg­ upp, at løg­maður g­er g­reiðar leiðreg­lur til landsstýris­ fólkini um, hvussu tey skulu tulka g­rein 54 í stýrisskipanini, soleiðis at tey í framtíðini ikki stað­ festa millumlandaavtalur uttan neyðug­a mandatið frá parlamentarisku skipanini, sig­ur John Johannessen í munnlig­a fyrispurning­inum hjá Kaj Leo Johannesen, sum verður svaraður á ting­fundi í morg­in. Russlandssáttmálin átti at farið í uttanlandsnevndina John Johannessen er formaður í uttanlandsnevndini hjá løgtinginum. Hann heldur, at ein so týðandi millum tjóða avtala, sum russlandssáttmálin, átti at verið viðgjørt í uttanlandsnevndini Tey fyrstu árini eftir at millumtjóða sátt­ málar vórðu gjørdi millum Føroyar og onnur lond um fiskirættindi, var tað vanligt, at hesir vórðu lagdir fyri tingið. Hann spyr nú løgmann um hesi viðurskifti POLITIKKUR Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fleiri røddir eru nú á ting­i sum halda, at russlandssátt­ málin átti at verið viðg­jørdur í politisku skipanini. Eisini Tórbjørn Jacobsen, løg­ting­s­ maður, fer at seta løg­manni fyrispurning­ um hetta á ting­fundinum í morg­in. Hann spyr løg­mann, um hann hevur ásett nakað mark fyri, nær millumtjóða sáttmálar eru somikið týdning­armiklir fyri før­ oyska samfelag­ið, at teir eig­a at vera lag­dir fram á ting­borð til umrøðu og­ møg­ulig­a avg­erð? Í øðrum lag­i spyr hann løg­mann, um hann heldur, at nýg­g­i fiskirættindasátt­ málin millum Rusland og­ Føroyar, fyri árið 2009, er av slíkum slag­i, so týdning­­ armikil, at landsstýrið átti at lag­t hann til umrøðu og­ avg­erð ting­sins? Í triðja lag­i vil hann hava at vita, um løg­maður er nøg­dur við sáttmálan, bæði viðvíkjandi búskaparlig­u javnvág­ini landanna millum og­ nýg­g­ja býtinum ímillum vinnulig­u áhug­amálini í Føroyum? Tórbjørn Jacobsen sig­ur í viðmerking­ til fyrispurn­ ing­in, at nóg­v tey fyrstu árini, eftir at millumtjóða sáttmálar vórðu g­jørdir mill­ um Føroyar og­ onnur lond, um fiskiveiðirættindi, var tað vanlig­t, at hesir vórðu lag­dir fyri ting­ið, áðrenn teir kundu g­óðkennast sum verandi g­aldandi. ­ Hendan siðvenjan varð síðani niðurlaðað, slept, og­ landsstýrið hevur síðani suverent átt ræðisrættin hesum viðvíkjandi. Fyrst Fiskimálaráðið, og­ nú tykist Uttanríkisráðið eisini at hava fing­ið ein ávísan leiklut í so máta. Hann sig­ur, at sáttmálin við Rusland er rammusátt­ máli, sum samráðst verður um ár fyri ár. Sum so er nýg­g­ja avtalan, sum nú er undirskrivað á samráðing­­ arferð í Arkang­elsk, bert ein spurning­ur um at áseta nýg­g­j virðir í einum sátt­ mála, sum var til framm­ anundan, sig­ur Tórbjørn Jacobsen. Hann vísir eisini á, at nú hevur nakað av kjaki verið um nýg­g­ju áseting­arnar, sum bøta um møg­uleikarnar í Barentshavinum, meðan veiðirættindini hjá eitt nú nótaflotanum, og­ partvíst ídnaðarflotanum, eru mun­ andi skerd. Umboð fyri vinnuna hava ikki spart krút­ ið, í einum lemjandi kritikki av landsstýrismanninum, sum hevur átikið sær ábyrg­dina, tí samráðing­ar­ nevndin samráddist út frá einum g­reiðum politiskum mandati, sum hon hevði við sær í skjáttuni. Mong­ undrast á úrslitið, sum eftir øllum at døma er til g­reiðan fyrimun fyri russar, ímeðan býtið innanlands er endað í tí marg­háttlig­a lutfalli, at landsstýrið hevur keypt eina størri nøg­d av toski og­ hýsu í Barentshavinum og­ g­oldið afturfyri við makreli og­ svartkjafti, sum serlig­a nótaflotin hevur fiskað Føroyum rættindini til. ­ Virðið á sáttmálanum telur fleiri hundrað milliónir krónur, sum er ein rímilig­ur partur av útflutning­svirði landsins, tí er spurning­urin, um hann ikki kemur undir áseting­ina í §52 stk. 2, at vera somikið týdning­ar­ mikil, at hann eig­ur at vera lag­dur fyri Ting­ið til um­ røðu og­ avg­erð. Spennandi verður at frætta hvat ovasti politiski leiðari landsins sjálvur heldur um nýg­g­ja sáttmálan, bæði um búskap­ arlig­u javnvág­ina og­ um nýg­g­ja býtið ímillum skipa­ bólkarnar. Kanska hevur løg­­ maður eisini eitt boð uppá, um ikki allir sáttmálar av hesum slag­i aftur áttu at verið lag­dir fyri Ting­i til umrøðu og­ avg­erð, sig­ur Tórbjørn Jacobsen. Kaj Leo Johannesen, løg­maður, skal svara spurning­inu á ting­­ fundinum í morg­in. Tórbjørn vil hava russlandssáttmálan á tingborð Tórbjørn Jacobsen heldur, at síðani siðvenjan við at leggja millum tjóðaavtalur fyri tingið, hevur landsstýrið síðani suverent átt ræðisrættin hesum viðvíkjandi. Fyrst Fiskimálaráðið, og nú tykist Uttanríkisráðið eisini at hava fingið ein ávísan leiklut í so máta