Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-09-08, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. september 2001síða 6

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 173 - 8. september 2001 Nr. 173 - 8. september 2001 11 Næmingarnir úr Lopra og av Økrum verða sendir til Vágs at ganga í 6. og 7. flokk, hóast meiriluti í Sumbiar kommunu og skúlaleiðslan vil hava teir at ganga í skúlanum í Sumba SKÚLI Eyðun Klakstein Skúlaleiðslan og bygdaráð- ið í Sumba vil gjarna hava børn úr Lopra og av Økrum til Sumbiar at ganga í 6. og 7. flokk. Men hóast hetta fara næmingarnir framveg- is til Vágs, tá teir koma í 6. flokk. Tveir skúlar eru í Sumbi- ar kommunu – skúlin í Sumba og á Leiti. Børnini í Sumba ganga í skúla í heimbygdini, meðan børn- ini í Lopra og á Økrum ganga í skúlanum á Leiti. Í Sumba ganga børnini til 7. flokk og fara eftir tað til Vágs at ganga í framhalds- deildini. Skúlin á Leiti hev- ur bara frálæru til fyrstu 5 flokkarnar, og tí fara hesi børnini til Vágs, longu tá tey koma í 6. flokk. Hetta heldur bygdaráðið í Sumba verða skeivt, og meirilutin í bygdaráðnum hevur viðmælt, at børnini úr skúlanum á Leiti fara til Sumbiar at ganga í 6. og 7 flokk og síðani fara til Vágs at ganga í framhaldsdeild- ini. Men hóast hetta fóru fýra næmingar úr skúlanum á Leiti 20. august til Vágs at ganga í 6. flokk. Kunnu hýsa teimum Leiðslan í Sumbiar skúla sendi fyrr í ár kommununi og skúlastýrinum skriv um næmingarnar á Leiti. Leiðslan helt, at tað var rættast, at næmingarnar komu til Sumbiar at ganga í 6. og 7. flokk. – Hesi næmingarnir hoyra heima í Sumbiar kommunu, og vit kunnu saktans geva teimum neyð- ugu undirvísingina í skúl- anum hjá okkum fram til 8. flokk. Tí halda vit, at tað er rætt, at hesir næmingarnir koma til Sumbiar at ganga í 6. og 7. flokki, sigur Arn- finnur Bjarkhamar, skúla- stjóri í Sumba. Ein meiriluti í bygda- ráðnum í Sumba viðmælti hesum uppskoti, og tað fekk leiðslan í skúlanum eisini boð um. Skúlastýrið hevði hinveg- in ikki eins greiða støðu. Stýrið tosaði við foreldrini at børnunum í skúlanum á Leiti, og tey vóru ikki sinn- að at senda børnini til Sum- biar at ganga í skúla. Tá skúlagongdin byrjaði aftur eftir summarfrítíðina, fóru teir fýra næmingarnir úr skúlanum á Leiti til Vágs at ganga í skúla. Óneyðugt at skifta tvær ferðir Bygdaráðsformaðurin í Sumba, Jacob Vestergaard, er pápi at einum av næm- ingunum, sum í ár fór til Vágs at ganga í 6. flokk. – Tað hevði kostað kommununi færri pengar, um vit høvdu børnini gang- andi í skúlanum í Sumba fram til 8. flokk, men hetta snýr seg ikki bara um peng- ar. Um tað gjørdi tað, so hevði tað verið rættasta bara at havt ein skúla í Suð- uroynni, sigur Jacob Vester- gaard. – Vit foreldur hildu tað verða skeivt, at børnini skulu skifta skúla tvær ferðir. Tað hevði ivaleyst verið ein trupulleiki fyri nøkur av teimum, um tey fyrst skuldu fara til Sumbi- ar at ganga í tvey ár og síðani til Vágs at ganga í trý ár. Vit halda, at tað er best, at tey fara beinleiðis til Vágs, tá tey skulu har at ganga í framhaldsdeildini har álíkavæl. Foreldrini gjalda Tað er einki meira hent í málinum, síðani børnini fóru til Vágs at ganga í skúla, men helst verður málið tikið uppaftur í bygdaráðnum. Tá kann endin verða, at bygdaráðið samtykkir, at børnini á Leiti skulu til Sumbiar at ganga í 6. og 7. flokk, og so mugu foreldr- ini helst sjálvi gjalda fyri at senda børnini til Vágs hetta tíðarskeiðið. – Besta loysnin hevði verið, um skúlin á Leiti kundi undirvíst børnunum í 6. og 7. flokki eisini. Hetta royndu vit at fáa í lag fyri tveimum árum síðani, men skúlamyndugleikarnir søgdu nei, sigur Jacob Vestergaard. – Eg havi tað fínt við málið, sum tað er í løtuni, men tað kann hugsast, at onkur annar í bygdaráðnum fer at taka málið uppaftur, og so fáa vit at síggja, hvat hendir, sigur hann. Stríð um næmingarnar á Leiti Hósdagin legði Gunnar Hoydal sína nýggjastu bók fram fyri almenninginum og fjølmiðlunum. Bókin fevnir um 21 ymiskar tekstir, sum eru settir í tíðarrøð frá fyrst í áttatiárun- um til dagin í dag ÚTGÁVA Heri á Rógvi Gamla Bókahandil ella H.N.Jacobsens Bókahandil kenna øll. Húsið, har handilin húsast, er eisini knýtt at nógvari og ríkari søgu. Har var Realskúlin í sínari tíð, og íbúðin hjá fyrstalæraranum, við tí vakra urtagarðinum, stend- ur so at siga órørd frá tíðini, tá ið so mætir rithøvundar sum William Heinesen og Christian Matras gingu í skúlanum. Tað var eisini í hesari somu íbúðini, at tíðindafundur skuldi vera. Leiðin gongur fyrst inn í handilin; síðani inn eftir skeiva gólvinum. Íbúðin er eisini bæði hugnalig og gomul. Tað er ein heilt serligur dámur og eitt heilt serligt umhvørvi. Urtagarðurin er óføra vak- ur, veðrið er av tí besta og inni eru tey mentaðu eins og hin ómentaði. Á skránni er framløga av nýggju bókini hjá Gunnari Hoydal. Útgevararnir kalla bókina eina sjáldsama bók, Gunnar Hoydal, ið avgjørt telist millum teir meiri virknu føroysku rithøvund- arnar, hevur skrivað. Tá bókin skuldi leggjast fram henda dagin, so var tað fyrst Halgir W. Poulsen, sum vegna grunnin fyri húsið og handilin, bjóðaði vælkomin og segði eitt sindur um sjálvt húsið og ætlaninar við húsinum. Eisini Oddfríður M. Rasmussen frá Mentunar- grunni Studentafelagsins, ið hevur givið bókina út, segði nøkur orð vegna grunnin. Persónligt Gunnar Hoydal tók eisini til orðanna henda dagin. Hann greiddi fyrst eitt sind- ur frá um húsið. Hann segði m.a., at húsið beinleiðis luktaði av bókmentum. Hetta var eitt sera týdning- armikið stað fyri føroyskar bókmentir. Av hesum orsøkum eins og hin framúr vakra urtagarðin, so helt hann seg vera hepnan at sleppa at leggja sína bók fram í íbúðini. Gunnar tosaði eisini um, at hetta var ein persónlig og kensluborin bók fyri hann. Bókin hevur støði í før- oyskum viðurskiftum sein- astu tíggju árini, har greitt verður teimum ymsu upp- livilsunum gjøgnum áttati- árini, kreppuni og hesa nýggju tíðina, sum hann kallar samtíðina. Hann hugleiddi eisini eitt sindur um, at sjálvt um Føroyar eru eitt lítið land, so ber til at skriva so sera nógv um og frá hesum góðu oyggjum. Bókin er at fáa í bóka- búðunum. Bókin kostar 190 kr. Land í sjónum Nýggjasta bókin hjá Gunnari Hoydal varð framløgd hósdagin. Bókin tekur støði í føroyska samfelagnum seinastu 20 árini. Mynd: Heri á Rógvi Halgir W. Poulsen er partur av nevndini, sum varðar av húsinum, har Realskúli var í sínari tíð. Mynd: Heri á Rògvi Børnini í skúlanum á Leiti, sum hoyrir til Sumbiar kommunu, fara longu í 6. flokki til Vágs. Skúlaleiðslan og bygdaráðið halda, at hesi børn skulu til Sumbiar at ganga í 6. og 7. flokki Tíðindaskriv Leygardagin 08.09 kl. 14 letur fotoframsýningin hjá Gunnie Moberg upp í Norðurlandahúsinum. Gunnie Moberg kemur upprunaliga frá Gøteborg, men hevur síðan 1960 verið búsitandi á Orkneyoyggj- unum. Gunnie hevur altíð haft stóran áhuga fyri at taka myndir og serliga at taka myndir úr luftini. Eisini hevur hon arbeitt sum fotografur fyri ymiskar tíðindastovur í Skotlandi og Englandi. Hon hevur eisini arbeitt saman við rithøvundum í Skotlandi og Írlandi. Nevn- ast kann yrkjarin-og stutt- søgurithøvundurin Georg Mackay Brown, sum hon samstarvaði við um bókina »Orkney Pictures and Poems«. Nógvar av mynd- inum ið verða við á fram- sýningini eru úr hesi bók. Hetta er ikki fyrsta vitjanini hjá Gunnie Mo- berg í Føroyum. Hon var her á fyrsta sinni í 1977, og hevði tá eina framsýning í Listaskálanum. Í 1989 sýndi hon saman við 12 listafólkum úr Orkney og fram í Norðurlandahúsin- um og aftur í 1991, tá myndir hennara úr bókinini »The Faroe Islands« vóru at síggja. Til fjølmiðlarnar: Um áhugi er fyri tí, er møguleiki at hitta Gunnie Moberg í tíðarskeiðnum 05.-11.09.01 í Norður- landahúsinum. Bestu heilsanir Norðurlandahúsið í Føroyum Helga Hjörvar, stjóri Tíðindaskriv frá Norðurlandahúsinum 04. september 2001. SENDIHARRAVITJAN Jan Müller Um tað er núverandi olju- leiting við Føroyar ella okkurt heilt annað, sum er orsøkin er ilt at siga, men í næstu viku vitjar eingin minni enn saudiarabiski sendiharrin í Danmark í Føroyum. Hetta man vera fyrstu ferð, at ein sendiharri úr einum so týðandi olju- landi vitjar klettarnar úti í Atlantshavi, og tí kann man bara gita, um slík vitjan hevur nakað við tær fyri- reikingars, sum eru í Før- oyum til oljuvinnu, at gera. Saudi Arabia er heimsins størstu oljuframleiðari og harvið eisini eitt av høvuðslondunum í OPEC, felagsskapinum hjá fleiri oljuframleiðandi londum. Sendiharrin skal hitta løgmann og aðrar lands- stýrismenn og skal vitja ymsastaðni kring oyggjar- nar skilst. Leiðin gongur so eisini niðan í Oljumála- stýrið, har hann skal hitta Eyðun Elttør, landsstýris- mann í oljumálum. Uppá fyrispurning um henda vitjanin hevur samband við tað oljuvirksemi, sum er við at taka seg upp í Før- oyum sigur Eyðun Elttør, at tað dugir hann ikki at svara. Tað er einki óvanligt, at útlendskir sendiharrar í Danmark leggja sær leiðina henda vegin, og sum so metir oljumálaráðharrin tí vitjanina sum eina og hvørja aðra sendiharra- vitjan. Hann hevur ongar viðmerkingar til, um hann undir slíkari vitjan fer at taka spurningin upp um møguligt samstarv á olju- økinum millum Føroyar og Saudi Arabia. Eyðun Elttør heldur tað er umráðandi í øllum olju- málinum sum heild, at før- oyingar hava bæði bein á jørðini og vísir til løg- mansrøðuna á ólavsøku, har tað verður lagt upp til at vísa hógv í øllum olju- málinum – og ikki selja skinnið, fyrr enn bjørnin er skotin. Vit mugu brynja okkum út við toli, og tað er so einki óvanligt, at oljan ikki verður funnin beinan- vegin byrjað verður at bora. OLJUMESSA OG RÁÐHARRAR Jan Müller Føroyski oljumálaráðharrin Eyðun Elttør, sum í hesum døgum er á oljumessu í Aberdeen saman við nógv- um øðrum landsmonnum, nýtti í vikuni høvi til at hitta tveir bretskar ráðharr- ar. Tað var ráðharrin fyri ídnað og handil, Symmons og ráðharrin fyri orkumál, Brian Wilson. Hesin seinni er valdur í bretska parla- mentið fyri Hetland og tí varð fundurin við hann eis- ini nakað fyri seg. –Harra Wilson helt fyri, at við virkseminum á Atlantsmót- inum nærkast vit hvørjum øðrum og tí kundi eg bara staðfesta og fegnast um sigur Eyðun Elttør. Á fundinum við teir báð- ar ráðharrarnar var høvi at tosa um mál av felags á- huga og varð niðurstøðan tann, at bretar síggja fegnir størri samvinnu við Før- oyar. –Nú var eg einasti landsstýrismaður í Aber- deen og tí royndi eg at um- boða áhugamálini hjá Før- oyum sum heild so væl tað ber til sigur Eyðun Elttør, sum heldur slíkar fundir hava týdning fyri framtíðar samvinnuna, hóast einki ítøkiligt kom burtur úr. Í Aberdeen eru umboð fyri fleiri føroyskar fyri- tøkur. Tær eru við á bás- inum, sum Menningar- stovan skipar fyri. Uppá fyrispurning um ikki turri brunnurin hjá Statoil hevur lagt ein »dempara« á før- oysku luttøkuna sigur Eyð- un Elttør, at tað metir hann ikki. –Sjálvandi hevði tað verið betri fyri slíka lut- tøku, um vit høvdu funnið oljuna longu, men hinvegin kenna øll fólk í oljuverðini til oljuleiting og hvat hon ber í sær. Fáa staðni í heim- inum hevur man verið so heppin at raka við olju fyrstu ferð borað hevur verið sigur landsstýrismað- urin. Sendiharri úr Saudi Arabia vitjar Føroyar Elttør hitti tveir ráðharrar C M Y K 11 10