leygardagur 8. september 2001síða 7
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 173 - 8. september 2001
Nr. 173 - 8. september 2001
13
– Vit halda okkum
hava gjørt eitt sera
gott fyrireikingar-
arbeiði á nógvum
økjum, politikararnir
eru eisini ernir av
hesum, men teir hava
ongantíð politiskt
úttalað seg um,
hvussu teir kundu
hugsað sær, at olju-
vinnan skal forma seg
sosialt sigur Randi
Frederiksberg, sum
heldur, at tað er í
tøkum tíma, at vit
gera okkum greitt,
hvønn sosialan
útvikling vit ynskja,
og til tess er brúk fyri
sosialum árinsmet-
ingum
OLJUVINNA OG
SOSIAL ÁRIN
Jan Müller
Seinni partur
Tað bjartskygni, sum er í
føroyska samfelagnum í
dag – eisini til aðrar vinnu-
greinar – er nógv ávirkað
av vónunum til eina olju-
vinnu. Tað er tí ikki olju-
vinnan sum so, men for-
væntningarnar – vónirnar -
til hana, sum skapa ein part
av tí bjartskygni, sum er og
sum eisini gevur føroy-
ingum, sum búgva í út-
landinum, møguleika at
koma heim. Hetta heldur
Randi Frederiksberg, sum
herfyri vardi serritgerð við
lærda háskúlan í Keyp-
mannahavn um sosialu
árinini frá eini oljuvinnu.
Randi
Frederiksberg,
sum fekk toppkarakter,
tvey 13-tøl, fyri uppgáv-
una, vil vera við, at før-
oyska samfelagið hevur ein
stóran trupulleika, verður
olja funnin nú.
– Vit halda okkum hava
gjørt eitt sera gott fyri-
reikingararbeiði á nógvum
økjum, politikararnir eru
eisini ernir av hesum, men
teir hava ongantíð politiskt
úttalað seg um, hvussu teir
kundu hugsað sær, at
oljuvinnan skal forma seg
sosialt. Vil man hava, at øll
skulu hava fyrimunir av
hesi vinnu? Vil man forða
fyri
teimum
ringastu
avleiðingunum fyri tey,
sum eru ringast stødd tvs.
vil man tryggja, at tey, sum
hava tann størsta vinningin
eisini hava tær størstu
meirútreiðslurnar?
Við
øðrum orðum: vilja vit
brúka part av inntøkuni,
sum tað almenna fær, til at
tryggja tey, sum eru ringast
fyri?
Randi, sum í serritgerð
síni hevur brúkt New
Foundland sum sammet-
ingargrundarlag, heldur, at
tað týdningarmesta hjá
føroyingum at taka støðu
til, er um vit ynskja “The
survival of the fittest” ella
um vit vilja hava eitt
samfelag, har pláss skal
vera fyri øllum. -Vilja vit
hava eitt samfelag, har
pláss skal verða fyri øllum,
so mugu vit so skjótt sum
gjørligt hava formulerað
politiskt, hvussu hetta kann
gerast í praksis og eisini,
hvussu hetta skal fíggjast.
Tá ið tosað verður um
bústaðarmarknaðin
er
næsta stigið, at ein mál-
rættaður bústaðarpolitikkur
verður
útarbeiddur,
ið
samsvarar við tey ynski vit
hava til, hvussu vælferðar-
býtið skal vera í Føroyum í
framtíðini.
Randi sigur víðari, at tað
er longu, tá ið samfelagið
byrjar at tilrættisleggja ein
útvikling, at man skal fara
undir at savna data og
hagtøl fyri tey ymsu økini í
samfelagnum. So fær tú
lýst tær broytingar, sum
koma - frá tí at oljuvinnan
fer í gongd, og so hvørt hon
mennir seg.
Brúk fyri sosialum
árinsmetingum
- Vit kortleggja jú havbotn-
in, áðrenn byrjað verður at
bora fyri at hava nakað
sammetingargrundarlag
aftaná, og júst tað sama áttu
vit at gjørt á tí sam-
felagsliga økinum. Kemur
tú ov seint í gongd fær tú
ongantíð eina mynd av
støðuni, sum var, áðrenn
oljuvinnan tók dyk á seg.
Tí heldur Randi, at vit
hava brúk fyri sosialum
árinsmetingum, tvs. at vit
fara undir at máta, hvat tað
er, sum hendir og síðani
kortleggja, hvaðani broyt-
ingarnar stava - fyri at
politikarar og onnur skulu
hava møguleika at handla í
mun til hesar broytingar.
- Vit mugu gera okkum
greitt, hvønn sosialan út-
vikling vit ynskja. Skal tað
bara vera so, at tey sterk-
astu vinna, tí soleiðis hevur
tað altíð verið! Gongur tú
inn fyri tí, so skal tú einki
gera. Tá skal tú lata standa
til. Men ynskir tú eina aðra
gongd í samfelagnum, so
mást tú eisini sum tað
fyrsta seta av bæði pengar
og orku til at kanna hesi
viðurskiftini.
Tørvur á hagtølum
Randi vísir á, at vit hava
møguleika at stýra og
lóggeva fyri næstan øllum.
Tann besti framferðarhátt-
urin man tó vera at velja
eina kombinatión. Soleiðis
stýra vit ikki øllum, og fólk
hava framvegis møguleika
at folda seg út. Tó loyvir
hesin framferðarháttur okk-
um samstundis at staðfesta,
hvar teir størstu fløsku-
hálsarnir liggja, ið eru við
til at skapa ein útvikling,
sum ikki samsvarar við tað
vit hava sett okkum fyri
politiskt/sosialt. Veist tú
hvar fløskuhálsarnir liggja
goymdir kanst tú jú altíð
fara inn og regulera teir og
harvið sleppa undan tí
stressi, sum teir hava við
sær.
Men tað krevur fyrst og
fremst, at tú hevur tøl, ið
lýsa útviklingin. Nógv data
fyri ógvuliga avgerðandi
parametrar mangla. Nógv
tøl finnast tó, men eru ikki
samlað. Tey kundu skipast
nógv betri.
Hvør skal so taka sær av
hesum?
Randi heldur, at tað
møguliga kundi verið ein
kombinatión av td. Lands-
bókasavninum/Fróðskapars
etrinum, Hagstovuni og evt.
Kommunufelagnum.
- Nógvir stovnar liggja
inni við data, ið relatera til
teirra arbeiðsøki, men hesi
vera ikki uppgjørd sum
statistikkur. Ein tann størsta
orsøkin til hetta man vera,
at føroyingar eru so bangnir
fyri P-talinum og skrá-
seting og áðrenn hetta
broytist verður ringt at gera
brúk av tølunum. Vit hava
ein hóp av data, sum bara
skulu samskipast. Har data,
ið skulu til fyri at kunnu
lýsa samfelagið, mangla,
muga vit í gongd við at
savna inn skjótast gjørligt.
Júst sum gjørt hevur verið í
umhvørvisarbeiðinum. Har
er verandi støða kortløgd.
Ein byrjan kundi verið ein
nýggj fólka- og íbúðar-
teljing eins og hon, ið varð
gjørd í 1977. Tá hevði tú
kunnað gjørt ein databasa
við øllum neyðugum upp-
lýsingum. Hetta hava flest
øll framkomin lond, in-
klusiv øll norðurlond og
Grønland. Høvdu vit ein
slíkan databasa við øllum
upplýsingum um støðuna í
dag, so hevði verið mun-
andi lættari at fylgt nú-
verðandi broytingum og
harvið
vart
seg
móti
negativu árinunum.
Randi sigur víðari, at tá
politikarar vilja, at so nógv
arbeiði skal liggja eftir
oljuvinnuna í Føroyum sum
møguligt, so mugu vit
eisini
taka
ábyrgd
av
teimum avleiðingum, ið
standast av hesum vali. Ein
partur av hesi ábyrgd er at
fáa tilvirkað hesar sosialu
árinsmetingarnar.
Sosial
árin kann vera so nógv
umframt
húsa/bústaðar-
marknaðin. Nevnast kann
td. trýstið á skúla- og
heilsuverk,
infrastruktur
osfr. Árinini eru heldur ikki
avmarkað til Havnina, men
eisini onnur øki merkja
longu árin og fara eisini í
framtíðini at vera ávirkað
av eini møguligari olju-
vinnu.
Lesandi
kundu
fingist til at gera tílíkar
árinsmetingar viðvíkjandi
hesum viðurskiftum. Har-
afturat noyðist man allar-
helst at nýta ráðgevar.
Húsamarknaðurin er so
bara ein partur, men hann
rakar øll. - Vit hava eitt krav
í samfelagnum, sum sigur,
at øll skulu hava tak yvir
høvdið. Húsamarknaðurin
er heilt bundin av ar-
beiðsmarknaðinum. Kann
arbeiðsmarknaðurin metta
tann komandi eftirspurn-
ingin frá oljuvinnuni, so
kann
ikki
væntast,
at
vinnan fer at hava stórt árin
á húsamarknaðin. Men so
skjótt broytingar henda á
arbeiðsmarknaðinum, so
fær tað árin.
Oljufólkini eru
føroyingar í
útlandinum
Randi vísir á, at tá vit hava
sagt, at vit vilja hava so
nógvar føroyingar við í
oljuvinnuna sum gjørligt,
og oljufeløgini hava gingið
hesum kravi á møti, so má
avleiðingin av tí blíva, at
arbeiðsfólk mugu koma
uttanífrá. -Vit hava eitt
arbeiðsloysi uppá eini 3-
5%, og ikki er mangul uppá
arbeiði. Tí má roknast við,
at tað, sum oljuvinnan fer
at hava brúk fyri, eru ikki
tey 3-5%, sum í dag einki
arbeiði hava, men allarhelst
fólk við serligum útbúgv-
ingum ella royndum, sum tí
mugu koma úr útlandinum.
Og hetta vilja í stóran mun
Eingin hugsar um sosialu
árinini frá oljuvinnuni
-Vit kortleggja havbotnin, áðrenn byrjað verður at bora fyri
at hava nakað sammetingargrundarlag aftaná, og júst tað
sama áttu vit at gjørt á tí samfelagsliga økinum. Kemur tú ov
seint í gongd fær tú ongantíð eina mynd av støðuni, sum var,
áðrenn oljuvinnan tók dyk á seg sigur Randi Frederiksberg
Mynd Jan
verða føroyingar, sum hava
nomið sær útbúgving og
vilja sleppa heim aftur á
klettarnar.
Vit hava eingi tøl fyri
arbeiðsmarknaðin. Tvs. at
vit vita ikki, hvørja út-
búgving fólk hava, hvar tey
arbeiða,
hvussu
nógv
ferðast av bygd til Havnar
til arbeiðis osfr. Kravið um
at oljufeløgini skulu nýta
mest møguliga føroyska
arbeiðsmegi kann tí eisini
gera tað ringt at gjøg-
numskoða, hvar tey flestu
árinini fara at vísa seg á
arbeiðsmarknaðinum.
Fer
oljuvinnan
at
eftirlýsa td. 100 verkfrøð-
ingum, ja so vita vit ikki,
hvar hesir verkfrøðingar í
dag arbeiða. Um hetta fer at
hava við sær, at td. Lands-
verkfrøðingurin,
ymisk
byggivirkir, kommunurnar
oo. fara at missa arbeiðs-
megi, ja so fáa hesi virki
eitt trot á arbeiðsmegi og
kunna tí ikki loysa sínar
arbeiðsuppgávur. Tað kann
so føra við sær, at ikki ber
til at halda vegakervið
tíðarsvarandi,
byggibún-
ingsprocessin hjá komm-
ununum verður enn seinni
osfr. Tú kanst tí sum
samfelag hvørki hjálpa tí
almenna ella tí privata at
tilrættaleggja fram ímóti tí
árini, sum oljuvinnan fer at
hava. Hetta er heldur ikki
ein
ynskilig
leið
hjá
oljufeløgunum, tí tað vera
tey, ið fáa ábyrgdina av hesi
støðu, sjálvt um tey ikki
hava gjørt annað enn fylgt
føroysku lóggávuni!
Randi vísir á, at privata
vinnan eisini má kenna tað
sum at verða slept uppá
fjall. Útviklingurin er enn
komin so stutt, at tað ikki er
møguligt at vita, hvat
oljuvinnan fer at krevja av
arbeiðsmegi oø., um hon
verður aktiv í Føroyum. -
Vit noyðast at taka olju-
vinnuna við í hetta arbeiði
við at biðja hana um at seta
upp ymiskar møguleikar.
Tvs. um nógv olja verður
funnin, eitt ella fleiri felt,
hvussu
nógvar
íbúðir,
hvussu nógv fólk og við
hvørjum útbúgvingum osfr.
verður so brúk fyri!
Randi Frederiksberg vísir
á, at tey ungu, sum fara av
landinum at lesa, eru eitt
tað størsta aktivið vit eiga.
At fáa eina vinnu sum
oljuvinnuna til landið, ið
kann geva hesum bólkinum
arbeiðsmøguleikar og tískil
fáa tey heimaftur, vil tí vera
av ómetaliga stórum týdn-
ingi fyri samfelagið. –Tí
haldi eg ikki vit skulu lata
arbeiði liggja aðrastaðni.
Vit hava eitt so sárbart
samfelag, tí vit bara hava
fiskivinnuna at líta á, og
90’ini lærdu okkum, at tað
kann verða vandamikið. Tí
er gott at fáa fleiri bein at
standa á.
Eiga at seta størri krøv
Randi Frederiksberg held-
ur, at vit seta ov lág krøv til
oljuvinnuna. – Eg eri ikki í
iva um, at oljuvinnan vil
hava greiðar linjur at ganga
eftir. Hon ber ótta fyri at
traðka við síðuna av, hon
kennir avleiðingarnar aðra-
staðni frá. Hon vil ikki hava
ringt orð á seg, tí tá hon fer
úr Føroyum skal hon allar
helst inn í eitt annað
samfelag. Men tað er eisini
sera ringt ikki at traðka við
síðuna av, tá rætningslinj-
urnar vit geva ikki eru
greiðar.
Politikararnir hinumegin
hava kanska ringt við at
seta rætningslinjur, tí man
er so bangin fyri at biðja
oljuvinnuna um nakað sum
helst. Taka vit oljuútgerð-
arhavnina í Rúnavík, so
ivist eg ikki í, at olju-
feløgini høvdu lagt hana í
Suðuroy, um tey fingu boð
um tað.
Randi heldur tað annars
vera sera løgið, at vit gera
eitt økismenningarálit og
útoyggjaálit,
har
man
politiskt sigur seg vilja
menna hesi økini – um
somu tíð sum man sigur, at
man
gjarna
vil
stýra
vinnuni – og so kortini letur
tað vera upp til vinnuna at
avgera, hvar útgerðarhavn-
in skal vera. Her er ikki
samsvar ímillum politiska
ætlan og handling! Hevði
oljuvinnan mett tað vera
fullkomiliga ómøguligt at
lagt støðina í Suðuroy, so
hevði hon eisini sagt frá,
men sjálvandi velur vinnan
tað økið, ið er mest gagn-
ligt fyri hana, tá ið vit lata
tað upp til vinnuna sjálva at
avgera! So tað vit síggja er,
at oljufeløgini hava livað
upp til tey føroysku krøvini
og ynskini.
- Vit siga oftani, at vit
mugu ansa eftir oljuvinn-
uni, tí vit eru bangin fyri,
hvat henda vinna kann
koma at føra við sær. Men í
veruleikanum er tað okkum
sjálvum vit skulu bera ótta
fyri, tí vit ikki duga at seta
tey røttu krøvini. Vit eru
verri fyri enn Hetland og
New Foundland á summum
økjum, sjálvt um vit hava
nógv størri sjálvsavgerðar-
rætt. Í Hetlandi og New
Foundlandi hava valmøgu-
leikarnir ikki verið so
nógvir, meðan her hjá
okkum kunnu vit gera, sum
vit vilja. Tað tykist so at
vera ein stórur trupulleiki.
Tað liggur nógv ábyrgd í at
skula
taka
tær
røttu
avgerðirnar. Fyri at kunna
taka ábyrgd fyri at velja ta
bestu loysnina noyðist tú at
hava vitan um útviklings-
møguleikar og -saman-
hangir. Her eru politikar-
arnir heilt á berum, tí so
gott sum onki arbeiði er
gjørt fyri at at kanna, hvørji
árinini
frá
oljuvinnuni
kunnu væntast at vera.
Man gevur eitt skeivt
signal frá politiskari síðu,
tá man letur tað upp til
oljuvinnuna at gera av, hvar
eitt nú ein oljubasi skal
liggja. Hóast oljuvinnan
ikki vil ganga ímóti før-
oyskum áhugamálum, so er
tað eisini ein privat vinna,
sum arbeiðir fyri síni egnu
sak. Tí er tað eitt sindur
ábyrgdarleyst at lata upp til
oljuvinnuna at gera av,
hvussu og hvar útvikling-
urin skal vera. Og tað er
júst tað tú ger, tá tú letur
oljufeløgini gera av, hvar
eitt nú útgerðarhavnin skal
liggja. Tað belastar eisini
forholdið millum oljuvinnu
og landið, at tú ikki hevur
greiðar linjur at ganga eftir.
Randi heldur ikki, at tað
hevði verið nakar trupul-
leiki hjá oljufeløgunum,
fingu tey boð um at leggja
útgerðarhavnina í Suðuroy,
at gjørt íløgur í dýpan av
eini havn og gerð av kei. -
Vit eru alt ov bangin at seta
krøv til oljuvinnuna. Men
tann óttin byggir so aftur á
manglandi upplýsingar og
vitan.
Randi er komin til ta
niðurstøðu, at óvissan er
tann mest framstandandi
faktorurin í oljuvinnuni.
Fyri at koma hesi óvissu til
lívs mugu vit gera sokallað
“baseline
studies”
tvs.
grundleggjandi kanningar
av, hvussu støðan er í dag.
Árinini frá oljuvinnuni eru
sera nógv tengd at tí óvissu,
sum er rundan um hesa
vinnu. Og ein stórur partur
av tí, sum tí hendir, er
oftani eitt úrslit av óvissuni.
Randi
Frederiksberg
heldur tað annars verða
løgið, at man hoyrir so lítið
frá Fróðskaparsetrinum í
hesum viðfangi. Hetta er
ein hægri lærustovnur og
tey áttu at havt førleikan til
at mett um møgulig árin, og
tú hoyrir kortini einki
hagani. Tað skuldu verið
tey, sum tóku stig til
orðaskifti og greiddu frá,
hvat tørvur er á at fáa lýst í
samband við eina tílíka
nýggja vinnu. Men kanska
er trupulleikin tann, at tey
eru illa mannað leggur hon
aftrat.
Hvat vilja vit!
- Vit mugu gera okkum
greitt, hvat vit vilja. Vilja
vit hava, at alt virksemið
skal vera her ella vilja vit
hava tað burtur úr, sum
kann gagna samfelagnum í
framtíðini, tvs. har tú kanst
fáa tilført samfelagnum
ekspertisu og vitan. Har
hevur tú longu skorið nógv
frá. Randi heldur, at olju-
lóggávan ber nógv bráð av,
at samfelagið var í kreppu
og hevði stórt arbeiðsloysi,
tá ið hon var virkað til.
Tíðin í dag er heilt øðrvísi.
- Nú er nógv broytt, og
arbeiðsloysi er lítið. Skal
lóggávan so ikki tillagast
hesum broytingum spyr
hon og heldur fram: -Eru
vit kanska ikki í eini støðu,
har vit skulu umhugsa at
geva nøkur serloyvi. Lóg-
gávan er innrættað til tað,
men fylgir tú ikki við í
broytingunum
og
ger
politisku skipanini hetta
greitt, hvør skal so taka
avgerðirnar og hvat skulu
tær baserast uppá?
- Vit hava eina sera væl-
útbúna arbeiðsmegi, og eg
haldi, at føroyingar eiga
tann góða eginleikan at
duga at umstilla seg og læra
av royndum, samstundis
sum vit eru fjølbroytt. Fær
tú skipað útviklingin á
besta hátt og optimerað
styrkirnar vit eiga í sam-
felagnum, so ivist eg ikki í,
at vit klára hetta.
Hvørjar aðrar niðurstøð-
ur hevur Randi so gjørt!
Hon heldur vit eiga at
byggja alternativar íbúðir
til leigu, so man tekur
broddin av spekulatiónini,
sum skapar teir sera høgu
húsaprísirnar.
- Sjálv havi eg lisið alt
mítt lív, og tað fyrsta man
droymir um er ikki at finna
sær eini hús fyri 2 mill. kr.
og so verða bundin at tí
restina av lívinum. Um
aðrir bústaðarmøguleikar
vóru og man evt. kundi
fingið eina minni og bílig-
ari andeilsíbúð, har man
ikki gjørdist so fíggjarliga
bundin, so er einki at ivast
í, hvat eg valdi.
Fløskuhálsar
Randi vísir á, at verður olja
funnin longu í ár, og
føroyska samfelagið ikki
nøktar tann tørv, sum er á
eitt nú bústøðum, so má
hesin fløskuhálsur takast
við inn í planleggingina
fyri tann víðari útviklingin.
Tá mást tú til at seta
serstakar treytir fyri, nær og
evt. hvar oljufeløgini kunnu
fara í gongd. -Oljufeløgini
hava gjørt hetta so oftani
fyrr, at tey vita, hvat tey
sjálvi fáa brúk fyri og
syrgja sum oftast eisini fyri
sínum egna arbeiðsfólki.
Føroyska samfelagið skal
undir øllum umstøðum
sjálvt syrgja fyri at út-
byggja og útviklast víðari, á
bústaðarøkinum og øllum
hinum samfelagsøkjunum
– bæði við ella uttan eina
oljuvinnu!
Hon vísir á, at í New
Foundlandi vóru tað olju-
feløgini, sum gjørdu hesar
kanningar. Byrjað varð at
bora í 60-unum og olja varð
funnin í 1979. Tá Mobil Oil
vildi útvinna feltið gjørdu
teir eina konsekvensmetan.
- Tú kanst væl áleggja
oljufeløgunum hetta, men
vil tú hava ávirkan á,
hvussu hetta verður gjørt,
mást tú eisini hava tað
almenna við.
Finnur BP ella okkurt av
hinum samtøkunum eitt
stórt felt so eiga vit kanska
at seta teimum krav um
saman við føroyska sam-
felagnum at skipa fyri eini
árinskanning. Oljufeløgini
hava gagn av, at tað eru
greiðar linjur. Eg ivist ikki í
tey vilja bæði stuðla og
vera við at gera hetta
arbeiði. Men fortreytin er
tó tann, at vit fáa data-
grundarlagið uppá pláss
fyrst.
Vit mugu gera okkum
greitt, hvat vit vilja. Er
oljuvinnan fyri øll, ella er
hon tað ikki? Er hon fyri
øll, hvussu skapa vit so
karmarnar, og har er tað
fyrst og fremst økonomi tað
snýr seg um.
Hetta er ein “once a
lifetime” tjansur. Vit hava
fiskivinnuna. Vit eru ov fá
til eitt “Silliconvalley”. Við
oljuvinnuni hava vit møgu-
leika at fjøltátta vinnu-
møguleikarnar og fáa eitt
bein í hesa nýggju vinnu.
-Vit siga oftani, at vit mugu ansa eftir oljuvinnuni, tí vit eru
bangin fyri, hvat henda vinna kann koma at føra við sær. Men
í veruleikanum er tað okkum sjálvum vit skulu bera ótta fyri,
tí vit ikki duga at seta tey røttu krøvini sigur Randi
Frederiksberg
Mynd Jan
C
M
Y
K
13
12