Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-02, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. desember 2008síða 21

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 232 - 2. desember 2008 21 tíðindi Landsstýriskvinnan í mentamálum, Helena Dam á Neystabø, ið eisini varar av føroysku skúlunum, gav sær tíð til at rósa Sunda Kommunu fyri at ganga undan innan tøkniliga menning, meðan Jógvan Fríðriksson legði dent á bleytu virðini í skúlanum, herímillum átrúnað SkúlavígSla Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Landsstýriskvinnan í Menta­ málum gav sær í røðu síni stundir til at framhevja framskygnið hjá Sunda Kommunu innan tøkniligu menningina. ­ Sunda Kommuna hevur veruliga gingið undan innan tøkniligu menningina, og vit síggja millum annað at allir næmingarnir hava møguleika at sita við hvør sínari farteldu. Útbúgving er lykilin til framburð, og tað ræður um at geva tí unga gott í beinið, segði Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í menta­ málum. Eisini fegnaðist hon um at umstøðurnar hjá rørslu­ tarnaðum vóru tiknar við í út­ og umbyggingina, og eru har í dag fyrstaflokks­ umstøður hjá rørslutarnað­ um. Eisini kom hon við eini áheitan til nývalda skúla­ stýrið um at arbeiða fyri ein­ um tøttum samskifti millum foreldur og næmingar og leiðslu og lærarar. Helena Dam á Neystabø endaði við at handa Hós­ víkar Skúla eina gávu frá Mentamálaráðnum, og var tað ein vakur málningur frá Sigrun Gunnarsdóttir, »The Tree«, ið er ein góð lýsing av, hvussu stórsligin trø eisini kunnu vaksa úr trengstu karmum. Vitan er silvur – vísdómur gull Jógvan Fríðriksson, biskup­ ur, endaði hátíðarhaldið við eini røðu og síðan sjálvari vígsluni av skúlanum. Hann legði dent á at tey bleytu virðini eisini eru týdningar­ mikil, og sipaði hann her til millum annað tónleik, myndlist og átrúnað. Hann vísti á at vitanin liggur í teimum hørðu grein­ unum so sum støddfrøði, alisfrøði og málsligu grein­ unum, meðan tey bleytu virðini eru lykilin til vís­ dómin. ­ Vitan er silvur, meðan vísdómur er gull, og tit í Sundalagnum kenna jú alt til munin millum tey bæði. Tað er umráandi at børnini eisini vera vís og ikki bara vitandi, segði Jógvan Fríð­ riksson, bispur. Við hesum vildi hann leggja upp til at bondini millum fólkaskúlan og kristnu kirkjuna, í breiðari merking, verða varveitt og styrkt. Formaðurin í trivnaðarnevndini, Asbjørn Djurhuus, vónar at góðu karmarnir í skúlanum kunnu verða við til at skapa næmingar í fremsta flokki. Fyrstilærarin, Eyðna M. Midjord, ásannar tó at tað harða arbeiðið enn er eftir, nevnliga at skapa livandi lívið í hesum karmunum SkúlavígSla Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Tá Asbjørn Djurhuus gekk í skúla, vóru hvørki rav­ magn, oljufýr ella vesi í skúlanum. Eina lampu nýttu tey til ljós, kolfýr til hita og vesið var eitt nátthús so smalt, at tú noyddist at bakka inn. Soleiðs greiddi Asbjørn Djurhuus frá umstøðunum, tá hann gekk í skúla á Selatrað sum smá­ drongur. Í røðu síni ásannaði hann, at broyttar tíðir krevja broyttar umstøður. Krøvini í dag eru nógv strangari til bæði førleikar og fysiskar karmar í fólkaskúlunum. Hørð krøv verða sett til inni­ luft og ljós í dag, og har­ afturat skulu næmingar og lærarar verða teldukøn, skulu tey vera íklødd til lív­ ið her á landi og í altjóða­ gjørda heiminum. Hann greiddi frá málsetn­ inginum, ið er at børnini í Sunda Kommunu skulu vera millum fremstu næm­ ingarnar í landinum, og ásannaði at hetta bert ber til við bestu kørmum. Tí fegn­ aðist hann um, at henda íløgan í framtíðina var væl nýtt, tí karmarnir í nýggja skúlanum eru av teimum bestu. Livandi lívið tað týdningarmesta Fyrstilærarin í Hósvíkar Skúla, Eyðna M. Midjord, var sera fegin um at skúlin nú var endaliga liðugur, og fegnaðist um teir sera góðu karmar, ið nú eru gjørdir til børnini í Hósvík. Hon ásannaði samstundis at tað veruliga arbeiðið enn liggur eftir, nevnliga at skapa inni­ haldið í teimum nýggju karmunum. ­ Ein skúli er tað sum hendir meðan børnini eru í skúlanum. Tað týdningar­ mesta í skúlanum er tað liv­ andi lívið. Tað eru lukturin, litirnir, reinførið, hølini og mangt annað, ið skulu gera, at øll føla seg væl, tá tey koma inn í skúlan. Tað verða øll sum ganga í skúl­ anum, arbeiða í skúlanum og hava børn í skúlanum, ið koma at seta dámin á tað livandi lívið í skúlanum, segði Eyðna M. Midjord, fyrstilærari í Hósvíkar Skúla. - Meðan vitan er silvur er vísdómur gull, og tit í Sundalagnum kenna alt til munin millum tey bæði, segði Jógvan Fríðriksson, bispur. Hann legði dent á at tað er umráandi at børnini eisini vera vís og ikki bara vitandi Vitan er silvur og vísdómur gull Komandi ættarlið í Hósvík hava nú fingið best møguligar karmar til at menna sínar førleikar í Mynd: Rógvi Nybo Fyrstilærari, Eyðna M. Midjord, fær handað gávuna frá Helenu Dam á Neystabø, landsstýriskvinnu í Mentamálum Børnini í fremsta flokk