týsdagur 2. desember 2008síða 20
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 232 - 2. desember 2008
tíðindi
Boðið varð til
almenna samkomu
í nýbygninginum
hjá Hósvíkar Skúla
sunnudagin, har
skúlin alment varð
vígdur og tikin í
nýtslu. Samstundis
varð sparkivøllur
tikin í brúk
SkúlavígSla
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Nýggjar
námsfrøðiligar
avbjóðingar koma árliga og
setir hetta alsamt størri krøv
til
fólkaskúlan.
Sunda
Kommuna ger tí stórar íløg
ur í framtíðina, soleiðs at
næmingar og fólk í økinum
fáa so góðar karmar sum
gjørligt til at leita sær lær
dóm í.
Leingi hevur verið arbeitt
við at byggja nýggjan bygn
ing til Hósvíkar Skúla,
umframt at umvæla tann
gamla skúlabygningin, ið
varð tikin í brúk í desember
1968, tá hann loysti gamla
bygdaskúlan frá 1897 av.
Sunnudagin upprann so
tann stóri dagurin, tá hós
víkingar aftur fingu »nýggj
an« skúla, júst 40 ár eftir at
verandi skúli varð tikin í
nýtslu. Tó verður sami bygn
ingurin enn nýttur, men er
umvældur og næstan sum
nýggjur.
Sunda Kommuna hevur
eisini gjørt ein sparkivøll í
Hósvík, og hóast hann hev
ur staðið liðugur rættiliga
leingi, hevur einki hátíðar
hald verið. Sparkivøllurin,
ið er av teimum, ið verða
stuðlaðir av FSF, er ein
liður í eini heildarætlan fyri
økið mitt í bygdini. Hann
var eisini alment tikin í
nýtslu sunnudagin.
Myndar felagslívið
í bygdini
Hósvíkar Skúli myndar nú,
saman við sparkivøllinum,
dagstovninum
við
Stór
heyggj og bygdarhúsinum í
Hósvík, felagslívið í bygd
ini, ið er savnað saman í eitt
felags øki mitt í bygdini.
Nógv av bygdarfólkunum
vóru savnaði til hetta hugna
liga hátíðarhaldið, ið eisini
varð ríkað við sangi frá
barnakórinum
í
Hósvík
saman við foreldrum, undir
leiðslu av Annette Davidsen
og við undirspæli frá Árna
av Reyni, ið eisini er lærari
í skúlanum.
Gjáargarður
borðreiddi
við leskiligum ábiti, og
fleiri røður vórðu hildnar,
áðrenn Jógvan Fríðriksson
vígdi skúlan.
Í Hósvíkar Skúla ganga í
dag 42 børn, og har starvast
seks lærarar. Í skúlanum
eru nú samanlagt seks stov
ur, tríggjar skúlastovur í
nýggja bygningunum og
tríggjar serstovur í gamla
bygninginum,
umframt
stóru miðhøllina í nýggja
bygninginum, ið eisini er
vælegnað til undirvísing.
Tað er teknistovan A3 á
Norðskála við Hans Dávid
Dam, ið hevur projektera
alla verkætlanina og økið
kring skúlan, og tað er
Arbor við Finn Christensen
úr Hósvík, ið saman við
undirveitarum hevur staðið
fyri
øllum
arbeiðinum.
Samlaði kostnaðurin fyri
skúlan er umleið 10 milli
ónir krónur.
Heðin Zachariassen
fegnaðist í røðu síni
um út- og umbygda
skúlan og greiddi
millum annað frá, at
tað var ein løtt avgerð
at raðfesta skúlaøkið
í Sunda Kommunu
SkúlavígSla
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Í samband við hátíðar
haldið, har út og umbygdi
skúlin í Hósvík alment
varð tikin í nýtslu, segði
Heðin Zachariassen, ið er
fráfarandi borgarstjóri í
Sunda Kommunu, eisini
nøkur orð.
Heðin Zachariassen fegn
aðist sum vera man um teir
góðu karmar, ið skúla
børnini í Hósvík nú hava
fingið, bæði við út og
umbygda skúlanum og við
nýggja sparkivøllinum.
Heðin
Zachariassen
greiddi somuleiðis frá, at
hann heldur at Sunda Kom
muna er ein sera spennandi
kommuna, og at Sunda
lagið sum heild er eitt sera
spennandi øki at vera í.
Kommunan hevur, í mun
til fleiri aðrar bygdakomm
unur, staðið í støðugum
vøkstri.
Tað er ein løtt avgerð at
raðfesta skúlaøkið í eini
kommunu,
sum
hevur
staðið í støðugum vøkstri
nógvu seinnu árini, segði
Heðin Zachariassen, borg
arstjóri í Sunda Komm
unu.
Hans Andreas Dam Joen
sen úr sosialu deild hjá
Sunda Kommunu greiddi
frá, at tað er neyðugt at
gera íløgur í framtíðina, tí
nýggjar námsfrøðiligar av
bjóðingar stinga seg upp
javnan, og at við hesum
nýggju hølunum er høgt til
loftið og vítt til veggja í
fleiri merkingum.
Skúla og sparkivøll í Hósvík
Lætt at raðfesta skúlaøkið
Borgarstjórin í Sunda Kommunu, Heðin Zachariassen,
metir tað vera eina lætta avgerð at raðfesta skúlaøkið í eini
kommunu, sum hevur staðið í støðugum vøkstri nógvu
seinnu árini
Sunda kommuna er nú liðug við verkætlanina, har tey við nýggjum skúla, sparkivølli, dagstovni og bygdarhúsinum hava savnað alt felagslívið mitt í bygdini
Mynd: Kristina Nybo
Barnakórið í Hósvík ríkaði løtuna við sangi