týsdagur 2. desember 2008síða 19
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
[ Nr. 232 - 2. desember 2008 ]
Meðan garvaði norski
landsliðsvenjarin,
Marit Breivik roynir
at niðurtóna, at Noreg
er favorittur til at
vinna EM. So royni
hinir venjarnir at gera
norsku kvinnurnar til
tungar favorittar til at
vinna kappingina.
Hondbóltur
Heri Simonsen
heris@sosialurin.fo
Norsku kvinnurnar eru í
stórformi.
Fyri
stuttum
vunnu tær á Russlandi og
Danmark við ávikavist 10
og 12 málum. Venjarin hjá
svenska
kvinnulandslið
num, Ulf Schefvert er
heldur ikki í iva, at Noreg
er favorittur til at vinna
EMgullið
heimaftur
til
Noregs. Sjálvt um stór
spælarnir, Katja Nyberg og
Gro
Hammerseng
eru
uttanfyri, orsaka av skaða,
so er svenski venjarin ikki í
iva um, at tær norsku kvinn
urnar eru favorittar kortini.
Ungarski spælarin, Katalin
Pálinger er heldur ikki í iva.
Hon
heldur,
at
Noreg
framalir
nýggjar
góðar
spælarar alla tíðina.
Avrikslistin
hjá Breivik
Tað hevur eisini gingið
framúr væl hjá Marit Brei
vik, sum hevur vunnið nógv
metal við norska liðnum.
Tað er heldur ikki smávegis,
sum norski venjarin, Marit
Breivik hevur vunnið við
norska kvinnulandsliðnum
síðani 1994. Einastandandi
avriksleistin hjá Breivik við
kvinnulandsliðnum
sæst
aðrastaðni á síðuni.
Metir Rumenia sterkt
Marit Breivik hevur sjálv
gjørt sær nakrar tankar um,
hvør kann hugsast at skula
kappast við Noreg, um at
vinna EMgullið. – Vit vita,
at tær rumensku eru góðar.
Tær koyra við næstan sama
liðið, sum til OL í Beijing.
Men liðið hevur fingið
nýggjar venjarar, og tað
skulu tær sjálvsagt venja
seg við. Men nú hava tær
rumensku so havt nakrar
vikur um tað.
Marit
Breivik
heldur
eisini, at Týskland er ein
hóttan. Ungarn hevur eisini
eitt sterkt lið, og tá Spania
fyri stuttum hevur vunnið á
Fraklandi, so boðar tað eis
ini frá einum sterkum spon
skum liði. Norska pressan
manglar sjáldan sjálvsálit,
og Frode Scheie hjá norsku
sjónvarpsstøðini TV2, met
ir, at Noreg er tann størsti
favoritturin nakrantíð til at
vinna eitt EMendaspæl.
Danskir
ítróttarskrivarar
hava eisini ringt at fáa eyga
á, hvør kann koppa norsku
gentunum.
Noreg er stórfavorittur
Hóast liðið má vera Gro Hammerseng fyriuttan, so er fáur, sum ivast í, at Noreg nú leggur eitt
EM-gull afturat velduga avrikslistanum
Mynd: Polfoto/AP
Við Marit Breivik hevur
Noreg vunnið
1994: EM: bronsa
1996: EM: silvur
1997: HM: silvur
1998: EM: gull
1999: HM: gull
2000: OL: bronsa
2002: EM: silvur
2006: EM: gull
2007: HM: silvur
2008: OL: gull
FAKTA
Norski hópurin:
Málverjar: Kari Aalvik Grimsbø, Terese Pedersen, Katrine
Lunde Haraldsen
Høgri vongur: Ragnhild Aamodt, Linn Kristin Riegelhuth
Strikuspælari: Heidi Løke, Marit Malm Frafjord, Isabel
Blanco
Vinstri vongur: Camilla Herrem, Kari Mette Johansen
Høgri bakkur: Tonje Nøstvold, Karoline Dyhre Breivang,
Linn Jørum Sulland
Miðbakkur: Tine Rustad Kristiansen, Tonje Larsen
Vinstri bakkur: Kristine Lunde
FAKTA
Har stóð nógv á, tá avgerandi talvini vóru á skránni
Mynd: www.faroechess.com
NM-hópurin úttikin
Um vikuskiftið vóru FMfinalurnar í talvi
fyri ung á skránni í Eysturskúlanum í Havn.
Umframt heitið sum føroyameistarar, so er
hetta eisini kappingin, sum gevur atgongd til
NMkappingina, og sleppa tey bæði fremstu í
hvørjum bólki at luttaka.
NMhópurin, sum luttekur í februar mánað
2009 í Føroyum ímóti 50 javnaldrum úr
hinum Norðurlondunum:
IM Helgi Dam Ziska, Margar Berg og Hjalti
Toftum Jógvansson úr Tórshavn.
Rógvi Egilstoft Nielsen, Høgni Egilstoft
Nielsen og Silas Eyðsteinsson úr Sandavági.
Einar Gregersen, Heðin Gregersen og Julian
Gregersen úr Klaksvík.
Pætur Poulsen úr Skopun.
Silas Eyðsteinsson og Julian Gregersen eru
nýggir í NMhøpi.
-heris
Armstrong til Fraklands
Komandi ár verður heimskendi súkklarin, amerikanski Lance Armstrong, aftur at síggja á
súkkluni í teimum ymsu súkklukappingunum. Armstrong, som skal súkkla fyri liðið Astana,
boðaði mánakvøldið frá, at hann eisini fer at súkkla í Tour de France. Kappingin er heimsins
størsta og strævnasta av sínum slag, og hesa kapping hevur Armstrong vunnið heilar sjey
ferðir øll árini frá 1999 til 2005. Vanliga súkklar eitt súkklulið fyri at fáa ein av sínum
súkklarum fremstan í kappingini, og Lance Armstrong leggur einki í, um ikki Astana súkklar
fyri sigri til hansara. Súkkling er ein liðítróttur, og eg súkkli fyri tí besta súkklaranum, sigur
Armstrong við AP. Væntað verður, at 37 ára gamli Armstrong og hinir á Astanaliðnum fara at
súkkla fyri sigri til spanska Alberto Contador, sum seinastu tvey árini hevur vunnið tríggjar
tær størstu súkklukappingarnar, nevniliga Giro d´Italia, Vuelta a España og Tour de France.
Liverpool á odda
Liverpool hava yvirtikið oddasessin í Premier League, men bara við einum
stigi, tí teir megnaðu ikki at fáa meiri enn javnleik í dystinum móti West
Ham í gjárkvøldið. Tað er triðja ferðin í ár, at Liverpool spælir ein
málleysan dyst heima í Anfield Road. Liverpool hevði fleiri kjansir, men
tann størsta fyri steðgin átti West Ham og fyrrverandi Liverpoolleikarin
Craig Bellamy, men skot hansara langt úti frá rakti stongina. Í seinna
hálvleiki átti Liverpool hinvegin nógv tann størsta kjansin, men Youssi
Benayoun, men West Ham málverjin stórbjargaði skotroyndini úr stuttari
fjarstøðu. Liverpool fer við eina stiginum, teir fingu úr dystinum, framum
Chelsea á stigatalvuni, soleiðis at teir nú hava 34 stig.