týsdagur 2. desember 2008síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 232 - 2. desember 2008
Ronaldo fekk heili 446
stig av 480 møgulig
um. Bert 23 ára gamal,
hevur ungi portugisin
vunnið óteljandi
heiti og persónligar
virðislønir
Fótbóltur
Heri Simonsen
heris@sosialurin.fo
Klokkan tvey í nátt varð
kunngjørt, at portugisiski
landsliðsspælarin hjá Man
chester United, Christiano
Ronaldo
hevur
vunnið
”Ballon D´or” gylta bóltin
valdur sum besti spælari í
Evropa av 96 ítróttarskriv
arum. Millum teir 96 útvaldu
ítróttarskrivarnar, sum hava
latið ávíkavist 5, 4, 3, 2 og 1
stig til 5 ymiskar fótbólts
spælarar, er Jákup Mørk hjá
Miðlahúsinum í Vágsbotni.
Ronaldo fekk 446 av 480
møguligum
stigum.
Til
sammetingar fekk brasili
anski landsliðsspælarin hjá
AC Milan, Káka 444 av
480 møguligum stigum í
2007. Spanski landsliðs
framherjin hjá Liverpool,
Fernando Torres fekk 267
stig. Argentinska stjørnan
hjá Barcelona, Lionel Messi
fekk 165 stig. Christiano
Ronaldo er fjórði United
spælarin, sum vinnur gylta
bóltin hjá ”France Football”.
George Best, Bobby Charl
ton og Denis Law vunnu
allir virðislønina í 1960
árunum. Denis Law vann í
1964, Bobby Charlton í
1966, og George Best vann
í 1968. Sostatt hevur Man
chester United bíða í 40 ár,
at fáa ”Ársins Spælara” í
Evropa aftur.
Vunnið ræðuliga
nógv
Ronaldo, sum bert er 23 ára
gamal, hevur hóast sín unga
aldur
vunnið
nógv
við
Manchester United, umframt
nógvan persónligan heiður.
Hann
hevur
vunnið
Premier League við Man
chester United í 2007 og í
2008. Champions League í
2008. FA Cup í 2004. Liga
Cup
í
2006,
og
FA
Community Shield í 2007.
Tá vit tosa um persónligan
heiður, so hevur tað nærm
ast regnað gull yvir 23 ára
gamla portugisan. Bæði í
2007 og 2008 valdu spæl
arnir í Onglandi hann til
“Ársins Spælara” í ensku
liguni. Í 2007 varð hann
umframt valdur til “Ársins
Unga Spælara”. Haraftrat
valdu
ensku
áskoðarnir
hann til “Ársins Spælara”,
bæði í 2007 og 2008. Ron
aldo hevur verið á ”Ársins
Liði” í Premier League, í
bæði 2006, 2007 og 2008. Í
2007 og 2008 hava ítrótt
arskrivarnir í Onglandi eis
ini valt Ronaldo, sum ”Árs
ins Spælara”. Í 2007 gjørd
ist Ronaldo ”Ársins Spæl
ari” í Portugal. Sponsorurin
hjá Premier League, Barc
lay´s Bank valdu eisini Ron
aldo til “Ársins Spælara” í
2007 og 2008. Í 2004 fekk
Ronaldo “Bravovirðisløn
ina”, sum “Ársins Ungi
Spælari” í Evropa. UEFA
hevur eisini valt Ronaldo,
sum “Ársins Spælara” og
“Ársins áleypara” í evrop
eiskum
felagsfótbólti
í
2008. Altjóða felagsskap
urin hjá fótbóltsyrkisspæl
arum, FIFpro valdu eisini
Ronaldo til “Ársins Spæl
ara” í 2008. Og nú kom so
krúnan á verkinum, “Ballon
D´or” – gyltu bólturin –
tann fínasta og elsta av
øllum fótbóltsvirðislønum.
Manglar heiti
við Portugal
Enn hevur Ronaldo til
góðar at vinna okkurt við
portugisiska landsliðnum,
men hann hevur aldurin til
tað. Og hvør sigur, at hann
ikki kann gerast betur enn.
Enn manglar hann tó at
skora ímóti teimum stóru
evropeisku og suðurameri
konsku landsliðunum. Ron
aldo hevur skorað eitt mál
ímóti Hollandi, men annars
hava hansara 21 landsliðs
mál í 61 landsliðum verið
ímóti veikum og miðalgóð
um mótstøðuliðum.
Avrikini á landsliðnum í
EM í summar, varð einasta
punktið, har summir ítrótt
arskrivarar høvdu hug at ivast
í avrikunum hjá Christiano
Ronaldo. Men 42 mál, sum
vongur vóru ring at muta
ímóti, tá saman um kom.
Eftir er bara at ynska at
koma í undankappingarbólk
við Portugal, tá fer ein
fyltur Tórsvøllur at uppliva
stóru portugisisku stjørn
una, sum av øllum er upp
kallaður eftir fyrrverandi
amerikanska
forsetanum,
Ronald Reagan.
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
Ronaldo vann »Gylta Bóltin«
Ár
Spælari
Land
Felag
1956 Stanley Matthews
Ongland
Blackpool
1957 Alfredo Di Stéfano
Spania
Real Madrid
1958 Raymond Kopa
Frakland
Real Madrid
1959 Alfredo Di Stéfano
Spania
Real Madrid
1960 Luis Suárez
Spania
Internazionale
1961 Omar Sivori
Italia
Juventus
1962 Josef Masopust
Kekkoslovakia
Dukla Praha
1963 Lev Jasjin
Sovjet
Dynamo Moskva
1964 Denis Law
Skotland
Manchester United
1965 Eusébio
Portugal
Benfica
1966 Bobby Charlton
Ongland
Manchester United
1967 Florian Albert
Ungarn
Ferencváros
1968 George Best
NorðurÍrland
Manchester United
1969 Gianni Rivera
Italia
AC Milan
1970 Gerd Müller
VTýskland
Bayern München
1971 Johan Cruyff
Holland
Ajax
1972 Franz Beckenbauer
VTýskland
Bayern München
1973 Johan Cruyff
Holland
Ajax/Barcelona
1974 Johan Cruyff
Holland
Barcelona
1975 Oleg Blokhin
Sovjet
Dynamo Kiev
1976 Franz Beckenbauer
VTýskland
Bayern München
1977 Allan Simonsen
Danmark
Borussia Mönchengladbach
1978 Kevin Keegan
Ongland
Hamburger SV
1979 Kevin Keegan
Ongland
Hamburger SV
1980 KarlHeinz Rummenigge
VTýskland
Bayern München
1981 KarlHeinz Rummenigge
VTýskland
Bayern München
1982 Paolo Rossi
Italia
Juventus
1983 Michel Platini
Frakland
Juventus
1984 Michel Platini
Frakland
Juventus
1985 Michel Platini
Frakland
Juventus
1986 Igor Belanov
Sovjet
Dynamo Kiev
1987 Ruud Gullit
Holland
PSV Eindhoven/AC Milan
1988 Marco van Basten
Holland
AC Milan
1989 Marco van Basten
Holland
AC Milan
1990 Lothar Matthäus
VTýskland
Internazionale
1991 JeanPierre Papin
Frakland
Olympique Marseille
1992 Marco van Basten
Holland
AC Milan
1993 Roberto Baggio
Italia
Juventus
1994 Hristo Stoitsjkov
Bulgaria
Barcelona
1995 George Weah
Liberia
AC Milan
1996 Matthias Sammer
Týskland
Borussia Dortmund
1997 Ronaldo
Brasil
Internazionale
1998 Zinedine Zidane
Frakland
Juventus
1999 Rivaldo
Brasil
Barcelona
2000 Luis Figo
Portugal
Barcelona/Real Madrid
2001 Michael Owen
Ongland
Liverpool
2002 Ronaldo
Brasil
Real Madrid
2003 Pavel Nedved
Kekkia
Juventus
2004 Andrij Sjevtsjenko
Ukraina
AC Milan
2005 Ronaldinho
Brasil
Barcelona
2006 Fabio Cannavaro
Italia
Real Madrid
2007 Kaká
Brasil
AC Milan
2008 Christiano Ronaldo
Portugal
Manchester United
Enn einaferð varð Ronaldo heiðraður. Hesa
ferð við helst størsta heiðrinum yvirhøvur
– gylta bóltinum frá France Football
Mynd: Polfoto/AP