Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-02, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. desember 2008síða 17

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 232 - 2. desember 2008 17 tíðindi Bæði fráferðir og ferðafólk yvir flog­ vøllin í Vágum eru færri í november mánað í ár, enn í fjør. Tó er samlaða talið av ferðafólki fyrstu 11 mánaðirnar hægri enn 2007 Ferðing Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Um tað er fíggjarkreppa, svartskygni ella bara minni peningur millum fólk, sigur søgan onki um, men veru­ leikin er tanna, at tað ferðaust munandi færri fólk yvir flogvøllin í Vágum í november mánaða í ár, enn tað gjørdu í fjør. Talið av ferðafólki minkaði við 14,8 prosentum, og tað svarar á leið til, at sjeynda hvørt ferðafólk settist aftur ella valdi ikki at ferðast í ár í mun til í fjør. Tó so, samlaða talið av ferðafólkum fyri fyrstu 11 mánaðirnar er framvegis hægri, 1,7 prosento vøkstri, enn tað var í fjør. Fram til 1. Desember í fjør ferðaust 204.911 ferða­ fólk um flogvøllin, meðan talið í ár er 208.368. Í november í fjør vórðu flutt 14.974, meðan talið fyri sama mánað í ár fór niður á 12.752 ferðafólk. Talið av flogførum um vøllin í november mánað í ár, er heili 31,4 prosent fær­ ri. Tað vil siga ein minking upp á næstan ein triðing. Meðan tað komu og fóru 487 flogfør í fjør, var hetta talið í ár heilt niðri á 334. Afturgongdin í ferðafólka­ talinum sæst aftur á øllum farleiðunum. Størst er hon tó á høvuðsleiðunum til og úr Keypmannahavn og Bil­ lund. Her er afturgongdin 10,4 prosent. Afturgongdin sæst á øllum slagi av kom­ um og fráferðum, bæði rutu­, charter­ og øðrum frá­ ferðum. Her skal tó eisini havast í huga, at nakað av frálandaflúgving var í novembur í fjør. Hetta virk­ semi hevur ikki verið í novembur í ár. Higartil í ár eru 5.090 flogfør komin og farin um floghavnina, svarandi til 1,3 prosent færri enn sama tíðarskeið í fjør. Fyrstu 11 mánaðarnar í ár hevur flogfarmurin verið tilsamans 744,4 tons svaran­ di til eina afturgongd uppá 10,7 prosent. Útgreinaði hagtøl finnast á heimasíðuni hjá Vága Flog­ havn www.floghavn.fo. Munandi færri flogferðafólk Búskaparliga niðurgongdin sær eisini út til at hava rakt flogferðsluna, tí í november komu 14,8 prosent færri ferðafólk yvir flogvøllin, enn tað gjørdu sama tíðarskeið í fjør Savnsmynd Skemtið hjá Sjúrða á fløgu Í gjár kom út ein DVD­fløga av framførslunu »E elski Førjar live 2008«, sum vóru í Norðulandahús­ inum í summar Útgáva Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Skemtisendingarnar hjá Sjúrða Skaale og øðrum, sum vórðu senda í før­ oyska sjónvarpinum tíð­ liga í vár, »E elski Førjar«, vóru síðani sett­ ar upp sum pallframførsl­ ur í Norðurlandahúsinum í summar. Nú er ein dvd­fløga komin frá framførslunum í juli, sum hevur heitið »E elski Førjar live 2008«. Framleiðslan er gjørd á tann hátt, at tvær fram­ førslur vórðu tiknar upp við fýra upptøkutólum, og ljóðið varð tikið upp fyri seg. Síðani er alt til­ farið klipt saman til eina hálvanannan tíma langa sending við hægstu teknisku góðsku. Figurarnir úr sjónvarps­ sendirøðini luttaka flest allir við nýggjum tilfari, men harumframt eru fleiri nýggir figurar, sum gjørdust sera vælumtókt­ ir í summar. Ikki minst norðmaðurin Torvald og tær rumensku flaka­ kvinnurnar, Kela og Análga. Harumframt eru nýgg­ ir sangir og tónleikur. Frá framførsluni av E elski Førjar live 2008 í Norðurlandahúsinum, ið nú er givin út sum fløga við nýggjum figurum, nýggjum tilfari og nýggjum sangum Á býráðsfundi í síðstu viku varð leiguavtalan millum Dansifrøi og kommununa endaliga góðkend, soleiðis av byggingin av húsinum hjá dansifelagnum í Gundadali kann halda fram Byggitræta Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Byggingin av dansihøllini hjá Dansifrøi í Gundadali hevur verið tarnað av trupul­ leikum og ósemjun, men nú kann felagið halda fram við byggingini. Ósemja var millum Dansifrøi og umsit­ ingina hjá Tórshavnar kommunu, um hvussu byggimálið skuldi loysast. ­ Eftir hópin av samskifti og fundum er nú endaliga staðfest, at Dansifrøi heldur fram við byggingini, og at bygningurin vónandi verður innilokaður í februar, um veðrið verður til vildar, sig­ ur formaðurin í bygginevnd­ ini hjá Dansifrøi, Høgni B. Mikkelsen Hann vísir á, at nú er enda­ lig leigu­ og samstarvsavtala gjørd við Tórshavnar komm­ unu um nýgslu av høllini til tey ungu í býnum. ­ Dansifrøi vónar nú, at hetta byggimáli fær ein virði­ liga enda, soleiðis at byggi­ nevndin hjá Dansifrøi til komandi heyst kann bjóða limunum og teim ungu í Tórshavn, umframt øllum øðrum, umstøður, ið liva upp til nútíðarkrøv til eitt dansi­ stað, vísir felagið á. Felagið sigur seg eisini vóna at fáa eitt gott samstarv á Gundadalsøkinum til frama fyri ungu og eldri í Tórshavnar kommunum, nú bæði fimleikarfeløgini Ljós­ ið og Havnar Fimleikarfelag fara undir at byggja nýggjar fimleikarhallir. Bygging av dansihøll heldur fram Ósemja hevur verið um hesa byggingina í Gundadali, men nú trætan er loyst. Dansifrøi kann sostatt halda fram við byggingini av dansihøllini