Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-02, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. desember 2008síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 232 - 2. desember 2008 Frælsi er eitt hugtak, sum stendur sterkt í altjóða rætt­ indum og í øllum sáttmál­ um, sum eru knýttir til menniskja rættindi. Tó stendur hugtakið fræl­ si serliga týðiligt, tá tað er tengt at hugtakinum tvang, eksklusjón, isolasjón, og í øðrum formum í samband við at fólk verða útistongd í at luttaka á jøvnum føti. Hava so fólk við brekið hetta frælsi, at tey ikki verða útistongd, ella iso­ leraði í okkara demokra­ tiska samfelag, sum Før­ oyar tykjast at vera? Er okkara samfelag so atkomuligt í breiðastu merking, at fólk saktans kunnu virka uttan at møta forðingum, sum til dømis at útbúgva seg eftir fríum ynski, sleppa at velja sær sítt arbeiði eftir tí tær dám­ ar at gera, síggja og hoyra allan føroyskan tíðinda­ flutning og.s.fr? Tað er ein sannroynd, at fólk við breki verða útihýst dag og dagliga í dagsins samfelag. Dømi um hetta er, tá fólk ikki kunnu fara á matstovu, til eina framsýning, eina konsert, inn handlar, inn í biohøllir, umborð á eina ferju ella við einum bussi, tí hesi ikki er atkomulig fyri rørslutarnað. Hesum forðingum møta fólk við brekið hvønn dag. Eitt annað dømi er tá før­ oyskar tíðindasendingar og aðrar sendingar ikki eru at­ komuligar við teksting og tulking. Úrslitið er at ein partur av Føroya fólki eru sett uttanfyri, og tískil hyggja at útlendskum tíðindum sum eru atkomulig, og kunnu ikki fylgja við í føroyskum tíðind­ um. Hesi fólk hava eitt skert frælsi, og verða útistongd frá tí, sum onnur halda er ein sjálvfylgja at njóta í sam­ felagnum. Tá ið tað kemur til at­ komu fyri rørslutarnað, sum eg best kenni til per­ sónliga sum koyristóls­ brúkari, rann mær í huga nakað eg las fyri kortum, tá ein almennur stovnur setti sær ein visjón fyri framtíðina. Hesin stovnur nevndi fótbóltsliðið hjá Barcelona, og ynskti at brúka tað sum fyrimynd. Liðið hjá Barcelona hevði ikki serliga góða eydnu, fyrrenn nýggjur hugburður kom á liðið, at stríðast sam­ an fyri at náa bestum úrslit­ um. Tá eg las hetta rann mær í huga, hvat Barce­ lona eisini er kent fyri, og tað er ikki bert fótbólti, nei býurin er skírdur atkomu­ ligasti býður í Evropa. Barcelona er mest um­ ráðandi handils­íðnaður­ og havnabýur í Norður Spania, og stendur fyri 20 % av bruttotjóðarinntøku­ ni, hóast ber 15 % av íbúgv­ unum í Spania búgva har. Hann er kendur fyri sín arkitektur, sína mentan og fyri at hava nógv gomul hús, gøtur og sera stórslig­ in bygningsverk. Myndugleikarnir í Barce­ lona settu sær fyri, at brúka eitt 10 ára skeið uppá at gera býin atkomuligan fyri fólk við brekið. Í dag er hann skírdur at vera eitt “Mekka” fyri fólk við rørslutrupuleikum, við tí úrsliti, at ein hópur av ferða­ fólkum koma til býin, og hann hevur fingið eitt al­ heimsmerki á seg sum besti atkomuligi býur í Evropa. So kann man spyrja, tá tað ber til har, kann tað so ikki bera til her í Føroy­ um? Jú, er svarið frá mær. Um man setir sær fyri, at so skal verða, so ber tað sjálvandi til. Men tað merkir, at øll mugu gera sítt til, at fáa tað at bera til. Landsins myndugleikar, kommunur, byggifrøðingar, arkitektar og fólk, ið virka á økinum. Veruleikin er, at vit hava ongar lógir og ongar reglur á økinum. Alt er eftir fríum vilja. Ofta kemur man um­ aftur tá bygt verður, og tá gerst tað dýrari. MBF hevur í áravís gjørt vart við trupulleikan, og gjørt ymisk átøk fyri at fáa myndugleikarnir at virka fyri, at fáa lógarbundin krøv, sum kundi bøtt mun­ andi um støðuna. ST­ sáttmálanum um vernd og rættindi hjá fólki í bera brek áleggur, at hesi viður­ skiftir skulu tryggjast borg­ arum við breki, og tí síggja vit fram til, at á ráðstevnuni sum MBF skipar fyri mikudagin 3. dec, at fáa at vita frá Landsstýriskvinnuni í Innlendismálum, hvussu langt man er komin at fáa til vega tílíkar heimildir. Tíðin er komin í einum framkomnum samfelag, at tað kann gerast ein natúr­ ligur partur, tá samfelagið bjóðar tænastur fram, at tær røkka øllum borgarum Frælsi, atkoma og Barcelona forkvinna í MBF LeiLa SoLmunde Ein, ið rópar seg Reidar Nónfjall, lítur nú inn í ein slíkan sorta, at hann sær fyri sær, at føroyingar noyð­ ast ta tungu og eyðmýkj­ andi gongd, at biðja don­ sku stjórnina um at hækka ríkisveitingina aftur, skal lív vera lagað fólkinum, ið her býr. Sosialurin ruddar forsíðuna fyri oraklinum. Sjálvsagt. Hetta hóskar í krammið. Tað ræður um at taka vónina og neistan frá fólkinum. Sleggjan hjá imperialismuni veit, nær ið løtan er. Fyri fleiri árum síðani ruddaðu teir eisini forsíðuna, táið táverandi formaður Sambandsflok­ sins útbasuneraði, at ríkis­ veitingin var fyritreytin fyri lívi í oyggjunum. Full­ veldislandsstýrið kutaði tíanbetur somikið av blokk­ inum, at hann í veruleikan­ um er 800 milliónir krónur lægri um árið í dag, enn hann hevði verið, um onki varð gjørt tá. Sama lands­ stýrið hevði yvirskot á løgtingsins fíggjarlóg øll árini – samlað slakar 3 milliardir í sløk 6 ár. Vil tvíhalda um, at tað var bjarta málinum um full­ veldi fyri at takka. Síðani settust búskaparligu pyro­ manarnir í ABC­samgong­ uni við heimastýrisradiator­ arnar úti í Tinganesi. Um tað var tilvitað ella ikki, kann gitast um, men floks­ felagarnir hjá hesum fjalli­ num Nón, sum nú er farin at skjóta við kanón, tó við øgiligari spjaðing í høglu­ num, torpederaðu búskap­ in, m.a. við einum ørvitis­ kendum skattapolitikki, og eru beinleiðis orsøkin til ringu støðuna, vit nú sita í. Tað er lagnunnar speisemi, at oddviti Javnaðarfloksins, sum lat seg dragsa runt í borgarligu manesjuni, fyri at sita sum galliónsfigurur í danska heimastýrinum, nú skal sita og súpa sín egna dárskap upp úti í Albert Hall. Tikið verður til í greinini í Sosialinum, um forfattar­ an Nónfjall, at hann er búskaparfrøðingur og stjóri á Føroya Handilsskúla. Ætlanin var tí at spyrja mannin, um hann í hesi niðurgangsgreinini umboð­ ar seg sjálvan, Sambands­ flokkin, sum hann er ein oddviti í, stýrið fyri Føroya Handilsskúla ella starvs­ fólkini á skúlanum? Um svarið er ja, merkir hetta so eisini, at stýrið og starvs­ fólkini eru líka hugað sum stjóri teirra, fyri at hækka ríkisveitingina aftur? At smíða stórt slátur úti í Marknagili fyri at fóðra føroysk ungmenni við hesi sjúkligu pessimismuni, hesum svarta íhaldi og himinrópandi vónloysi mann neyvan vera serliga skilagott. Eru alternativar røddir á hesum skúla, sum enn hava so frægt av lívs­ móti, at tey enn troysta sær, at stinga beinini út um songarstokkin í lýsingini, so áttu tey kanska at gjørt vart við seg. Annars kunnu tey, sum skulu játta pening til nýbygging skjótt fara at ivast í, um samfelagið hevur nakra framtíð við einum skúlaskapi, har evsta leiðslan hevur slept vónini um, at næmingarnir í heila taki hava nakra framtíð í einum samfelag, sum sambært honum er dømt til at miseydnast. Fái accosiatiónir aftur til eina tekning hjá Óla P. í Stavni­ num, har ein litteratur situr og kikar niður í nalvan á sær sjálvum. Universið gerst trongligt, táið fokus­ punktið gerst so sjálvs­ upptikið og avlagað. Blokkroykur í Marknagili Tórbjørn jacobSen ”Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, er fegin um, at uppskotið um at tolla siga­ rettum verður tikið aftur”. Soleiðis er eitt brot í grein á InternetSosialinum í kvøld. Samstundis hevur Tjóðveldi uppskot í løgting­ inum um, at ungar føroysk­ ar gentur skulu koppsetast móti krabbameini. Hesum seinna hjá Tjóð­ veldi eri eg sera samdur við teimum í. Men hvaðani kemur fíggingin? Eg haldi, at Tjóðveldi í hesum føri – sum í so mongum øðrum – tosar móti sær sjálvum. Sjálvandi skulu 12­15 ára gamlar føroyskar gentur koppsetast móti krabbameini, men hetta skal eisini gjaldast. Um vit droppaður toll­ fríu sigarettirnar, so gav hetta landskassanum 18 milliónir meira um árið, og so kundu saktans tvær av hesum verið brúktar til koppseting av ungum gent­ um móti krabbameini, meðan restin kundi verið nýtt til annað – kanska innan heilsuverkið, ið hevur stóran tørv á fígging at betra heilsu okkara. Hyklarí hjá Tjóðveldi av fyrstu skuffu! Ikki fyrstu ferð, men so sanniliga ikki síðstu ferð, heldur. Tollfríar sigarettir ella koppseting móti krabbameini SofuS debeS johanneSen Fyri umleið 20 árum síðani fóru fólk at gera seg klók upp á gongd­ ina í samfelagnum. 80 ára veitslan hevði ein enda tikið, og maður kom kropp á kroppi og greiddi Føroya fólki frá, hvussu illa stóð til í samfelagnum. Ivi var sáddur um, um tað var liviligt í Føroyum og at grasið var grønari aðra staðni enn heima hjá okkum sjálvum. Hendan vanlukkuliga gongdin helt á fram, og í 1992 var boð­ skapurin komin út um landodd­ arnar, soleiðis at danska fíggar­ eftirlitið eisini vildi verða við í hesum kórinum av fólki sum bert vilja síggja trupulleikarnar heldur enn at arbeiða við møguleikunum. Øll kenna vit gongdina tá. Vit trýstu fleiri túsund føroyingar av landinum. Her bleiv ikki liviligt, og nógv vóru tey, sum komu í fíggjarligt óføri. Arbeiðsloysis­ skipanin var stovnað og klárari nóg illa at breyðføða tey, sum komu tvørs fyri. Ein kendur vinnulívsmaður segði tá, at ringt var í 20’unum, verri var í 30’unum og 50’unum, men so ringt sum í fyrst í 90’unum hevði tað ongantíð veri. Sethúsa­ eigarar høvdu bundið seg til ovurhonds stóra skuld saman við at allir almennir kassar vóru tómir. Peningastovnarnir ridlaðu, og vit og teir máttu hjálpast við fíggjarligum lánum úr Danmark. Tey sum áttu pening á bók vistu ikki síni livandi ráð. Øll høvdu fingið at vita, at nú mátti haldast aftur, tí samfelagshjólið mól skjótari enn gott var. Og nú eru vit á veg inn aftur í hesa negativu umtaluna. Øll halda andanum, tí tú veitst ikki, hvat morgindagurin hevur at bjóða. Eftirklókskapur og prædika um, hvussu illa stendur til, er at lesa í bløðunum og at hoyra í tíðindasendingunum. Tá tú sáar iva, so fara fólk at ivast. Spælitímin á altjóða peninga­ marknaðinum er liðugur, og vit lata okkum draga við hesum, men stendur tað so illa til, sum dóma­ dagspredikantar vilja verða við? Er tað ongin sum vil tala um frelsu? Mín meining er, at vit skulu halda uppat við at lata okkum draga av slíkum negativum tosi. Lat okkum heldur tosa um, hvussu vit kunnu byggja hetta landið. Í mun til 90’ini hevur landskassin tað gott, og vit hava eina arbeiðs­ loysisskipan, sum er fíggjarliga væl fyri. Tey sum eiga pening mugu fyri guðs skyld ikki lata seg ávirka av hesi negativu umtalu, tí gera vit tað, so eru vit viðvirkandi til at stegða samfelagshjólunum, og tað er tað ongin sum vil. Hava vit brúk fyri frelsu ella dómadagspredikantum? jákup danieLSen viðmerkingar