týsdagur 2. desember 2008síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 232 - 2. desember 2008
15
viðmerkingar
Ongin ivi er um, at tað,
sum í skúlanum er serstak
liga spennandi er, at skúlin
er okkara produkt. Soleið
is, sum vit eru, soleiðis er
skúlin. Fyri at fáa saman
hang í greinina, havi eg
vágað mær, at endurtikið
nakað av tí, eg fyrr havi
skrivað.
Foreldur
Í 2005 var orðaskifti í
Klaksvik um skúlaviður
skifti, og høvdu vit tá vitj
an av Solveig Gaarsmand,
umboðandi Skole og Sam
fund, sum er ein felagsskap
ur umboðandi foreldur og
ynskir teirra um ein góðan
skúla.
Solveig Gaarsmand
undirstrikaði, at foreldrini
eiga børnini, men spurdi
eisini, hvar foreldrini finna
sítt pláss í gerandisdegnum
í skúlanum? Foreldrini eru
primeru uppalararnir av
børnunum. Tey skulu vera
fyrimyndir, tá vit tosa um
atburð og samverutóna.
Tey skulu uppala børnini at
vísa virðing og fyrilit fyri
øðrum.
Tað er jú júst hendan
ábyrgdin, sum røkkur inn í
skúlan. Foreldrini mugu
tosa við børnini um,
hvussu vit bera okkum at í
skúlanum, og skúlin má
draga foreldrini inn í
arbeiðið við undirvísingar
umhvørvinum á skúlanum.
Sum foreldur hava vit
ongan rætt til ikki at hava
tíð til børn okkara og tað,
tey gera. Onki eitur ikki at
fylgja við, hvat rørir seg í
gerandisdegnum hjá barni
num. Vit, sum foreldur,
hava ábyrgd av, at tey
verða før fyri at fóta sær í
lívinum. Tey hava lívið fyri
sær og hava brúk fyri
vegvísara.
Foreldur eru ikki sum
fyrr tey, ið til eina og
hvørja tíð gera av og siga,
“hvar skápið skal standa”.
Haldi, hetta ger, at foreldur
oftari nú enn fyrr standa
spyrjandi og vita ikki rætti
liga, hvat tey skulu gera.
Tó er grundarlagið og
ábyrgdin undir uppalingini
ikki broytt.
Samfelag og mentan
Sjálvt um vit liva í einum
lítlum og vælskipaðum
samfelagi, síggja vit fleiri
stórbýar drøg. Rákið sein
astu árini hevur rættiliga
trýst lítla egoistin fram í
ljósið. Vit eru sjálvupptikin
og hava lítla tíð til hvønn
annan. Vit eru ikki serliga
góð til at brúka tíðina rætt.
Tí kenna vit nýggja stempl
ið, fleiri fáa, sum er
strongd. Ikki tí at døgnið er
ov stutt, men tað, vit mugu
læra í “nýggja” samfelagn
um, er at raðfesta.
Føroyska mentanin er
sera merkt av, at vit eru eitt
oyggjasamfelag. Veður,
vindur og dagsins gongd
skapa okkum. Hetta hevur
í longri tíð skapað eitt
róligt og avslappað fólka
slag. Føroyingar eru ikki
serliga kritiskir og krevja
ikki nóg nógv av sær sjálv
um. Vit eru ikki serliga
langskygd, sera fleksibul
og halda, at vit kunnu
gerast bestir, uttan tó at
arbeiða hart fyri sakini.
Skúlin
Ikki hevur tað so lítið at
siga, at vit eru partur av
einum øðrum landi, sum
líkist sera lítið okkara
egna. Hetta sæst sjálvandi
aftur í skúlanum. Fleiri av
lógunum eru beinleiðis
týddar. Fólkaskúlalógin er
sera flosklakend og er sera
vælljóðandi. Hon er sjálv
andi ein greining av
almennu krøvunum, men
vit mugu minnast til, at
tað, sum stendur á skrift, er
ikki altíð tað, vit síggja í
verki. Ofta er langt frá
bókstavi til verk, um vit
kunnu siga so.
Vit taka frá øðrum, uttan
at vita, hvat vit sjálvi vilja.
Eitt aktuelt dømi er PISA.
Onnur lond, sum hava sett
fólk ella heilar deildir av til
júst at kanna og menna
eina ávísa skipan. Hetta
hava vit ikki, tó gera vit
tað sama. Somuleiðis er
við foreldrasamstarvinum.
Lógin sigur, at skúlin skal í
samstarv við foreldur, men
tað gerst skjótt óskipað, tá
hon onki sigur um hvussu.
Lærarar
Arbeiði alt arbeiði eigur
at vera merkt av førleika.
Fakfólki eru lærararnir,
sum arbeiða á skúlanum.
Vit eru bólkurin í hesum
samanhangi, sum hevur
fakligheit, vitan um læru
tilgongdir og eiga vit tí
sum lærarar at vera nóg
professionellir og engager
aðir at skapa eitt gott og
gevandi umhvørvi fyri
næmingarnar.
Ein av trupulleikunum í
skúlanum í dag er broytti
læraraleikluturin. Fyrr var
lærarin ein, sum oysti næm
ingarnar undir í vitan, með
an teir stillir sótu og lurt
aðu. Seinastu tíðina hevur
rákið verið, at næmingarnir
skulu hava ávirkan á teirra
skúladag, teir eru ikki autor
itets trúgvir og mangla virð
ing fyri vitan. Lærarin hev
ur broyttar fortreytir og má
her fóta sær við onkrum
nýggjum slagi av autoriteti.
Lærarar eru kanska ikki
nóg væl útbúnir til nýggju
uppgávuna.
Flestu foreldur í dag
hava útbúgving og krevja
meir, enn foreldur gjørdu
fyrr, hetta er tó ongin trygd
fyri, at tey krevja nakað av
sær sjálvum. Við øllum
hesum í huga, er neyðugt,
at skúlin sigur, hvussu
fram skal farast.
Næmingar
Næmingar eru sum heild
glaðir at koma í skúla og at
vera í skúla. Størsti trupul
leikin hjá næmingum okk
ara, um vit skulu tosa um
Pisa og royndir sum heild,
er, at teir als ikki verða
stýrdir soleiðis, sum eitt nú
finskir ella japanskir næm
ingar. Vit hava eina sera
“humana” mynd av børn
um, og hetta sæst eisini
aftur í skúlanum. Bæði
gott og minni gott. Eg
haldi, at vit krevja ov lítið
av næmingunum og børn
um okkara.
Næmingarnir eru teir,
sum til eina og hvørja tíð
skulu vísa, hvat teir hava
lært fakligheit. Fyri at
læra skulu teir hava tað
gott, og er trivnaður ein
avgjørd fyritreyt. Í hesum
samanhangi er tað næming
urin, sum er í miðdeplin
um, og sum skal hava eina
góða og gevandi skúlatíð.
Heim og skúli - trivnaður
og fakligheit
Tá fólkaskúlin leggur upp
til, at skúlarnir skipa for
eldraráð á skúlunum, er tað
sjálvsagt út frá ymiskum
kanningum, sum vísa, at
foreldur hava eina so ovur
stóra ávirkan á síni egnu
børn – nógv størri enn
lærararnir. Her verður
grundvøllurin lagdur, og
her verða virði skapt saman
við virðing fyri familju, vin
um, skúla, lærara, leiðslu,
skipanini, politikarum, løg
reglu, rætt og skeivt o.s.fr.
Áhugaverdar kanningar
vísa, at positivt, aktivt og
málrættað arbeiði bera
frukt. Hetta krevur, at
næmingarnir eru klárir,
orka at savna hugsanir og
gera eitt gott arbeiði.
Tó lærir eingin av ”bara”
at kenna seg tryggan, nei,
her skal eisini eitt fakligt
umhvørvi til. Trivnaður og
fakligheit eru jú tvær síður
av somu søk eins og for
eldur og skúli eru tað.
Trivnaður og fakligheit - tvær síður av somu søk
Tóra við
Keldu
Í vikuni fingu vit at vita, at
ABC ikki hevði ætlanir um
at raðfesta barnsins 1.
sjúkradag við løn.
Tað átti at verið ein sjálv
sagdur rættur. Rætturin
mong longu hava, men
summi enn ikki eiga.
Í vár var uppskot um
barnsins 1. sjúkradag á
tingi. Argumentið fyri at
atkvøða ímóti var, at eingin
kærumøguleiki var í lógini,
og vit skuldu hyggja nærri
eftir norskari lóg sum segð
ist at vera góð. CHE sam
gongan skuldi í heyst
leggja uppskot fram um
barnsins 1. sjúkradag.
Seinast í august fingu vit
at vita, at í heyst var tað
klárt. Vit bíðaðu í tolsemi,
vistu lítið tá.
So kom ABC til og vit
undraðust, nú novembur
mánaður kom, hvar upp
skotið mundi blíva av.
Svarið frá landsstýris
kvinnuni var greitt: “Vit
hava ikki raðfest hetta
málið – vit raðfesta eina
nýggja forsorgarlóg og at
eldraøkið verður lagt út til
kommunurnar!” Skilagóð
ar raðfestingar, MEN ikki
nóg gott, um alt annað
dettur burtur.
Hvør verður við sviðusoð?
Meini so við, tey sum enn
ikki eiga rættin til barnsins
fyrsta sjúkradag við løn,
eru tey sum hava lægst løn,
vánaligast pensjónsskipan
og bert fáa sjúkradagpen
ing undir sjúku. Vit kunnu
ímynda okkum, hvussu tað
ávirkar húsarhaldið, um
fleiri børn í einari familju
hava verið smásjúk og
mánaðarlønin verður
ávirkað av hesum.
Føroysku
barnafamiljurnar
Kanningin, sum Norður
atlantsbólkurin gjørdi, um
hví føroyingar velja at
búseta seg í Danmark vísti,
at ein orsøk til at føroying
ar valdu Føroyar frá vóru
vánaligar sosialar skipanir.
Ein vælvirkandi sosial skip
an kundi inniborið, at øll
foreldur høvdu rætt til barn
sins 1. sjúkradag við løn.
Sum er, fáa føroysku
kvinnurnar flest børn í
Europu, men hvussu leingi
kunnu vit vænta at tær
halda áfram við tí, um vit
ikki í minsta lagi tryggja
familjunum hendan rættin?
Partarnir á
arbeiðsmarknaðinum
“Hatta kunnu partarnir á
arbeiðsmarknaðinum
sjálvir finna út av,” havi eg
hoyrt fleiri siga. Tað hevði
verið veldugt, ja! Men
skulu vit bara lata standa
til, nú tað enn ikki er eydn
ast teimum? Skulu kanska
eisini siga, at tað almenna
skal hvørki rinda ella
blanda seg upp í pensjóns
viðurskifti? Ella at okkum
onga arbeiðsskaðalóg
tørvar, tí tað mugu partar
nir á arbeiðsmarknaðinum
sjálvir finna út av?
Rós til Rósu
Eg ætli mær ikki at ásanna,
at andstøðupolitikarar onga
ávirkan hava. Tí frøddist eg
almikið í dag, tá Rósa
Samuelsen segði, at hon
ætlaði at samstarva við
allar flokkar um bústaðar
pakkan, so hann gjørdist
eitt felagsbarn. Vóni hesin
leistur fer at verða nýttur í
størri mun framyvir – stórt
rós til tín Rósa Samuelsen!
Men heldur tú ikki, at tú
hóast alt kanst sannførast
um at raðfesta, at øll for
eldur hava rætt til barnsins
1. sjúkradag við løn?
CHEðiligt við ABC
BergTóra H.
Joensen
Donsku fjølmiðlarnir vistu
fyri stuttum at siga, at
nýggir, ungir prestar í Dan
mark duga ikki at gera tæn
astu í kirkjunum. Teir eru
ikki bara kirkjufremmand
ir, men vita als ikki, hvat
ein hámessa er og hvat hon
inniheldur, tí eingin hevur
lært teir tað, áðrenn teir
gjørdust prestar. Teir hava
bara fingið starvið, tí teir
hava lokið prógv í guðfrøði
á universiteti.
Vónandi stendur ikki so
illa til við føroysku presta
stættini. Men tú undrast,
hví nakrir prestar í Føroy
um kunnu finna uppá at
lýsa við familjuguðstæn
astu á miðdegi sunnudag.
Og tú spyr teg sjálvan:
Hvørjum málbólki er tá
guðstænastan næsta sunnu
dagin ætlað, tá ið hon ikki
er ætlað familjuni? Er
guðstænastan á miðdegi
sunnudag, ikki tann stóra
familjuguðstænastan, har
ommur og abbar, mammur
og pápar við børnunum
fara í kirkju? At lýsa við
familjuguðstænastu á
miðdegi sunnudag, kann
ikki hava aðrar fylgjur, enn
at hámessan verður
undirgravað, at fólk sita
eftir við tí holdningi: ”Vit
fara ikki aftur í kirkju fyrr
enn tað verður guðstænasta
fyri alt húsfólkið”. Hetta
kann so bara hava við sær,
at hámessan gerst meira og
meira fremmand fyri fólki.
Prestar áttu heldur at lagt
seg eftir, at ført inn aftur
hámessuna við øllum
teimum liðum, ið veruliga
hoyra guðstænastuni til –
ikki minst við altargangi,
og aftur at skapt hátíð og
halgifrið ta løtuna, vit
savnast í Guðs húsi ein
sunnumorgun. Og tað
skuldi avgjørt verið krav, at
ein, sum gerst prestur og
hirði, fyrst hevði lært, hvar
ein hámessa er og hvat hon
inniber, og at guðstænastan
á miðdegi sunnudag, kann
ikki vera avloyst av alterna
tivum guðstænastum.
Nógvar av teimum
alternativu guðstænast
unum eru ikki mennandi
fyri hámessuna, fyri høv
uðsguðstænstuna ta stóru
familjuguðstænastuna.
Familjuguðstænasta?
JoHn s.
MyllHaMar